stadanovnStaðanøvn

Staðanavna-savnið er nú tøkt á kortskipan, sum Sunda kommuna hevur staðið fyri at menna. 

Trýst her fyri at vitja kortskipanina.

greinasavnGreinasavn

Tað eftir hondini rúgvusmikla tilfarið her á heimasíðuni er nú skipað í bólkar, og ger hetta tað vónandi lættari at koma framá eitthvørt av áhuga.

 

Frá vinstru: Janus, Eiði, ?, Gubbi, Sigurd og Pætur í Nýggjustovu

Á heimasíðu mínari havi eg áður lagt samrøður út, sum eg havi havt við Herluf Joensen, Hvalvík, og Knút Vesturdal, Eiði, um vegagerðina Gjógv - Eiði - Funning 1958/1964. Eisini havi eg lagt út nøvnini av teimum útivið 100 monnunum, ið arbeiddu veg í 1963. Tey á Landsverki hava verið sera beinasom at heitt á og hava sent mær avrit av skjølum, ið fevna um ta vegagerðina, og tað eri eg teimum takksamur fyri. Av skjølum sæst, at Gjáar kommuna hevur trýst nógv á landsverkfrøðingin og landsstýrið fyri at fáa gongd á vegagerðina. Samanbindingin av Oyggjarvegnum var eisini á tapetinum ta tíðina. Hans Kristiansen, Lærarin, hevur ikki ligið á teirri latu síðuni og hevur sett síni spor á tað skrivliga samskiftið. Eisini stóð hann fyri øllum gjaldinum av arbeiðslønini og roknskapinum og frítíðarlønini hjá hvørjum einstøkum vegmanni (gjáarmanni).  

Hesaferð síggja vit nøkur skjøl, ið vísa okkum eitt sindur um samskiftið millum Gjáar kommunu, landsverkfrøðingin og landsstýrið. Tá ið vegasambandið í millum Gjógv og Eiði var komið í 1959, so skuldi Funningsvegurin sjálvsagt bindast í tann vegin. Gjáarmenn vildu hava Funningsvegin íbundnan við Blindtarmin - undir Fossabrúnni, nær Gjáarskarði. Funningsmenn vildu hava vegin at ganga niðan á Leitið og so bindast í vegin undir Eiðisskarði. Gjáarmenn argumenteraðu fyri sínum uppskoti og funningsmenn fyri sínum. Eiðismenn hildu seg kúrrar og søgdu, at tað var líkamikið fyri teir, hvør loysn ið varð tikin. Tað segðist, at Hans Iversen, formaður í løgtingsins vega- og havnanevnd, skar ígjøgnum og bant vegirnar saman mitt í millum ynski gjáar- og funningsmanna. Tað kom at vera  ein ógvuliga stórur jaðari (gumpur)i, har íbindingin er, og skjótt fann onkur uppá at nevna íbindingina Ívars Gumbur, og tað navnið livir sítt fríska lív har norðuri á leiðini tann dag í dag. So lítið skal til at fáa eitt staðarnavn. Spurningurin er, hvussu framtíðar málgranskarar fara at koma til upprunan. Kommunanna fíggjarligi partur av allari vegagerðini var 25%, og tað var ein ávísur ivi um, hvussu leingi Eiðis kommuna vildi vera við í gjaldinum. Tað seinasta skjalið er eitt persónligt takkkarskriv, ið Lærarin sendi landsverkfrøðinginum, Mikkjali Helmsdal. Her eru skjølini:

 

Bræv frá Gjáar kommunu til Hákun Djurhuus, landsstýrismann:

 

Gjógv tann 7. mai 1957 

Harra

Hákun Djurhuus, landsstýrismaður.

