Funningsmannasteinur

Heini bóndi í  Jákupsstovu við Gjógv (Heyne Andreesen (1771-1850) var (er) ein víða kendur maður. M. a. hava Skraddarin, Sigurd í Hoygarðinum og bróðir (Petur Jacob) skrivað um hann, so í so máta er ikki so nógv at leggja aftrat, men nú ein dagin hoyrdi eg nakað áhugavert, ið eg ikki havi hoyrt áður.

Dánjal í Horni býr í Lorvík, og vit báðir práta ofta saman. Dánjal hevur gott minni og hevur stóran áhuga fyri farnum døgum. Hann hevur sitið væl undir og dugir væl at fortelja.  Ein dagin spyr hann meg, um eg havi hoyrt um Funningsmannastein í Lorvík – nei, tað hevði eg ikki.

Dánjal Rasmus Joensen, f. 1947.

“Nú skalt tú hoyra”, sigur hann so. “Funningsmannasteinur er navnið á einum steini, ið lá einar 10 – 15 metrar út úr Toftanesi. Tá ið havnarøkið varð víðkað í 2011, bleiv Funningsmannasteinur tikin upp á land til varðveitslu, so hann ikki skuldi fara í ífyllingina, tí hann hevði søguligt virði. Eg skal senda tær eina mynd av honum.” “Var hatta steinurin, ið Heini bóndi róði á á sinni?”, spyrji eg. “Ja, tað siga teir,” svarar hann mær aftur. “Hví verður hann so kallaður Funningsmannasteinur?”, spyrji eg so aftur.

“Bíða nú! Nú ein dagin møtti eg Óla bónda í Lorvík (Óla Olsen, f. 1956), og so fór eg at spyrja hann, hvat hann visti at siga mær um Funningsmannastein. Hann visti tað at siga frá abba sínum (Óla Olsen, f. 1916), at Heini bóndi við Gjógv hevði róð upp á handan steinin á veg norðuraftur av handilsferð í Havn. Teir bjargaðust allir, men teir mistu allan farmin, og pengaskrínið hjá Heina fór eisini. Lorvíkingar gramdu seg um allan hendan stóra missin, men Heini segði, at missurin var lítil, men skommin stór – at rógva seg á land. Steinurin eitur Funningsmannasteinur, tí Heini bóndi hevði fingið funningsmenn at skjútsa seg til Havnar tann dagin.”  “Soleiðis havi eg hoyrt tað frá abba,” legði Óli bóndi aftrat.

-- Eitt áhugavert klípi í frásøgnini um Heina bónda við Gjógv.

 

Kategori: Frásagnir