stadanovnStaðanøvn

Staðanavna-savnið er nú tøkt á kortskipan, sum Sunda kommuna hevur staðið fyri at menna. 

Trýst her fyri at vitja kortskipanina.

greinasavnGreinasavn

Tað eftir hondini rúgvusmikla tilfarið her á heimasíðuni er nú skipað í bólkar, og ger hetta tað vónandi lættari at koma framá eitthvørt av áhuga.

 

Óli Debes 

Óli Debes, vanliga nevndur Óli hjá Sofusi, var sóknarstýrisformaður, tá ið minnisvarðin var avdúkaður, og hann helt hesa røðu:

Sóknarstýrisins og bygdarinnar vegna kenni eg tað sum eina stóra gleði at frambera eina innarliga tøkk til tykkum øll, sum hóast tað ófýsna veðrið í morgun kortini ikki settust aftur, men fjølment leitaðu norður til tess at knýta samhugabond við okkum á hesi hávirðis- og minningarstund teirra, sum í lívsins dagliga verki og sleipi fyri sínum og sær, ongantíð skuldu koma at lenda aftur, haðani leiðin bar á morgunstundini.

Allir góðir lutir eru tvinnir, verður sagt, og tí skal hendan stutta tøkkin eins og tey og tykkum sambúgvar mínir, avbygdarfólk, felagið «Gjómanni», fyritøkur, vinnufeløg og øllum tykkum ónevndu, sum í fyrimyndarligum stórlætni og eggjandi ágrýtni lyntu undir fíggjarstøðið og skaptu haldgóða grund undir, so at tiltakið kundi gerast tann sómi og takklætisheiður forfedranna, ið teir so dyggiliga hava uppiborna. Men hina størstu tøkkina fyri, at hetta nú avdúkaða minnismerkið gjørdist tað stórbara listaprýðið, hana eigur listamaðurin Fridtjof Joensen.

Her eysturi í Kinnini, dygst við kirkjudyr, men samstundis lítandi móti Norðhavsins lokkandi og dragandi og mangan fongríka veldi, er í bygd og tjóð okkara loksins avdúkaður ein minnisvarði, sum við sínum symbolum, skapi og løtuveru kanska meir enn nakar annar her á landi, avmyndar og lýsir, at sjálvt í forløgstyngstu løtum lívsins er vón fyri stavn.

Eisini tykkum, sum hava sitið sum modell og soleiðis verið eitt trygt klípi í hugaheimi listamansins við verkaevni hansara, veiti eg bygdarinnar vegna størstu tøkk. At enda vil eg eisini takka tykkum – elstu borgarum okkara – sum hóast síni ár – verandi við níti og hundrað ára markið og tó uttan nakað himpr við miklum stórsinni -  vildu sýna teimum farnu tann heiður og okkum ta gleði at seta sermerktan dám til stundina við at avdúka verkið.

Á minnisvarðanum í Skopun hevur skaldið Heðin Brú rist hesi orð: Feigir fórust, sárt er saknið – men bátar rógva, har bátar róðu – bygdin livir.

Álvarsemið í hesum orðum hevur fólkið innan fyri hesar eingjargarðar her við Norðhavsins gátt altíð kent í barmi, men kortini aldri lútað fyri. Skuldi lívið ótálmað halda fram í hesi bygd aftan á hvørja royndarstund, so máttu árar leggjast í sjó av nýggjum, soleiðis sum Hans Andreas tekur til orðanna: «og so herja synirnir teirra á, til tess teir eisini falla frá.»

Beisk vóru korini mangan, men gjøgnum áhaldandi knoss, eyk og manga vandastund vignaðist kortini at skapa verandi lukku her í heimbygd okkara.

Takk fyri!

Minnisvarðin í Skopun 

Sofus Debes, keypmaður

 

Jóhanna Debes

Oda hjá Hannelinu og Erlingi goymir enn sálmarnar, ið sungnir vóru, men nú hevur tíðarinnar tonn sett seg í teir. Sálmarnir vóru: "Nú leiti eg til tína náði" - "Tað sigldi ein bátur um stormbardu vág" - "Tit sum í fjøru fóru" og "Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur".

 

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna