Theodor á Toppi                                                                    Anna Maria, Jógvan Sørin, Hans Petur og Theodor

Theodor á Toppi (Theodor Hansen, f. 1935) er sonur Hans Jacob í Horni (Hans Jacob Hansen, f. 1908) og Miu hjá Sørini (Kathrinu Mariu, f. Joensen 1913), ið bæði vóru frá Gjógv. Theodor var giftur við Ingerð, f. Joensen, úr Sandavági, og hon doyði í 1993. Saman fingu tey trý børn: Hans Petur, f. 1960, Anna Maria, f. 1964 og Jógvan Sørin, f. 1968. 

Theodor tók læraraprógv í 1958, og øll síni bestu ár hevur hann verið lærari. Í frítíðini hevur hann ikki sitið hond upp undir kinn, tí nógv skrivligt tilfar er runnið úr hansara penni millum ár og dag. Tað veri seg á tí skúlaliga, andaliga, siðsøguliga, ja, sum heild á øllum tí mentanarliga økinum. Fleiri træðrir eru rótfestir í heimbygdini, og í hesari frásøgnini hava vit eitt dømi. Lívgandi lesnaður:

HEIMBYGDIN DREGUR

Ein fagur morgun. Eg eri tíðliga á foldini og havi raggað mær Oman í Tún. Sólin skínur av heiðum himni og hitar land og hav. Undarligar kenslur, sum brótast í sálini ein tílíkan morgun. Ein undarliga bergtakandi kvirra liggur yvir bygdini. Kvirran vekur okkurt í mær, kanska heldur longsul. Longsul eftir hvørjum? Tí, sum einaferð var! Húsini standa kvirr. Skuggarnir styttast alsamt. Men oman úr bønum hoyrist ein spakligur rómur – mannamál, líggjaglint. Í morgun er hvør kyka í bønum. Eg eri í heimbygdini og ferðist nakrar dagar. Kanska er tað sálarkveikjandi at lata minnanna bók upp í hesi nýggju tíðini, tá ið mangt gamalt fer framvið.

Eg spáki mær niðan aftur og hugsi mær at ganga Gøtuteigar í morgun. Tá sá eg Dánjal Rasmus. Hann kom spakuliga gangandi, sum hvørt fet var heilagt. Eg leggi fyri hann og vænti, at hann fer at siga okkurt vakurt, soleiðis sum eg kendi hann bæði sum barn og unglingi.

Gøtuteigar

“Ja, hesa gøtuna má eg ganga, tí her eru so mong minnini!” segði hann sáttliga. Eg hugsaði mítt og visti, hvar hann var. Hann sá fyri sær bátarnar, ið á vetrardegi vórðu drignir oman eftir gøtuni, oman í neystini, sum nú standa krýkin og kvirr. Her eru so mong minnini! Jú, víst. Minnini eru, tá ið satt skal verða sagt, ein berkin kostur – serliga hini góðu minnini, tí tey minna teg á eitt mist paradís, og tað er sárt.

Eg gekk mær Oman á Bakka og niðan á Nasan. Har ætlaði eg at seta meg í sólini og millum hin angandi vøksturin har. Ája, her uppi skóru teir einaferð torv, og allir liggja Eysturi á Bø. Minnini eru so mong: hugurin berst aftur til barnaárini, seinast í 1930-árunum og fyrst í 1940-árunum. Tá var heimskríggj; men tað nervaði ikki nógv barnasálina. Hon var so væl varðveitt, tí at vaksa upp í tílíkari bygd og millum tílíkt valafólk ber merg í sál:

Tað var ein dagur í 1939, tá ið kríggið var brostið á, og skipini vóru langt burtur á fremmandum høvum. Hesin dagurin – 1. september – var terradagur, men nakað av vindi. Meg minnist, hvussu hoystráini fuku um allar geilar. Tey fuku fyri mínum barnafótum. Hoyangin stóð ramur í nasarnar. Dagurin man hava nívt hitt tilkomna fólkið. Barnið, tó at tað er bara fýra ára gamalt, kennir á sær og nemur meiri, enn vit halda.

