stadanovnStaðanøvn

Staðanavna-savnið er nú tøkt á kortskipan, sum Sunda kommuna hevur staðið fyri at menna. 

Trýst her fyri at vitja kortskipanina.

greinasavnGreinasavn

Tað eftir hondini rúgvusmikla tilfarið her á heimasíðuni er nú skipað í bólkar, og ger hetta tað vónandi lættari at koma framá eitthvørt av áhuga.

Asbjørn Matras er næstelstur av fýra systkjum: Steinfinn, f. 1945, Asbjørn, f. 1947, Jákup, f. 1950, og Dagny, f. 1954. Foreldur teirra vóru Klæmint Juul Matras, f. 1907, og Maria, f. Joensen, 1923. Vanliga kallaðu vit hann Asbjørn hjá Mariu. Alt sítt vaksna lív hevur hann so at siga liva á og av sjónum. Hann býr á Sandi. Grannar vóru vit sum smádreingir, men av og á ger hann sær onkran túr til Gjáar. Nú ein dagin rópti hann meg inn til ein kaffimunn, og eg brúkti mær kjansin at hava bandupptakaran hjá mær. Mary, kona hansara, hevði gjørt kaffi og borðreitt, og skjótt fall prátið á barnaárini við Gjógv í 1950unum. Tá ið prátið fall á sjólívið settti eg upptakaran frá, og her hoyra vit ein part av upptøkuni: Eg ætlaði at fara til skips, tá ið eg var fjúrtan ára gamal, men soleiðis kom tað ikki at vera. Sum stórur smádrongur var eg ofta niðri hjá Stóra-Petri (Petur P. Joensen, f. 1907) og hjálpti til. Hann hevði handil, so har var ymiskt at taka hond í, sum t.d. at rudda og tøma skrell. Lossingina hevði hann eisini, og so bað hann meg koma at hjálpa til har. Pól Jóhannes í Bíggjarlagnum (Poul Johannes Johannesen, f. 1888) og Stóri-Petur vóru ofta á Hestbakkanum við hýsulínu við "Lítla Hvíta", og tá plagdi eg at sleppa við.

Tað var ein regndag í august mánaði, at eg gjørdi av at fara mær ein túr til Eiðis at vitja Knút Vesturdal, tí hann hevði fortalt mær, at hann átti nakrar gamlar myndir frá vegarbeiðinum - Eiði - Gjógv - Funning - seinast í 1950unum og fyrsta partin av 1960unum. Knút og kona hansara, Svanhild, ið forrestin er systkinabarn mítt, eru blíð og fyrikomandi fólk - og so er tey eisini prátingarsom. Knút man vera ein av teimum fáu, ið eigur myndir frá tí vegarbeiðinum. Myndirnar eru áhugaverdar - tað koma vit aftur til. Knút hevur fleiri ferðir verið í Kringvarpinum og fortalt um vegarbeiði, kavagrevstur og annað áhugavert sum heild, men við bandupptakaranum í hond royndi eg at beina hann inn á meira "lokalar" hendingar frá teirri tíðini.

Vit lova Knúti framat:

Eg fór at arbeiða veg í 1959, men fyri ta tíð var eg 8 ár sjómaður og sigldi fyri tað mesta við norðmonnum. Tað var Arni Brattaberg, vegformaðurin, ú Vági, ið fekk meg at arbeiða veg. Hann búði hjá mammu, her á Eiði, og eg var heima í millum túrar. Hetta hevur verið um ólavsøkuna 1959, at hann spurdi meg, um eg ikki hevði hug at koma at arbeið veg í nakrar dagar. Eg hevði altíð ætlað mær at blivið skipari, so eg helt, at eg kundi vera heima ein túr, ið plagdi at taka einar tríggjar mánaðir, men tað gjørdist til 50 ár. Eg haldi, at vegarbeiðið byrjaði 18. oktobur 1958, og tað tók akkurat eitt ár at koma til Gjáar - 18. oktobur 1959. Tá var ball við Gjógv, men veðrið gjørdist so ringt, at fleiri hættaðu sær ikki av aftur bygdini fyrr enn dagin eftir.Ta fyrstu tíðina, eg arbeiddi, koyrdi eg trumluna, men so kom Janus (Øster, Eiði) á hana, og eg fór at koyra fyllaran. Tann gamla sonevnda Hvalvíkskúgvin var eina tíð í vegarbeiðinum, men Herluf (Joensen, Hvalvík) koyrdi hana ikki tá. Herluf hevði fingið eina nýggja maskinu - eina BDDT9 - men hin var BDDT6. Nei, tað vóru vánalig maskinamboð - smáar maskinur - í mun til tær, ið nú eru. Herluf var oddamaður og gróv alla moldina omanav. So bleiv borað, skotið, fylt upp - og steinsett við hond. Tað var strævið, ja, eitt hundalív at steinseta við hond. Lastbilarnir vippaðu á vegin, og so skuldi hvør steinur leggjast við hond, og tað ringasta var tað leysa grúsið, ið lá eftir, tí tað mátti lempast oman yvir steinsetingina, og so bleiv tað trumlað. Seinni funnu teir uppá at ganga vakt - hava tvey hold í steinsetingini - einir 6 mans í hvørjum holdi - og so skiftust teir um - tóku kanska einar tvær billastir - og so hvíldu teir tvær. Eina stuttliga hending minnist eg frá steinsetingini. Tummas (Debes, Gjógv) hevði tveir lastbilar, og viðhvørt koyrdi Sæbjørn (Jacobsen, Skopun) annan, og eisini plagdi hann at steinseta viðhvørt. Sæbjørn var ógvuliga sterkur maður, men ein dagin misti hann ein stein niður á beinið á Símuni (Fríðheim, Gjógv), sum helt seg hava mist allar tærnar. "Og vita tit hvat? Sterkasti maður í Føroyum spurdi meg, um eg fekk ilt," læt í Símuni. Líkamikið, Símun fór til hús, og tá ið rutan kom frá Gjógv morgunin eftir, sat Símun í bilinum. Allir hildu, at nú fór hann á Sjúkhúsið. Bilurin steðgar, og Símun skrúvar rútin niður, og nú spyr ein: "Fert tú nú á sjúkhúsið?"  "Nei, nú fari eg í Hvíthavi," svarar Símun. Tá fór hann til skips, so tærnar mundu ikki hava tað so heilt galið. - Tað vóru eisini fleiri lastbilar. Benadikt (Johannesen, Gjógv), hevði ein nýggjan Bedford (3 tons), Jógvan Sofus (Juul, Funningi) hevði ein Bedford, Petur Andrew (Bláberg, Funningi) hevði ein Bedford, Svenning (Johannesen, Funningi) hevði ein Bedford, Hans Egil (Joensen, Eiði) hevði bil, Eivind (Ellingsgaard, Eiði) hevði bil og Carlton (Poulsen, Eiði) hevði eisini bil. Fleiri av bileigarunum vóru skiparar, men ikki dugdu teir væl at koyra í fyrstani - og hvaðna verri dugdu teir at fáast við bilarnar, um okkurt gekk fyri. Sivert (Joensen, Gjógv) var smiðjumeistari. Hann var skemtingarsamur maður og gramdi seg mangan um, hvussu lítið skil teir høvdu fyri bilum. Tað var í heilum, at teir máttu vindast í gongd, og so typtist í heilum, og so stóðu teir har og blástu í tangan."Ja, eg skal siga tær tað, at tað er so forbiðið", segði Sivert, "at sjálvt um teir punktera, so standa teir og blása í tangan fyri at vita, um tað hjálpir!". Næstan hvørt einasta kvøld var onkur í smiðjuni, so Sivert hevði úr at gera. Umframt bilar og maskinur vóru tveir kompressarar og ein traktorur. Alt bleiv borað við hond, og holini kundu vera upp í fimm metrar djúp. Fyrst bleiv borað við einum meturbori - og so skiftu teir til tann næsta meturin o.sfr. Tað var eitt hundalív. Grótbrotið var undir Kobba. Tá brúktu teir battarí at spreingja við - pluss og minus - og tað kundu vera eini 50 hol. Klæmint (Ejdesgaard, Eiði) var skjúttari ta fyrstu tíðina. Einaferð mundi enda galið - tað brast ikki, og teir fara so at leita eftir feilinum og gloyma at taka av battaríinum. Tá teir so binda saman, nú brestur, og Klæmint bleiv slongdur langt upp í luftina, men hann fekk - merkiligt nokk - ongan skaða. Seinni fingu teir eitt apparat at vinda við, og tað kláraði at spreingja 90 skot. Hans á Brúgv (Poulsen, Eiði) passaði kompressararnar, og ymiskir menn boraðu. Óli Andreas (Johannesen, Funningi) og Jóhannes á Fløtti (Sivertsen, Gjógv) vóru nokkso fastir borarar. Tá ið mest av fólki var til arbeiðis, lá tað um 70 mans - nakað javnt býtt millum bygdirnar, Eiði, Funning og Gjógv. Tað vóru nógvir raskir menn, ið arbeiddu veg, men eg má nevna Donald Mackay - vanliga nevndu vit hann bara Mackay. Hann hevði verið skotskur hermaður og hevði m.a. mist annað beinið og annað eygað í Krígnum, men hann gekk tó hvønn morgun úr Funningi og niðan til vegin og var gjarna fyrstur niðan. Ja, tvætla ikki, onkran túrin gekk hann eisini til Eiðis. Ótrúligt, sum hann var raskur, og so var hann so fittur eisini. So var tað ein dagin, nú kemur róp í, at ein funningsmaður hevur brotið beinið. Hetta hoyrir Brattaberg og spyr, hvør maðurin er. Tá ið teir so svara aftur, at hatta er ikki so farligt, tí beinið er farið í smiðjuna hjá Sivert - hann skal ordna beinið aftur - og óðari gjørdist Brattaberg og reyk í bilin. Tá ið hann kemur í smiðjuna, stendur Sivert við beininum hjá Mackay og klinkar tað saman. Annars søgdu teir, at tað var ikki so farligt, tí sunnudagsbeinið hjá Mackay var við hús. Mackay varð ikki tikin í at sláa grót við sleggju. Tað var soleiðis í byrjanini, at hvør stórur steinur skuldi sláast til, so at hann passaði at steinseta við. Men so var tað ein dagin, at Mackay fekk eitt splintur í eygað, og tað bløddi so ræðuliga illa. Hann var í oljubuksum, og blóðið rann niður eftir teimum. Hans Egil skuldi so koyra hann til doktaran, og Brattaberg bað meg koma við, so vit fóru allir tríggir við honum. Hann sat har í lastini - skitin og tað bera blóð. Vit koma so til doktaran og taka hann úr lastini og fara inn við honum. Petur Reinert var stutt síðani komin her sum lækni. Mackay sá ræðuligur út - og fer beina kós inn í stovuna. Norma - kona Petur Reinert - kom ímóti okkum, og hon bakkaði eitt sindur, tá ið hon sá skilið. Hon var sjúkrasystir og von við bæði eitt og annað, so tað var alt í lagi. Hon tekur ein lappa og roynir at turka eitt sindur burtur, men tá letur í Mackay: "Skal eg taka the eygað út?" So fer hann yvir ímóti  vaskinum og letur eygað detta niður í vaskið. Tá væntaðu vit, at hon svímaði, men tað bilti ikki. Vit vóru bangnir fyri, at eygað var brotnað innií, men so var tíbetur ikki. Hon reinsaði alt so væl, sum hon kundi, og glaðir vóru vit, tí alt spældi so væl av.

Eg arbeiddi upp á handan vegin í 5 ár, so í 1964 hevur allur vegurin til Gjáar, til Funnings og umvælingin av Eiðisvegnum verið liðug, og tá tók landið vegirnar yvir. Vit tjentu væl í vegnum, tí vit kundu arbeiða so leingi, sum vit vildu, men fingu onga yvirtíð. Tímalønin var kortini væl hægri enn hjá teimum vanligu arbeiðsmonnunum. Nú hugsaði eg so bara um at fara aftur til skips, men so søkir Landsverkfrøðingurin eftir einum tíggju monnum at halda vegirnar við líka - um alt landið. Brattaberg bað meg søkja og legði aftrat, at hatta er eitt starv fyri lívið, men eg dró á bæði. Líkamikið, tað endaði við tí, at eg fór suður at tosa við Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðing. Vit tosaðu saman eina løtu, og eg kundi fáa starvið. So var tað lønin. Mikkjal segði, at teir høvdu sett ein, og hann fekk 1300 kr. um mánaðin - hvat eg segði til tað. Eg segði, at eg hevði hugt eitt sindur upp á hatta og skuldi taka av, um eg fekk 1400 kr. um mánaðin, og tað segði hann vera í lagi. Hetta var í 1964. Hesin lønarmunurin fylgdi mær øll árini, men hinir formenninir vistu einki um hetta.

