- 25 mars 2026

Rivtangin (nr. 1)
Á hesum túrinum vitjaðu vit báðir, Hans á Skipinum, Rivtangan og hansara "nærmastu". "Sanna" førdi okkum vestur, og á bátinum lógu hesaferð Jógvan Sørin og Jákup Petur. Eg má bara siga tað, at hesin túrurin á Rivtanganum var so tætt hæddarpunktinum á okkara túrum, sum tað nú ber til. Ofta verður tikið til, at orð kunnu ikki lýsa eitthvørt, og ta kensluna havi eg av Rivtanganum. Har er bara so stórbart, vítt og vakurt, sum myndirnar lýsa rættiliga væl, tí víddirnar síggjast als ikki av báti.
Frá barni av hevur tú mangan hoyrt Rivtangan havdan á lofti sum nakað ófrættakent og ræðandi, tá ið greitt var frá vánaligum útróðrartúrum. Tað at koma heim ella vestur um Rivtangan í vánaligum líkindum, tað var tað stóra takið. Tað ráddi um at hava skil á streymi og sjóvarfalli.
Rivtangin er streymharður, og á eystfalsbroddi er ikki altíð so gott at fara vesturum. Tá skalt tú sigla inni í blámanum, og tá ið tú kemur vesturum, skalt tú snara inn við Tanganum - inn á Barmin, Heimara Búgvabarm. Tá linkar á, og tá ert tú eisini innan fyri Boðan, ið liggur mestsum beint vestur úr tanganum. -- Nevnir tú Rivtangan, sum mást tú eisini nevna Boðan, sum er beint vestan fyri sjálvan tangan. Hann verður umrøddur beint eftir frásøgnina um Rivtangan.
Navnið á tanganum verður vanliga bara brúkt í bundnum sniði - Rivtangin. Rivtangin er tann norðasti oddin á Eysturoynni. Norðasti endin á Íslandi eitur Rifstangi. Rivtangi er annars rættiliga vanligt staðarnavn. Norðurendin á Viðoynni nevnist Rivtangi, á norður eystursíðuni á Nólsoynni og norðarlaga á Hestoynni hava vit eisini Rivtangar.
Mitt um okkara Rivtanga "veksur" mestsum ein klettur uppúr, og hann verður róptur Tað Høga á Rivtanganum. Tað innasta á Tanganum - inn ímóti berginum - eitur Fóturin á Rivtanganum. Annars hava vit eisini eina heimild, ið sigur, at Tað Høga á Rivtanganum eitur Kellingin, meðan tað lága - tað ytsta - verður nevnt Bekkur.
Rivið (nr. 2)
Slættin uppi á Ambadali - beint upp av Rivtanganum - eitur Rivið (nr. 2) (Niðri á Rivinum). Beint undir Rivinum er sjálvur Rivtangin, og hetta fær hugin at sveima: er navnið Rivið komið av Rivtanganum ella øvugt? Ella: Kann navnið Rivið vera eitt samburðarnavn? Tað kann tað saktans, heldur onkur, ið hevur sæð myndina her omanfyri.
Men orðið riv kann eisini merkja ein endi, oddur (nakað, sum stingur seg út), og tann týdningurin lýsir væl hetta plássið - norðurendan á Eysturoynni - men hetta bendir á eina tvísøgn (dobbelkonfekt), tí ein tangi er eisini ein endi. Orðið riv kann eisini hava hesa merkingina: (um sjógv) óslætti, drabb, riv í sjónum; tað kom riv í sjógvin. Eitt er vist: mangan er óslætt um Rivtangan. Upprunin til navnið Rivtangin stendur framvegis opin, men her eru so nevndar nakrar ábendingar.
-----
Boðin
Kullan heiman fyri Rivtangan (nr. 5)

Hendan myndin er tikin av Rivtanganum, og her síggja vit Nevið og Róvánna, sum rennur niður í Kulluna heiman fyri Rivtangan. Ein gamal útróðrarmaður tók soleiðis til: "Tá ið vit komu heim um Tangan í mótstreymi, løgdu vit altíð inn í Kulluna fyri at sleppa undan streyminum."
Hylurin heiman fyri Rivtangan (nr. 6)

Tá ið fjøra er, ger hon ein hyl við stórum gróti beint heiman fyri Tangan, og tann hylurin verður nevndur Hylurin Heiman fyri Rivtangan. Hylurin er so grunnur, at best er at halda seg burtur frá honum.
Heimari Búgvabarmur (nr. 7)
Heimari Búgvabarmur er barmurin millum Rivtangan og Búgvan. Heimildarmaður: Sum oftast søgdu vit bara, at vit høvdu dyrgt á Búgvabarmi, tí tann vestara brúktu vit ikki til seið. Heimari Búgvabarmur var eitt so sera gott seiðapláss fyrr - og tað man vera tað sama enn. Sjálvt elduvíkingar komu higar at dyrgja. Tað vanliga var at dyrgja inn og út við Tanganum (Rivtanganum).
Heimara Búgvaurð (nr. 8)

Fyrr í tíðini var tað heilt vanligt at fara upp á Heimaru Búgvaurð, og tá bleiv altíð farið upp á land heimarlaga í urðini. - Sum mong vita, so var nógvur reki undir Krígnum, og tað var tí ikki óvanligt at fara vestur á Heimaru Búgvaurð at leita eftir reka. Einaferð fóru navnarnir báðir, Petur á Teigunum (Petur Johannesen, f. 1907) og Petur á Fløtti (Petur Sivertsen, f. 1918) vestur hagar við einum fýramannafari at leita eftir reka. Teir mundu halda tað vera kyrt, men har tað er grunt, har tolist bátur so illa, og tá ið teir leggja at landi, nú brýtur uttan fyri teir, men teir hildu ikki bátin fáa nakran skaða. Teir sluppu út frá aftur, men nú sóu teir, at báturin var skrædnaður nógvastaðni, og hann lak so illa, at hann var ikki til at oysa tómur. Teir róðu so vestureftir og sluppu upp á ein fláa Inni á Hálsi. Flóðin kom upp, og har var so lítið pláss, at sótu teir leingi har, fløddu teir út. Tað vildi so væl til, at Kristian á Fløtti (Christian Sivertsen, f. 1892), ið hevði verið vestanfyri við báti, sá teir. Hann bjargaði teimum og sleipaði bátin heim aftur í Fjøruna. --- Í Heimaru Búgvaurð eigur bæði lundi og skarvur.
-----
Vit tóku nógvar framúr góðar myndir á túrinum, og her koma nakrar av teimum. Hans á Skipinum og EG eru á teimum nógvu myndunum, og sjálvt um tað er so doylitt at síggja seg sjálvan, so er tað ikki bara tí, at eg havi valt hesar myndirnar. Nei, tvørturímóti! Var eingin persónur á myndunum, so sást lutfallið - hetta velduga víddarlutfallið - als ikki. Leggið til merkis, hvussu smáir persónarnir eru á onkrum myndum. Eg nevndi tað í byrjanini, at hesar ótrúligu víddirnar kunnu bara lýsast í myndum - ikki í orðum.

Her - á vestursíðuni á Rivtanganum - settu teir okkum upp á land. (Finn MEG!)

Hans - so langt vesturi á Rivtanganum, sum tað slepst.

EG - so langt uppi á Rivtanganum, sum tað slepst.

Hans: tær víddir, tær víddir.

Hans á Tí Hægsta á Rivtanganum - eisini kallað Kellingini.

Ásfinn á Tí Hægsta á Rivtanganum - eisini kallað Kellingini.

Hans á tí ytsta á Rivtanganum - eisini kallað Bekki.

Ásfinn á tí ytsta á Rivtanganum - eisini kallað Bekki.

Teir á bátinum vóru Jákup Petur og Jógvan Sørin.

Hans á Rivtanganum við Kulluni heiman fyri Rivtangan, Nevinum og Klettum í baksýni.

Ásfinn á Rivtanganum við Kulluni heiman fyri Rivtangan, Róvánni, Nevinum og Klettum í baksýni.


