- 18 desembur 2024
Bernhard Brim (Jákup Bernhard Joensen, 1915 - 1969)
Tá ið jarðarferð er í bygdini, kemur altíð nógv fólk at fylgja, og vanliga kemur tú tá á tal við fólk, ið tú annars ikki hittir so ofta á lívsleiðini. Undir skjøldrinum á Lærarahúsunum stóðu teir hetta kvøldið – brøðurnir, Eliesar og Bergur, synir Jákup Bernhard Niðri í Geil.
Prátið fall m.a. á pápan, Jákup Bernhard Joensen, sum er best kendur undir navninum Bernhard Brim. Eg fregnaðist eftir, um ikki okkurt hissini frá Gjógv mundi liggja eftir hann. Jú, tað gjørdi tað, og so fortaldu teir mær, at í 2015 var ein framsýning í Klaksvík í sambandi við, at tað vóru 100 ár, síðani Jákup Bernhard var føddur.
Bergur hevur verið so beinasamur at sent mær eitt avrit av framsýningini - saman við onkrum fittum gjáarligum yrkingum - sum eg kundi gera við, hvat ið eg vildi, og takk fái hann fyri tað. Tilfarið er hugaligt at putlast við, men tá ið eg havi avmarkað pláss til myndir á heimasíðu mínari, so má eg tíverri avmarka og minka myndatilfarið, sum var á framsýningii, so tað verður bara ein partur, sum vit fáa at síggja her. Høvuðsparturin er úr framsýningi, og nøkur uppískoyti eru míni, so hetta fer at nærkast einum pakka av blandaðum bommum.
Niðri í Geil
Jákup Bernhard var føddur Niðri í Geil í 07.11.1915 og doyði longu í 1969 av sjúku. Hann var næstyngstur av 7 systkjum. Ein doyði heilt ungur, og tann elsti beiggin, Hans Jacob, doyði saman við trimum øðrum gjáarmonnum, tá ið eldur kom í umborð á sluppini "Acorn" undir Íslandi, 23. mars 1928.
Jákup Bernhard var skald, og í nógvum av yrkingum sínum hevur hann heimbygdina í huga. Her hava vit eitt dømi, sum er úr fyrsta yrkingasavni hansara, sum hann gav út í 1956. Tað yrkingasavnið kallaði hann "Bardagaskaldið".
Borin í heim eina ódnarnátt
á landnyrðingi norði,
ei torgaðist út um nakra gátt,
tí brim og stormur kvóðu um kapp
við fjalladun og toruslátt.
Í 1943 giftist hann við Poulinu Joensen, sum bleiv ein kend listakvinna. Poulina var dóttir Eliesar Joensen (úr Pálsstovu) úr Mikladali og Bergittu, fødd Dam, úr Havn. Tey fingu fýra synir: Magni (1944), Eliesar (1949), Jógvan (1953) og Bergur (1956).
Magni konfirmeraður
Foreldrini saman við synunum. Frá vinstru: Jógvan, Bergur, Eliesar og Magni.
At Jákup Bernhardi dámdi væl at ganga í skúla, og at hann helt nógv av lærara sínum - Jóhan Kallsoy - og at lærarin helt nógv av honum, tað sæst best her: Fyrst eitt ummæli frá Kallsoy - og so ein yrking frá Jákup Bernhardi.
Ummælið
Avrit av ummælinum:
Ummælið
Jacob Bernhard Joensen, Gjógv, hevur verið skúlanæmingur mín í barnaskúlanum alla sína skúlatíð,
og eg havi kent og kunnað fylgt lívi og starvi hansara til henda dag, og hevur hann altíð verið eitt friðarfólk, virkin, góðlýðin og hampiligur í allar mátar,
sum soleiðis kann fáa mítt besta viðmæli.
Føroyar. Gjógv, 24. juni 1942.
Johan Kallsoy
lærari
Jóhan Kallsoy var lærari við Gjógv í 25 ár: frá 1919 til 1944. Tá fór hann til Eiðis at vera lærari. Í tí sambandinum festi Jákup Bernhard honum hesa heilsanina á blað:
Jákup Bernhard fór til skips, tá ið hann hevði fingið prestsins hond á høvdið. Hann sigldi í fleiri ár, men í 1937 fóru hann og Aksal í Fornanum á háskúla, og allarhelst hevur tað verið har, at tankin um eitt ungmannafelag við Gjógv er sprottin. Líkamikið, men 2. mars 1941 stovnaðu Jákup Bernhard og Aksal - saman við øðrum - ungamannafelag, sum seinni fekk navnið "Norðstjørnan".
Háskúlamynd 1937
Jákup Bernhard og Aksal síggjast á myndini.
Avrit av stovnsetanini:
Avrit av avriti av stovnsetanini:
Gjáar ungmannafelag er stovnað 2. marts 1941 av Jacob B. Joensen og Aksal Sivertsen við 28 limum.
Stjórn og limir í Gjáar ungmannafelag, seinni "Norðstjørnan" 1941:
Limatal Goldið
1. Jacob B. Joensen, formaður 2 krónur
2. Aksal Sivertsen, næstformaður -
3. Kjartan Klein, roknskapargrannskoðari -
4. Hans Kristiansen, tiltaksroknskapargrannskoðari -
Quartermaster
Jákup Bernhard (quartermaster í snurri) saman við einum bretskum hermanni í Keflavík
Á hasi myndini eru m.a. Tummas Lenvig, (seinni lærrari í Klaksvík) og Jákup Mikael Mikkelsen, Toftum, (við føroyskari húgvu - hann fylti 100 ár í oktobur 2024)
Tá ið bretar gjørdu flogvøllin í Keflavík undir Krígnum, manglaði teimum arbeiðsfólk, og tá fóru nógvir føroyingar til Íslands at arbeiða. Jákup Bernhard var ein av hesum, og álit munnu teir hava havt á honum, tí hann bleiv útnevndur sum quartermaster - eitt slags arbeiðsformaður fyri einum bólki.
Minuskjútti
Tað vóru tveir minuskjúttar í bygdini undir Krígnum: Dánjal í Gortru (Dánjal Johannesen, f. 1990) og Jákup Bernhard. Bretar lótu minuskjúttunum eina spildurnýggja riflu við tí endamáli at skjóta hol á minurnar, so at tær sukku, áðrenn tær tóku land,"men tað gongst ikki altíð, sum prestur prætikar".
Ein høgættardag sást ein mina á Buginum, og hon rak so skjótt inn ímóti landi, at Jákup Bernhard fór rennandi eystur eftir bakkanum við rifluni og eini rúgvu av børnum í hølunum á sær. Hann skjýtur beinan vegin og rakar minuna, men hon rekur so skjótt móti landi, at hann ivast í, um hon søkkur, áðrenn hon ber við land. Hann biður børnini blaka seg niður, og sjálvur ger hann tað sama. Men so heldur hann tað, at hann skal royna eitt skot aftrat. Hann reisir seg upp, og tá ið hann tá rakti minuna, sá hann royk koma úr henni, og so sakk hon. Tá ið minan tók botn, sprongdist hon, og rokið stóð himmalhøgt. Eingin skaði stóðst av spreingingini, men tað sást, at tari, seiður og brosmur flotnaðu upp.
Mina á Buginum (tilgjørdar myndir)
Riflan
Her vísir Magni okkum rifluna, ið minuskjúttarnir við Gjógv fingu frá bretum undir Krígnum. Brøðurnir Magni og Jógvan vóru - sum so mangan - eitt heystið norðuri við Gjógv, og tá fingu teir mestsum av tilvild at vita, at riflan var til, og at Kristian í Gamla Pakkhúsi hevði hana í varðveitslu. Teir heim til Kristian, sum var bæði blíður og týður og vísti teimum rifluna. Hon sá út sum nýggj, og Kristian segði, at ætlanin var at lata hana til Krígssavnið vesturi í Vágum.
Eykapolitistur
Í 1942 søkti hann arbeiði sum eykapolistur og fekk starvið, og gjørdist hann harvið tann fyrsti eykapolitisturin í Føroyum.
Brim
Í 1946 søkti Jákup Bernhard Justitsminesteriet um at fáa Brim sum eftirnavn, men hann fekk noktandi svar "da et lignende navn er forbeholdt". Í 1981 gera brøðurnir Jógvan og Bergur eina nýggja roynd, men svarið er aftur noktandi "under hensyn til det ansøgte navns lighed med det forbeholdte navn Briem". - Men tíðir broytast, tí nú hevur dóttir Jógvan, Hallgerð, fingið loyvi at brúka Brim sum ættarnavn. Hallgerð er gift við próstinum á Nesi, so nú eitur øll próstafamiljan á Nesi Brim.
Atlantis Bio
Aftan á Kríggið fór hann at dríva Atlantis Bio, sum meir ella minni gjørdist hansara lívsstarv, hóast hann eisini hevði onkur fyrifallandi arbeiði. Hann hevði Atlantis Bio, líka til hann doyði í 1969. Eftirtíðin kennir hann best sum skald, men var hann nútíðarmenniskja, so hevði høvuðseftirmælið vælsaktans verið skald og íverksetari.