 

Vísandi á brævaskiftið millum tygum og Gjáar sóknarstýri viðvíkjandi gerð av vegnum Eiði- Gjógv – Funning og á felagsumsókn frá Eiðis og Gjáar kommunu dagfest 18. jan 1957 stílað til Føroya Landsstýri, men eftir ynski send tygum persónliga, loyvir Gjáar sóknarstýri sær hervið at spyrja tygum, hvat úrslit myndugleikarnir eru komnir til í hesum fyri okkum týðandi máli. Vit hava sæð, at kr. 300.000 eru avsettar á fíggjarætlanini fyri 1957/58 – sambært løgtingsviðtøku  í 1954 – til samanbinding av vegum í Eysturoy og Streymoy, men ikki var tilskilað, hvørjir vegir, ið skuldu samanbindast í hesum fíggjarári fyri hesar pengar.

Í brævi tygara til Gjáar kommunu dagfest 03.12.56 skriva tygum m.a. soleiðis: “Uttan at gera nakað bindandi lyfti kunna tygum rokna við, at fyrst verður farið undir hetta arbeiðið at fáa hesar síðstnevndu (Eiði – Gjógv) bygdirnar samanknýttar, men mugu vegaarbeiðini  Hov – Øravík og Skipanes – Skálabotnur fyrst vera frá hondini.” Hesi orð tygara eru vit glaðir yvir, og vit vóna at tygum nú aftan á, at løgtingið hevur verið saman, og fíggjarætlanin er samtykt, kunna siga okkum, um tygara ætlan er óbroytt og verður framd,  t.v.s. um farið verður undir vegin Eiði – Gjógv, tá ið vegurin Hov – Øravík og vegurin Skipanes – Skálabotnur eru frá hondini.

Tað er av allarstørsta týdningi fyri Gjáar kommunu, at farið verður undir vegin Eiði – Gjógv, áðrenn nýtt sóknarstýrisval fer fram í 1958, tí vit hava onga vissu fyri, at komandi sóknarstýri fyri Eiðis kommunu verður eins hugað fyri at fullføra vegin Eiði – Gjógv, sum núverandi sóknarstýri á Eiði er. Og uttan hjálp frá Eiðis kommunu er heilt ógjørligt hjá Gjáar kommunu at gjalda kommunupartin.

Gjáar kommuna eigur í dag innistandandi og í kontantum ca. kr.   29000

+ eftirstøður                                                            ca. kr.    7000

                                                             Íalt            ca. kr.  36000

Eftir áheitan tygara í brævinum frá 03.12.56 hevur sóknarstýrið á fíggjarætlanini fyri 1957 avsett kr. 16.000 til vegir, t.v.s. um komandi ársskifti eigur kommunan ca. kr. 50.000. Av hesum sæst, at Gjáar kommuna peningaliga sæð er før fyri í felag við Eiðis kommunu at fara undir vegin Eiði – Gjógv, nær tað skal vera. At Gjógv harðliga treingir til at fáa vegasambamd við aðra bygd, sum víðari hevur samband  við Havnina, nýtist ikki at tosa um. Tyngst er hjá sjómonnunum at noyðast at bera klæðini upp um skørð – ofta í ringum veðri – bæði tá ið teir fara og koma. Ikki er sjáldan, at sjúklingur má berast av bygdini fyri at koma á sjúkrahús, og hent hevur, at sami sjúklingur sum lík aftur hevur verið borin til bygdina. Læknin býr sum kunnugt á Eiði, og vegasambandið hevði havt ovurhonds stóran týdning í teimum førum, tá ið læknahjálp er bráðneyðug. Tann tíð, tá ið Gjógv var av bestu útróðrarplássum í Føroyum, er farin og kemur ongantíð aftur, tí her eru  ikki líkindi at hava dekksmotorbátar. Men ikki er óhugsandi, at Gjógv í framtíðini verður ein landbrúksbygd, um vegasamband fæst við Eiði, tí tá kunnu fólk sleppa av við mjólkina.

Latið okkum frætta frá tygum so skjótt sum gjørligt. 

Gjáar kommuna

Gjógv – Hans Kristiansen

 

Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingur

 

Bræv frá Mikkjali Helmsdal, landsverkfrøðingi, til Hákun Djurhuus, landsstýrismann: 

Landsverkfrøðingurin 

Tórshavn 12.06.57

MH/RL.

 

Viðmerkingar til bræv dagfest 07.05.57 frá Gjáar kommunu til Hákun Djurhuus, landsstýrismann.

Eg haldi, at tað Hans Kristiansen, sóknarstýrisformaður, vil er at fáa lyfti ella svar, sum liggur so nær einum lyfti, um at farið verður undir Gjáarvegin komandi summar, at hann við grund kann blíva illur og spinna eina lítla “gølu” í har norðuri, um at teir eru sviknir, forfjónaðir o.s.fr. um ikki arbeiðið verður sett í verk tá. Tað er tí ikki at siga meir, enn ein er vísur í at kunna standa við.

Støðan viðvíkjandi vegabyggingini er annars tann, at næsta summar verður fyrst og fremst arbeitt á Fjarðavegnum og Morskranesvegnum (brúgvarnar her ella í hvussu er brúgvastovnarnir, verða gjørdir í summar); tað er ætlanin at gera veganetið í sunnara parti av Eysturoy liðugt, áðrenn gingið verður frá tí. Og kemur ikki byggingin av Oyggjarvegnum fyri innan ta tíð, verður eisini farið undir vegin til Gjáar til várs aftur.

Men verður Oyggjarvegurin byrjaður nú til heystar ella til várs, og skal hann fremjast skjótast gjørligt, verður tað ein spurningur, um tað er rætt ella yvirhøvur gjørligt næsta summar at seta materiel og tekniska arbeiðskraft inn á fleiri arbeiði enn tey trý: nevnliga Fjarðavegin, Morskranesvegin og Oyggjarvegin.

Hans Kristiansen var eisini hjá mær fyri o.u. einum mánaði síðan um tað sama; hann helt leingi á fyri at fáa eitt lítið lyfti, men eg segði sum var, at møguleiki var fyri, at arbeiðið við gerð av Gjáarvegnum varð framt komandi summar; men nakað lyfti ella nakað svar sum nærkaðist einum lyfti, tordi eg ikki at geva.

Hetta lysti honum einki, og tí helst hevur hann skrivað hetta bræv. Eg haldi tí, at sóknarstýrinum kann verða svarað aftur nakað soleiðis:

Vísandi til bræv sóknarstýrisins dagsett 7. mai í ár um Gjáarvegin, kann eg siga frá, at innan fyri tann finansierings- og byggiplan fyri ávísar vegir í Streymoynni og Eysturoynni, stendur Gjáarvegurin fyri túri; men nú er tað so, sum sóknarstýrið eisini kann síggja í løgtingsmálinum nr. 16/1954, at ætlanin var ikki, at hesir vegir skulu hava fyrsta prioritet, tvørturímóti verður nevnt, at um møguleiki verður fyri at seta byggingina av Oyggjarvegnum og vegnum Hov – Øravík í verk, áðrenn vegir í Streymoynni og Eysturoynni eru lidnir, eigur tað at verða byggingin av hesum vegum, sum verður skotin út.

Eisini verður Fjarðavegurin nevndur, sum ein vegur, ið eigur at koma upp í part í hesum vegabyggingum, og tá løgtingið í seinastu tingsetu játtaði pening til bygging av honum, var tað at fata sum ein samtykt um, at hann eigur at verða bygdur í sambandi við byggingina av Skipanesvegnum og Skála- Skálabotnsvegnum.

Støðan er tí tann, at um ikki Oyggjarvegurin verður settur í gerð innan næsta summar, er neyvan ivi í, at farið verður undir Gjáarvegin aftur til til várs, men verður tað til, at byggingin av Oyggjarvegnum verður framd, kann tað hava ta ávirkan bæði tekniskt og økonomiskt, at neyðugt verður at bíða við Gjáarvegnum til 1959. Tá er roknað við, at byggingin av Oyggjarvegnum ikki ger hetta fíggjarliga ógjørligt.

Okkum er greitt, hvønn týdning vegurin hevur fyri Gjáar bygd, og tí verður hiðani tað gjørt, sum gerast kann, fyri at hann skal verða veruleiki skjótast gjørligt.

At vandi skuldi verið fyri, at Eiðis kommuna fer frá síni tilsøgn um luttøku í útreiðslunum til vegarbeiðið, um tað skuldi drigið út eitt ár longri enn ætlað, halda vit ikki, einum nýtist at rokna við.

Brævið verður aftursent hjálagt.

Mikkjal Helmsdal

 

 Bræv frá Mikkjali Helmsdal, landsverkfrøðingi, til Eiðis-, Funnings- og Gjáar kommunu:

  Landsverkfrøðingurin

  17. nov. 1958

  mh/rl

Av tí skrivliga tilfari, sum er í málinum og teim samráðingum, vit hava havt við limir í sóknarstýrinum, hava vit fingið ta fatan, at allar tríggjar kommunurnar – Eiðis, Funnings og Gjáar kommuna – nú eru samdar um í felagsskapi at arbeiða og gjalda tey vegastrekki, sum resta í, fyri at samband kann blíva millum bygdirnar Eiði, Funning og Gjógv.

Tær gjøllari treytirnar, soleiðis sum vit hava fatað tær, eru, at hvør kommuna rindar ein triðing av teimum 25% av vegarbeiðinum, kommunurnar skulu gjalda sambært galdandi reglum, t.e. hvør sín ein tólvtapart av øllum útreiðslunum, og deils at hvør kommuna letur, so vítt gjørligt, sín triðing av tí arbeiðsfólki, ið tekur lut í arbeiðinum. Viðvíkjandi gjalding av arbeiðsløn hava vit ætlað tað soleiðis, at kommunan hevur hesa gjalding um hendur, og at skipanin annars verður, at vit ávísa helvtina av arbeiðslønini burtur av studninginum, t.e. kommunan fær frá gjaldstovuni løningarlistarnar saman við hesi helvt av lønini (+ frádrátt fyri møguligar eftirstøður av løgtingsskatti hjá arbeiðsmonnum). Kommunan leggur so hina helvtina út sjálv, og eisini frítíðarpeningin, tá ið hann kemur fyri.

Kommunan heldur síðan neyðturviligan roknskap viðvíkjandi løn og frítíðarpeningi hjá hvørjum manni. Við hesi skipan hevur kommunan eisini høvi til at draga frá eftirstøður í skatti hjá tí einkulta manninum. Allar aðrar útreiðslur gjalda vit beinleiðis av studninginum.

Vit halda tað var rímuligt, um hann, sum fær lønarútgjalding og roknskap at gera, fær eina samsýning, tí tað roknskapararbeiðið, ið stendst av tílíkari bygging, kann neyvan roknast at koma undir ta vanligu skrivara- ella formanssamsýningina.                                                                                                               

(sign.)  M. Helmsdal

P.S.  Síðan oman fyri nevnda bræv varð skrivað, er frá Eiðis kommunu komið bræv um, at treytin,  fyri at Eiðis kommuna vildi verða við til at luttaka í vegabyggingini til Gjáar og Funnings, var, at útreiðslurnar til neyðturviliga breiðking og umbygging av tí gamla vegnum frá Eiði og niðan móti skarðinum komu undir somu treytir sum útreiðslurnar til nýgerðina.  Tá kommunurnar soleiðis helst ikki eru heilt samdar enn, haldi eg, rættast er at fáa ein fund í lag seinast í hesum mánaðinum. Nú er tað møguligt, at eg komi norður í miðjari næstu viku, og um so verður, kann fundurin verða hildin á Eiði, annars vildi eg fegin, at t.d. einir 2 (ella 3) mans úr hvørjum sóknarstýri komu til Havnar mánadagin 1. desember.

(sign.)  M. Helmsdal

Einsljóðandi brøv til:

Eiðis, Gjáar og Funnings kommunur.

 

Avrit av avtalu við  Eiðis-, Funnings- og Gjáar kommunu:

Avrit

Á fundi í Havn 1. desember  1958 komu kommunustýrini fyri Eiðis, Funnings og Gjáar kommunur ásamt um í felagsskapi at arbeiða og gjalda deils tey vegastrekki, sum resta í, fyri at samband kann blíva millum bygdirnar Eiði, Funning og Gjógv og deils neyðuga styrking og breiðking av og ábøtur á tey higartil gjørdu strekki av hesum vegasambandi, soleiðis at hvør kommuna rindar ein triðing av tí parti av útreiðslunum, ið eftir reglunum falla á kommunurnar, og hvør kommuna so vítt gjørligt letur triðing av tí arbeiðsfólki, ið tekur lut í arbeiðinum.

Um nakað verður at gjalda fyri grund til vegin, jarðspell ella tøku av tilfari til byggingina, verður tann kommuna, sum lendið ella tilfarsnámið liggur í, at rinda hetta gjald einsamøll.

Viðlíkahald av hesum vegasambandi verður soleiðis býtt: Eiðis kommuna heldur tann partin, sum liggur í Eiðis kommunu, og Gjáar og Funnings kommunur býta hin partin millum sín sum ásett av løgtinginum í løgtingsmáli x11, 2 1947, nevniliga, at Gjáar kommuna viðlíkaheldur alt strekkið í kommununi og haraftrar norðaru helvt av strekkinum millum Gjáarskarð og Eiðisskarð (markini) og Funnings kommuna restina, t.e. strekkið frá Funningi niðan í vegin millum skørðini og syðru helvt av hesum vegi.

Um ikki lagalig skipan viðvíkjandi gjalding av kommunanna parti fæst í lag í tingsetuni í vetur, ella hesin partur kommunanna verður munandi minni enn tey vanligu 25% av byggiútreiðslunum, verður sáttmálin at viðgera av nýggjum, áðrenn arbeiðið byrjar aftur til várs.

 

p.t. Tórshavn, 1. desember 1958

 

(sign) Carl J. Sigvardsen                                                 (sign) John Eidesgaard

(sign) Hans Kristiansen                                                  (sign) Thomas J. Debes

(sign ) Petur P. Joensen                                                (sign) Jógvan S. Ferjá

(sign) L. Jóanesarson                                                      (sign) Hilmar Ellingsgaard

(sign) Elieser Højsted                                                     (sign) Hans E. Joensen

(sign) N. Hansen                                                               (sign) Eivin Kruse

(sign) Kornelius Nielsen

                                                               

 Frásøgn av fundi við  Eiðis-, Funnings- og Gjáar kommunu:

Landsverkfrøðingurin

 Fundarfrásøgn: 26. oktober 1959, kl. 14.00 fundur hjá landsverkfrøðinginum.

Fundarevni: Hvørja leið skal vegurin oman til Funnings verða lagdur, t.e. um hann skal førast úr Gjáarvegnum sunnan- ella norðan fyri Líðina yvir Funningi.

Undirritað hevði boðað 2 limum frá hvørjum sóknarstýri: Eiðis, Funnings, Gjáar, til fundar í Havn at greiða frá teirra áskoðan um, hvørja av nevndu leiðum vegurin oman til Funnings átti at verið lagdur, og á hvørjum grundarlagi teirra áskoðan var bygd. Gjáar sóknarstýri ynskti at koma fullmannað, og av tí sama komu hinir eisini fullmannaðir.

Hjástaddir vóru: Frá Eiðis sóknarstýri: Allir limirnir uttan Martin Kristiansen. Frá Funnings sóknarstýri: Allir limirnir. Frá Gjáar sóknarstýri: Allir limirnir uttan Klement Joensen.

