Heini Nygaard Olsen, Ólavur, Kristian í Lon og Hanni í Gortru

Merkiligt við okkum menniskjum. Tað er lættari at minnast teir ringu fjalldagarnar enn allar teir góðu fjalldagarnar, og ongar myndir eru heldur av teimum ringu fjalldøgunum. (Tí havi eg bara tikið nakrar tilvildarligar fjallmyndir við).

Úr bandasavninum hjá Gubba (Hans Edvard Joensen, f. 1929):

Sjálvandi hava vit havt nógvar sera góðar fjalldagar í allar fínasta veðri um summarið, men vit hava eisini havt fleiri gjønndagar um heystið, men ein serliga ringan dag fari eg at nevna. Hetta var í 1968, og vit vóru á fjalli Heimi í Dal. Tað var fínasta veður, tá ið vit fóru um morgunin, men tá ið vit gingu um fór at oysregna, og so kom hann við vátakava. Vit róku álíkavæl alt í rættina, og meðan vit standa har, nú síggja vit eitt grovt kavaroksæl koma heim undir Nøvina. Stormurin brast á sum eitt skot, so tað var ikki standandi á fótunum. Vit tóku bara ein veðr úr rættini og sleptu so gonguni inn í Dalagerðið. Hetta gekk alt so skjótt fyri seg. Vit skundaðu okkum til hús og fóru direkta at draga bátarnar á Gjónna, tí tá stóð brimið í grasinum. Tað bleiv knasandi stormur av landnyrðingi, og vit fingu bátarnar so dánt upp. Teir gomlu plagdu at taka til, at tann fyrsti vindurin, ið kom á sjógvin, var ein glaða. Hetta var ein sovorðin dagur. Hendan sama dagin forlisti Njarðlingur, sum var á sild her norðanfyri, og ein maður sjólætst.

    

 Neli og Gubbi

Ein munkadagur 

Ein sera ringan fjalldag í Líðini má eg sleppa at fortelja tær. Hetta hevur verið miðskeiðis í 1950unum, og hetta var um heystið. Fjallveðrið var hampiligt um morgunin, men tað versnaði spakuliga út á dagin, og tað fór at regna, men tá vóru vit komnir í rætt. Sofus í Fornanum og eg skundaðu okkum av rættini eftir báti, sum skuldi føra okkum seyðin til Gjáar. Komnir á Gjónna vóru brøðurnir Karl Meinhard og Stóri-Petur har. Vit skuldu brúka Sildberan – bátin hjá teimum í Fornanum – og sleipa ferguna (lossibátin) hjá Stóra-Peturi. Stóri- Petur segði so kortanei, at vit skuldu fáa ferguna, tí tað var ikki bátsveður. Helst hevði hann rætt, tí tað var ikki bátsveður. Har var einki annað hjá okkum at gera enn at fara aftur til gongu, og tá ið vit komu eystur aftur á Skarð, sóu vit, at teir høvdu borið allan seyðin út á helluna, har vit vanliga plagdu at skipa inn. Tað glopraregnaði – ikki trýrt tú. Gjøgnveður (úttalast gjønnvevur). Vit komu so oman, og har stóðu teir tríggir beiggjarnir á Rætt,  Óli Andrias, f. 1880, Christian, f. 1883, og Sjúrður, f. 1887. Eg síggi teir fyri mær enn. Teir vóru eldri menn, men eg helt teir vera so gamlar. So mátti allur seyðurin berast av helluni og heim um hegnið, tí vit skuldu reka hann sum haftseyð gjøgnum Funningslíð til Gjáar. Eg minnist tað, so leingi eg livi, tá ið teir lyftu hesi dýggjvátu lombini úr hyljunum á helluni og upp á ryggin á okkum – tað fór í bein.

Vit róku so heim í gjøgnum Funningslíð, men tá ið vit komu knappliga heim ímóti Enni, nú sakkar Hans Jacob afturfrá. Ikki tí, vit høvdu sitið og etið saman á rættargarðinum fyrr um dagin, men hann át einki, tí hann var ikki vanur við turt breyð, nú hann gekk í skúla suðuri í Havn. Hann var á fjalli fyri Gubba í Ólastovu hendan dagin. Eg fari so til Hans Jacob og spyrji hann, hvar taskan er. Hann svarar mær aftur, at hann hevði kastað hana. Vit gingu so víðari, og hann helt um hálsin á mær. Tá ið vit vóru komnir heim á Ennið, komu Anton á Klá og Pætur í Nýggjustovu til okkara og søgdu, at hetta gongur ikki. Vit mugu fáa fatur í Benadikt og fáa hann at koma við bilinum ímóti okkum. Eg koyrdi so fult spyd á kassan oman til Funnings – oman til Lítl-Elspu – at ringja eftir Bena (Benadikt). Eg minnist væl, tá ið eg hevði staðið á gólvinum eina løtu, hvussu stórur hylurin var á gólvinum rundan um meg. Tá ið hon hevði ringt, fór eg aftur til gongu og fekk teir aftur, væl áðrenn teir komu á Blindtarmin, undir Fossabrúnni, har Benadikt sat í sinum fitta Bedford lastbili og bíðaði eftir okkum. Tá var sloppið – og góðalag. Beni koyrdi eisini seyðin til hús, og vit bundu hann niður uttan fyri húsini hjá Kristiani á Rætt. Tað kvøldið bleiv seyðurin ikki býttur, men settur inn ymsastaðni.

  

Brøðurnir Hans Jacob og Pól Jóhannes

Hans Jacob var blaðungur, so hann kom skjótt fyri seg aftur og hevði verið uppi hjá Gubba í Ólastovu og fingið sær døgurða. Tað var fastur skikkur, hevði tú verið á fjalli fyri onkran. Gubbi kom so út í handilin hjá Sofusi um kvøldið, og so spurdi onkur hann: “Nú! Hvussu er vorðið við fjallmanninum?” “Fjallmaðurin hevur tað gott, men pennamaður roynist ikki,” svaraði gubbi.

 

Asbjørn (hjá Gordon og Kristionnu), Malla, Gunhild, Petur Mainhard, Kristian Andras, Sofus, Dinnafía og Jógvan Sofus

Eg minnist eisini ein fjalldag í Líðini í 1957. At tað var í 1957, minnist eg av tí, at tey saknaðu trolaran Stella Argus, sum var á veg inn av einum sildatúri, men hann spurdist ikki aftur. Fjallveðrið var hampiligt, men meðan vit vóru í rættini, kom Jóhan í Stólpa eystur á Skarð og rópti til okkara, at tað var ikki bátsveður. Vit settu so tøkuseyðin eftir í rættini og eisini í okkurt ból, og so fóru vit til hús, men vit skuldu taka okkurt uttanrætta á vegnum. Tað var alt tann beri vargur. Neli og eg vóru saman og komu fram á eina ær við veðurlambi, men tað gekk illa í hond. Vit stríddust við tey eysturi á Fossi, men eg klombraði og keikti mær beinið, so Neli mátti styðja meg til hús. Soleiðis endaði tann fjalldagurin. Ein av mongum øskudøgum í Líðini.

m.a. Karl Jacob, Jógvan hjá Trinu og Jóhannes á Fløtti

Einaferð komu Torbjørn og eg fram á eina ær við veðurlambi í Kinnuni, og hon fór tuskandi undan okkum á Skarðið (Skúvadalsskarð) í gjøgnum Teigarnar og so heim í Ovara Tjørnudal (undir Middagsfjalli). Har vóru stórar sandskriður, so vit ætlaðu at fáa lambið har. Tvætla ikki. Hon setti bara meira ferð á heim um Klubban, men tá ið hon kom heim ímóti Grønadali, slapp eg fyri hana og fekk bent hana oman ímóti ánni (Stórá). Eitt sindur heiman fyri Antaránna leyp hon í ánna (Stórá) og lambið aftaná. Torbjørn var so kvikur sum ein fuglur, leyp í ánna og fekk bæði, men vit sleptu ærini av stað aftur. Jóan Pauli í Lon, f. 1876, var í torvi har heimi, og hann hevur nokk sæð skilið. Knappliga stóð hann har uppi yvir okkum, og hann var ikki blíður, tí vit høvdu slept ærini. Tað var nú eisini býtt gjørt, men tað var tað vanliga tá – bara at taka lambið.

---

Pápi tín (Karl Jacob) segði einaferð fyri mær, at ringasti dagur, hann klæddi seg, var fjalldagurin í Líðini. Tað var alt tann beri vargur ta tíðina, so mann visti ongantíð, hvar mann endaði, tí tað var fast at fara at taka uttanrætta. Tað var ofta so forargiligt undir sjálvum rakstrinum, at tá ið vargurin leyp á og slapp, so løgdu beistini seg bara friðarlig at eta, sum um einki var hent. Vargur er ikki býttur. Sleppur hann eina ferð, so loypur hann á í sama stað næstu ferð. Tað gav at býta. Tað gekst væl at reka í ta nýggju rættina í Teistaurðini fyrstu ferð - full rætt. Næstu ferð - sama skilið - bara nøkur tandur í rætt.

Man tað ikki altíð hava verið stygt í Líðini? Jákup í Horni (Jacob Hansen, f. 1882) fortaldi, at einaferð, hann hevði tikið uttanrætta í Líðini og tuskast eftir einum veðurlambi ein heilan dag, fekk hann tað ikki fyrr enn Uppi í Kjálkanum (næstan Uppi á Barmi). Tá ið hann kom til hús, segði hann nakað soleiðis: “Eg átti mær ein dropa, men eg var so móður, at eg fekk hann ikki “atratt” (aftrat) mær.”

Kristian í Lon, Jógvan Sofus, Eldbjørn og Gubbi (Hans Edvard)

Tað var nakað annað við tí at vera á fjalli í Líðini og í Sáttarenni. Tað var meira stórsligið og komst kanska av tí, at tað lá so avsíðis, og tú komst so sjáldan hagar. Nú reka teir líðarseyð til hús og fara sitandi inn í Sáttarenni.

Torudagurin

Hetta var í 1944, og tað bleiv ein sjáldsamur dagur. Vit vóru á várgongu Heimi í Dal. Tað var lýtt og gott veður, men tá ið vit vóru komnir í rætt fyrru gongu, fór toran at ganga av tí allar, allar ringasta. Og so loysti hann avfallið av. Tað fór at oysregna, so vit rýmdu til hús, og tá rann á eftir vegnum. Tað var ein øgilig tora. Tá ið toran gavst, og tað sleit í, gjørdu vit fjallið liðugt. Andrias í Jógvansstovu, f. 1891, var á fjalli, tað minnist eg. Neli, Erling og Dánjal Jákup vóru eisini. Bátar vóru útrónir tann sama dagin, men teir drupu ikki livandi. Tað sama søgdu menn úr øðrum bygdum. Tað hevur alt verið av toruni – lítið vita vit.

 

 

Kategori: Frásagnir

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna