DSC 0143 - Kopi

Harry og Agnas

Harry á Teigunumn, ið hevur búð í Noregi síðani 1967, var við Gjógv sunnudagin 31.07.16. Harry er sonur Petur á Teigunum (Peter Johannesen, f. 1908) og Astrid, f. Joensen 1912). Saman við Harry vóru kona hansara, Agnas, børn, verbørn og abbabørn - 17 fólk í tali.

DSC 0140 - Kopi

Øll familjan uttan fyri húsini á Teigunum.

Í stuttum práti tók Harry soleiðis til: Tann 24. apríl 1957 flutti alt húskið á Teigunum av bygdini og til Havnar, og tá var eg 12 ára gamal, so nú eru tað 60 ár síðani. Tað var ein broyting at koma úr tí lítla bygdarskúlanum við Gjógv til tann stóra Kommunuskúlan í Havn, men tað gekst kortini væl, tí eg hevði góða barlast frá Gjógv.

 Aftan á skúlan fór eg til skips við "Minnie", ið gjáarmaðurin Meinhard á Skipinum førdi. Meinhard fór so seinni at føra ein norskan bát, ið æt "Flemsøj". Eg var eisini við tí bátinum, og tá fiskaðu vit sild norðan fyri Føroyar. Síðani fór eg upp á land í kantórlæru á Føroya Gjaldstovu. Har mundi eg vera eini 3 - 4 ár, og so fór eg at arbeiða á posthúsinum í Havn, og har var eg so í 7 ár. So var tað tað, at eg var á einum bíbliuskúla í Oslo, og har fann eg eina so fitta norska gentu, ið seinni gjørdist kona mín, og hon eitur Agnas. Vit búðu í Føroyum í eini fýra ár, men vit fluttu so til Noregs í 1973 - tá var eg 29 ára gamal. Vit búgva í Notodden - einar tveir tímar við bili sunnan fyri Oslo. Har havi eg so verið postboð, líka til eg gavst sum pensionistur, og eg skal leggja aftrat, at har havi eg trivist sera væl. Sum postboð kemur tú at kenna nógv fólk, og øll kenna postboðið, so tað er fínasta slag. Vit eiga trý børn, og tey eiga trý børn hvør, so tað er ein stór familja nú. Í mínari frítið havi eg verið virkin í kristnum virksemi, og so hava vit ein stóran urtagarð - 3000 fermetrar - so har er nokk at takast við. Har veksur alt møguligt, og so er tað so heppið, at kona mín hevur "grønar" fingrar, sum tey plaga at taka til. - Eg hugsi ofta um tíðina við Gjógv, og tað er mangt, ið rennur fram fyri meg. Serliga minnist eg hetta við ongum vegasambandi og ongum elektrisiteti. Eina ferð minnist eg, at tað var so ringt veður og ókyrt í einar tríggjar vikur, at eingin postbátur kundi koma til bygdina. Tað manglaði alt í handlunum, og so fekst eingin petrolia heldur. Tá gjørdu tey mær ein fetil og góvu mær ein dunk, ið tók 5 litrar, og bóðu meg fara til Funnings eftir petroliu. Eg fór so stoltur av stað heim í gjøgnum Dalin og fylgdist við øðrum, ið høvdu somu ørindi. Handilsmaðurin í Funningi var so blíður og fittur - hann var róptur Pibbi. Eg minnist, hvussu lættan eg helt dunkin vera, tá eg fór úr Funningi, og hvussu tungur hann var, tá ið eg gekk ta tungu Hóvabrekku niðan á Skarð. Hatta situr ógvuliga fast. Ein kavamynd stendur eisini so klár fyri mær. Eg vaknaði ein morgunin og hyggi út - nógvur kavi. Eg út og niðan í Tún, og tað var ein øgiligur kavi uttan fyri húsini hjá Oliveri og niðan ímóti Sofusa handli. Jú, tað eru nógv góð minnir frá mínum barnaárum við Gjógv, so tað kundu vit tosa leingi um. Men nú eru so øll míni her - 17 í tali - og veitst tú, hvussu heppin vit vóru? Ein dagin ringir systirsonur mín, Øssur, og sigur, at nú er grind í Hvannasundi. Eg royndi so at samla tropparnar í skundi, og so koyrdu vit norður. Grindin gekk í tveimum bólkum, men tann seinni bólkurin var ikki deyður, tá ið vit komu norður. Eg var eitt sindur spentur at vita, hvat mín norska familja fór at siga um drápið, tí tey hava fylgt við allari umtaluni um grindadráp í miðlunum. Tú skalt trúgva mær tí, at tey dugdu ikki at skilja, at hatta var nakað at tosa um, tí drápið fór so humant fram, sum tað kundi fara. Grindamenninir drógu hvalirnar inn og stungu teir til deyðis eftir einum eygablikki. Hatta var teirra lívs uppliving, ið tey koma at minnast afturá, so leingi tey liva.

scan0002 copyDSC 0136 - Kopi

Floksmynd 1956.                                                                           "Floksmynd" 2016.

Vit fóru síðani ein túr oman í skúlan, og har vóru eisini komin Páll, Óli, Jona og Pætur, ið øll hava gingið í skúla saman við Harry, so tað var ein hugnalig løta. Harry segði tað vera rørandi at vera aftur í skúlanum. Hann tosaði um ymiskar hendingar og tók upp aftur í saman, at skúlagongdin var góð og lærurík. So hugdu vit eftir ein "gomlum klassabílæti" frá 1956 - tað árið, ið Harry fór frá Gjógv. Bílætið er tikið í skúlastovuni, og Hammershaimb hongur framvegis á bróstinum. Á bílætinum manglar Sedea, Helgi á Heygnum og Poula hjá Oliveri, ið helst hava verið sjúk hendan dagin, tí Jona mintist, at tað gekk ein keðilig sjúka um ta tíðina. Eisini settu vit okkum í tey plássini, har vit sótu í 1956 ... ! Heiman fyri skúlan tóku vit eitt nýtt "klassabílæt", áðrenn vit fóru heim á Gjáargarð at fáa okkum ein kaffimunn og tosa um gamlar dagar. Tað var stak hugnaligt, og so var tað so stuttligt at hoyra hvørji smáting, ið hvør einstakur minnist frá barnaárunum. Jú, hetta var ein góður dagur saman við Harry á Teigunum, Pálli hjá Dreu, Óla hjá Sofusi, Jonu á Klá og Pæturi í Stólpa.

Fleiri myndir eru: bygdin.fo/myndasavn/juli 2016.

Kategori: Frásagnir