Undirritað legði fyri og segði, at Gjáar og  Funnings sóknarstýri bæði skrivliga og munnliga høvdu sett fram ynski  um ávísar leiðir fyri nevnda veg. Gjáar sóknar kommuna ynskti at fáa hann norðan fyri Líðina og Funnings kommuna sunnan fyri Líðina. Eiðis kommuna hevði ikki yvir fyri okkum sett fram nakað ynski um serliga leið fyri vegin; men við tað at allar 3 kommunur vóru gingnar saman um í felag at byggja hann, var tað náttúrligast, at allar kommunur vóru við til fundin. Undirritaði segði síðan frá, hvussu málið peningaliga og tekniskt lá fyri; hin sunnara leiðin vildi – um annars meðalhallið var tað sama – verða um góðan kilometur longri, og tað vil siga, um meðalprísurin pr.m. var tann sami, einar 250.000 – 300.000kr. dýrari; men helst vildi tann norðara leiðin blíva dýrari pr. m. millum annað, tí brúgvarnar vóru fleiri, so meirkostnaðin av tí sunnaru leiðini vildi undirritaði leysliga meta at liggja millum 150.000 og 250.000 kr., helst nærri tí fyrra talinum. Hvat vegalongdunum millum bygdirnar viðvíkur vildi vegalongdin millum Eiði og Funnings vera at kalla tann sama, hvørja leið Funningsvegurin verður lagdur, meðan longdin millum Gjógv og  Funnings verður ein triðing størri, um tann sunnara leiðin verður vald (7,5 km og 10 km). Nú kunnu tað sjálvandi vera aðrar umstøður enn vegalongdir og prísmunir, sum kundu gera seg galdandi, tá støða skal verða tikin til, hvørja leið vegurin skal ganga, og tí hevur undirritaði heitt á sóknarstýrini at koma á fund og siga frá og grunda teirra áskoðan.

Frá Gjáar kommunu var framført, at teir, sum áður nevnt, ynskja vegin tiknan frá norðan fyri Líðina, mest tí at Gjógv var brimpláss, og um veturin vildi sambandið vestureftir tíðan verða tarnað av kava; tí vildu teir hava best møguligt vegasamband við Funning. Heldur ikki halda teir vera grund til at taka aðra vegalongd oman til Funnings enn ta bíligastu. Tá teir vistu av, at tað av Funningsmonnum var framført, at Líðin var ringasta kavapláss á vegastrekkinum, og teir tí ikki vildu hava vegin upp norðan fyri Líðina, segði formaðurin, Jógvan Ferjá, sum sína áskoðan, at bugurin undir Eiðisskarði (eystanfyri) var ringari kavapláss enn Líðin, so tað bleiv ikki Líðin, sum var avgerandi, um Funningsmenn kundu koyra til Eiðis ella ikki.

Frá Funnings kommunu var framhildið, at teir onga nyttu høvdu av vegnum, um hann varð førdur norðan fyri Líðina. Varð hann førdur upp sunnanfyri, høvdu teir ta nyttu burtur úr honum, at sjálvt um kavi forðaði fyri koyring í erva, kundu Funningsmenn koyra niðan undir Eiðisskarð, ganga tvørtur um skarðið og so taka annan bil vestan fyri skarðið oman til Eiðis. Eisini varð hildið fram frá formanninum í Funnings kommunu, at tann sunnara leiðin vildi hava stóran týdning sum torvvegur fyri Funnings kommunu, og teir vildu heldur einki vegasamband hava, enn at vegurin varð førdur norðan fyri Líðina. Teir høvdu annars ongantíð lagt seg útí, hvar Gjáarmenn hava lagt sín veg, tí teir hava ongantíð roknað við at brúka hann. Eisini varð frá Funningsmanna síðu framført, at skriða var lopin í Líðini, og at ein tí kundi rokna við, at vegaleiðin gjøgnum Líðina ikki bara varð tarnað av kava, men eisini av omanlopum.

Til hetta savaraði formaðurin fyri Gjáar sóknarstýri, at skrutt var í Líðini nú eitt árið; men fyri tað fyrsta var hetta ikki skriða, sum var til vanda fyri nakran veg, og fyri tað næsta var hetta einasta skriða har, sum menn har í bygdini vistu at siga frá, og hvat viðvíkti at leggja vegin gjøgnum torvheiðar, varð hildið fram, at fyrsta endamál við hesum vegi mátti vera samferðslan, og at tann gjørdi vegurin millum Eiðisskarð og Gjáarskarð gekk tvørtur við torvheiðum, hvar hann enn varð lagdur. Hartil helt Leivur Jóanesarson, formaður í Funnings sóknarstýri, at tað vildi verið skjótari at bera torvið oman til Funnings enn at fáa tað niðan á vegin, sum er.

Frá Eiðis kommunu varð framført, at høvuðsendamálið í tí vegasambandi, kommunurnar  vóru gingnar saman um at gera, var at fáa veg til Funnings fyri at fáa høgligari samband eysturyvir (Norðuroyggjarnar), og tá vegalongdin til Funnings var at kalla tann sama, hvør leiðin varð tikin, vildi tað vera Eiðis kommunu næstan tað sama. Tó dugdu teir ikki at síggja nakra grund til at taka aðra leið enn ta bíligastu.

M. Helmsdal

  

 Bræv frá Gjáar kommunu til Føroya landsstýri:

Gjógv, tann 22. januar 1960 

Til Føroya landsstýri,

Tórshavn

Vísandi á samrøðu, sum sóknarstýrisformaðurin fyri Gjáar sókn hevði við løgmann í Tórshavn 14. jan. í ár, skal Gjáar sóknarstýri hervið loyva sær at siga frá, at tvær ferðir áðrenn jól í ár var eitt sindur av kava, men báðu ferðirnar var koyrandi við bili gjøgnum “Líðina” og næstan yvir móti svinginum undir Eiðisskarði, men ikki var koyrandi fyri kava um Eiðisskarð, og heldur ikki eitt langt strekki vestan fyri skarðið var koyrandi. Orsøkin til, at vit nevna hetta, er tann, at vit vilja sláa fast, at tað í kava ikki er “Líðin”, sum fyrst steðgar fyri koyring við bili. Hetta sama søgdu vit og Eiðis sóknarstýri fyri landsstýrinum í oktober mánað í fjør, tá ið vit saman við Funnings sóknarstýri vóru til samráðingar um, hvørja leið vegurin skal fara oman til Funnings. Nú er hetta prógvað, at so er, sum sagt varð. Nú hevur kavi verið nakrar dagar, men í gjár fór nógv av kavanum burtur, og hevði tað tá verið koyrandi frá Gjógv til Funnings, um vegurin lá oman gjøgnum Brekkur, soleiðis sum vit ynskja, tí Brekkurnar vóru táar, men lá vegurin av Eiðisskarði og oman undir Grønubrekku, so sum Funnings sóknarstýri ynskir, so høvdu Gjáarmenn ikki kunnað koyrt til Funnings, tí har oman gjøgnum Botnar lá kavi við sama lag, so har hevði ikki verið koyrandi. Vit loyva okkum eisini yvirfyri háttvirda landsstýri at siga okkara áskoðan viðvíkjandi lendinum á teimum tveimum umrøddu plássunum, sum talan er um at leggja vegin oman til Funnings.

Fer vegurin oman til Funnings oman gjøgnum Brekkur, so sum Eiðis sóknarstýri og vit ynskja, so fer hann gjøgnum grunt lendi, sum inniheldur eyr og annað vegatilfar, men fer vegurin harafturímóti oman undan Eiðisskarði, so sum Funnings sóknarstýri ynskir, so fer hann gjøgnum djúpa jørð, sum ætlandi ikki inniheldur eyr ella brúkbart tilfar til vegin, og sostatt má tilfarið til vegin tá koyrast aðra staðni frá. Vísandi herá undrar tað okkum, at hvør “leypandi” metur av vegi oman til Funnings skal verða sagdur at verða bíligari, um vegurin verður lagdur undan Eiðisskarði, enn um hann verður lagdur oman gjøgnum Brekkur, tí har er tilfarið hjá.

Vit vóna, at háttvirda landsstýri, tá ið avgerð verður tikin um, hvørja leið vegurin skal oman til Funnings, tekur eina avgerð, sum verður til gagns fyri Gjáar bygd og ikki til ógagns fyri hvørja av hinum báðum bygdunum.  Og tað er, at vegurin verður lagdur oman gjøgnum Brekkur, tí tá verður hann til sanna nyttu  fyri Gjáar bygd og líka góða nyttu fyri hinar báðar bygdirnar, sum um hann lá undan Eiðisskarði.

Við hávirðing

Gjáar kommuna – Gjógv

Jógvan S. Ferjá

 

Notat hjá Landsverkfrøðinginum:

Eiðis- Gjáarvegurin

Ferð norður til Funnings og Gjáar leygardagin 8. juni 1963.

Arbeitt varð á Eiðisvegnum frá svinginum uppi við Vombina og omaneftir o.u. 1 km. Brattaberg  til Norðoyastevnu.

Fundi við sóknarstýrisformenninar í báðum kommununum.

Funnings? ???????????? 12.000 kr á kontogjald

Hans Kristiansen -----  yvir 8.000 kr.

Til Funnings sær vegurin út til at vera liðugur burtur sæð frá stuttum strekki við grótbrotið. Kanska skal okkurt fínari áskot á onkustaðni.

Á Gjáarvegnum er komið væl áleiðis oman móti bøgørðunum (her mangla nakrir hundrað metrar). Vegristin er í gerð. Frá vegristini og oman í bygdina skal bara koyrast á vegin og einki gerast við síðurnar.

     

10/6 -63 

 MH (Mikkjal Helmsdal)

 

Yvirlit yvir amboð við Eiðis-, Funnings-, Gjáarvegin

 

3 setthamrar                           1 sjúkrabøra                            16 sleggjur

1 pumpa til ráolju                     19 jarnbrot                              3 kranar til ojutunnur

19 hakkarar                             2 oljutraktir                             9 laðingajørn

20 skøft til ymisk amboð           25 spakar                                20 m plastikkslanga

11 skovlur                               1 luftpumpa                            13 flatir skravarar

2 donkraftir                             12 spískir skravarar                     2 valor ovnar, dunkar til

8 skuffur                                  2 sagir                                    5 grótkílar

1 klípitong                               15 spískar kvíslar                        1 essa

7 forkir                                   1 amboltur                                5 gravingarkvíslar

1 blásilampa                             5 grótkvíslar                              1 kassi við bakkum og tøppum

2 skervrívur                             2 skrúvustikkur                           9 hjólbørur

1 borimaskina                          3 reservahjól, komplett                1 sett borir

5 matskúr                               2 jarnsagir                                  1 formansskúr

1 smiðjuhamari                        1 krútkamar                                1 loddiboltur

1 krútkassi                               2 rørtengur                             1 autogensveisigreiðir, komplett

1 smiðja                                  3 rørtengur                             2 amboðskistur          

1 kabúss                                  2 lekthamarar                         45 longdir av luftrørum

2 kúbein                                  1 øks                                        2 Tellylyktir

1 kondensatortendapparat     1 traktorpláta                          1  20l dunkur

2 buldosarplátur                     1 vaterpass                              2 vatnspannir

7 boringahamrar                    1 gólvkustur                            160 m kompressaraslangur

 

Grótborir: nr 1 (6 stk) – nr 2 (4stk) – nr 3(3stk) -  nr 4( 8 stk)         

 

 

Hans Kristiansen (fremstur á myndini)

 

 

Bræv frá Hans Kristiansen:

 

Gjógv , tann 31. oktober 1959. 

Harra landsverkfrøðingur M. Helmsdal.

 

Persónliga takki eg tygum fyri tygara lut í, at Gjógv nú hevur fingið vegasamband við aðrar bygdir.

Tað er fyri mær, sum ein tung byrða er tikin av herðum mínum, og eg rætti ryggin og andi lættan. Ein dreymur er vorðin veruleiki.

Nú er Gjógv í mínum eygum ikki so innibyrgd og fjarskotin sum áður. Stóra tøkk!

 

Vinarliga

 

Hans Kristiansen

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna