Tað nógva er tann reina tilvild. Vit eru á sumri í 2008, og á Heimarubrúgv møti eg Hans á Skipinum (Hans Andrias Djurhuus), og prátið fer í gongd. Hann fortelur so fyri mær, at hann og Jógvan Sørin Hansen høvdu verið við familjunum ein stimitúr vesturi á Búgvabørmunum, og hvussu vakurt og áhugavert alt var at uppliva. 

Eg kom beinanvegin at hugsa um myndir til staðarnavnasavn mítt, og áðrenn hálvtalað var orð, sigur Hans: «Eg bjóði tær at koma ein túr við, tað liggur væl fyri. «Sanna» flýtur í Gjónni.» Prátið førdi til tað, at vit gjørdu ein ógloymandi túr vestur á Búgvabarmarnar. Við á hesum fyrsta túrinum vóru – umframt okkum báðar, Hans -  eisini Jógvan Sørin og sonur hansara, Jónfinnur, og Jónas, sonur Hans.  Lat tað vera sagt beinanvegin, at hesi eini túrurin førdi til fleiri aðrar ógloymandi túrar. 

Eftir at hava verið uppi á landi har vesturi tann fyrsta túrin, blivu vit so bitnir av hesum, at vit avgjørdu at halda fram og fara upp á øll pláss uppi á landi, sum høvdu eitt navn, og sum tað bar til at sleppa uppá. Tað gjørdu vit, og tað vera myndir og frágreiðingar frá hesum túrum, ið verða at síggja her - so við og við.

----- 

«Sanna» er bátur hansara - ein skjóttgangandi ”Boston Whales” plastbátur .

Báturin er sera væl egnaður til alt møguligt frítíðarítriv og var sum skraddaraseymaður til júst tær avbjóðingarnar, sum vit høvdu, tá ið vit skuldu setast á land undir ymiskum umstøðum. So vóru vit eisini onkrar túrar við einum báti, sum nevndist "Fliðan". Hetta er ein sonevndur FRC-bátur (Fast Rescue Craft), ið helst hevur verið hjá einum betri skraddara, tí hann var uppaftur betur egnaður til slíkar túrar, tí hann kann seta gronina ímóti landi, og motorkraftin heldur honum so tryggum at landi, at tað er bara at spáka sær upp á turt. 

"Fliðan" - á hesum túrinum vóru eisini Hans, Jógvan Sørin og Heri Andreasen.

-----

Mítt yndisítriv hevur verið (og er) at samla og lýsa staðarnøvn við Gjógv, og tað góða við hesum er, at tú aldri kemur til ta løtu, at nú er liðugt, tí at alla tíðina kemur okkurt nýtt fram. Bjørgini eru toførast at avmynda, og tað sama kann sigast um alt fram við landi – tú fært ikki ta røttu myndina tikna frá báti.

Ein tyrlumaður tók mær myndir av bjørgunum og tí heila - av Svøltutá og heim á Múla. Tað eru dýrgripir, sum muna, og nakrar av teimum myndunum vera eisini at síggja her.

----

Hesin eini túrurin vestur á Búgvabarmarnar førdi, sum áður nevnt, til fleiri túrar, og lat tað vera sagt eina ferð aftrat, at hetta vóru (og blivu) nakrir heilt serligir túrar. Tað verður eitt lítið sindur torført at greina hetta, tí eg siti og skrivi við teirri kensluni, at hetta verður tikið sum reyp og at gera seg upp. Tað verður tó harvið. «Sagað er sagað,» tók onkur til í líknandi umstøðum.

Hesi hugnaðu sær tann eina dagin við "Tjaldrinum" úti fyri Holinum á Hvalsryggjarbarmi. Sigurd í Bíggjarlagnum átti "Tjaldrið".

----

Áðrenn eg fari at umrøða teir ymisku túrarnar, er vert at nevna, at forfedrar okkara ikki flotaðu bát so hissini, nei, tað var altíð til nakað. Teirra tilvera var ein heilt onnur, har alt snúði seg um at breyðføða seg og síni. Harðbalin ættarlið.

Fleiri túrar var eg á floti við pápa og pápabeiggja, og so spurdi eg viðhvørt, um teir høvdu verið uppi á landi á t.d. Rivtanganum, og svarið var tað sama: «Hvat skulu vit gera uppi á Rivtanganum?»

Eg má taka lambakonuna við í hesum samanhanginum. Pápi var síni seinastu ellisár á Røktarheiminum í Runavík. So var tað ein góðan summardag, at tey gomlu fóru útferð til Kirkjubøar. Eg komi seinni gangandi eftir gongini og síggi hesa fittu og røsku lambakonuna sita so einsamalla har í einum stóli, og sjálvandi spyrji eg hana, hví hon ikki fór við til Kirkjubøar, og hon svarar – eitt sindur forhánisliga: «Hvat skal eg gera í Kirkjubø? --  Soleiðis var teirra tíð.

---  

Fyri at skipa og lýsa hesar túrarnar nærri við myndum so havi eg valt at byrja á Føroyaklettinum (við Funningsfjørð) og enda vesturi á Vambarkletti (á Hvalsryggjarbarmi, stutt frá Eiðismarkinum).  Eru persónar á myndunum, so eru tað fyri tað mesta Hans á Skipinum og eg, men tó so, aðrir sleppa eisini upp í part. Eg nevni hetta fyri at draga veruleikan fram, tí tað er lættari at draga veruleikan fram í myndum enn í orðum.

Á hesum túrinum heimi undir Líð og undir Hjøllunum vóru vit tríggir Hans á Skipinum, Øssur Johannesen og eg. Hendan dagin høvdu vit "Fliðuna", og Øssur var bátsformaður.

 

Føroyakletturin og Áin á Føroyaklettinum

Áin á Føroyaklettinum (hvítt 1-tal) og Føroyakletturin (hvítt 2-tal).

 

Jóannes Patursson (1866 - 1946), vanliga nevndur Jóannes Bóndi, gav í 1939 út bókina "Føroya søga 1". Aftast í bókini eru ymiskar viðmerkingar gjørdar, m.a. um landnámið. Ein viðmerking er soleiðis orðað: 

Um landnám Gríms Kamban sigur Jóannes bóndi Berintson á Todnesi frá: Grímur Kamban legði at landi í Funningslíð við eina á, sum hann kallaði Føroya á. Hann sá eitt stórt seyðafylgi liggja á bóli í líðini omanfyri. Hesa søgu hevði hann frá gomlum manni við Gjógv, Hans Paula Debes, f. 1854, á navni, sum aftur hevði søguna frá Katrinu í Jákupsstovu (Anna Kathrine Hejnesdatter, f. 1813) við Gjógv.

Rólvur Djurhuus, Kollafirði, sigur soleiðis um Jóannes bónda Berintson á Todnesi: 

Talan man vera um hann, sum vit róptu Berints-Jóannes, búði á Todnesi, sí niðanfyri. Hann var sonur ein, sum æt Berint Johannesen. Tað man vera tí, Jóannes bóndi skrivar "Berintsonur". Jóannes og Berints-Jóannes hava verið samtíðarmenn. Hans Pauli Debes, frá Gjógv, giftist til Kollafjarðar og búði á Todnesi og var granni hjá Berints-Jóannesi. 

Johannes Sofus Johannesen (føddur 14. januar 1877 og deyður 25. juli 1951), Berints-Jóannes, var giftur við Marin Kristinu, úr Porkeri, (fødd 2. apríl 1883 og doyði 22. mai 1983, 100 ára gomul). Jóannes festi í 1906, eftir at mamman hevði sitið við festinum í 8 ár.