Brátt komu menn til bygdar, sum vit ongantíð høvdu sæð fyrr. Bara hoyrt um í søgum. Teir vóru í serligum búna, bóru skjáttu á baki og riflu millum herðarnar. Børnini hava altíð verið forvitin, tá ið okkurt forkunnugt er á vási. Skjótt vardi okkum, at hesir ensku hermenninir vóru barngóðir. Ein dagin vístu teir børnunum ítrótt á brúnni. Tveir hermenn løgdu tog niður á akslirnar, og skuldi ein fimur hermaður leypa upp um tað. Vit vóru spent. Men lopið eydnaðist, og hann small í brúnna og mundi fáa ilt. Sum okkum børnum tá tókti synd í honum! Betur eydnaðist, tá ið teir skuldu vísa okkum, hvussu tað bar til at skriva við krútstongum. Ein hermaður tók krútstengur úr riflupatrónum. So spurdu teir eina fitta gentu, hvussu hon æt. Hon eitur Anna. So legði hermaðurin krútstengurnar soleiðis á brúnna, at navnið var Anna. Hann festi eld í, og navnið stóð á brúnni. Og gávumildir vóru teir eisini. Vit fingu onkuntíð bæði súrepli og sjokolátu frá teimum.

Hermannabúni 1940

Ein annan dag kom aftur nakrir hermenn. Tá var aftur spenningur á børnum. Henda dagin skuldi ein teirra veiða síl í Høvdafossinnum. Sjáldan var nakað forvitnisligt í bygdini; men hvussu mundi fara at gangast honum í Høvdafossinum? Hann fór oman. Men hvussu skuldi hann veiða við ongari tráðu? Fleiri av teimum gomlu monnunum vóru eisini komnir hagar at forvitast. Og bilsin vórðu øll, tá ið hann fór í bringulumman, tók eina sponn langa tráðu, eitt fitt hjól við nyloni og fluguhúkum. Hann dró tráðuna út, setti hjólið á hana og slongdi út. Tá flenti ein gamal bygdarmaður við síðum skeggi: “Nei, sum hann sigur, handa avoyðir ikki Høvdafossin!” Men sílunum dámdi væl fiskiamboðini. Hann fiskaði, sum hann vildi; men sjálvandi veiddi hann av berum stuttleika.

 

Høvdafossurin

Og so kom tann dagurin, tá ið barnið sá, at okkurt var á vási úti í stóru verøld. Abbabeiggi kom við tveimum skotskum hermonnum, og hermenninir skuldu búgva hjá okkum. Hetta er ein leygardag, tá bygdarfólkið fyrireikar seg til sunnudagin, tá ið hildið verður heilagt. Húsini vórðu vaskað, túnið sópað, primus verður tendraður, settur undir ovnin og køkan sett í ovnin. Hetta er ein seinnapart. Skotarnir itu David og Robert. Skotarnir góvu mær tinganest, og tá ið David hevði tikið upp úr skjáttuni, legði hann A.C.Evensens stavingarbók á borðið. Hann lærdi seg føroyskt og skilti longu føroyskt. Tí var so lætt at tosa við hann. David umsetti fyri Roberti, tá ið vit tosaðu. Sunnudagin fóru vit eg og pápi í kirkju við hermonnunum. Mamma var eftir við hús. Mamma gjørdi frikadellur, og abbabeiggi russiskar pannukøkur.

So ringdi triðju ferð, og vit fóru í kirkju. Ein fagnaðardagur, sól og summar. Men so minnist meg, at Skotarnir fóru fram fyri kórsgáttina og nigu. Hetta hevði eg ongantíð sæð fyrr. Sjalvandi hevði eg sæð bygdarmenn mínar níga á fótskør. Skotarnir tóku til frikadellurnar, mamma hevði gjørt teimum, og so nýggj epli úr Hornagerðinum, og so russiskar pannukøkur omaná. Abbabeiggi hevði gjørt tær. So tók at kvølda, og farið skuldi verða undir lúku. Skotarnir svóvu í stovuni – annar á divanini og hin í bóli.

Rifla við bajonett (venjing)

Hesa náttina stóðu tvær riflur við bajonetti á við gongsborðið og tveir stálhjálmar á gongsborðinum. Hetta kveikti kensluna í óvitanum, at okkurt var á vási úti í stóru verøld. Um morgunin fingu gestirnir morgundrekka og hetta tiltikna fínabreyðið og rabarbusúltutoyið, sum okkara dugnaligu húsmøður løgdu úr hondum. Skotarnir sótu í køkinum og lótu seg í hermannagaggurnar. Tá steig David ógvuliga fastliga í trægólvið, sum merki stóðu eftirí; men hann harmaðist um tað. Merkini munnu standa enn.

Pápi var gongumaður. Nú hevði hann ætlað sær at halda gamla sið og fylgja gestunum av garði. Eg skuldi sleppa við. Skotarnir buðu mammu og abbabeiggja farvæl og takkaðu fyri seg. Vit av stað. Tá ið vit vóru komnir heim til garðin, steðgaðu vit á. David tók í hondina á mær og gav mær ein fittan felliknív við perlumóðurskafti. Pápi hevði grunað, at nú ætlaðu hermenninir at ganga, sum teir vóru vandir, og so spurdi hann teir, um hann ikki kundi sleppa at fylgja teimum eitt petti aftrat. Jú, gaman í! Tá settu teir ferðina á, og pápi mátti ásanna, at hann fylgdi teimum ikki.

Ensk Hurricane bumbuflogfør 1940

Ja, mangt er. Ein morgunin var øgiligt hurr uppi í luftini. Tá kom eitt enskt flogfar lágt yvir bygdini. Hetta gjørdist ein øgiligur morgun. Maður av húsi út at vita, hvussu vorðið var. Meg minnist flogfarið – eg sá týðiliga enska merki undir veingjunum. Nógv vóru bangin, og máttu taka seg fyri hjartað; men ein gamalur maður í bygdini helt tað vera ógvuliga áhugavert, at eitt flogfar næstan kom oman gjøgnum Lágna. Ein dagin var eg eftir torvi við Sørin abba Uppi á Leiti. Vit vóru komnir niðan í krónna og høvdu ikki givið okkum far um, at uppi í luftini flugu fleiri flogfør, ymisk á liti, okkurt sprøklut.

             

Vetrardagur                                                                            Mina

Á vetrardegi var óhugnaligt, tá ið hann lá av landnyrðingi, nógvur kavi, og brimið stóð í grasið. Nú høvdu fólk hoyrt graml um, at minur vóru losnaðar og rókust á villum havi. Og hvussu so, tá ið ættin lá inn á bygdina? Ein illveðursnátt flýddu vit av loftinum og svóvu í bóli í gestakamarinum. Um midnáttina var eitt øgiligt buldur, og øll bygdin vaknaði við kaldan dreym. Ein mina var brostin Eysturi í Fjøru, og Ísland - klettur har eysturi, var farin í luftina. Ein undarligur morgun: allir rútarnir, sum horvdu eystureftir, vóru smildraðir, og dýnur og koddar og annað mangt stappað í vindeyguni. Ein mikil hvøkkur! Í skúlanum dagin eftir tosaðu børnini um minuna, tí tey høvdu hoyrt buldrið. Tá mátti eg tiga, tí eg var ikki vaknaður av minuni. Tey søgdu mær, at tað vóru bara tveir, sum ikki høvdu hoyrt buldrið: eg og hin maðurin, sum helt tað vera áhugavert, tá flogfarið kom niðan gjøgnum Lágna. Kanska skal eg siga, at, sum so mangur á bygd tá, høgra oyra fórst av oyrnastingum, og eg hevði sovið á hinum vinstra oyranum.

Ikki var altíð so dælt á útróðri í hesi tíðini. Ein dagin hevði ein bátar sæð eina øgiliga bleikju aftan fyri bátin. Teir hildu tað vera ein kavbát, sum skuldi koma upp. Ein dagin fóru pápi og tveir aðrir við Geilabátinum at seta tvær línur. Tá lógu ensk herskip á Norðhavinum, og stutt var millum teir og herskipini. Teir høvdu sett línuna, tá eitt týskt flogfar kom. Flogleiðin hjá Týskinum lá tann vegin.

Týskt bumbuflogfar 1940

Flogfarið kavstoyttist yvir eitt herskip og kastaði fleiri bumbur, men tær raktu ikki. Herskipini fóru at skjóta eftir tí, og skjótt hvarv flogfarið. Men Geilabáturin fekk aldurnar av bumbunum, tá ið tær brustu. Teir mistu mangan línu, tá ið minusópararnir komu; men teir kundu bara geva upp missin og fáa alt aftur. Og hvussu var tann dagin Vesturi á Sondum, tá ið ein bátur fekk eina minu á línuni? Mammubeiggi mín, Svend, plagdi mangan at taka til, hvussu væl útróðrarmenn samdust Vesturi á Sondum, tí so ógvuliga tætt var millum línurnar. Ongantíð nøkur ósemja.

            

Á Roykstaðnum                                                                      Jason og systir hansara, Jónvør

Nú eg siti úti á Roykstaðnum, rennur mær í hug tann dagin, tá ið eg og besti vinmaður mín, Jason, spældu niðri í fjøruni. Eg sigi, at vit báðir áttu ein hyl har. Vit kallaðu hann Penahyl. Har fóru mangar sælar barndómsløtur. Har vóru mong fremmand lond. Vit sigldu við smáskipum okkara við fiski til Onglands eins og pápar okkara gjørdu. Í brimi spældu vit har, men tó vandaleysir. Einaferð minnist meg, tá rann sjógvur oman av Gulakletti niður í hyljarnar. Ein heystardag komu tveir hermenn oman í fjøruna. Teir settu upp tvær gággur, settu tvær logandi sigarettir á tær, fóru so langt burturfrá at skjóta til máls. Og væl skutu teir – teir raktu gággurnar.

Eingin dagur var so forvitnisligur sum tann dagin – landnyrðingur var, og ein mina rak leys í Djúpunum. Tann dagin komu fleiri hermenn at skjóta hana. Teir høvdu við eina so løgna byrsu – ella hvat tað var. Teir settu hetta upp á tríggjar føtur, løgdu so eina reim við patrónum niður í hana. Teir róku allar dreingirnar burtur, áðrenn teir fóru at skjóta. Vit stóðu allir og kagaðu undan neystunum. Men hvussu er og ikki, skjótt stóðu vit aftur hjá teimum og vildu sleppa at síggja hetta løgna vápnið. Vit vórðu aftur riknir burtur, men triðju ferð lótu teir okkum standa. Tað var grúuligt, sum hetta skeyt. Patrónrokið stóð frá tí! Um teir raktu minuna, veit eg ikki, tí hana hugsaðu vit ikki um henda dagin. Nei, tað var hatta vápnið – maskinbyrsa kalla tey tað. Tá gjørdust vit smádreingir so spentir um minur, at vit á fríkorterunum fóru Oman á Bakka at vita, um vit sóu nakrar minu í Djúpunum. Vit hugsaðu kanska ikki so nógv um tað, at dagar, tá ið breyt niðan í Høvdafossin, kundi kanska onkur mina sløðst uppí.

Men henda minan var ikki tann einasta minan, sum rak í Djúpunum. Tá vóru fastir minuskjúttarar í bygdini. Einaferð var tað Dánjal, ommubeiggi. Eg má siga, at eg var eitt sindur errin av honum, tá ið hann fór Oman á Bakka við hjálmi og riflu. Aðrir skutu eisini. Einaferð skeyt ein ungur og rakti á ein knøtt á minuni, og hon brast. Henda dagin arbeiddu teir í Gjónni. Róp kom í, og allir lupu inn undir Ljóshelli. Skaði var eingin, uttan reyðfiskar og annað lív úr sjónum lá og sløddist í fjøruni.

Einaferð kom ein slupp gjøgnum Djúpini. Tann dagin vóru vit í skúla og á fríkorteri. Brátt skeytst eitt flogfar niður á skipið, og tað fór beinan vegin at skáksigla. Tá vóru vit ógvuliga bangin, men flogfarið gjørdi teimum einki. Í fríkorterunum fóru vit onkuntíð Oman á Bakka at hyggja eftir minum. Kom onkur rekandi, sluppu vit kanska heim til hús, tí skúlin stóð so stutt frá briminum.

Tá ið vit líta afturá, so treyt okkum einki í krígnum. Góð, ensk vøra var at fáa í handlunum. Og ikki at gloyma enskt góðgæti! Tá var forkunnugt at fáa súrepli og appelsinur í handlinum. Men teir, sum sigldu til Onglands at selja fisk, høvdu altíð nógv gott heim við sær aftur. Tað rennur ongantíð frá mær tann dagin, tá ið hesin blídligi maðurin, Eliesar, var komin aftur av skipi. Vit børn fóru inn at vænta okkum okkurt, sum ikki var óvanligt hjá børnum. Øll fingu vit appelsin frá Eliesari og Edith. Eg hugsi, at væl var fjarað í appelsinkassanum.

