Hans Edvard (Gubbi) og Pætur í Nýggjustovu

Í bókini "Úr Gjáar søgu - barnaminni 2" hevur bróðir greitt rættuliga gjølla frá vegarbeiði bæði í bygdini og millum bygda, men tá ið eg nú um dagarnar sat og lurtaði eftir eini samrøðu, ið eg hevði við Pætur í Nýggjustovu, í septembur mánað í 2005, og Gubba (Hans Edvard) nakrar dagar seinni um vegarbeið og annað, so er nógv av tí, ið greitt verður frá, blaðfest í "Gjáar søgu", men eitt klípi legst altíð aftrat einum varða. Pætur var nógv viknaður av sjúku tá og doyði ein mánað seinni (18.10.2005). Hann var ikki førur fyri at koma ein biltúr at vísa mær á toftirnar av teimum mongu veghúsunum, ið vegmenninir høvdu gjørt sær - líka frá Nýggjagarði og yvir í Líð -  so at teir kundu sita turrir og fáa sær ein bita at eta. Seinni fór eg so heim í Horn til Gubba, og har fingu vit so aftur eitt vegprát, og so spurdi eg hann, um vit ikki skuldu fara ein biltúr og leita eftir veghúsum. "Vælsignaður, kom! Tað hevði verið stuttligt!", áðrenn hálvtalað var orðið.  Myndatúrurin við Gubba var fínur, og heiman fyri Skarð hittu vit Sámal í Hoygarðinum, Funningi, sum eisini vísti myndatúrinum stóran áhuga. Her kemur so eitt kut úr samrøðuni við Pætur saman við myndum av túrinum saman við Gubba. Okkurt uppískoyti - serliga seinast í tekstinum - havi eg fingið frá øðrum monnum.

Beddugøta, sum gongur frá Ólastovu út við betongvegginum og út ímóti húsunum hjá Debusi, sigst vera tann fyrsti kommunali vegurin (gøtan) við Gjógv. Navnið hevur hon av Bedd-Óla (Ole Dahl, f. 1858), ættaður úr Beddustovu í Dali. Óli var lærari í Funningi og við Gjógv frá 1878 til 1906, og hann helt nógv til í Ólastovu. Tískil er tað sannlíkt, at gøtan er gjørd í tíðarskeiðinum 1878/1906. Oman fyri Beddugøtu var fyrr ein skráningur, og hesin skráningurin hoyrdi til Skipshúsini.

Vegurin heim eftir Túni gekk eitt sindur heim um Rætthúsini, men síðst í 1940unum fóru teir at gera vegin niðan á Gjógv og heim í Trandal (undir húsunum hjá Jákupi í Horni, Jacob Hansen, f. 1882). Tað var stórarbeiði at høgga allan eyrin niður - frá húsunum hjá Sørini (Søren Joensen, f. 1874) og niðaneftir -  tí benið bleiv so høgt. Tað var eisini stórarbeiði at stoypa allan veggin, tí amboðini vóru so vánalig, men eingin visti um nakað betri tá. Anton á Klá (Anton Hansen, f. 1900) stóð fyri tí arbeiðinum at stoypa veggin.

Tíðliga í 1930unum fóru teir í holt við at gera vegin úr Trandali og heimeftir, og tá var Heini á Bø formaður. Heini, f. Joensen, 1887, flutti seinni til Eiðis at búgva og fekk sær eftirnavnið Festirstein. Tá ið komið varð heim um húsini í Horni (hjá Dánjal Rasmusi, f. 1890), var ein stór lægd har, og tað manglaði tilfar at koyra í hana, so tá kom ein steðgur í. Um veturin sletaðu teir grót oman úr haganum, og Debus (Óli Debes, f. 1856) kom við tí uppskoti at gera nøkur kømur. Teir kallaðu tað kømur: hetta at laða nakrar steinar upp og leggja lok omaná, soleiðis at teir upp á tann mátan spardu ífyllu. Heini var so formaður, til teir komu heim til seyðhúsið, sum er uttan fyri Nýggjagarð, og tá gjørdist abbi (Gamli-Pætur, Pætur Joensen,f. 1873) formaður. Eg var ungur tá, men eg hjálpti honum at stinga vegin út heim til portrið. Eg bar honum styttur, og eg minnist so væl, hvussu hann siktaði og meddaði eftir portrinum. Teir gjørdu so vegin heim ímóti Ánni á Svínstígheygnum, men tá kom steðgur í, tí tá fóru teir undir at gera vegin sunnan fyri Ánna - frá brúnni og heimeftir. Í seinnu helvt í 1940unum varð vegur gjørdur niðan á Gjógv og heim í Trandal, og betongveggurin varð eisini stoyptur tá. Kommunan stóð sjálv fyri hesum arbeiðinum, og tá vóru Svend Joensen, f. 1912, Benadikt Johannesen, f. 1917, Karl Meinhard Róðá, f. Joensen 1912 og Pætur í Nýggjustovu, f. 1920, í kommunustýrinum. Tað var nógv fólk í bygdini tá, so Vegurin oman á Bakka var eisini gjørdur um somu tíð. Eisini um somu tíð fóru teir so aftur undir at gera vegin í Dalagerðinum - frá Ánni á Svínstígheygnum og nokkso fitt heim um Svínstígheyggin. Fyri tí arbeiðinum stóðu Svend Joensen, f. 1912, og Benadikt Johannesen, f. 1917. Tá ið tað pettið var liðugt, varð farið undir at gera vegin undan Hjallanum og eystur undir Brekkur, og í 1952 var tann vegurin komin eystur undir Atustein og helt so fram til endan Eysturi undir Brekkum. Vegurin inn í Huldheyggin var gjørdur í 1954/55. Tað seinasta pettið í Dalagerðinum - heim til ta nýggju Dalarætt - var gjørt í 2004.

So eru vit aftur sunnan fyri Ánna, tað sum vit nú rópa Eysturi á Veg. Eg var smádrongur (føddur 1920), tá ið teir gjørdu vegin frá brúnni og eystureftir. Ta fyrstu tíðina var tað pliktarbeiði, men pliktvegurin kom ikki longri enn eystur til Garðará, og so bleiv tað tímaløn. Teir høgdu eyr í Eyholuni og bóru hann líka til hús í leypi. Eg minnist tað, at pápi fekk skaða í eygað. Kjartan á Heygnum (Kjartan Klein, f. 1918) høgdi við eyrhakkaranum, og ein steinur sprakk upp í eygað á pápa, og tað blástist alt upp, men tað javnaði seg aftur.

At teir fóru at gera høvuðsvegin - tann sum nú ber navnið Gjáarvegur - tað man hava verið heilt tíðliga í 1930unum. Eg bleiv konfirmeraður í 1934, og tá minnist eg, at eg fór at arbeiða og gróv heimi í Forna á einum stykki, ið vit áttu. Jákup í Búrstovu (Jákup Larsen, f. 1901), á Eiði, var formaður, men eg minnist ikki, hvussu langt vit komu tann fyrsta veturin, men Jákup var formaður, til tað manglaðu einir 10 metrar heim til Nýggjagarð. Jákup giftist í 1927 við Grethu hjá Siggu (Margrethe, f. Johannesen, 1905), so helst hevur hann hildið til við Gjógv um ta tíðina. Jápup sjólætst við "Verdandi" í oktobur 1944, og Gretha kom at sita eftir við 9 børnum. Tann yngsta dóttirin, Jacobina, sum var uppkallað eftir pápanum, var ikki fødd, tá ið pápin gekk burtur.

So bleiv tað tað, at arbeiðsfólkið bleiv býtt út á trý hold, og tað gekk ikki long tíð, til navn varð sett á holdini. Tað eina holdið gekk frá Hornhúsunum og út til Ólastovu, og tað holdið bleiv kallað "Piparholdið". Hetta komst av tí, at onkrir gamlir dreingir vóru í tí holdinum, sum t.d. í Lon, í Geil og á Fløtti.  Óli Andreas á Rætt (Óli Andreas Kristiansen, f. 1880) og Olaf í Geil (Olaf Klein, f. 1904) vóru formenn hjá "Piparholdinum". Seinni bleiv Kjartan á Heygnum, f. Klein, 1918, formaður fyri Olaf. Tað næsta holdið gekk frá Ólastovu og omaneftir, og tað kallaðu teir "Prukkholdið", tí har brúktu summir prukku (stav) - t.d. Sørin og Jákup í Stólpa.  Klá hoyrdi til "Piparholdið og "Stólpi" til "Prukkholdið" - soleiðis býttu teir .Stóri Petur (Petur Pauli Joensen, f. 1907) og Dánjal í Gortru (Dánjal Johannesen, f. 1900) vóru formenn hjá "Prukkholdinum". Okkara hold her sunnan fyri Ánna bleiv kallað "Runuholdið", tí teir søgdu, at vit gingu bara og vaðsaðu í runu. Tað var ikki einki um tað, tí viit fingu altíð tey dýrastu og ringastu stykkini at gera - við nógvari runu - so okkum kallaðu teir "Runuholdið". Eingin tók sær nakað tykni av hesum, tí alt var jú gjørt í spølni. Abbi,( Pætur á Bø) og Kristian á Rætt (Kristian Kristiansen, f. 1883) vóru formenn hjá "Runuholdinum". Stykkini, ið blivu býtt út, vóru trý hundrað metrar long, og prísurin varð ásettur suðuri í Havn. Lutakastið í millum hesi trý holdini fór fram niðri í skúla, og tað var eitt sindur spennandi, tá ið seðlarnir skuldu takast, tí "lukka ráma mannin".

Amboðini vóru vánalig: eyrhakkari, spaki, kvísl og leypur. Tað var at høgga eyr, lempa upp í leypar og so bera til ífyllu. Vóru steinarnir ov stórir, so blivu teir boraðir við hond og síðani sprongdir. Áh, dett tol, ið teir gomlu høvdu. Hetta vóru ikki langir borir, men tá ið vit gjørdu Gjónna, tá brúktu vit upp í fimm meturs bor. Ein slerdi, og tveir snaraðu borinum. Hvat heldur  tú? Øll holdini gjørdu sær hús at eta í, tí vegarbeiði var mestsum bara um veturin. Veggirnir blivu laðaðir upp ella klæddir við sinkplátum, og takið var eisini av sinkplátum. Eitt borð stóð eftir miðjuni og so benkur úti við síðurnar. Alt tað keypta tilfarið fór av felags puljuni.

         

Her var tað fyrsta veghúsið - hjá "Piparholdinum"          Her - heimi við Fúss - var húsið hjá "Runuholdinum"

Tað fyrsta stykkið heiman fyri garðin fekk "Piparholdið", og har vóru Óli Andreas á Rætt (Óli Andreas Kristiansen, f. 1880) og Olaf í Geil (Olaf Klein, f 1904) formenn, og teir gjørdu sær veghús í brekkuni beint uttan fyri garðin. Aftan á Olaf í Geil bleiv Kjartan á Heygnum formaður. Tað næsta stykkið - teir næstu trý hundrað metrarnar - fekk "Runuholdið", og eg minnist, at tað kostaði 2500 krónur. Hetta var nógv tað dýrasta stykkið av teimum trimum, ið fyrst blivu útlutað. "Runuholdið" gjørdi sær eitt hús niðan fyri vegin - uttan fyri ánna oman fyri Fússhúsið.

Hetta húsið hjá "Runuholdinum" kann tíðarfestast til 1938. Tað vita vit av tí, at tann dagin, ið Leivur hjá Dalberg (Leivur Jacobsen) var føddur, 02.03.1938, reiv tekjan av húsunum hjá teimum Heimi á Bø. Takið til veghúsið hjá "Runuholdinum" var komið til bygdar, og menn tóku tað takið til at tekja húsini hjá teimum Heimi á Bø aftur við.  Hildið verður fyri vist, at sluppin "Fossanes" fórst undir Íslandi í hesi somu ódnini, og við "Fossanesi" mistu vit bygdarmann okkara Símun í Bíggjarlagnum (Simon Niclasen, f. 1904), ið var verfaðir mín.

  

 Húsið hjá "Prukkholdinum"  - Grøndassaleiti                 Húsið hjá "Runuholdinum" - við Huldulonina

Stykkið hjá "Runuholdinum" gekk nakað heim ímóti "Grønndassaleiti" (Grønadalsleiti), og har tók so "Prukkholdið" við, og teir høvdu veghús í gilinum niðan fyri vegin uttanvert á "Grønndassaleiti". Teirra stykki gekk heim ímóti Huldulonini, og so tóku vit ("Runuholdið") við. Tað bleiv soleiðis, at vit fingu Huldulonina, og hon var ikki løtt at fara í holt við - bæði so og so. Heyggurin var so stórur, og vit máttu í gjøgnum hann. Ein ampi var eisini, tí tað søgdust at vera 50 huldulonir millum Funning og Gjógv, og Huldulonin skuldi vera sjálv høvuðsborgin hjá huldumonnunum. Sivert á Fløtti (Sivert Martin Joensen, f. 1901) hevði gjørt okkum ein serligan bor at bora eyr við og so skjóta, og tað var eitt stórt framstig frá eyrhakkaranum. Sivert hevði jarnsmiðju, og hann dugdi alt.  - Tað var sum sagt ein ampi at fara at skjóta Huldulonina. Abbi (Pætur á Bø) tók avgerðina at fara at bora og skjóta, og tað vísti alt seg at fara friðarliga fram. Nakað seinni sótu vit so ein dagin í veghúsinum og fingu okkum eta, og tá fór Jógvan Sofus (Jógvan Sofus Ferjá, f. Joensen, 1913) at tosa um ein mann, ið var komin illa fyri av huldumonnum, tí hann hevði gjørt teimum ónáðir - og millum annað gjørdist kúgvin hjá honum kálvskotin. Tá kundi abbi ikki halda sær longur, hann mátti út við tí og segði: "Sig mær frá tí. Sama neyðin kom á meg. Eg lá í songini og rópti á Elina (konuna) (Ellen, f.  Debes, 1862) at koma upp til mín, tí kamarið var fult av fólki, og sumt hevði ongan arm ella onnur sjónlig  brek, so eg var í dýrastu neyð." --  Eg veit ikki, men soleiðis segði abbi. Annars gjørdu vit okkum hús uttanvert Huldulonina, men tað sæst neyvan nú, tí har hava teir stúrtað so nógv tilfar omaná.

Nøkur orð aftrat um Huldulonina (kelda: Herluf Joensen, Hvalvík)

Herluf Joensen, f. 1925, úr Hvalvík, var maðurin, ið gróv Eiðis-/Gjáarvegin ígjøgnum av Vombini -  í gjøgnum Líðina - og til vegendan undir Neytaskriðuni. Einaferð hevði eg eina samrøðu við Herluf um ta vegagerðina. Samrøðan er á heimasíðu míni, og her er eitt brot úr samrøðuni. Herluf tók soleiðis til: "Tá ið eg so kom út til Huldulonina at grava, fortaldu teir mær, hvussu tað gekst einum gomlum vegformanni frá Gjógv – Gamla-Pæturi – tá ið hann skipaði fyri at seta á Huldulonina. Hann skuldi hava eina ringa nátt. Sjálvandi hevði eg hetta meir ella minni í huganum, meðan eg gróv, at eg kanska kundi koma út fyri tí sama. Og soleiðis var. Eg tørnaði inn og sovnaði sum ein knubbur, og so droymdi eg Huldulonina. Ikki minnist eg, hvat eg droymdi, men tað var okkurt um, at eg var komin illa fyri av Huldulonini.  Tað var bara hesa einu náttina,  og eg droymdi hana ongatíð aftur, so hetta gjørdi mær ongan mun.  Tað var ikki sum at siga tað – at seta á Huldulonina."

                

"Prukkholdið" - í Sniðrygsgilinum  (undir vegnum)                  "Piparholdið" - á Sniðrygginum (oman fyri vegin)     

Pætur í Nýggjustovu heldu nú fram:                                                                                                                    

Nakað heiman fyri Huldulonina tók so"Prukkholdið" við, og teir gjørdu sær eitt hús niðan fyri vegin - í Sniðrygsgilinum. Nú bleiv tað tað, at stykkini blivu stytt niður í 100 metrar, og "Piparholdið" fekk eitt av teimum heiman fyri Sniðryggin. Frá "Piparholdinum" og heimeftir fekk so "Prukkholdið" eitt stykki, og vit  ("Runuholdið") fingu um sjálvt Skarðið. 

   

"Prukkholdið" - tað ytra húsið uttan fyri Skarð                                      "Runuholdið" - tað heimara uttan fyri Skarð

 

Vit ("Runuholdið") gjørdu okkum eitt hús oman fyri vegin uttan fyri Skarð, og "Prukkholdið" gjørdi sær eitt beint uttan fyri okkara. Teir komu eitt sindur heim í hallið á Skarðinum, men tá kom eitt krakel í, tí teir vildu fara longri niður við vegnum, og tað dámdi okkum ikki, tí djúpari bleiv hjá okkum at høgga um Skarðið.

        

"Piparholdið"- við Skarðánna (Gubbi var á "Piparholdinum")      "Prukkholdið" - við Blindtarmin (Sámal í Hoygarðinum)

"Piparholdið" átti so tað fyrsta stykkið heiman fyri Skarð, og teir gjørdu sær eitt hús, uttan fyri Skarðánna - yvir av tí niðara svinginum. Tað stykkið frá svinginum og yvir ímóti Blindtarminum átti "Prukkholdið", og teir høvdu hús við teir steinarnar, sum eru undir vegnum - handan fyri Blindtarmin.

Nú er tað tað, at vegurin dreyar oman til Funnings. Hetta var avgjørt í Havn, og kortið segði tað, so tað mátti fylgjast, og tað blivu vit - í "Runuholdinum" - ið gjørdu tað pettið, sum sæst dagin í dag, og sum fekk navnið Blindtarmurin (sjá mynd).

Blindtarmurin - við Slættaratindi í baksýni

 Nú kom so aftur eitt krakel, tí so gott sum allir gjáarmenn vildu ikki hava vegin at ganga oman til Funnings. Adressa gekk í bygdin.i Tað bleiv nógv skrivað til Havnar aftur og fram, so tað tók sína tíð. Eg minnist væl til tað, at Kristian á Rætt hevði ein fund, tá ið bræv var komið úr Havn. Fundurin var hildin í svinginum heiman fyri Skarð, har Kristian las brævið upp. Í brævinum stóð, at vit kundu halda fram at gera vegin yvir í millum Áirnar - ímóti Eiði, og so bleiv einki meira gjørt oman ímóti Funningi. Eiðismenn høvdu gjørt veg av Eiði og niðan til torvheiðarnar, og í 1953 var vegurin komin heilt niðan á Vombina. Hvørt eiðismenn ætlaðu at halda fram til Funnings ella til Gjáar, er eitt sindur ógreitt, men allarhelst hava teir hugsað fyrst um Funning, tí haðani sluppu teir so lagaliga til Klaksvíkar. At eiðismenn vóru komnir niðan á Vombina, má eiga sín lut í tí, at teir flestu gjáarmenn vildu sleppa at halda fram við vegarbeiðinum ímóti eiðismonnum. Eitt, sum eisini hevði nógv at siga, var at gera tað ómakaleysari hjá Eiðislækna at ferðast ímillum í læknaørindum. Tá ið vegurin var komin næstan yvir ímóti Neytaskriðuni, fóru holdini í søguna. Vit - "Runuholdið" - gjørdu tað seinasta stykkið yvir Hvíturð, og vit gjørdu okkum eitt hús undir vegnum har yviri. Tá vóru Hanni hjá Onnu Malenu (Dánjal Jóhan Joensen, f. 1931) og eg formenn. Tey flestu veghúsini blivu laðað upp og takt við sinki, so vit kundu sita undir taki og eta.

                    

            Yvir Hvíturð - "Runuholdið"                                                          Heiðriksstova - "Plukkholdið" 

"Prukkholdið" gjørdi vegin um Neytaskriðuna. Har var ringt at arbeiða, tí tað bleiv so høgt í ovara borð, og tá ið so ein  stór skriða leyp á vegin, sum teir høvdu gjørt, tá haldi eg, at teir mistu mótið, og so kom steðgur í. Hans Jacob hjá Oliveri (Hans Jacob Debes, f. 1940) dugdi væl at yrkja, og hann yrkti hesar reglurnar um skriðuna: "Búkar binda reim um miðju - vænta sær fimm túsund fyri stóru skriðu," men soleiðis bleiv tað ikki. 

Seinast í 1940unum duttu holdini burtur, og eg haldi, at tað var í 1950, at ein streyka var, og tá tóku nakrir menn seg saman og vildu arbeiða fyri seg sjálvan. Onkur fann uppá at kalla hetta nýggja holdið fyri "Plukkholdið", tí nú blivu bara nakrir mans plukkaðir burtur úr teimum gomlu holdunum. "Plukkholdið" gjørdi ein vegstubba frá Neytaskriðuni og yvireftir. Teir høvdu gjørt sær eitt hús oman fyri vegin - handan fyri Neytaskriðuna. Hetta veghúsið bleiv kallað "Heiðriksstova", og "Prukkholdið" slapp eisini at hava matnáðir har.

Eg haldi, at tað vóru funningsmenn, ið góvu tí navn, tí Oliver í Heiðriksstovu (Oliver Debes, f. 1909) var formaður,  og  beiggi hansara,Thomas Debes, f. 1914, var eisini uppií. Ja, nú steðgaði alt upp, og gongd kom ikki veruliga í aftur vegarbeiðið fyrr enn í seinnu helvt í 1950unum, og 18. oktobur 1959 var koyrandi millum Gjógv og Eiði.

     

Brúgvin um Skarðánna                                                                                 Onnur brúgvin Millum Áirnar

Brúgvin um Skarðánna er gjørd, áðrenn bilurin hjá Benadikt kom í 1950. Pætur á Bø var formaður fyri tí arbeiðinum, og ein stórur partur av brúnni er laðaður av gróti, ið fingið er oman úr Navunum og har á leið. Nakað av skotnum gróti var eisini uppií. Har arbeiddu nógvir mans, og fleiri dugdu væl at laða, m.a. Pól Jóhannes í Bíggjarlagnum (Poul Johannes Johannesen, f. 1888).

Tá ið Hans á Skipinum (Hans Andreas Djurhuus, f. 1905) hoyrdi, at teir vóru farnir at gera brúnna, helt hann fyri: "Tað er sanniliga upp á tíðina. Einaferð fóru brøðurnir Olrik á Rætt (Olrik Kristiansen, f. 1918) og Hans (Hans Kristiansen, f. 1924) út í Sund við jarðarmóðrini Siggu á Grótheyggi (Sigga Maria, f. Knudsen, !887), og tá var Skarðáin so stór, tá ið teir skuldu um hana,  Hans gekk frammanfyri, so jarðarmóðirin og so Olrik aftanfyri, og tey blivu vát upp á miðju. Jarðarmóðirin legði mangan nógv fyri, og hon var eisini sterk."

Brýrnar Yviri í millum Áirnar eru gjørdar í fyrru helvt av 1950unum. Anton á Klá (Anton Hansen, f. 1900) var formaður fyri tí arbeiðinum, og tær blivu gjørdar upp á tann mátan, at steinarnir eru lagdir í betong. Grótið var fyri ein part samlað har á leið, men væl av skotnum gróti var eisini brúkt, tí tá hevði kommunan fingið borimaskinu. Teir sprongdu eitt sindur burtur við tað ovara svingið á Skarðinum, og haðani fingu teir eisini grót. Sandbátur kom í Gjónna, og so koyrdi Benadikt sandin yvir. Hetta var eitt spæl aftur ímóti stríðnum at laða brúnna upp um Skarðánna, og arbeiðið gekk eisini so nógv skjótari. Hetta arbeiðið var eisini gjørt upp á akkord, og tímalønin var 2,50 kr, sum hildið var at vera nógv. Ein ungur drongur, ið arbeiddi upp á brýrnar, tekur soleiðis til nú  á gamalsaldrinum: "Anton á Klá, sum var formaður, skal fáa nøkur góð orð frá mær. Hann var góður við okkum ungu, og tað vóru forrestin teir eldru eisini - serliga Dánjal Rasmus í Horni." Tá ið brýrnar vóru liðugar bleiv formaviðurin býttur í millum arbeiðsmenninar.

(Eg má taka hetta við): Tá ið verulig kraft bleiv sett á vegagerðina seinast í 1950unum, kom so við og við eitt grótbrot her við tað ovara svingið á Skarðinum, og tað grótbrotið fekk tvey "stuttlig" nøvn: Geispholið ella Ulpholið. Ikki væl dámt av teimum, ið boraðu og sprongdu, tí heitini vóru so linlig. 

 

 

 

Kategori: Frásagnir