- 18 februar 2026
Navnið Stovan fevnir um tað innrammaða økið á myndini. Tann ljósi liturin niðast til høgru í fýrakantinum nevnist Halin á Stovuni. Har løgdu vit at, og haðani fóru vit so upp á/í Stovuna. Tað var eitt sindur torført at sleppa upp har, men seinni funnu vit útav og fingu at vita, at vit áttu at farið upp væl heimari, tí haðani er betri at sleppa upp.

Vit fóru upp her - á Halanum á Stovuni. "Fliðan", Øssur og Hans.
Tað, sum vit serliga løgdu til merkis á hesum túrinum, var tað, at tey vallaðu økini - Niðara Stova og Ovara Stova - síggja væl størri út frá sjónum, enn tey veruliga eru, tí tey liggja so brøtt í berginum. Grasið er sítt og ótætt, og hømilian er eisini har.

Hetta var ikki tann rætta uppgongdin.
Eitt sindur um navnið "Stovan"
Bygdarmaður tekur soleiðis til: "Hetta er eitt rættuliga sjáldsamt staðarnavn.Tað er vallað uppi á Stovuni, og her eiga nakrir lundar. Vert er at leggja til merkis, at skilt verður í millum Ovaru Stovu og Niðaru Stovu - vallingarnar báðar. Út frá hesum kann tí møguliga (varisliga) roknast, at tað eru vallingarnar, ið upp á ein ella annan máta eru upprunin til stovunavnið".
---
Í sambandi við "Stovunavnið" má eg nevna Støðubólið (støvubólið) og Støðuánna (støvánna) og Stovugilið (stovugilið). Stovugilið er ikki navnið á nøkrum gili, men á einum nokkso víðum øki frá Marknagarðinum og úteftir. Navnið og úttalan Stovugilið er í hesum førinum ein ljóðbroyting av tí upprunaliga Støðugilinum: Støðugilið úttalað Stovugilið.
---
Eisini skulu vit viðmerkja, at Christian Matras í bók síni um staðanøvn í Norðoyggjum sigur, at orðið stova í nøkrum staðanøvnum verður brúkt sum samburðarnavn um holur ella glopur niðri við sjógvin.Tann møguleikin stendur sjálvsagt eisini opin í hesum førinum, tí holur og glopur eru eisini at síggja á Stovuni.
Orðmerkingin er í øllum førum torgreidd. Undir Stovuni dregur uppi á ymsum ættum, so ein møguleiki er, at orðið onkursvegna sipast hesum.
----
Í Skálavík finst staðarnavnið Stovur - inni á Stovum - har vóru torvheiðar. Hetta er lendið við fittum væl vallaðum hjøllum - ikki púra ólíkt "okkara" Stovum.
----
Sunnanvert Hósvík er eitt stað. ið nevnist Stovan. Hetta eru nakrir slættir klettar stutt úr landi í einum gloprutum lendi. Einir tveir av hesum klettum eru vallaðir. Her plagdu menn at standa á seiðabergi, og leggjast kann aftrat, at hiðani koma hús í Hósvík undan.
---
Í Saksunardali er eisini eitt stað, ið nevnist Stovan. Heimildarmaður lýsir navnið soleiðis: Har er ein lítil á við einum lofti - við eini valling. Loftið er ikki størri enn so, at eitt barn fær sitið í tí. Eitt velt øki er nærri vegnun, og tað kalla vit Stovufløttin, men á Kortalinum stendur Stovufløtan.
---
Nokkso fitt norðan fyri Kunoyarbygd er eisini ein stova - Stovan. Kunoyingur sigur tað vera eina holu út ímóti sjónum og leggur aftrat, at stórt meira er ikki at siga um tað. Harafturímóti nevndi hann eitt pláss longri norðuri, ið teir kalla Hol(ið) í Dal, men mikladalsmenn nevna tað Kunoyarstovan. Niðanfrá har er eitt loft, sum kunoyingurin hevur mált til 27 metrar, og hartil er har ein stórur hylur, ja, so stórur, at eitt 8-mannafar kann flóta í honum við árunum úti.

Tingstaður suðuroyinga "Uppi millum Stovur"
Tað eina best kenda "stovunavnið" man vera á tingstaði suðuroyinga "Uppi millum Stovur" skamt vestan fyri Ørðavík. Tá ið vit báðir, Jens Dalsgaard, vóru á okkara vatnaferðum kring oyggjarnar, vitjaðu vit eisini tingstaðin "Uppi millum Stovur" og tóku m.a. hesa myndina, sum vit lata tala fyri seg við klettum og gloprum.

Niðara Stova - við hømilium og síðum grasi

Niðara Stova - við gloprum og klettum
Seyðasøga av Stovuni:
Einaferð slepti Jóhan í Nýggjustovu (Johan Joensen, f. 1858) eini røktingarær hjá sær upp á Stovuna - Jóhan røktaði á Fløtum. Hetta var ein heimaær, sum ikki hevðist uttan fyri garðin. Hon bleiv kleppað - ein klótuangi varð hongdur upp undir øsið á henni - tá kom hon ikki innum sunnan fyri Ánna. Men seinni, nú síggja teir hana koma oman gjøgnum Byrgið - dragandi við klótuanganum. Tá var hon sloppin innum ovast á Eggini uppi í Byrgið. Tá bleiv hon slept upp á Stovuna, men hon bleiv ikki góð, tí hon treivst ikki væl har. Teir hildu hana leingjast, tí hvørja ferð, bátur róði framvið, rann hon oman á klettin at jarma. Hon bleiv so tikin heim aftur um heystið, og teir høvdu hana hjá sær, meðan teir tóku upp eplir. Men hvørja ferð, teir stoyttu úr spannini og niður í leypin, hvakk hon við og hugdi beint uppeftir. Hetta hildu teir vera tekin um, at hon var so von við at hoyra grót leypa niður á Stovuna.

Ovara Stova - ikki serliga atkomulig hjá seyði
Grynnan liggur út av Stovuni - nakað frá landi. Hon er nokkso breið og tekur seg upp á leið við Brúðrarskerið og gongur mestsum vestur ímóti Sátuni. Manna millum verður Grynnan oftast umrødd sum Vesturi á Grynnuni. Grynnan var (er) nógv avhildin sum dyrgingarleið - serliga tá talan var (er) um stórseið.

Halin á Stovuni

Her er gongt úr Niðaru Stovu og upp í Ovaru Stovu
---
Ein dyrgingartúrur á Vestara Barmi
Tveir bátar fóru á Bugin at dyrgja eitt vakurt summarkvøld seinast í august mánað. Lítið og einki var at fáa á Buginum, og so fóru báðir bátarnir vesturum - vestur á Barmarnar. Fyrst royndu teir á Heimara Barmi, men har bar einki til, so teir fóru vestur fyri Torvu á Vestara Barmi, men har var sama søgan. Tað leið út á kvøldið, og tað skýmdi eitt sindur. Annar báturin dró dorgina inn og fór til hús, men hin helt vestur á Grynnuna at gera eina lítla roynd, og so skjótt, sum ferðin fór av bátinum, og dorgin sakk eitt sindur niður, stóð sum í berginum. Fulla dorg av stórseiði alla tíðina, so tað ráddi bara um at krøkja av. Teir fingu umleið 500 stórseiðir ta skýmingina, men leggjast skal aftrat, at báturin var so seinur at landi í myrkrinum tað kvøldið, at tá ið teir komu í Gjónna, var tann fyrri dyrgingarbáturin klárur at fara at leita. (Søgan er sonn).