Fleiri gjáarmenn sigldu við "Polo"

Pápi var tveir túrar við Polo í Onglandi og seldi fisk. Fyrra túrin var fiskurin vánaligur – 800 krónur í part. Men seinna túrin fekk hann 4000 krónur. Millum túrarnar var hann í landi. Tá fekk eg ein lunnavogn, dimmgulur og grønur umframt annað tinganest. Nú stendur hann úti undir vaðingini og minnir um tað, sum einaferð var.

Men sorgin kom eisini á gátt í bygdini. Eg var seks ára gamal, tá ið systkinabarn mammu fór sína seinastu ferð. Nógv fólk var í Gjónni henda dagin, tá ið farið varð um borð. Meg minnist so klárliga, tá ið hann kysti konuna og børnini – minnist, hvussu hann var klæddur.

Nógv rak upp á land krígsárini. Gummiballurnar komu væl við, tí ikki fekst nógv upp á beinini. Ikki er at undrast á, at rekaviður legðist upp. Ein dagin funnu teir ein bjargingarflaka. Tann dagin hugsaði eg nógv um flakan. Hvar vóru menninir? Sóknarstýrið býtti mjólkartablettirnar, teir funnu í flakanum, millum børnini í bygdini. Tær skuldi vera maturin hjá monnunum; men eingin hevði etið hann. Hvar vóru neyðardýrini?

Eingin dagur hesi krígsárini er so eymur og vekur so nógv minni sum dagurin, tá ið mina sást í Djúpunum, og fleiri bretskir hermenn vóru staddir í bygdini. Ein illkaldur dagur av landnyrðingi. Eitt kavafølv, men sjórok hevði tikið tað burtur á Nasanum. Hermenninir løgdu seg við riflunum skerflatar at skjóta, og hvør mundi vera tætt hjá teimum? Smádreingirnir! Teir raktu ikki, minan søkk tíbetur. Tí má eg siga, at eg hugsi, at ommubeiggi í Gortru var betri skjúttari enn allir hesir hermenninir. Góð mundi venjingin vera, tá ið teir skutu lomviga ella skutu havhest Uppi á Egg til agns. Men so kemur hitt minniliga: tá ið hermenninir vóru farnir av Nasanum, fóru vit allir smádreingirnir at leita eftir enskum pengum. Vit plagdu at finna pensar og hálvpensar, sum dotnir vóru úr lummunum hjá teimum. Jú, henda dagin bar væl til eisini, og so fóru vit at keypa bomm frá abbabeiggja og Sofusi. Men henda minniliga dagin vóru allir dreingirnir í bygdini øvundsjúkir inn á meg: eg hevði funnið ein silvurring! Drotningin av Hálandi stóð á hesum pengastykkinum, sum var loddað upp í ein silvurring. Eg til hús at vísa mammu og pápa. Men ringurin varð lagdur í ull av heimærini, sum gekk Norðuri í Urð, og hann lá væl goymdur inni í bestustovu.

Og so kom dagurin, tá ið kríggið helt uppat. Tá kendist á bygdarfólkinum, at nú var henda ræðuliga tíðin av. Tey tilkomnu kendu á sær, at í mongum heimum í Føroyum og aðrastaðni valdaði stór sorg. Vit børn skiltu ikki hesa tíðina, tíbetur, og bygdin var komin hampiliga væl undan hesum sorgarleiki. Tvær ferðir um dagin í eina viku skuldi verða kimað við kirkjuklokkuni, og vit børn sluppu at skiftast um at kima uppi í kirkjutorninum.

Tað stendur við klettin

Hetta var av sonnum ein vakur dagur í heimbygdini. Eg leit uttan um meg úti á Roykstaðnum. Tað stóð við klettin, dró ikki um doddafinnuna, sá eg, sólin brandaði, hógvurin var turrur – hygg har krøkjan blá, smærurnar og summardáirnar angandi, smyrilsurtir, lundagrøs, lomvigagrøs, grasstráini og hoyr, hvussu hylkini hjá sortugrøsunum bresta, tá ið tú memur við tey. Ella seinastu ternurnar kria á Ustanganum. Nei, best er at ragga sær heim til hús at bíða, til avsett er Uppi á Skákinum. Tá skal eg hjálpa abba at fáa Skákið oman í hjallin.

Kategori: Frásagnir