The Cinema Manager
Eingilskur dansur plagdi eisini at vera í Atlantis Bio. So var tað einaferð, at ein maður úr Lerwick hevði spælt til dans, og hesin hevði gloymt forstyrkjaran hjá sær eftir. Nú vóru góð ráð dýr, tí hann gloymt navnið á fyristøðumanninum (Jákup Bernhardi). Hetlendingurin var ikki ráðaleysur. Hann skrivar eitt bræv og sendir tað - við tekning - til The Cinema Manager, Klaaksvig. Tekningin er meinlík fyristøðumanninum, og hann fekk brævið.
Myndaframsýningin
Hetta er tann fyrsta myndasýningin, ið hevur verið í Klaksvík, og "Norðlýsið" skrivar, at tað er Bernhard Brim, skald, sum hevur æruna av, at hendan fyrsta myndasýningin kom í lag. Hetta var 28-05-1954. Tað vóru 7 listafólk við á sýningini: Eliesar Joensen (pápi Poulinu) við 5 myndum, Fridtjof Joensen við 9 myndum, Poulina Joensen við 16 myndum, Poul Nólsoy Kjølbro við 2 myndum, Óli Petersen við 4 myndum, Andras Skarðenni við 6 myndum og Frida Zachariasen við 10 myndum. Samanlagt vóru sostatt 52 myndir.
Rukkulakkin
Og hvør minnist ikki ”Rukkulakkan”, sum gekk sum heitt breyð á hvørjari Norðoyastevnu? "Rukkulakkin" kom fyrstu ferð út í 1958. Jákup Bernhard var ein av stovnarunum og eisini ritstjóri 1958 og 1959, og tá var Óli Dahl, úr Funningi, eisini medarbeiðari.
Jákup Bernhard var floygdur úr reiðrinum Niðri í Geil, áðrenn eg var føddur, so persónliga kendi eg bert mannin frá ferðum, tá ið hann vitjaði heimbygdina. Maðurin brá frá tí vanliga gerandislívinum í heimbygdini – hann var øðrvísi – og tað eru slík menniskju, ið fáa størri rúmd í túnatosinum, og tað eru gjarna eisini slík menniskju, ið leggja meir eftir seg enn Palleba og Marsanna.
Eftirsjónin er sjónskast á tí mentanarliga økinum, men at fara djypri niður í hana seti eg meg ikki føran fyri. Jákup Bernhard var eisini undangongumaður at stovna ”Gjómann” – felagið av burturfluttum gjáarfólki – sum m.a. settti sær fyri at gera minnisvarðan, sum bleiv avdúkaður í 1971.
Jú, alskurin til heimbygdina er eyðsýndur – bæði í orði og verki, og Klaksvíkin stóð eisini hansara hjarta nær. Tað er nóg mikið bara at nevna ”Klaksvíkssangin": ”Tað er vakurt í Klaksvík á sumri”, sum er vorðin fólkaogn og fær blóðið at hitna í øllum klaksvíkingum. Fleiri av mongu yrkingum hansara nema við heimbygdina bæði so og so, og ætlan hansara at byggja sær eitt summarhús eysturi á Bakkanum - eysturi við Sámalsstovugróthúsið - ber týðilig boð um longsul hansara eftir heimbygdini. Sjálvandi mátti húsið standa nær fjøruni, tí hann elskaði fjøruna, og beiggi hansara, Klæmint - vanliga nevndur Joensen - plagdi at sita í stovuvindeyganum við kikaranum og kika eftir reka, tá ið høgættin var.
Jákup Bernhard og Poulina munnu hava riggað væl saman. Hon var listakvinna av Guds náði, og - sum áður nevnt - vóru tey bæði eisini tey fyrstu at skipa fyri listaframsýning í Klaksvík á Norðoyastevnu.
Bernhard Brim gav hesi yrkingasøvnini út:
Bardagaskaldið 1956
Vinir mínir 1959
Tað var í mai 1967
Eitt annað yrkingasavn - "Vísuløg" (við 54 yrkingum) - var klárt at fara til prentingar, men har kom okkurt tvørt fyri, tí m.a. kom eldur í prentsmiðjuna, men tilfarið kom alt tó aftur til Klaksvíkar. Uppi í tilfarinum, sum skuldi gevast út, vóru eisini yrkingar til børn, sum høvdu staðið i "Barnablaðnum". Harmiligt, at tað ikki kom út, men her fæst bert ein lítil og heimligur brellbiti av tí:
Fororð til Vísuløg
Dunið frá brimandi sjó
var mítt vøgguljóð.
Á kvøldi tað ruraði meg í blund
og vakti meg á morgunstund.
Men tá ið tað spældi teir djúpastu streingir,
sál mín fekk skúmhvítar veingir,
so eg kappkvað við brim og ódn –
vøggu- og tjóðsong til Føroyalands børn, –
ið eins og eg, lívið alt berjast í brimi og ódn.
Sørin
Tá ið hýsan kemur í fjørðin,
tá kemur lív í Sørin.
Hann rennur so lættur oman í fjøru
við homlubondum og snøri.
Sørin er raskur, hann býr í Horni,
vaknar tíðliga á morgni.
Hann loypur út undan sínari dýnu
og fer so at egna línu.
Sørin kennir øll ýtir og kniklar,
tað eru havsins lyklar,
veit, hvar hann flýtur, og hvussu rekur,
er har, sum fiskurin tekur.
Sørin elskar at liggja á floti
andøva upp í lotið.
Sigla á kvøldi við góðum byrði
við hálvsettum báti á firði.
Men tá ódnirnar leika um heystið,
dregur hann bátin í neystið.
Tá er hýrurin ringur á Sørin,
tá ikki viðrar í fjørðin.
Tá tekur Sørin í sínar karðar,
so leingi ódnin varar.
Kvøður um kappar í gomlum døgum
og sigur børnum frá søgum.
Tá hýsan aftur kemur í fjørðin
tá vilt tú síggja Sørin
kvikan at renna oman í fjøru
við homlubondum og snøri.
Eitt land eg elski
Eitt land eg elski fram um øll,
har ið eg havi verið,
og vakrast tykjast hesi fjøll,
tí her eg føddur eri.
Sum lítið barn eg spældi her,
skjótt landið gjørdist øll mín verð.
Tí sum tað var og støðugt er,
eg sama alskin beri.
Ja, Føroyaland, tú ert mær kært
eitt skýleyst kvøld á vetri,
tá stjørnur glógva blítt og bjart,
ei hugnast nakað betri,
og vakrari eg aldrin sá,
enn sóljukopp og summardá,
blá blomsturstrá og baldursbrá
ein summardag í Føroyum.
Í fjøru mangan vetrardag
eg eftir brimi stardi
og lýddi á tað ódnarlag,
tá brim mót bergi bardi
og rykti tonglar upp við rót,
hvølt rullaði í fjøru grót,
sum gotradun úr hvørji gjót.
Eitt ljóð eg aldrin gloymi.
Tí øgilig er havsins ódn,
og stórfingið er brimið,
tað sum vit spældu við sum børn,
tað nøtraði í limi.
Tó fagrari er Føroyaland,
tá aldan blídligt kínir sand,
og sól og sirmið hond í hond
blíð leska grøs og sevið.
Og sólin hitar grønan bø,
tað angar væl av blómum:
Og fuglar syngja føgur løg.
Er silvitni í sjónum,
so hav er spegilsklárt og blátt.
Kenst endaleyst til himna hátt
í stillu vøkru lognarnátt.
Føroyaland í támi.
Mítt fagra grøna seyðaland
við góðum fiskimiðum,
vit knýta við teg trygdarband
alt eftir gomlum siðum,
vit elska teg, vit verja teg,
og gævi tjóðin hevjar seg
á frælsis ljósa bjarta veg
mót himnahøgum miðum.
Veturin horvin
Lag: Her er eingin føroyingur at finna
Burt er horvin veturin hin harði,
syngja kátir títlingar og stari.
Kúgvin keðist hoyggið nú at gnaga,
droymir hon um sól og grønan haga.
Kuldin burtur rikin er av landi,
og frá suðri kenst ein fjálgur andi.
Fuglar ferðast syngjandi um heiðar,
og so fagurtgrønir gerast teigar.
Hygg, nú fara bátarnir úr Gjónni,
eftir standa dreingirnir á støðni,
líta eymt og biðjandi mót havi.
"At eg fjúrtan fylti brátt, Guð gævi."
Starabúur mítt
Starabúur mítt tað er vakurt,
tað er málað grønt og hvítt,
innan er tað reint og skróvturt,
og har láta ungar blítt
pipp pipp pipp
pipp pipp pipp
Nógv og gott at eta,
á, sum hetta smakkar,
torvatrøll og maðkar.
Staramamman leitar eftir føði,
ungarnir teir eta nógv,
ikki følir hon til nakra møði,
tó hon rennur runt um hógv,
skundar sær
aftur har,
ungar hennar eru, samlar allar undir vong,
har er teirra góða song.
Nú er synd í seyðinum
Nú er synd í seyðinum,
nú kavin fjalir fold,
nú er synd í harunum,
tær missa merg og hold.
Nú er synd í staranum,
hann skirvisligur er,
á, tann neyðars títlingur
sítt høvur neyvan ber.
Men dunnur, høsn og kettan
tey hava tað jú gott,
tey eta seg væl mettan
og inni hvørja nátt.