Føroyakletturin - Hans á Skipinum og "Fliðan". Skipari: Øssur Johannesen

 

Framhald úr "Føroya søgu 1":

Hesum tilburði viðvíkjandi hava Andrass á Torlabrúgv, (Andreas Johannesen, f. 1875) og Marius Jóanesarson (Marius Johannesen, f. 1873), í Funningi, sagt soleiðis frá (her verður nógv stytt um frásøgnina):

"Higar inn komu teir fyrstu landnámsmenninir eystan úr havi við vestfallinum inn í Djúpini eftir streymálinum Øllan, sum setir yvirum frá Kallsoynni móti Funningsfirði. Har skutu teir skipið at loftskúta, sum teir nevna Føroyaklett. Á rann har í lofti. Har hildu teir íløt síni undir at fáa sær vatn, og kallaðu teir ánna Føroyaá. Staðið kallaðu teir Føroyar og heitir tað so enn. Teir lendu innari í firðinum og kallaðu tað staðið Funningur og settu búgv har. Landið var funnið." 

Ásfinn Sigvardsen á Føroyaklettinum

Dánjal í Katrinarstovu (Daniel Johannesen (1895 - 1988), Funningi, segði mær soleiðis frá:

"Føroyakletturin er ein fýrakantaður klettur á helluni - stutt innan fyri Ánna á Føroyaklettinum. Navnið sigst ganga heilt aftur til landnámstíðina. Funningsmenn nevna økið her rundanum fyri Føroyar, men hetta navnið er ikki so væl kent við Gjógv. Grundin er óivað tann, at funningsmenn í allar tíðir hava róð út og inn eftir fjørðinum og tessvegna eru staðkendari fram við landinum enn gjáarmenn. Ein gamal funningsmaður tók soleiðis til: "Viðhvørt plagdu vit at royna eftir reyðfiski Úti undir Føroyum." - Dánjal legði aftrat, at var talan um eitthvørt uppi á landi, so varð sagt Úti á Føroyum. 

Nú vit umrøða Ánna á Føroyaklettinum, er vert at leggja tað aftrat, at ikki eru øll heimildarfólk samd um, úr hvørjari á teir fyrstu landnámsmenninir tóku vatn. Jógvan Sofus (1913 - 2007), frá Gjógv, ið fekk sær familjunavnið Ferjá, og er tiltikin frásøgumaður, er ein teirra. Hann hevur sett hesar reglur saman um Ferjá og landnámsmenninar: 

Ferjá

 

Eystan úr Noregi víkingur kom,

Grím Kamban nevndur at navni

undir Líðini legði at landi tá

teim vatn fekk at drekka úr Ferjá.

 Hon er tað navn, sum mær hóvar.

 

Ferjá rennur bergi útav

og spreiðist eitt sindur sundur.

Har stigu víkingar á land,

teir hildu vatníløt undir.

Hon er tað navn, sum mær hóvar.

 

Fyrsta áarnavn, sum víkingar góvu tá,

hana mundu teir sælir prísa

nýkomnir eystanífrá.

Hon er tað navn, sum mær hóvar.

 

Ferjá er í sama stað

enn rennur hon í sjógv.

Sítt navn ber hon frá Grím Kambans tíð,

siga elstu sagnir frá Gjógv.

Hon er tað navn, sum mær hóvar.

 ----

 Mín viðmerking av umstøðunum á hasum báðum plássum í dag: Ferjá rennur av loftskúta, men har er eingin serstakur klettur. -  Áin á Føroyaklettinum rennur ikki av loftskúta, men Føroyakletturin er serstakur.

 

Múlagjógv

Múlagjógv

Kelda: Dánjal í Katrinarstovu (Daniel Johannesen, f. 1895), Funningi.

"Ein gomul søgn sigur, at ein risi, ið nevndist Kropni, búði í Risagrópunum í Oyndfjarðarfjalli. Einaferð skuldi hann leypa úr Risagrópunum og vestur á Múlan, men hann rakk ikki lopið, og stóratá kom í Múlagjógv - tí hava vit Múlagjógv." 

------

Sjúrður á Rætt (Sivert Christiansen, (1887 - 1961), var røktingarmaður í Líðini frá (umleið) 1917 til 1951, tá ið hann segði seg frá. Ein dagin undir Krígnum, ið Sjúrður var burturi í haga, rakti hann við, at Múlagjógv fleyt full av propsi. Tað, ið tey kallaðu props, vóru rundar styttur - eitt sindur ójavnar til longdar, men væl egnaðar til turkiløg og annað. Eingilskmenninir brúktu tær til at seta upp undir loftini í kolanámunum, og teir kallaðu tær props. Sjúrður fór til hús at boða frá, og síðan fóru teir við báti heim í Múlagjógv eftir propsinum.

---

Av Føroyaklettinum fóru vit so við "Fliðuni" inn í Múlagjógv og sigldu so mikið langt inn, at vit sóu inn á botn, sjálvt um har var mestsum hálvmyrkt. Myndalýsið var sjálvandi heilt vánaligt, men vit royndu so frægt, vit kundu, at fáa onkra mynd.

 

Inni á botni í Múlagjógv

Myndin er tikin út úr Múlagjógv - við profilmynd av Øssuri.

 

Kropni

Nr. 1 Kropni - nr. 2 Revatangi - nr. 3 Holið á Revatanga

Hetta er ein partur av eini tyrlumynd, sum er tikin av Hjøllunum. Tann niðasta rókin nevnist í Høvda. Kropni er tað (lítla) ytsta undir 1-talinum. Nú fara vit so at umrøða Kropna, Revatanga og Holið á Revatanga.

 

1. Kropni

Kelda: Dánjal í Katrinarstovu (Daniel Johannesen, f. 1895), Funningi.

"Ein gomul søgn sigur, at ein risi, ið nevndist Kropni, búði í Risagrópunum í Oyndfjarðarfjalli. Einaferð skuldi hann leypa úr Risagrópunum og vestur á Múlan, men hann rakk ikki lopið, og stóratá kom í Múlagjógv - tí hava vit Múlagjógv. Og enn í dag stendur Kropni risi her vestan fyri Múlan. Kletturin sær so kropin út, har hann stendur, so tað er ikki so løgið, at fleiri halda, at navnið heldur man vera komið av útsjóndini enn av risanum."

----

Tað er ikki so nógv at leggja aftrat um Kropna uttan tað, at hann er so eyðsýndur, at tað slepst ikki undan at leggja hann til merkis, kemur tú siglandi framvið honum.

Hendan myndin av Kropna er tikin úr Høvda.

Hans á Skipinum - uppi á Kropna.

 

Eg ( Ásfinn) á veg upp á Kropna.

2. Revatangi

Revatangi er rættuliga smalur, og har er nakað útgrunt. Tann innara síðan á tanganum er brøtt, men tann ytra síðan skráar nógv, so tangin frá ávísum vinkli er ikki so lítið átøkur einum rava (orðabókin: ravi (av kalva) ál el. leingja av tí ytsta og feitasta næst fjaðrunum, kalvaravi)

Út frá hesum kann møguliga hugsast, at her er talan um eitt samburðarnavn. Er hesin pástandur á leið, so kann tangin upprunaliga hava verið nevndur Ravatangi, sum við málsligari broyting kann vera vorðið til Revatanga, tí her norðanfyri hevur ikki verið so stórur munur á framburðinum av orðunum Ravatangi og Revatangi. Tanganøvn verða mett yvirhøvur at vera rættuliga gomul.

Eitt, sum mann leggur til merkis, tá ið mann kemur upp á land - líkamikið, hvar tað er - so er umráðið nógvar ferðir størri, enn eyguni vísa tær frá sjónum. Soleiðis var eisini her, og tað sæst væl á onkrari mynd.

Her er Hans uppi á Revatanga. Holið á Revatanga sæst til vinstru á myndini.

Eg má bara siga tað, at tað er ómetaliga løgið at vera uppvaksin við Gjógv og hvørki hava hoyrt um, ei heldur sæð hesa natúrperluna so skamt frá heimbygd okkara. Hóast tað er so lagamanni at stima ella rógva sær ein túr heim á Revatanga, so eri eg sannførdur um, at tað eru fá bygdarfólk, ið hava verið her, og eg eri líka sannførdur um, at hevur tú verið ein túr her, so brellast tú eftir tí næsta. - Hví hava fólk ikki verið her? Svar: "Hvat skal eg gera uppi á Revatanga?"

 

Fremst - til vinstru - síggjast Hellurnar. (myndin er tikin av Revatanga).

Vakurleiki á Revatanga.

Vakurleiki á Revatanga.

Vakurleiki á Revatanga.

Á tí størra hylinum sóu vit ikki botn, so Hans tók ein enda við fyri at máta dýpið, sum máldi umleið 7 metrar, so hesin hylurin førkar seg nokkso fitt frá øðrum hyljaheitum, ið vit eru von við. Ikki sóu vit nakað lív hylinum, men "mon ikke?"

 

Øssur liggur á bátinum. 

Vit báðir, Símun, á Revatanga.

 

 

Vit báðir, Hans, á Revatanga. 

Tað eru tveir møgleikar at sleppa upp á tangan: á tí ytru síðuni og á tí innaru. Tann fyrsta túrin, ið vit vóru har, fóru vit upp á tí ytru síðuni, og har er nokkso gott at koma upp í góðum líkindum, men tað er so nógv lættari at koma at við báti á tí innaru síðuni, men har er so mikið høgt uppfyri, at tú mást brúka bæði hendur og føtur.

Vit vóru so mikið hugtiknir av hesum vakra umhvørvinum, at vit settu okkum fyri - við miklari hjálp frá Símuni hjá Sigurdi - at bora nakrar kongar í helluna at halda sær í á veg upp, og tá ið tað var gjørt, gjørdist uppgongdin fín. Ta seinastu ferðina, ið eg var har og forvitnaðist, sá eg, at natúrkreftirnar ikki høvdu verið so blíðar við allar kongarnar, men teir, ið eftir stóðu, vóru framvegis nóg góð hjálp til lættliga at sleppa upp. 

Hans og Símun (í "Fliðuni") seta kongar í uppgongdina.

 Nú er lagamanni at koma upp.

Hesir kongarnir fara ongan veg (hildu vit).

 

3. Holið á Revatanga

Bátur kann rógva í gjøgnum Holið, men vit taka hesa frásøgnina við fyri at vísa á, at væl má ansast eftir:

Pætur í Nýggjustovu (1920 - 2005):

"Ein sunnudag fyri mongum árum síðani fóru nakrir unglingar við báti heim undir Líð við tveimum heimalombum. Tá ið teir skuldu omanaftur, vildu teir royna at sigla aftur til hús. Jú, so varð masturin reist, men tað bar bara úteftir, so teir róðu inn aftur á Rógvabarm. So varð avgjørt at rógva gjøgnum Holið, og tað vísti seg at vera so mikið vítt, at tað var árarúm ímillum.

Knappliga skjøttaðu teir um, at masturin stóð uppi, og teir royndu at rógva har, ið bergið var hægst, og tað eydnaðist at sleppa ígjøgnum í øllum góðum. Nógvur ungdómur var í bátinum, men teir vóru heitir um skallan, tá ið teir komu vesturum, tí hevði tað súgað eitt sindur, so kundi lættliga endað galið."

 Myndin er tikin vestur ígjøgnum Holið (Ovari Nasi sæst).

Myndin er tikin heim ígjøgnum Holið.

Her síggja vit heim ígjøgnum Holið (myndin er tikin av Revatanga).

 

 

 

Kategori: Frásagnir