Í oktobur mánaði 1982 kundi enda galið. Sverri (Festirstein, Eiði) og eg høvdu verið í Funningi og vóru á veg aftur til Eiðis, og Sverri sat á setrinum aftanfyri. Tað var stormur av útsynningi. Vanliga hevði eg ein góðan, tungan bil, men tann dagin hevði eg ein lættan (hálvt rugbreyð) bil, tí tann góði var í smiðjuni. Eg føldi nógvan vind á bilinum, so tá ið vit komu niðan ímóti Kobba (undir Eiðisskarði), royndi eg at halda meg so langt ímóti tí innaru síðuni á vegnum, at um eg skuldi fokið, so endaði bilurin bara í stabbasteinunum, men tú skalt trúgva mær, at nú kom ein so sterk hvirla, at hon tók bilin og lyfti hann í leysari luft upp um allar stabbasteinarnar og so omanav. So fóru vit bóltandi omaneftir, og nú kemur bilurin í ein stein, og eg verði slongdur úr bilinum, og hann fer rullandi eftir báðum beinunum hjá mær. Bilurin rullar so víðari - við Sverra í - næstan oman á tann niðara vegin, men Sverri fekk mestsum ongan skaða, tí hann var komin at liggja í millum bæði setrini. Eg føldi beinan vegin, at hjá mær var heilt galið, men varð eg ikki slongdur út, so steindoyði eg, tí bilurin sá út sum ein pannukaka. Fyrstur at koma til var Kristian (Joensen, í Gamla Pakkhúsi, Gjógv). Hann slerdi ein pela niður, sum eg kundi halda mær í, tí tað var kolandi stormur, og so fór hann oman til Funnings eftir fólki. Sverri varð verandi í bilinum, og eg var øgiliga kaldur, tí tað tók sína tíð, til teir komu aftur úr Funningi. Teir koyrdu meg so til læknan, Magnus á Stongum, men Sverri fór ikki til læknan. Eg bleiv so fyrst sendur til Havnar at taka blóðroynd fyri rúsdrekkakoyring, og so úr aftur Havn og til Leirvíkar, tí eg skuldi á Klaksvíkar sjúkrahús. Eg bleiv borin umborð í doktarabátin og niður í lastina, og eingin hugdi niður til mín á túrinum til Klaksvíkar. Eg var illa fyri - fullur av medisini og hálvt í ørviti. Rajani, lækni, tók sær væl av mær, og eg mundi liggja har í einar seks vikur.

Skulu vit fara at tosa um kavagrevstur, so kundi eg sagt frá nógvum ringum túrum, men eitt kann eg siga, at eg haldi ikki, at eg nakrantíð havi verið bangin um meg sjálvan. Tað var so javnan, at tað ikki sást fram um nøsina - kanska kendi tú onkran bøkk - men tær fyrstu gravkýrnar koyrdu so spakuliga, at tú føldi, um tær fóru útav. Tað var so øgiliga óbehagiligt tey fyrstu árini, tí maskinurnar høvdu einki hús - eg sat bara úti. Eg plagdi at vera í koti og føroyskari hettu, og tað var so mangan, at glerpípurnar hingu í eygnabrúnum. Lat meg fortelja tær um ein ringan og langan túr til Gjáar. Jógvan á Fløtti (Nónsgjógv, Gjógv), Jógvan Sofus (Ferjá, Gjógv) og Pætur í Ólastovu (Debes, Gjógv) høvdu keypt eitt sjeymannafar úr Hvalba. Báturin var sigldur til Eiðis, men veðrið var so ringt, at Jógvan og Jógvan Sofus máttu gista minst eina nátt á Eiði. (Pætur var ikki við). So hildu teir veðrið vera so frægt, at tað kundi koyrast til Gjáar. Báturin bleiv koyrdur upp í bilin hjá Hans Egil, eg koyrdi gravkúnna frammanfyri, og Pól Jóhannes (Jacobsen, Eiði) koyrdi bilin, sum vit báðir plagdu at hava. Tað var nógvur vindur av landnyrðingi, men tað gekst kortini hampuliga væl niðan á Eiðisskarð. Tá ið vit vóru komnir um Skarðið - um Kobbaleiðina - fór gravkúgvin so mikið útav, at eg slapp ikki uppaftur. Hans Egil og Pól Jóhannes fóru so oman til Eiðis eftir nøkrum svellum (tjúkkum stokkum), sum vit plagdu at leggja undir beltið, tá ið kúgvin stóð føst. Men, hvat - teir komu ikki afturíaftur, tí tá hevði tað kavað so illa, at teir sluppu ikki niðanaftur. Hvat ger Jógvan á Fløtti? Hann leggur seg at grópa har í bakkanum við berum hondum og finnur nakrar steinar, sum hann upp á onkran máta fær lagt inn undir beltið, so kúgvin kom upp. Tað var ikki minni enn eitt bragd. Jógvan á Fløtti var ótrúliga raskur og visti altíð onkur ráð. So fóru vit víðari, og nú koyrdi Jógvan á Fløtti bilin. Eg trúgvi aldrin at hann hevði koyrikort til lastbil. Tað var nógvur vindur beint ímóti - men tað gekk tann rætta vegin, og vit komu á Gjáarskarð, og har steðgaðu vit eina løtu. Tá kemur Jógvan Sofus til mín og sigur: "Knút! Nú havi eg sitið og biðið og biðið til Várharra, at tú ikki skuldi fara út. Nú tími eg ikki meir, tí nú haldi eg tað vera sloppið!" Jógvan Sofus var stuttligur maður. Oman í gjøgnum Gjáardal gekst bara væl, men tá ið vit komu í bygdina - á Brúnna - stóðu menn í hettum og vøttum - klárir at fara at leita, og tá kom ein so strong hvirla, at hon mundi tikið bæði bát og bil í Ánna. So ringt var veðrið. Hans Egil fortaldi mær seinni, at tað vóru øll rør, bremsurnar og tað heila á bilinum so slitið, at tað var ein spurningur, um hann hevði nakrar bremsur. Ná, men tað var so ringt veður, at ikki var hugsingur um at fara avaftur bygdini. Eg svav hjá Jógvani á Fløtti. Á, tann blíðskapur, ið har var. Tað var sum eitt lítið bátsgildi, tað var so hugnaligt, og Jógvan Sofus hevði nógvar søgur at fortelja. Morgunin eftir klokkan fýra fór eg aftur í kúnna, og Birgir (Nónsgjógv, Gjógv), ið var smádrongur, vildi sleppa við at sita í húsinum hjá mær, meðan eg gróv. Fyrst fóru vit til Funnings, so til Eiðis og síðani suður í gjøgnum Sundalagið, og tá ið vit báðir - Birgir og eg - komu aftur til Eiðis, høvdu vit verið í kúnni í átjan tímar. Jú, hetta var ein av teimum mongu ringu og drúgvu kavatúrunum.

 

 

 

Elsebeth Dahl -  dóttir Binu á Skipinum (Jacobina A. Dahl, f. Djurhuus, 1926) -  hevur eitt fult skrivihefti, sum mamma hennara hevur skrivað í landalæru, meðan hon gekk í skúla hjá Kallsoy. Bina er dóttir Elspu í Stólpa, f. 1899 og Hans á Skipinum, f. 1905. Á permuni stendur, at Bina er 11 ár, so heftið er skrivað í 1937. Hetta er eitt sera áhugavert hefti, sum eisini viðger mangt og hvat áhugavert og bygdasligt, sum er nútíðarmenniskjanum púra fremmant og óviðkomandi. Bina hevur eina flotta hondskrift, og tekningarnar eru eisini fínar. Eg havi spurt onkrar javnaldrar hjá Binu, um tey eiga eina sovorðna bók - ella um tey minnast nakað til hetta. Jú, nøkur minnast hetta væl, men ikki eri eg komin fram á nakran annan, ið eigur eina slíka bók. Anna, f. Sivertsen (1925) í Fornanum, sum býr í Vestmanna og er eitt ár eldri enn Bina, minnist væl landalærutímarnar hjá Kallsoy, og at tey skrivaðu og teknaðu alt møguligt: bygdina, fuglar, fiskar og nógv annað. Anna fortaldi fyri mær, at Bina á Skipinum og Poula, f. Joensen (1926) hjá Onnu Malenu sótu saman í skúlanum. Tær vóru bestu vinkonur og spældu eisini altíð saman aftan á skúlatíð.

Hetta avritið, ið eg havi fingið frá Elsebeth, er heldur kámt í støðum, men við einum góðum vilja er tað mesta lesandi. Føroyar vera sera gjølla viðgjørdar. Allar bygdir vera nevndar við stuttum og - fyri nútíðina - eisini stuttligum viðmerkingum. Vit kunnu lesa um sýslurnar, fólkatal, stjórnarskipan, skúlaskipan, vegir, vitar, telefonlinjur, neyt og seyð, skipatal, toskaveiðu, grindavágir (ikki hvalvágir, ið nú verður sagt) o.m.a. Sjálvandi fær heimbygdin nakrar neyvari og drúgvari viðgerð. Her kanst tú hoyra sagnir, lesa um kirkjuna, bjargaferð og síggja kort av bygdini. Parturin, ið nevnist "Jørðin við Gjógv", er nakað fyri seg. Her sæst millum annað, at Gortra er størsti eigari í bygdini við 16 gyllum - stavnin framman fyri Rætt og Jógvansstovu við ávikavist 15 og 14 gyllum. Okkum menniskjum so líkt, so var eg spentur at vita, hvussu nógva jørð VIT áttu. Skuffandi úrslit, tí niðast á listanum, millum aðrar fæloysingar, stendur: Karl Jacob - 0 gyllin!!!

Skúlin og samfelagið eru ómetaliga nógv broytt,síðani hesir landalærutímarnir rungaðu í skúlanum hjá Kallsoy í 1930unum, og so mikið størri fongur er tað at kunna líta aftur um bak við hesi bókini á telduskíggjanum. Gev tær stundir at kaga í hana, tí uttan iva dettur tú niður á eitthvørt, ið hevur tín áhuga.

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna