Theodor á Búgvabarmi 2009

Aftur hevur Theodor latið okkum eina av sínum fjálgu hugleiðingum, og vit vóna og vænta fleiri av hansara hondum:

Um hetta mundið vóru fýra handlar í bygdini. Tá vóru um leið 280 fólk í bygdini og meiri enn 50 skúlabørn. Tað sást stórur munur á, tá ið allir fiskimenninir vóru farnir. Tá høvdu mammurnar nógv at gera. Sum ein skilalækni tók til: Hin føroyska húsmóðirin hevur altíð verið framúr góð og dugnalig. Í summum húsum vóru 10 børn. Tá í tíðini var skúlalagið øðrvísi, tí skúlabørnini fingu nógv at lesa uppá heima við hús. Í bygdini hjá okkum vóru fleiri konur, sum tóku skúlabørnini til sín at læra tey at lesa, og hetta lætti nógv um hjá mammunum.

Serliga var tað ein kona, sum eg serliga nevni við navni – Jensina í Lon. Kropsliga var hon ikki fullfør, men andaliga bar hon av teimum flestu. Jensina hevði verið á næsta háskúlaskeiðinum í Føgrulíð. Eg og Zacharia gumma plagdu ofta at vitja tey uppi í Lon, tí at gumma og systir hennara vóru vinkonur. Tá upplivdi eg, at børn komu niðan til hennara at lesa. Hon var strong. Børnini skuldu vera rein um hendurnar. Fyrst skuldu tey taka hendurnar tvørtur um stavingarbókina og siga eitt vakurt ørindi, og so settu tey seg at lesa. Vert er at nevna, at pápi Jensinu, Kvívíks-Jógvan, var skald.

 

Skúlin - bygdur 1883  

Ein genta, Sonja, gekk til mammu at læra seg at lesa. Tey vóru so mong systkin. Sonja var altíð so góð við okkum og vit við hana. Hon var ein góð genta. Mangan plagdi hon at koma og bera okkum okkurt, t.d. sukurkort, tí sukrið var skamtað í krígnum. Mamma og mamma hennara vóru vinkonur. Pápi hennara var raskur inniløgumaður og skipsmaður. Hann sigldi í krígnum og hevði altíð okkurt góðgæti við sær úr Skotlandi. Fótur var lættur, tá ið Sonja glað kom at bera mammu okkurt gott. Men fjúrtan ára gomul tók Sonja at følna sum blóman, og brátt  doyði hon. Tað var ein sorgardagur, tá ið Sonja fór til gravar. Eg orkaði ikki at fylgja henni til gravar. Vit sótu so eftir við minnunum um eina góða gentu.

Eftir kríggið komu hini donsku vikubløðini aftur regluliga. Vinkonurnar høvdu tá eina fasta skipan. Mamma helt Familie Journal, Hansina Aftenbladet, Louisa Tempo, Astrid Hjemmet og Ebba Ungens Nyheder. Tá ið mamma hevði lisið Familie Journal, bar eg Hansinu blaðið, og mamma fekk Aftenbladet. Og soleiðis skiftu tær um, til øll vikubløðini vóru lisin.

   

Familie Journal 1940

Hini føroysku bløðini høvdu sjálvandi tíðindi úr krígnum. Tey vórðu lisin við miklum áhuga, tí tá stóð nógv á mongum førum og eisini í føroyskum politikki. Tá høvdu handislmenninir, Petur Kristian og Sofos radio. Menn í bygdini vistu, nær tíðindini vóru, og so komu teir algoystir í handilin at frætta úr krígnum. Hesin spenningurin nam eisini okkum skúlabørn. Fyrsta fríkorterið komu vit algoyst niðan í handlin hjá abbabeiggja at síggja Evropa-kortið sum hekk á bróstinum uttan fyri skivuna, tí hermótini stóðu har við litaðum knappanálum. Mundu tey vera flutt síðan í gjár?

Radio 1940

Mangan var hugaligt, tá ið teir gomlu søgdu frá útróðri, skipslívi, bygdarsøgu, fjallgongu og bjargaferðum; men upp undir val vóru teir væl harðligari. Hesa livandi frálæru fingu vit ikki í skúlanum, men í øllum handlunum. Eg minnist uppi í handlinum hjá Peturi Juliusi var sama lagið, men har plagdu teir eisini at spæla kort, damma og telva. Líka forvitnisligt var í handlinum hjá Sofusi. Sofus bar orð fyri at lurta eftir fleiri sendistøðum, og hann hevði minni sum fáur, hann skuldi vera góður veðurmaður, tá ið hann samanbar allar veðurstøðirnar.

Og vit tóku til í árum, men ov lítlir enn at standa á seiðabergi á Ustanganum. Tað vildu mammur okkara ikki lova okkum. Eitt hitt fyrsta, eg minnist, var, at eg var niðri á Skørini við pápa, tá ið nógvir mans stóðu á seiðabergi. Hetta var eitt heystkvøld. Teir veiddu við agni. Nógv mundu teir fáa, tí eg minnist bara, at teir fyltu seið upp í leyp. Seinni vóru vit mangan har niðri, kanska floyttu ella stóðu á seiðabergi.

Steinfinn og Neli á seiðabergi

Eitt hitt áhugaverdasta spæliplássið var Eysturi á Sandinum, sum lá millum Víkina og eitt hav av mýrisóleyum. Víkin lá har úti fyri skiftandi í logn og ódn. Eg minnist víkina háfjøru tá ið stóð við klettin. Skerini vóru komin upp undan og lógu sum skergarður eystur móti Malinikletti. Tá var mangt forvitnisligt at síggja av tarasløgum og dýralívi. Ein dagin í hýsutíð fóru “Stauningsmenn” at stinga fliður í fjøruni upp á tvær hýsulínur. Fjøran var eisini flidnaland, og henda dagin var flidnakyrra. Eg slapp við sum hinir menninir at hjálpa teimum. Ein tílíkan morgun rann fram fyri meg tað, sum pápi segði um ein so vakran morgun í skúlanum. Tá ið børnini høvdu sett seg, segði Kallsoy lærari: “Góðu børn, í morgun skulu vit syngja morgunsong Eysturi í Fjøru.” Síggj fyri tær: Dýrd í sjónum, heiður himmal! Børnini sita á steinunum í sjóvarmálanum og syngja morgunsong, og lærarin stóð og spældi upp á violin!

Munur var á Víkini á vetrardegi, tá hon grunnbreyt, og óløgini komu ballandi og brutu líka niðan í grasið. Vanliga sóu vit ikki sjógv í køksvindeyganum hjá okkum; men ein tílíkan brimdag sóu vit brotini. Var uppgangurin drúgvur, løgdust stórar skúmfannir í fjøruna og fram við landið. Kom so nógvur vindur, treiv vindurin í skúmfannirnar og bar tær inn yvir bygdina sum stórar flykrur.

 

Taravíkin er fremst á myndini

Taravíkin var rekapláss, vistu vit, men sjálvandi torgaðu vit ikki hagar; men vit vistu og sóu, tá ið reki var at síggja. Bara eina ferð sum stórur smádrongur leyp eg á bláman eftir eini stórari fjøl. Nú er tað at siga, at eg dugdi væl at svimja – eins og fleiri onnur. Har vóru fleiri hjástaddir, eg haldi teir bara lótu meg fáa fjølina. Eg var óheppin, fekk eitt brot, fjølin legðist upp, meðan eg stríddist í brotinum. Eg haldi, at fjølin liggur enn í kjallaranum!

Dagar, tá ið vindurin lá inn á fjøruna, bar vindurin sjófuglin inn yvir landið. Tá lógu menn og skutu sær nakrar másafuglar til døgurðamat, og teir fingu eisini. Ein tílíkan dag var eg eftir torvi við abba í Horni. Torvvegurin var ikki langur – eysturi á Fossi. Har stóð krógvin. Vit komu til krónna. Tá lá har ein stórur, prýðiligur fuglur við krónna lamskotin og deyður. Undarligt at hugsa sær – valmási, sum eigur í hinum køldu Íshavslondunum, men sum um veturin reikar víða um. Abbi fylti sær torv upp í leypin, hann setti ongan roka á henda dagin, men legði henda prýðiliga fuglin oman á leypin. Sært tú fyri tær: Ein gamalur maður kemur við tovleypi og rokin er ein valmási út Kuldalondum! Dagin eftir sótu eg, abbi og omma við trogið og ótu valmása og epli úr Hornagerðinum, og væl smakkaði, sum allur matur, omma legði úr hondum.Tit skulu ikki ivast í, hvør var við okkum, meðan vit fingu okkum!

Megnar fjøra

Í ósanum, har Stórá rennur í sjógv, er blonk hella. Á megnari fjøru kemur til sjóndar, at í hellubotninum eru djúpar kullur við malagróti. Mangan hugsaði eg, hví malagrót var so væl brýnt og snikkað; men tá rann fram fyri meg, at áarstreymur og súgur hava áhaldandi brýnt, meðan grótið mól í kullunum. Á háfjøru, tá ið turkað lá langt út, og hóskilig alda var, plagdu vit at renna undan brimi. Tá súgaði út, runnu vit út, og tá ið aldan breyt aftur, runnu vit inn aftur og rópaðu: “Ikki skal aldan á vátanesi pikka meg! Ikki skal aldan á vátanesi pikka meg!” Í upplegginum á sandinum var mangt forvitnisligt: fjaðrar, tari, gágga, fliða, kræklingur, kúvingur, leikabrot, múrsteinbrot, træsprek og mangt annað. Vit funnu tinnur á sandinum. Tær nýttu vit til pening, tá ið vit spældu. Oman fyri sandin, har vit spældu, vuksu alskyns  plantur, og í mýrilendinum har uppi var eitt hav av sóleyum. Soleiðis stóð alt í blóma um summarið. So ferst alt, um veturin tók brimið alt og velti alt um koll. Hin nýbygdi býlingurin – børnini høvdu laðað við malargróti - var burtur, tá ið vit aftur næsta summar komu hagar at spæla; men vit treiskaðust, og alt varð bygt upp aftur. Men mundi tann dagur nakrantíð fara at koma, tá ið eingin var at byggja býlingin Eysturi á Sandinum uppaftur?

Ja, har varð dúgliga spælt um summarið. Vit laðaðu hús og hentaðu tinnur og leikapetti í ánni og veltum. Børnini hildu seg gera kvetti, tá ið tey funnu eitt leikapetti. Hini vøkru leikapettini vórðu sett á smáar fjalir inni í húsunum at pynta húsini við. Vit høvdu fjøl til borð. Genturnar kliptu sær pappírsdúk við tungum um. Hvør genta hevði síni hús. Genturnar buðu so hvør aðrari at fáa sær ein drekkamunn. Vit hentaðu sýrur at leggja á eitt leikapetti, og hetta skuldi vera pannukøkur. Drekkað var bara eitt tómt leikapetti.

Í býlinginum Eysturi á Sandinum var eisini skúli. Eg minnist, at onkuntíð skuldi eg vera lærari. Talvurnar vóru flatir steinar, og griflarnar vóru smá múrsteinsbrot. Dreingirnir høvdu sum oftast handil, sum eisini var laðaður við malargróti. So keyptu genturnar frá teimum. Ymislitt fløskubrot og tigulsteinabrot, ið brýnd vóru rund, vóru breyð. Hini ljósu brotini vóru fínabreyð og dimmu rugbreyð. Genturnar keyptu fyri tinnur. Tær grønu tinnurnar vóru gullstykki, tey ljósaru silvurkrónur. Vit keyptu leikapetti til koppar og skálir. Dreingirnir seldu sand sum melis og smásteinar sum sukurmolar. Mold var mjøl. Dreingirnir seldu eisini toylappar, ið teir bóðu sær frá fólki. Vekt gjørdu teir sær sjálvir av gomlum blikklokum. So skifti spælið. Vit fóru at kasta verpu. Vit settu ein stein upp á ein annan stóran stein. Hvør óvitin fekk einar fimm smásteinar. So skuldu vit fáa at vita, hvør ið rakti oftast. Dreingirnir plagdu eisini at taka ein spískan stein og seta seg at dunka kullu niður í ein annan stóran, flatan stein. Teir komu væl áleiðis, tí hetta var ein kapping. Kanska hava barkholurnar uppi á Grynkuni í ánni verið teimum í huga?

Tá ið genturnar komu aftur í húsini, fóru tær at baka. Tær høvdu fliðuskeljar, kræklingsskeljar og øðuskeljar, og so bakaðu tær runukøku. Í húsunum var eldstaður, men eingin eldur. Køkan stóð so og tornaði í sólini, og so var hon bakað. Eld sluppu børnini ikki at spæla við. Hini eldru børnini plagdu tó onkuntíð at hava eld í húsi. Hesi hús vóru heima við hús, so hini eldru kundu hyggja eftir teimum. Tá kókaðu tey sýrusuppu. Hini smærru børnini hentaðu sýruleggir. Hvørt barnið fekk sína skál, tá ið kókað var, og so fóru øll at súpa sýrusuppu.

Sum óvitar vaksa, broytist eisini spælið. Nú var tann ævintýrhugur vaknaður í dreingjunum at fara longri eystur í fjøruna. Har lá Maliniklettur og dró. Har sat meingi av sjófugli og vaðfugli, so kletturin var hvítur. Úti fyri Malinikletti flutu æða, teisti, skarvur, og við sjóvarmálan gingu grælingar og titaðu. Einaferð hevði eg verið har eysturi við Jákupi abba, men eg var so lítil tá, at eg minnist bara, tá ið eg hevði funnið nakrar steinar, eg helt vera so vakrar. Abbi koyrdi teir í kotalumman at hava við til hús. Eg minnist, at vit vóru við Seyðabólsánna tá. Ein løta var at ganga eystur hagar. Eg kundi fara eftir bakkanum ella gjøgnum fjøruna og leypa stein av steini, til kletturin tók við har eysturi.

Maliniklettur

Har eysturi var hægri sjóvarklettur, og ikki so nógv forðaði briminum at bróta longri niðan. Har vóru nógvir hyljar, men grunnir.Vit tóku tveir burtur úr øllum og byrgdu, so har var ikki so grunt. Vit tóku okkum búpláss og havn til skipini. So at gera lending. Hyljarnir, sum nú vóru vorðnir djúpari, bar eisini til at svimja í. Annars floyttu vit við bátum og skipum og sigldu við smáum skipum, sum vit sjálvir høvdu gjørt – lapparar. Neystini hjá okkum vóru við vallingina við Seyðabólsánna.

Vit gingu skjótt Maliniklett at enda. Har eysturi var alt ógviligari. Eisini nógvir hyljar, stórir og smáir. Sjóvarkletturin eisini hægri, og brimið ógvisligari og nærri. Har var eisini berg. Fyri oman rann Skúvadalsá. Hon skúgvaðist út av eggini og small niður í botnin, so rokilsi stóð frá og eitt undarliga tómt buldur. Har eysturi var eg altíð ótryggur og støðaðist ikki. Og løtur og dagar fóru við spæli á Malinikletti; men veruliga lá hetta spæliplássið ov langt frá bygdini. Ein dagin mundi eg hava verið leingi burtur, tí tá kom Zacharia gumma at leita. Eg minnist, hon stóð uppi á bakkanum og veittraði til mín. Tá mundi eg vera bæði móður og kaldur og fór beinan vegin til hús við henni.

Vit vóru heldur drúgvir har eysturi. Kuldin var komin í luftina, tá ið vit riggaðu av, og brimið toygdi seg longri niðan móti hylinum. Vit tóku skip og bátar við okkum og fóru upp gjøgnum bakkan. Har uppi bendi alt á eina aðra árstíð. Bøurin lá snøggur og sligin, velturnar nýupptiknar og svartar.

Tindarnir vóru hvítnaðir. Tá var gott at eiga gott heim og vælsignað at koma heim til. “Nú góði, nú ert tá nakað kaldur, kom nú og lat teg úr karminum! Mamma hevur hult tær døgurðan. Pápi tín fer eftir onkrum ullintum klæði at leggja í bakarovnin. Har er eitt lív, so tú kanst heita teg um beinini.” Nú var ein góður dagur aftur farin. Óvitin var móður og troyttur av spæli og upplivingum. Nú var eisini væl skýmt í heimbygdini. Tá ið liðugt var at skifta klæði og eta grind og spik og epli, var vorðið myrkt. Vit børn, sum livdu nær náttúruni, høvdu eisini eina serliga náttúrukenslu tær ymisku árstíðirnar. Hetta kvøldið fór eg oman í kjallaran at geva pisuni bloyttan fisk.Tá ið eg stóð aftur á trappuni, steðgaði eg á. Kvøldið var kvirt. Stjørnuknas á luftini. Har stóð Kalsvognurin, har stóð Norðstjørnan beint uppi yvir húsunum hjá okkum, og norðlýsið blaktraði á Eggina.

Brátt lá óvitin søtt og svav undir krossmerkinum.

Nu lukker sig mit øje,

Gud fader i det høje,

i varetægt mig tag.

Fra synd fra sorg og fare,

din engel mig bevare,

som ledet har min fod i dag.

 

Theodor Hansen 15/3-2020

 

 

 

Kategori: Frásagnir

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna