- 22 apríl 2026

Hendan myndin er tikin av Bergstokkinum (á Ambadali) í oktobur 2009, beint aftan á tað stóra omanlopið.
Sjálvan summarmáladag í 2026 gjørdi eg mær ein staðarnavnatúr norð á Ambadal og hevði GPSaran við hondina, soleiðis at túrurin kundi dokumenterast. GPSaratúrurin verður tó ikki sýndur í hesari frásøgnini, tí her seta vit orð á tvey omanlop.
Út fyri Ambadali er Føroya hægsti drangur, Búgvin, sum er 188 metrar høgur.
Búgvin stendur, har Búgvin stóð, men umstøðurnar rundan um hann eru broyttar munandi, tí fyrr kundi rógvast (siglast) millum Búgvan og fastlandið.
Á heysti 2009 leyp eitt sera ógvusligt lop av fastlandinum og út ímóti Búgvanum, og tað kom at hava stórar fylgjur við sær. Búgvin gjørdist landfastur, og tjúkt av gróti kom at liggja frá sjóvarmálanum og nógvar metrar upp eftir Búgvanum. Tann nýggja urðin var ómetaliga stór og beindi fyri fleiri meir og minni kendum staðarnøvnum.
Hetta sama summarið - í 2009 - var eg saman við øðrum og vitjaði hesi nú horvnu staðarnøvnini. Tann túrurin gjørdist heilt serligur og ikki minst søguligur, tí nú eru nøvnini burtur. Túrurin verður at síggja um nakrar dagar á heimasíðu mínari – bygdin.fo – undir yvirskriftini Av Føroyaklettinum - 8. partur. Har vera frágreiðingar og søguligar myndir.
Eftir omanlopið á heysti 2009 var eg á Ambadali og tók myndir, og nú – í 2026 – vildi eg síggja, hvat natúran hevur gjørt við urðina hesi 17 árini. Vit hava myndir av økinum áðrenn omanlopið í 2009 og eisini beint aftan á omanlopið í 2009.

Hendan myndin, sum gjørdist søgulig, er tikin av Ryggi í august 2009 - áðrenn tað stóra omanlopið, sum sæst á tí fyrstu myndini. Nr. 1 Búgvin – nr. 2 Inni á Hálsi (nú burtur) – nr. 3 Sundið (sum siglast kundi millum Vestara Búgvabarm og Heimara Búgvabarm – nú burtur) – nr. 4 Flesin á Vestara Búgvabarmi (nú burtur) – nr. 5 Holið á Vestara Búgvabarmi (nú burtur) – nr. 6 fastlandið.

Hendan myndin er tikin av Ambadali í 2011 – omanlopið er lítið og einki broytt hesi tvey árini frá 2009.

Hendan myndin er tikin í apríl 2026 – omanlopið er nógv minkað, men nú síggja vit aftur ein part av økinum Inni á Hálsi, men Búgvin er enn landfastur.
----
Ein stórur partur av Ovasta Fløttti farin í havið
Nú ið eg hendan dagin í 2026 eri komin norð á Ambadal – og norð til Eggina – leggi eg beinan vegin eitt omanlop til merkis, ið eg einki havi hoyrt um: Ein stórur partur av Ovasta Fløtti er lopin burtur. Nær hetta er lopið, er eitt sindur óvist, men helst er tað lopið í ár - 2026 - tí eg havi spurt røktingarmenn, sum javnan eru á Ambadali, og teir siga seg ikki hava lagt hetta til merkis. Hetta var nýtt fyri teimum. Ikki røktingarmonnum ólíkt, so hyggja teir eftir seyði og bara (næstan) eftir seyði.
Fyri teimum, ið ikki eru staðkend um hesar leiðir, kemur ein stutt frágreiðing hiðani:
Tað liggur í navninum Ovasti Fløttur, at aðrir fløttir eru niðari, og so er. Teir eru Miðfløttur og Niðasti Fløttur. Ovasti Fløttur er (var) nógv tann størsti, og allir tríggir bóru nógvan lunda, sum hevði nógv at siga fyri livikorini hjá forfedrum okkara.
Funningur og Gjógv lógu saman í gomlum døgum, og tá ið skilnaður gjørdist og býtast skuldi bygdanna millum, fingu funningsmenn fuglabjørgini, og gjáarmenn Búgvan og eina lundatorvu.
Ovasti Fløttur, Miðfløttur og Niðasti Fløttur – undir einum nevndir Fløttir – eru ogn funningsmanna, men leggjast skal aftrat, at eingin ósemja stóðst av hesum bygdanna millum, tí javnan søktu funningsmenn og gjáarmenn bæði bjørgini og Búgvan saman.
Í 1962 vóru funnings- og gjáarmenn saman í Ovasta Fløtti og fingu 800 lundar har ta ferðina. Í 1963 fingu teir 250 lundar í Miðfløtti og sóu ta ferðina rottu í Ovasta Fløtti. Hetta er tann seinasti ferðin, ið menn hava drigið lunda í Fløttum.
Tann 9. august í 1994 vóru funningsmenn eina kanningarferð í Ovasta Fløtti. Teir høvdu fingið loyvi frá Náttúrusavninum, men ta ferðina sóu teir ikki ein tann einasta lunda í Ovasta Fløtti, men havhestaungi sat uttan fyri hvørja einastu lundaholu. – syndarligt.
Eg trúgvi aldrin, at nakar hevur verið aftur í Fløttum fyrr enn á sumri 2009, tá ið tann kendi røktingarmaðurin í Funningi, Petur Skeel Skarðsá, fann uppá at sleppa tveimum heystlombum í Ovasta Fløtt. Tað sigst, at nakað líknandi varð roynt í 1930.
Hesa ferðina hevði Petur fingið teir ikki minnu kendu klintrararnar, feðgarnar Herman og Absalon Eysturoy, at skipa fyri tí heila – og so tað besta: teir lovaðu mær við.
Heystlombini blivu slept í Ovasta Fløtt í juni mánað, og har var ikki ein lundi at síggja – tann beri havhestur. Vit fóru aftur eftir veðrunum í oktobur mánað, men tá var annar tíverri farin fyri bakka. Hin fingu vit, og hann vigaði 61 pund. Hetta gjørdist eitt vakurt og gott krov – glarfitin rann úr tí.
Síðani 2009 hevur so eingin verið í Ovasta Fløtti, men nú er lítið og einki at fara har til, nú ein stórur partur av fløttinum er farin í havið. Nú lata vit myndirnar av Ovasta Fløtti tala fyri seg. Vit síggja Ovasta Fløtt í velmaktini - og so skilið í dag!!:

Ovasti Fløttur 2009 - legg til merkis, hvussu stórvaksið alt er.

Ovasti Fløttur 2009 - legg til merkis, hvussu stórvaksið alt er.

Absalon Eysturoy og havhesturin.

Apríl 2026. Her síggja vit toppin á Búgvanum og skriðulopið í Ovasta Fløtti markerað við hvítum liti.

Apríl 2026. Vit síggja lopið. Fult av havhesti í skriðuni í Ovasta Fløtti. Myndin er tikin av Bergstokkinum og niður yvir Ovasta Fløtt.

Apríl 2026. Vit síggja lopið í Ovasta Fløtti. Myndin er tikin av Bergstokkinum og niður yvir Ovasta Fløtt


