Símun Niclasen, klokkari

Gjáar kirkja – grein 5: - Eg eri einsamallur klokkari. Men tað ber saktans til!

Orðini eigur 59 ára gamli, Símun Niclasen, sum hevur verið klokkari við Gjáar kirkju seinastu fimm árini. Sum lesast kann longur niðri í greinini, var tað mestsum av tilvild at hann tók við hesi tænastuni. Men sigast má av sonnum, at Símun hevur sítt at siga fyri sína heimakirkju, tí hann er ikki einans klokkari. Hann er somuleiðis formaður í kirkjuráðnum.


Í bygdini búgva 25 fólk, sambært seinastu tølunum hjá Hagstovuni. Men um summarið og um vikuskiftini munnu tey vera munandi fleiri í hesi lítlu og hugnaligu bygdini. Hetta skakar tó ikki tann veruleika, at Gjáar kirkja, sum var vígd 26. mai 1929 er altíð opin, tá sunnudagar og halgidagar eru – umframt til aðrar tænastur.

Við kirkjuna er eingin urguleikari, men ein brúkar ístaðin talgildu skipanina úr Sálmasavninum hjá Kringvarpinum. Teldan til hesa skipanina stendur uppi við urguna í kirkjuna. - Onkutíð havi eg verið klokkari og ”urguleikari” samstundis, tá eg hava passað telduna við sálmunum. Tað hevur bara riggað fínt, slær Símun Niclasen fast. Henda sunnudagin í september, tá umboð fyri heimasíðuna vitjaði í kirkjuni, var Sofus D. Johannesen hann, ið røkti sálmasangin. Deknur var Páll Sivertsen, og klokkari altso Símun Niclasen.

Bjóðaði seg fram


Í mongum undanfarnum samrøðum við kirkjutænarar, hevur tað nærum altíð verið so, at viðkomandi var spurdur um at gera hesa tænastuna í staðbundnu kirkjuni. Ofta var tað ein tilkomin klokkari ella deknur, sum bað ein yngri um at hjálpa til ella koma ístaðin fyri teir gomlu í fakinum. Men tá talan er um Símun var støðan júst tann øvugta: Tað var mestsum hann, ið bjóðaði seg fram.
Símun greiðir soleiðis frá, tá hann verður spurdur um tað:


Tað var eitt kvøldið, ein nýggjársaftan fyri nøkrum árum síðani, at gudstænasta skuldi vera her í kirkjuni, eins og vit plaga.  Men júst hetta kvøldið var eingin klokkari í bygdini. Og tá eg so bjóðaði meg fram at standa fyri ringingini, var tað alt í lagi við tí, og vit fingu byrjað gudstænastuna, sum ætlað við klokkan ringdi inn.  Og so havi eg altso verið her síðani, leggur hann brosandi aftrat. Frammanundan var Óli Debes hann, ið røkti klokkaratænastuna. Hesin var nú avloystur av einum nakað yngri klokkara, Símun Niclasen.

Hvønn sunnudag


Í nógvum av smærru kirkjunum, bæði á útoyggj og í meginøkinum er ikki altíð gudstænasta sunnu- og halgidagar.  Nógvastaðni er skipanin so, at tað er bert gudstænasta, tá prestur vitjar. Men soleiðis er ikki við Gjógv, hóast bygdin liggur fjarskotin og fólkini ikki eru so mong.  Nei, vit hava gudstænastu hvønn einasta sunnudag í kirkjuárium. Ókey, síðsta sunnudag var eingin gudstænasta, men tað var eisini ein heilt serstakur dagur, greiðir Símun frá. Vikuna frammanundan var nevniliga skipað fyri Mentanardøgum í Sunda kommunu, sum Gjógv eisini er partur av. Ein partur av skránni var ein felagsgudstænasta fyri Eiðis-  og Norðstreymoyar eystara prestagjaldi sunnudagin 11. september í leguhúsium í Nesvík, har nógv fólk vóru samankomin. 
Men annars verður ringt inn til gudstænastu hvønn sunnudag í Gjáar kirkju. Hóast tey ikki altíð er so mong í kirkju, verður Orðið kortini boðað og fólk syngja sálmar. 

Automatikkur


Tá ringt verður inn til gudstænastu í føroysku kirkjunum, eru tveir mátar at gera tað uppá, um ein kann siga tað so: Nógvar kirkjur hava ein klokkara, sum fer í kirkjutornið frammanundan at gudstænastan byrjar, og hesin ringir eisini biðisløgini, tá gudstænastan er at enda komin. Aðrastaðni, eins og her við Gjógv, verður ringt við automatiskari skipan. Men tað skal kortini verða ein sum tryggjar sær, at klokkan ringir tá hon skal klokkan 11 ella klokkan 12, tá gudstænastan byrjar. Og tað er eisini hesin sami klokkari, sum trýstir á rætta knøttin, tá biðisløgini enda eina gudstænastu.

Ja, tað er eisini ein uppgáva hjá klokkaranum her, staðfestir Símun. Hinvegin er Gjáar kirkja útgjørd soleiðis, at lúkurnar í kirkjutorninum fara upp, tá ringjast skal. Á henda hátt kann kirkjuklokkan ljóma víða um bygdina hvørja ferð.  Hóast fólkatalið í bygdini er lítið, er altíð bygdarfólk í kirkju, og rættiliga ofta eisini fólk úr øðrum bygdum. Altíð onkur. Eg minnist so bara eina einstaka ferð, at einki fólk var til gudstænastu – bert kirkjutænararnir.

 

Kategori: Frásagnir