Hetta er ein frásøgn í orðum og myndum

 

Pætur í Nýggjusto (1920 - 2005)

Pætur í Nýggjustovu er tikin úr leikum sum frásøgumaður. Hoyr (og síggj) bara her:

Eg veit einki navn uttan Stórá um ánna, sum rennur í gjøgnum bygdina. Eg havi sæð navnið Dalá á onkrum korti, men tað er ikki eitt navn, ið er brúkt millum gjáarfólk. Men tó so! Tá ið vit komu heim um Dalagarð – heim í Dal - so kundu vit brúka navnið Dalá um tann partin av Stórá. Vanliga siga vit bara Áin. Hann ella hon er í Ánni, men tá ið vit veiddu síl í onkrari av teimum smáu áunum, so kundi vera tikið til: “Kom! Lat okkum heldur fara í Stórá.” - Hatta er nakað tað sama sum at fara norð á Dal (Ambadal) ella eystur á Dal (Skúvadal).

Áin hevði alt at siga fyri bygdina fyrr. Vatnvánirnar í húsunum vóru so vánaligar, at áin var álitið. Øll klæðini blivu skolað í ánni, og so fingust tey eisini við fisk, grind og vembur í ánni. Eingin hugsaði um ella tosaði um, at áin var skitin, men nú skal alt vera so reint, at eingin brúkar ánna til slíkt longur. Skitin má hon hava verið – bygdin var full av opnum køstum, og rennurnar fór beint í ánna – tað er ikki meir at siga um tað. 

(Hesi "stovunøvnini" í Ánni vera framborin soleiðis: Jákustoáin, Blásastoáin, Sámalstoáin, Hoyristoáin, Ólastoáin, Innistofossurin og Sjúrðastoáin. Eg haldi tað vera umráðandi at taka tað við her. Okkurt uppískoyti havi eg sjálvur tikið við, og tað havi eg sett í klombur (parantes)).

 

Niðasti Hylur

Niðasti Hylur (nr1). Hans Jacob Sigvardsen fer um Grunnisakrógv

Tað eru nógv nøvn í Ánni – serliga her í bygdini – men lat okkum nú byrja í Niðasta Hyli og so taka eitt legg heim í gjøgnum Ánna. Niðasti Hylur kundi vera góður sílahylur, tá ið flóðin var so mikið stór, at hon vann niðan í hylin. Í skýmingini kundu eyrriður tá koma niðan í hylin, og tá bar væl til at fáa tær við glúpi undir skørini og uppi í tí lítla fossinum. Í krókinum norðantil á Niðasta Hyli var ein hylur, sum fjørubátarnir – teir, ið róðu út úr fjøruni – plagdu at brúka. Har fyltu teir sær vatn í kaggarnar, og eisini løgdu teir seg har at drekka, tá ið teir komu aftur av útróðri.

Tað er so nógv broytt her oman fyri Niðasta Hyl, og tað er komið av tí, at eftir at vegurin kom í 1959, og Herluf (úr Hvalvík) var í bygdini við gravkúnni, bleiv hann biðin um at rudda Ánna. Hann so gjørdi, og hann var eisini her niðri við gravkúnni. Tað var kanska betri ógjørt, tí tað var lættari at koma um Ánna her niðri, áðrenn hetta bleiv ruddað, og so hvurvu eisini onkur kend pláss. 

----

Grunnisakrógv

Símun og synirnir, Ólavur og Regin, á veg um Grunnisakrógv

Alt hetta økið her – oman fyri Niðasta Hyl – kalla vit Grunnisakrógv, men hugsandi er, at talan er um eitt minni øki norðan fyri Ánna. Upprunin til navnið er tað, at her laðaðu teir kráir.  Í slíkar “kráir” løgdu teir grunningshøvdini í til at ræsa. Fyrst løgdu teir eitt jaður av høvdum og so hoyggj ella gras omaná. Um teir høvdu meir enn tvey jaður, dugi eg ikki at siga. Hetta riggaði væl. Grunningshøvd eru visnað ella ræstnað toskarhøvd. Mann kann hugsa sær til, at tá ið bátarnir eru komnir av útróðri  her í fjøruni, so hevur verið lagamanni at koyrt høvdini í sovorðnar kráir.

----

Hólmin (Hólmurin)

Navnið Hólmin ella Hómurin verður brúkt hvørt um annað. Hetta er so Hólmurin. Fyrr rann mestsum øll áin norðan fyri Hólman, so tað var ikki meir enn grøv at kalla sunnanfyri, og har var geil. Neytini blivu rikin í hagan handan vegin, men tað er ein onnur søga. Húsanavnið Niðri í Geil kemur av tí sama. Sunnan fyri Ánna – oman fyri Hólman – var fitt av sandi, og har smíðaðu teir viðhvørt bátar. Hólmurin hoyrdi til Suðurhelvt, tí áin rann norðanfyri. Hólmurin bleiv ikki brúktur til nakað. Debus plagdi at hava kálv í tjóðri á Hólmanum, men einaferð mundi enda galið hjá honum, tí kálvurin koma at hanga á bandinum av brimi.

----

Høvdafossurin

   

 

Jacobina og Poula

So koma vit til Høvdafossin, og har kundi verið mangt og hvat at sagt. Ta lítlu slokuna – norðan fyri Ánna – róptu vit Í Víkini. Ein onnur sloka er í tí sunnara kantinum á tí stóra klettinum. Hon gongur niður ímóti ánni, og haðani kanst tú so leypa yvir um Ánna. Hana kallaðu vit Slokuna. Undir tí stóra klettinum kalla vit Undir Skørini, og har vóru altíð síl at síggja. Undir hoyggjhúsinum hjá Óla Debes er ein stórur hylur, sum vit kallaðu Ovasti Hylur.

Í millum Ovasta Hyl og sjálvan fossin er ein minni hylur, ið vit kallaðu Ovari Hylur. Báðir hyljarnir vóru góðir eyrriðuhyljar, tí tá ið eyrriðurnar blivu jagstraðar við glúpunum, so kundu tær enda har uppi. Áh, tær eyrriður, ið eru tiknar við glúpi í Høvdafossinum. Tað er ikki smávegis, men lat okkum bíða við tí her. 

----

Høvdin

Óli Debes og Hanni - á Høvdanum

Navnið Høvdafossurin er avleitt av navninum Høvdin. Sjálvur Høvdafossurin kemur niður av Høvdanum, men nú hevur navnið breitt seg um alt hetta økið. Uppi á sjálvum Høvdanum var gott at koma tvørtur um Ánna, tá ið hon var lítil. Tað var vanlig gongd, og har var ikki hált, tí mosi var báðumegin við. Uppi á tí hægsta, har ið mann leyp um Ánna, var ein djúp barkkulla, og har plagdu tey at berja bark, áðrenn tað fór í pottin. Tey brúktu ein blágrýtisstein, og kullan mundi vera blivin einar 8 cm djúp, men hon sæst ikki í dag, tí nú er laðað oman á hana, so vatnið ikki skal seta á hjallin Niðri í Geil, tá ið áarføri er. Í helluni norðan fyri Ánna eru eisini barkkullur, sum tey húsini har á leið brúktu. Tá ið vit í Nýggjustovu høvdu verið á floti, so fóru vit altíð inn á Høvdan at vaska fiskin, tí har var so lætt at koma at Ánni. Vit søgdu inn á Høvdan. 

----

Jákustoáin

Jákustoáin og Steinurin í Jákustoánni

Frá Høvdanum og heimeftir koma vit til nøkur nøvn, ið eru knýtt at gomlum húsum í bygdini. Áin var “alt”, og har høvdu fólk sína dagligu gongd, áðrenn vatnleidningurin bleiv lagdur um bygdina í 1908. Jú, vatnvánirnar inni vóru so ógvuliga ringar. Fram við áarbakkunum koma vit til nøkur nøvn, ið vísa á tað plássið í Ánni, ið ber navn av teimum (gomlu) húsunum, ið brúktu júst tað plássið. Men tað vóru sjálvsagt onnur hús, ið vóru um tað sama plássið.

Á tí sunnara áarbakkanum eru bara tvey húsanøvn: Innistovufossurin og Jákupsstovuáin. Jákupsstovuáin er beint yvir av Jákupsstovu, har lætt er at koma at Ánni. Hendan grynkan, ið er beint norðan fyri Jákupsstovuánna, kallast Grynkan í Jákupsstovuánni. Hasin stóri steinurin við áarbakkan eitur Steinurin í Jákupsstovuánni.

----

Steinarnir í Jákustoánni

Steinarnir í Jákupsstovuánni síggja út til at vera lagdir. Vit vita tað, at áðrenn nøkur brúgv var um Ánna, so løgdu teir rekatrø tvørturum at ganga eftir. Ofta hevur verið tosað um, at kanska hava rekatrø ligið eftir Steinunum í Jákupsstovuánni. Hvør veit?

----

Guddá

 

Alt er so nógv broytt, men her hava vit eitt annað navn, sum hevur verið her á somu leið – beint heiman fyri Jákupsstovuánna. Tað varð kallað Guddá. Abbi - Jóhan í Nýggjustovu, f. 1858 - plagdi at taka til at fara inn í Guddá. Navnið kann vera komið av Guruni í Jógvansstovu (Guren Christine Knudsdatter, f. 1789), so kanska hevur hetta verið Jógvansstovuáin. 

----

Blásastoáin og Grynkan í Blásastoánni

Heiman fyri Blásastoánna sæst Grynkan í Blásastoánni

Undir Blásastovu verður kallað Blásastovuáin, og í helluni har heimanfyri eru eisini barkkullur, sum Blásastova, Sámalsstova og tey niðaru húsini norðanfyri brúktu. Tær kullurnar síggjast.

Á Grynkuni í Blásastovuánni - miðskeiðis millum Sámalsstovu og Blásastovu - síggjast enn kongar í helluni. Brettir blivu sett ímóti hesum kongunum, soleiðis at áin varð veitt í gjøgnum Myllánna - norðan fyri Gortruhoyggjhúsið - og oman til Mylluna í Tøðuni. Ein lúka var undir Blásastovu og ein niðari. Elstu fólkini í bygdini minnast mylluna í brúki. - Grynkan í Blásstovuánni verður nú eisini nevnd Grynkan undir Brúnni, men tað er eitt nýtt navn.

----

Sámalsstoáin

 

 Sámalstoáin er her beint við laðingina norðan fyri Ánna. Undir laðingini er ein stórur steinur, og í honum er ein barkkulla.

----

Kobbasteinur og Kíkhylur

Nú koma vit heim undir Brúnna. Í millum grynkuna og tann sunnara áarbakkan – eitt sindur frá bakkanum - stóð ein nokkso stórur steinur, sum varð róptur Kobbasteinur, men hann bleiv koyrdur burtur, tá ið áin bleiv ruddað við gravkúgv í 1960unum.

Um summarið var ofta byrgt eftir grynkuni. Millum grynkuna og tann sunnara áarbakkan stóð Kobbasteinur, og so var eitt smalt sund millum steinin og land. Undir Brúnni lógu tveir rættiliga stórir steinar. Tann norðari var nógv  størri, og hin sunnari lá mestsum á skák yvir á hann. Tann gamla brúgvin var bygd yvir á hesar báðar steinarnar, men teir blivu báðir sprongdir burtur, tá ið núverandi brúgv kom í 1939.

Við tann sunnara bakkan - undir brúnni - rann ikki so nógv vatn, og har var ein hylur, ið róptur var Kíkhylur. Fyrr brúktu teir jú kík sum flot á útróðri við línu. Tá ið teir vóru í grind, fingu teir sær kíkin, og teir gróvu hann gjarna niður í køstin, tí inni í maganum var sovorðið skáld, sum mátti fáast burtur, tí annars gjørdist kíkurin ov tungur. Tá ið ein tíð var farin, varð kíkurin tikin úr køstinum og viðvendur, og skáldið varð skravað burtur. So vórðu tjúkkir pinnar gjørdir, og stungur gjørdar gjøgnum hálsin á kíkinum - einar tvær hvørju megin - og so varð kíkurin blástur við einum seyðaleggi og bundið fyri. Tað var ótespiligt arbeiði at blása rotnan kík. Tá ið hann var uppblástur, varð hann fyrst hongdur upp at turka og síðani koyrdur í ánna til bloytingar. So varð hann fyltur við tjøru, og tøppur gjørdur við holi í, so kíkurin kundi blásast upp. Kíkhylur hevur (hevði) navnið av tí, at her lógu kíkarnir á bloti.

--.-- 

Hylurin í Gortruánni

Hylurin í Gortruánn

Hendan stóra hylin uttan fyri helluna kallaðu vit Hylin í Gortruánni. Ikki veit eg, um hetta man vera eitt nokkso nýtt navn, tí Gortruáin er jú heiman fyri helluna.

----

(Loyniholan

Við tann sunnara áarbakkan - beint yvir av Hylinum í Gortruánni - var ein lítil (stillur) hylur, sum vit kallaðu Loyniholan. Tað gratt næstan ikki, at tú ikki fekst síl í honum.)

---- 

Steinurin í Gortruánni

 

 

Og so er tað Steinurin í Gortruánni. Tað hava verið ymsar sagnir at hoyrt um hendan steinin, men eg veit ikki, hvat eg skal siga. Er hann komin rullandi út gjøgnum Ánna, og klípið komið at liggja so væl undir honum av óvart? Hann kann vera lagdur, og er hann tað – so er tað fyri áarlop, og tað er ikki ótrúligt.

Á tí sunnara áarbakkanum – yvir av Steininum í Gortruánni – har sum nú grótveggur er laðaður – vóru eisini fleiri barkkullur. Tey Inni í Stovu áttu ein hjall, ið stóð so tætt at ánni, at ringt var at ganga niðan fyri hann. Tey plagdu at ganga fram her at berja bark – og eisini tey í Hoygarðinum og tey á Bø.

----

Grynkan í Gortruánni

Anna heldur fast við gamlan sið

Tann nýggja tíðin á Grynkuni í Gortruánni

Grynkan í Gortruánni er beint heiman fyri Steinin í Gortruánni. Eg minnist sum smádrongur, at Sofus Debus gekk her heiman fyri steinin við mastur og breyt gler. Áin kundi standa og svølla her, og glerið hópaði seg upp líka niður á botn, so at ein stórur hylur gekk langt niðan. Brast glerið so undan, so fór alt hetta vatnið við nógvari ferð omaneftir. Sofus og Gortra áttu hoyggjhús har niðri, og um áin leyp, so kundi hon taka hoyggjhúsini við sær - ella skaða tey. Tað kann væl vera, at steinurin er lagdur fyri at minka um skaða av áarlopi, og væl liggur hann. Tá ið áarførið er av tí allar grovasta, er hann undir í vatni.

----

Gortruáin

  

Gortruáin er beint undir húsunum í Gomlu Gortru, sum nú vera brúkt til seyð. Tað var so grúuliga gott at koma fram at ánni har, men, snakka ikki um, nú er tað ikki til at kenna aftur longur. 

---- 

Hoyristoáin

Her niðan fyri Heiðriksstovu er so Heiðriksstovuáin. Her lógu løgarsteinar tvørtur um ánna, og her var gott at koma yvirum.

----

Á Kvíggj

Tarvafjósið var her beint sunnan fyri ánna (har eitt lítið merkið stendur) og neytini plagdu at fara tvørtur um ánna her. Tey gomlu nevndu hetta plássið, sum neytini gingu tvørturum, á Kvíggj. - (Ein kelda sigur, at tey kallaðu økið niðan fyri Heiðriksstovu og heiman fyri Gortruhoyggjhúsið fyri Kvíggj. - Kvíggj kann merkja "eitt tippi ati goyma seyð og kálvar í".  Hvør veit?)

Innistofossurin

Innistovufossurin er her beint heiman fyri hoyggjhúsið hjá Pæturi á Bø, sum stóð her á áarbakkanum. Navnið kann vera komið av, at Innistova hevur átt nakað av bø har. Ein ál gekk hiðani úr ánni og nakað niðan á Heygg. Innistova man hava brúkt fossin, tí hon var tá heimasta hús í bygdini sunnan fyri ánna við undantak av Gamla Hoygarði. Heim av Innistovufossinum var/er ein góð gongd tvørtur um ánna. Her kanst tú leypa eftir berari hellu – eingir løgarsteinar.

---- 

Ólastofossurin

Yvir av Innistovufossinum – her við tann norðara bakkan – er so Ólastovufossurin, og nú nærkast vit Ólastovuánni. 

Erling og Ólavur  duga at hugna sær í Ánni

----

Lopið í Ólastoánni og Ólastoáin

Uppi á Innistovufossinum er hella, sum stingur seg uppúr í fleiri støðum. Her er lætt at koma um Ánna, og her hevur nógv verið gingið. Hetta kalla vit Lopið í Ólastovuánni. Ólastovuáin er tað atkomuliga plássið á tí norðara áarbakkanum.

 

 

Pætur í Stólpa fer um Lopið í Ólastovuánni

----

Grynkan í Ólastoánni

Grynkan í Ólastovuánni er nokkso stór – kanska tann størsta í allari ánni -  og ein fossur er beint heiman fyri hana, men eg veit einki um nakað navn á honum. Har plagdu vit ofta at fara um sumrarnar, tí har var so nógvur mosi. Vit royttu mosan og bóru hann oman í hyljar á grynkuni, og skóleysir vóru vit, og so stóðu vit har og tøvdu. Hetta var eitt arbeiði, sum vit høvdu tikið heimanífrá, tí vit sóu, hvussu tey vaskaðu ull – tey stóðu skóleys í pottum og tøvdu. Soleiðis stóðu vit í hyljunum, og tá ið vit hildu, at vit høvdu fingið sandin burturúr, skolaðu vit mosan og breiddu hann á helluna til turkingar, júst sum tey gomlu gjørdu við ullina.

----

Sjúrðastoáin

Sjúrðastova stóð beint heiman fyri húsini á Rætt. Sjúrðastova var avgamalt hús. Elduvíkingurin Sivert Jacobsen, f. 1669, giftist í Oyndarfirði í 16991 við Sunneva Hejnesdatter, úr Lon, og tey búsettust í Sjúrðastovu. Møguliga kann hesin Sjúrður vera upprunini til Sjúrðastovunavnið.

----

Lítlifløttur

Inga Maria, Jacobina, Ebba Marianna og Poula

Gunnvá og Høgni Kastalag

?, ?, Jason á Teigunum og Jógvan á Fløtti

Hetta er tann landskendi hylurin – Lítlifløttur ella á Lítlafløtti, men Lítlifløttur var (sjálvsagt) uppi á landi fyrr. Hylurin var so lítil, at bøurin gekk næstan út í hálvan hylin her sunnan fyri Ánna. Vit í Nýggjustovu áttu tað stykkið, men tað var ikki lætt at sláa, tí dunnurnar høvdu vavt alt grasið saman. Stykkið var fleiri teigar og nokkso stórt, so teir plagdu at býta seyð her á Lítlafløtti, tá ið teir høvdu verið á fjalli í Sáttarenni – hetta hevur verið í 1930unum. Stykkið gekk niðan ímóti húsunum hjá Klæminti Juul, og eg minnist væl, at Klæmint kom at spyrja abba, um hann kundi fáa ein metur av stykkinum, og hvat tað kostaði. Noysamir vóru teir gomlu. Abbi harkaði og svaraði Klæminti aftur, at fekk hann tilfar til eina rokkagjørð, so var alt í lagi. Anton á Klá smíðaði tá húsini hjá Klæminti, og hann valdi abba eina góða fjøl. Abbi tók so fjølina og kleyv hana sundur við eini bogasag og fekk soleiðis tvær rokkagjarðir burtur úr henni. Jú, hetta plássið nevndu tey Lítlafløtt, men Fløttahúsini eru norðan fyri Ánna, so tað er ikki so lætt at siga nakað avgerandi um upprunan til navnið. Tey ymisku nøvnini í sjálvum hylinum – sum t.d. steinurin Dímun – eru nýggj nøvn, sum børnini hava funnið uppá. Her er so nógv broytt, tí fyrr kundi tú stíga av tí sunnara bakkanum og út á steinin (Dímun). -  At byrgja hyl her er ikki so grúiliga gamalt. (Leggjast kann aftrat, at tá ið eg var smádrongur, søgdu vit Litlifløttur og ikki sum nú Lítlifløttur).

----

Fossurin Heiman fyri Brúnna

 

Tann fyrsta fossin heiman fyri Heimaru Brúgv kalla vit bara Fossin Heiman fyri Brúnna. Hetta navnið kann næstan tíðarfestast, tí Heimara Brúgv er komin stutt aftaná, at Kristian á Rætt bygdi sær húsini í 1909.

----

Myllufossurin

Soleiðis sá myllan út aftan á umbyggingina undir Krígnum

Soleiðis sær myllan út nú

Myllan stendur so har, og yvir av henni hava vit so Myllufossin, sum so heldur ikki er avgamalt navn. Myllan er óivað gomul og var illa farin, men Óli Andrias á Rætt (Ole Andreas Kristiansen, f. 1880), Jóhan í Nýggjustovu (Johan Joensen, f. 1858) og Gamli-Pætur (Peter Joensen, f. 1873) stílaðu fyri at gera hana aftur undir Krígnum. Tá fekk hon m.a. nýggjan myllustokk. 

----

Steinarnir á Svínsto

 

----

Svínsto 

Tað var gott at sleppa um Ánna á Svínsto, og í hoyggingini lá gjarna planki tvørtur um har – og eisini heimari, hjá Jógvan Sofusi. Navnið dugi eg ikki at siga tær nakað um.

(Her hava vit navnið ”Svínsto” (Svínstøð - Svínstíg). Orðið "svín" hongur uppi í nógvum staðanøvnum kring oyggjarnar, og "svínheitið" verður mangan eisini knýtt at svínahaldi. Poul Petersen, f. 1901, Funningi, sigur, at upprunin til bygdarnavnið Svínáir kemur av tí , at áin rennur "á svín". Tað vil siga, at aðrar áir renna í hana.

Ein annar heimildarmaður mín, Benadikt Johannesen, f. 1917, tók soleiðis til: "Teir gomlu søgdu, at áin (Stórá) rann "á svín", tí hon fór svingandi (snarandi) út í gjøgnum Dalin. Far tær ein túr á fjøllini, so sært tú, hvart teir meintu við!" - Í sama sambandi kann vera nevnt, at Edvard í Skorini, Eiði, segði, at ein á "fitjar". Tað vil siga, at áin svingar (rennur í bogum). Samanber staðarnavnið á Fitjunum, á Eiði og í Vestmanna). 

----

Smálambahylurin

Eingin veit nakað at siga um upprunan til navnið Smálambahylurin. Hylurin er stutt frá Lambastøðheygnum, men um hetta hevur nakað sum helst við hvørt annað at gera, er ikki gott at vita.

Hetta var ein nátúrhylur. Við tann sunnara áarbakkan á skáki oman móti byrgingini stóð ein nokkso stórur steinur. Hylurin var djúpur, og børnini plagdu at kappast um at kava av steininum og koma upp aftur við sandi í lógvanum. Hevði tú ikki sand upp aftur við tær, hevði tú ikki verið á botni - men onkur snýtti og hevði sand við sær, sjálvt um væl var eftiransað.

Øll hildu nógv av hylinum, tí hetta var svimjihylurin hjá bygdarbørnunum. Hann var sera væl egnaður til brúkið, tí hann var heiman fyri bygdina, var reinur, lættur at byrgja og hevði slættan botn.

Tá ið ungmannafelagið Norðstjørnan varð stovnað í 1941 kom lív í ungdómin, og tá laðaðu teir veggin upp við tí norðara bakkanum og hjálptu eisini upp á sunnara bakkan, men her var ikki gott at komast at og lítið grót. Ætlanin var eisini at stoypa eitt sindur við byrgingina, men tí kom einki burturúr. Børnini plagdu at lata seg úr á helluni beint heiman fyri Smálambahylin. 

(Nýggj kelda um upprunan til navnið: Sjúrður Ferjá : "Abbi í Blásastovu - Johan Joensen, f. 1879 - fortaldi, hvussu hylurin hevði fingið navnið Smálambahylurin. Smádreingir kunnu finna upp á so mangt. Einaferð høvdu teir tikið eitt smálamb og høvdu "doypt" tað í hesum hylinum, og eftir tað fóru teir at kalla hylin Smálambahylurin.)

----

Ryssufossurin

Pól Sigurd á Rætt og Gubbi (Hans Edvard í Horni)

Hylurin til Smoltstøðina er gjørdur uppi á Ryssufossinum. Abbi plagdi at siga, at tað vóru vill ross, sum teir høvdu runnið eftir. Teir vóru nógvir unglingar, og ein ryssa var serliga ring at fáa, men teir bastu henni í fossinum – Ryssufossinum. 

----

Stórifossur

Navnið sigur seg sjálvt, tí hetta er ein tann størsti fossurin í ánni. Hann var eisini eitt gott eyrriðupláss um heystarnar.

----

Funningsdjúpdin

Erling, Ólavur, Birni og Pætur

Jónas, ?, Erling, Ólavur, ?, ? og Birni (sitandi)

 m.a. Anna, Pætur hjá Karl Eli, Anjó, Óli Jákup, Dania og Oda

Hetta er eitt sjáldsamt navn, sum man hava havt okkurt við Funning at gera, men enn hevur tað ikki eydnast at greina tann spurningin nærri. Tað var vanligt at byrgja Funningsdjúpdina og spæla og svimja í henni. Hon var altíð full av smásílum.

----

Stovugilshylurin

Millum Ytra Hólma og tann norðara áarbakkan á Stórá buktar áin seg suðureftir fram við einum moldbakka. Í teirri buktini er ein sera góður sílahylur, ið verður nevndur Stovugilshylurin. Pætur í Stólpa hevur laðað grót har, so áin ikki skal máa alt burtur.

Beint niðan av Stovugilshylinum stóð Gróthúsið hjá Gamla-Sjúrða, men nú kalla vit tað Sivertsa Gróthús (Sivert Martin Joensen, f. 1901).

----

Langhylur

Langhylur er – sum navnið sigur – ein langur hylur. Her var altíð fult av sílum, og lá tað væl fyri, so kundi tú fáa fleiri síl í Langhyli.

----

Fossarnir Heimi í Fúss

 

 

Her heimi við Gróthúsið hjá Olsen eru nakrir fossar, og teir kallaðu vit Fossarnar Heimi í Fúss. Pápi (Kristian Jacob) spurdi eina ferð Gamla Sjúrða (abba Sigurð í Hoygarðinum), hví ið tað mundi eita Heimi í Fúss. Pápi segði, at tá fór Sjúrður at herma eftir fossunum: fússj, fússj. Hann helt, at navnið mundi vera komið av ljóðinum frá fossunum: fússj, fússj. Eg havi lagt til merkis, at tá ið nógvur vindur er, hoyrir tú nógv til fossarnar, og teir geva ymisk ljóð frá sær.

----

Á Vaðnum

Her fóru neytini vanliga um Ánna , tá ið tey gingu millum Dalin og Fløtur, og tað bleiv kallað Á Vaðnum. Fyrr var alt so uppelt av hesi gongd, og breið gøta gekk upp á tann sunnara bakkan Flatnamegin, men neyvan gongur drúgv tíð aftrat, fyrr enn náttúran hevur vunnið alt innaftur. ( ein merking av orðinum vað er: her er vaðandi (farandi) um ánna)

----

Fríðagilshylurin

 

Hylurin verður kallaður Fríðagilshylurin ella Hylurin á Funningsrættini, sjálvt um tann rættin er eitt sindur heimari. Tað eru mestsum eingi nøvn í sjálvari Ánni, tá tú kemur her heim, men her er so eitt. Hylurin er hampuliga stórur, og hann broytist alla tíðina. Viðhvørt er hann djúpur, og viðhvørt er hann mestsum fullur av sandi og smágróti. Í áarføri rennur so ofta yvir tvørtur um oyruna, at við tíðini kann ein nýggjur hólmur spyrjast burturúr. Síl eru altíð í honum, og tá ið eyrriðurnar koma niðan í ánna um heystið, steðga tær ofta á í honum, og tað kann gera sítt til, at hann er kendari enn aðrir hyljar her á leið.

Takk fyri góða frásøgn, Pætur.

ps. Eg havi valt at skriva Ánna sum sernavn, tí tað er tað mest brúkta navnið.

 

Kategori: Frásagnir