Svend Joensen, f. 1912, var miðlingarsonur Sørin og Paulinu. Eldri bróðir hansara, Magnus var føddur í 1904 og systir hansara, Mia, 1914. Magnus varð vanliga nevndur Magnus hjá Sørini, og Mia varð nevnd Mia hjá Sørini, men Svend var fyri tað mesta bara nevndur Svend. Eg fari at steðga eitt sindur við hetta "hjá Sørini", tí meir enn ta einu ferðina tosaðu vit báðir um tað, at fyri tað mesta "áttu" mammurnar børnini, men undantøk vóru. So tók eg nøkur tilvildarlig dømir sunnan fyri Ánna: Sjúrður hjá Dinnufíu, Páll hjá Dreu, Ólavur hjá Gunhild, Jákup hjá Mariu, Hans Jacob hjá Onnu Malenu, Hans Jacob hjá Lisabeth, Pætur hjá Lenu, Jógvan hjá Trinu, Leivur hjá Dalberg, men Marjun hjá Juliusi (mamma hennara doyði so ung) og Kjartan hjá Læraranum. Norðan fyri Ánna eru nógv fleiri húsanøvn enn sunnan fyri Ánna, og tí eru tey flestu nøvnini knýtt at húsunum, men okkurt frávik er, t.d. Hans Jacob hjá Oliveri, Óli hjá Sofusi, Mia hjá Sørini og ? Er einki "mammunavn" norðan fyri Ánna?

Tá tekur Svend soleiðis til: "Kemur tú nú aftur við hasum? Rætt skal vera rætt, eg havi hugsað eitt sindur um hatta og haldi tað vera so innlýsandi, at mammurnar "áttu" børnini, tí páparnir vóru so nógv burturi, men hatta passar so ikki til Oliver og pápa (Sørin), tí teir vóru eisini nógv burturi. Eg haldi, at hatta við Oliveri, Óla og Miu er komið av øllum hasum "stovunøvnunum": Niðri í Stovu, Í Stovuni og Uppi í Stovu. Stovurnar skiftu navn í heilum - alt eftir, hvar tú vart staddur í bygdini, so hatta var so grúuliga fløkjasligt, men hví hasi fingu "pápanøvn" - nei, nú meldi eg pass."-- Tað var altíð hugaligt at tosa við Svend. Hann visti nógv og var greiður í síni talu, men bandupptakara dámdi honum einki, og tískil eigi eg lítið av hansara munni. Í hoyggingini plagdi eg t.d. at spyrja hann - mest til stuttleika, tí eg visti svarið frammanundan: "Nú, Svend! Væntar tú terra í morgin?" Og svarið var: "Oh, vælsignaður! Hatta við terranum interesserar meg so óalmindiliga lítið." Og so var, tí hann hevði bestan hugin at flóta.

Nú seti eg bandupptakaran frá:

Svend! Kanst tú fortelja mær um tann túrin, ið tú vart í Torvu?

Torva (sjá reyðan prikk)

Ja, tað var í 1928 ella 1929, at eg var í Torvu saman við Jákupi í Stólpa (Jacob Matras, f. 1873), Dánjali í Gortru, (Daniel Johannesen, f. 1900), Akku (Joen Jacob Johannesen, f 1891) og Lítla - Djóna (Djone Debes, f. 1868).  Strangin, sum vit sleipaðu vesturundir, var 22 alin langur. Hann bleiv - sum øll onnur bjargaútgerð - goymdur í kirkjuskotinum. Strangin bleiv sum sagt sleipaður vestur undir Torvu og bleiv reistur nakað innan fyri Torvu - innan fyri ánna. Tað var ógemeina trupult at koma upp, tað má eg siga, tí fyrstani mann kom av stranganum, gjørdist mann ígjøgnum. Fyrr plagdu teir at vera í roðklæðum. Oljuklæði vóru møguliga komin, tá ið vit vóru í Torvu, men vit vóru berir. Í einum staði var mestsum meitilberg at fara um, men har skuldi ein kongur vera. Strangartræið rakk upp til kongin. Ein bukt varð gjørd á línuna, men tá ið vit skuldu smoyggja buktina niður yvir kongin, løgdu vit til merkis, at kongurin var burtur. Men so funnu teir upp á nakað. Eg orki ikki at hugsa un tað! Teir settu Jákup í Stólpa í fleygastongina og studdaðu hann soleiðis upp í gjøgnum bergið. Upp kom hann - og sloppið var - og síðani hálaði hann okkum upp. Áðrenn vit fóru niður aftur, boraðu vit ein nýggjan kong har.
Hetta var annars ein stak vánalig veiðuferð - vit fingu ikki meira enn einar 80 lundar og onga pisu, men tað hevði tó sína góðu grund. Rotta var komin í Torvu, so pisa var eingin. Teir hildu, at annaðhvørt var rottan komin við skalvi, ella hevði fuglur borið hana. Vanligt var at vera í Lundatorvu í Búgvanum og Torvu sama dag, men tað vóru ikki teir somu menninir. Soleiðis var eisini hendan dagin. Bátur kom vesturundir eftir okkum, men tók fyrst teir í Lundatorvuni í Búgvanum. Tá ið so alt var komið í Gjónna, so bleiv veiðan býtt eftir vanligum skikki til jørðina, bjarga- og undirløgumenn.  - Í 1944 vóru menn aftur í Torvu, og tá fingu teir á leið tað vanliga, ið mann plagdi at fáa, áðrenn rottan kom. Ta ferðina fingu teir einar 500 lundar, og einki sást til nakra rottu.

 

 Svend var deknur í mong ár

Presturin í Myrkhelli

Hetta, sum eg nú fari at fortelja tær, var áðrenn Gjógvin var gjørd. Tá var Gjógvin full av stórum klettum og djúpum holum. Eitt pláss var kallað Myrkhelli. Sum navnið sigur, so var hetta eitt myrkt helli, og tað var eisini so grúuliga djúpt. Har spældu vit mangan, men har var so kølmyrkt, at tað sást einki, so har kundi vera eitt sindur óhugnaligt. So var tað tíðliga ein sunnumorgun, at Eliesar (Elieser Johannesen, f. 1910), javnaldurin, og eg vóru farnir oman í Gjónna at spæla. Vit høvdu fingið okkum øðuskeljar og vóru begyntir at oysa tann innasta hylin á Helluni tóman. Hvør av okkum tað var, ið var hyggjandi niðan í Myrkhelli, minnist eg ikki, men so sigur Eliesar: “Oy Jesus! Ein prestur stendur har uppi í Myrhelli.” Gud veit, at har stóð ein prestur, og hann stóð har og helt í seðlarnar framman fyri bringuna á sær, og hann var í fullari mundering. Hann hevði svartan, slættan hatt á høvdinum, og gráskeggjutur var hann eisini. Vit blivu hjartkiptir og tveittu alt frá okkum. Og hvat ólukkan hendi. Vit máttu fara forbí Myrkhelsdyr. Vit runnu ikki niðan har til, men tá ið vit vóru komnir niðan um Myrkhelsdyr, nei, sum vit runnu skjótt tá. Hetta er tann púra, púra, blotta sannheit.Tað var okkum strangt forboðið at fara nakran veg fyri middag sunnudag, og vit vistu absalutt, at vit gjørdu nakað skeivt.

 Gjógvakeldan

Gjógvakeldan sprakk út við tað norðara bergið - niðanvert hálvar trappurnar. Tá ið bringurin norðan fyri trappurnar varð sprongdur burtur, hvarv Gjógvakeldan og kom út aftur nakað ovari, men nú sæst tíverri einki til hana.

Eitt herðarblað úr einum grindahvali var sett í Gjógvakelduna, og útróðrarbátarnir fyltu vatnkaggarnar har. Men tað, ið sermerkir Gjógvakelduna mest, var tað, at tá ið eitt menniskja lá til at doyggja ella føldi seg ússaligt, so bleiv onkur sendur oman í Gjógvakelduna eftir einum vatnsopa, tí tey roknaðu við, at tað var ein linni í tí. Hetta var heilt vanligt.

Svend, Sigurd og Óli Jákup

Sandur úr Gjónni

Tað var nokkso fitt av sandi í Gjónni fyrr, og hann bleiv brúktur at stoypa við. Teir høvdu eina spann, og so høvdu teir ein enda í spannini og blakaðu hana út, og so hálaðu teir hana inn aftur í urðina. Viðhvørt var lítið í spannini, men tað kundi eisini vera nógv. Sandurin bleiv so stoyttur í eina rúgvu, so sjógvurin skuldi renna úr honum, og so bleiv hann borin í tættleypi úr Gjónni. Eg veit einar tvær grundir, sumpartvís hava fingið sand úr Gjónni, og tær eru hjá Olafi í Geil og her á Toppi.

 Pól Meinhard í Ólastovu

Pól Meinhard í Ólastovu (Poul Meinhardt Biskopstø, f. 1912)  datt í Gjónna uttan fyri Stórutorvu  4. juli 1925 – 12 ára gamal. Kallsoy, ið var lærari við Gjógv, bað henda dagin okkum eldru dreingirnar koma vestur á Møl (Eiðismøl) við sær. Vit fóru so sum vanligt oman í Gjónna og flotaðu bátin. Akkurát tá ið vit løgdu frá landi, nú kemur Petur Meinhard rennandi oman við einum kufferti, sum ein eiðiskona, ið var komin til Gjáar úr Klaksvík, hevði sett eftir í Ólastovu til ein annan dag. Hann rópar á okkum og biður okkum taka kuffertið við til Eiðis. Vit løgdu so at aftur landi og tóku kuffertið við, og síðani fóru vit til róðurs og róðu vestur á Møl. Tá ið vit nærkaðust landi, stóð maður á sjóvarklettinum á Møl og spurdi, um vit ikki kundu taka kistu við oman til Pól Meinhard. “Oy, Jesus! Hvat feilar?” spyrja vit. Tá fortaldi hann okkum, at Pólr Meinhard var omandottin – og sjálvsagt tóku vit kistuna við. So skjótt gekk tað fyri seg, og soleiðis upplivdi eg tann syndarliga dagin.

Sjálv hendingin fór annars soleiðis fram:

Pól Meinhard var, sum púra vanligt var tá, farin eftir hvonnum, og so nógv gongd hevði tá verið í Stórutorvu, at tað var ikki ein tann einasta hvonn eftir í sjálvari torvuni. Men í tí hála - ytst í torvuni - stóðu nakrar hvannir, og her var hann staddur, tá ið hann datt oman og doyði. Fyrst datt hann niður í Lítlutorvu og so haðani í Helluna undir Lítlutorvu og á sjógv. Ein kona sá hann fella, men hon helt tað vera ein kálv. Hon boðaði frá, og tveir menn fóru við báti og tóku hann upp. Tríggir javnaldrar hjá Pól Meinhardi spældu í Gjónni. Teir hoyrdu klamsið frá honum, tá ið hann brast í helluna, men teir vistu ikki, hvat tað var, fyrr enn menninir komu rennandi oman í Gjónna. Menninir - og smádreingirnir - fóru út undir Eygað og kluvu eitt sindur upp - og tá sóu teir Pól Meinhard flóta í tí lítlu víkini undir Lítlutorvu. Smádreingirnir hjálptu monnunum at flota bát, og síðani rýmdu teir úr Gjónni. Stóratorva í Gjónni er full av hvonnum, og fyrr var tað púra vanligt, at smádreingir vóru í Stórutorvu eftir hvonnum, og niðurgongdin var í gjøgnum Slokuna. Men tá ið Pól Meinhard í Ólastovu datt oman, gav hetta øllum ein slíkan hvøkk, at tað bleiv mestsum hildið uppat at fara í torvuna eftir hvonnum í nógv ár. Tú veitst, at Pól Meinhard var beiggi Frydu í Ólastovu, sum átti ein annan beiggja, sum æt Hans Jacob, og at hann doyði í tí stóra skaðanum, tá ið eldur kom í "Acorn" undir Íslandi í 1928, 17 ára gamal. Ikki nokk við tað, tí pápin, Jákup Pauli, sum eisini var við "Acorn", fekk so stóran brandskaða, at tað má sigast at vera eitt satt undur, at hann yvirlivdi. Ja, lagnan var teimum í Ólastovu ómetaliga hørð, og í 1932, tá ið Fryda var 15 ára gomul, misti hon mammu sína - Hansinu, 47 ára gamla - soleiðis at Fryda kom at sita einsamøll í húsi við sínum avlamna pápa. Hvat heldur tú? Lat meg leggja tað aftrat: Fryda var ein sterk kvinna - likamliga og ikki minst andaliga.

 Fryda í fanginum á móður síni - og brøður hennara við móður lið

 

Skipið, sum fór á land í Taravíkini/á Íslandi

Omma dugdi so væl at siga frá, og hon vildi hava okkum at vita alt tað, sum hon visti, og tað vóru so fá av tí slagnum. Um skipið í Taravíkini segði omma soleiðis: “Tá ið hetta skipið fór á land, búði ein genta í einari kroysu Eysturi á Bakka. Henda gentan goymdi at seyði, og samsvaraði hetta væl við tann norska siðin um “sæterdalsseyðin” og “sæterdalsgjenten”. Gentan hevði eitt tálgarljós brennandi, og tá ið hon hoyrdi hetta ógvusliga buldrið í fjøruni, sløkti hon ljósið. Tað var so grúuligur kavi, so menninir gingu framvið uttan at síggja kroysuna. Teir gingu so víðari heim í gjøgnum Dalin, og tann fyrsti doyði við Brúnastein, tann næsti við Antarstein, tann triði við Hóristein, tann fjórði við Tassistein. Menninir høvdu navnamerki uppi á sær – fest upp í buksukvarðan, men tann fimti maðurin, ið lá úti undir Hvíthamri hevði einki navnamerki, og tí eitur tann steinurin bara Mann. Tann síðsti legði beinini niðri í bønum í Funningi – við Árnastein.

“Handlarnir” Niðri á Sandinum

Handlarnir vóru laðaðir upp av gróti, men teir høvdu einki tak. Gjarna vóru tað genturnar, ið passaðu handlarnar, sum høvdu bæði borð og hillar. Borðini vóru pyntað við dúkum og hillarnar við hillabordum. Søluvøra vóru leiku ella ein brotin skál, ein brotin koppur ella ein brotin borðiskur, men serliga vóru tað hesi leiurføtini, sum høvdu ein útvendigan rundan kant. So royndu tær at bróta hendan kantin so nær sum møguligt, so at bara sjálvur kanturin var eftir. Kanturin bleiv síðani brotin aftur í smá stykkir og seldur sum breyð. Tey dimmu føtini – tey brúnu – vóru rugbreyð, og tey gulu føtini vóru fínabreyð. Alt bleiv betalt við tinnum. Eg átti eina dekans rúgvu av tinnum, og eg plagdi at hava eitt fult bommblikk standandi undir trappuni ella inni í gongini. Tær størstu tinnurnar høvdu størst virði, men tær  vøkru, sjáldsomu tinnurnar høvdu eisini stórt virði. Vit plagdu at leita eftir tinnum Heimi í Skriðum og aðrastaðni við. Funnu menninir eitthvørt leika, tá ið teir veltu í tí gamla bønum, ja, so stungu teir tað í lumman at geva børnunum.

Grunnisakrógv

Grunnisakrógv var har, sum tey plagdu at fara yvir um Ánna og eystur á Sandin. Grunnisakrógv er Grunningshøvdakrógv. Fyrr var tað soleiðis, at teir laðaðu nakrar steinar  saman, so tað líktist eini krógv. Í hesa “krónna” løgdu teir grunningshøvdini í til at ræsa. Fyrst løgdu teir eitt jaður av høvdum og so hoyggj ella gras omaná. Um teir høvdu meir enn tvey jaður, dugi eg ikki at siga. Hetta riggaði væl, og vit høvdu eisini “krógv” omanfyri hjá okkum. Grunningshøvd eru visnað ella ræstnað toskarhøvd.

 

Atusteinur

Tað, sum eg kann fortelja tær frá Atusteini, tað er frá JóhaAtusteinurnnesi í Lon (Johannes Berg, f. 1882) og Zakariu (Zakaria Joensen, f. 1896). Talan var um eina gentu ella eina konu, sum æt Ata, ið gekk har niðan til handa steinin at biðja. Hetta skal hava verið einastaðni á markinum í millum ta katólsku tíðina og trúbótina – onkustaðni í 1500talinum.

 

Kategori: Frásagnir