- 05 mars 2026

Vit byrja við hesari tyrlumyndini, sum eg havi sett nøkur fá tøl uppá, soleiðis at lesarin fær eina heildarmynd av teimum plássum, sum vit vitjaðu á hesum túrinum.
Hendan dagin vóru vit báðir, Hans á Skipinum, uppi á Klettum (nr. 1) og uppi á Nevinum (nr. 6). Eisini hesaferð vóru vit við "Fliðuni", sum Øssur Johannesen førdi. Fyrst fóru vit upp á Klettar og so upp á Nevið. - Myndir siga meira enn orð og aftur her: leggið til merkis, hvussu stórbart, vakurt og rúmsátt tað er, tá ið tú kemur upp á land - nærum óveruligt.
Klettar (nr. 1)
Navnið Klettar kemur (sjálvsagt) av teimum stórum klettunum, sum liggja uppi á einum slætta. Her uppiá eigur lundi.

Klettar (Myndin er tikin av Sátuni).

Hans á Skipinum - á Klettum. Vøksturin er allur stórvaksin.

Her standi eg á kletti við rygginum ímóti kletti - á Klettum.

Hvat er stuttligari enn at síggja seg sjálvan? Hendan myndin má tó eisini við, tí her síggja vit samstundis, hvussu stórir klettarnir á Klettum veruliga eru.
Sniðsbarmur (nr. 2) (úttalast Snigsbarmur)

Á Klettum
Sjálvur Sniðsbarmur sæst her millum Klettar (nr. 1) og Nevið (nr. 6). Tað er ikki lætt at finna upprunan til navnið Sniðsbarmur, og hvussu tað skal stavast, er eisini ein spurningur, sum er tengdur at upprunanum til navnið. Vit kenna orðið snið, ið merkir skák. Við góðum vilja síggjast nógvar skákmyndir - við ljósum og dimmum litum - í berginum, og kemur tú heilt inn á barmin, gerast skákmyndirnar ógvusligari. Hetta er ein møguleiki til navnið, men úttalan snigsbarmur við týðiligum g-ljóði talar ikki fyri hesum.
Í Søldarfirði er navnið Sniðshamar, ið summi siga úttalast snisshamar og onnur snigshamar, so kanska er tað ikki heilt av leið at halda, at møguleiki er fyri, at Sniðsbarmur (við úttaluni snigsbarmur) kann vera rætta metingin av upprunanum til navnið.
Theodor Hansen, (1935 - 2025) hevur hesa áhugaverdu frásøgnina um tulkingina av navninum Sniðsbarmur: "Christian Matras, (1900 - 1988) segði, at úttalan snigs helst var komin av orðinum snipst = steyrrætt. Samanber "snipst niðurfyri". Eg kann leggja aftrat, at eg havi eisini spurt Eivind Weyhe (1942 - 2024), staðarnavnagranskara, um Sniðsbarm, men hann hevði ikki nakra avgjørda meining enn hana, at snið (skák) og snipst vóru góðar ábendingar um upprunan til navnið.
Hiplingarókin (nr. 3)

Nevið er ein mjáur tangi, ið minnir um eitt fuglanev, so her er talan um eitt samanburðarnavn. - Tað er útgrunt á Nevinum og á Halanum á Stovuni, men annars er atdjúpt allan vegin vestur við landinum. - Sagt verður, at í gomlum døgum lá ein so høgur steinur á Nevinum, at tað skuldi vera byrsumál upp á hann - hann varð kallaður Steinurin á Nevinum, men nú er hann farin av brimi.
Tað legðist altíð so nógvur kavi á Nevið, og hann varð liggjandi so leingi, tí Róváin reyk út yvir hann, og so frysti hann. Skip, ið royndu undir Føroyum, fóru viðhvørt inn á Nevið og í kavafonnina at taka ís til at køla sildina við - tá hevur sjálvandi verið kyrt. Fonnin varð rópt Fonnin á Nevinum.
Róváin (nr. 7)

Her stoytir Róváin seg út av eggini.
Tær smáu áirnar undir Brúnni í Sandsdali samla seg saman í eina á - Róvánna. Hiðani rennur hon og er munandi størri, tá ið hon fer útav niðri á Róvuni. Høgættarstormurin um veturin kastar hana mangan inn á aftur Dalin, soleiðis at stór øki verða avísað, og ofta fer seyður fyri einki av hesum ávum.
Pætur í Nýggjustovu (1920 - 2005): "Í sambandi við bjørgini - og serliga útróður - kann verða lagt aftrat, at útróðrarbátarnir høvdu hana at miða seg eftir í ivaveðri. Tað kundi vera gott veður, tá farið varð frá landi, og teir væntaðu kanska vind koma, meðan teir vóru úti á havi. Tá kundi onkur taka soleiðis til: "Nú flettir Róváin upp um seg - nú er vindurin komin inni við land." Hetta vildi siga, at vindurin slongdi ánna upp aftur á Dalin. Sigurd í Hoygarðinum (1911 -1993) nevnir tað sama við hesum orðum: "Hygg Róváin" Nú sleppur hon ikki útav, ella nú sleppur hon bara niður í hálvt bergið."
Rivtangin (nr. 8)
Rivtangin verður viðgjørdur næstu ferð
-----
Ambadalur (hann fær bara nøkur fá orð í hesari frásøgnini)
Ambadalur, sum eigur tann størsta partin av teirri ovastu myndini, er ein landskendur dalur - kanska eina mest kenda skaldi okkara, Mikkjali á Ryggi (1879 - 1956), fyri at takka. Fjórða ørindið av kenda sangi hansara - "Kom upp á fjallatind"- ljóðar soleiðis:
Tey hábærsligu fjøll
í sólarljóma brosa,
so veðurbard flestøll
við blomlstrum millum mosa,
– so tætt sum tenn í sag,–
væl fimti fjøll í tal
– alt norð frá Velbastað
mót Skeið og Ambardal!

Poul Eide (1923 - 1970)
Tá ið kvøðuljómarnir vóru í hæddini í útvarpinum, var hesin sangurin mangan at hoyra, og var tað Poul Eide, sum sang. Poul Eide var føddur í Havn í 1923, men fór 6 ára gamal til Funnings í fostur hjá mostur síni, Mariu Eide Petersen. Poul Eide var vikarur við Gjógv í 1951.
Eg má (til stuttleika) taka hetta við. Í kvøðuljómunum hoyrdu vit mangan útvarpsvertin taka soleiðis til: "Nú fara vit at hoyra "Kom upp á fjallatind" við Poul Eide eftir Mikkjal á Ryggi.


