- 30 mai 2026

(Lat meg beinanvegin siga, sum er: eg havi meir enn eina ferð fyrr umrøtt tað stóra omanlopið í berginum innan fyri Búgvan, men nú eg eri í holt við - í raðfylgjuni "Av Føroyaklettinum á Vambarklett" - at allýsa tey staðarnøvnini, ið Hans á Skipinum og eg "vitjaðu" í august 2009, verður okkurt av hesum partinum ein endurtøka av tí, ið eg áður havi skrivað).
Eg dugi framvegis ikki so væl at seta orð á júst hendan serliga túrin í august 2009, tí eftirtíðin hevur av sonnum gjørt hann so søguligan, sum til ber. Eg føli meg fegnan, hepnan og takksaman – hvørt um annað - tá ið eg hugsi um hendan túrin.
Vit báðir, Hans á Skipinum (Hans Andreas Djurhuus), høvdu verið uppi á landi fleiri staðni her vesturi á Búgvaleiðini, meðan Jógvan Sørin Hansen hevði ligið eftir á bátinum. Hendan dagin vóru Jónas, sonur Hans, og Jónfinnur, sonur Jógvan Sørin, eisini á bátinum.
Búgvin (188 m) – hægsti drangur føroyinga – stendur leysur úr landi. Millum Búgvan og fastlandið er (var) eitt sera smalt sund (Sundið), sum siglast kann (kundi) við árabáti í góðum líkindum. Tað skuldi standa sína roynd í dag. Sundið bindur (bant) Vestara Búgvabarm og Heimara Búgvabarm saman.
Vestan fyri Búgvan er Vestari Búgvabarmur og heiman fyri Búgvan er Heimari Búgvabarmur. Á Vestara Búgvabarmi er (var) Holið á Vestara Búgvabarmi. Heimildamaður hevði sagt okkum frá, at Holið á Vestara Búgvabarmi gekk tvørtur í gjøgnum bergið og kom út aftur á Heimara Búgvabarmi. Hetta vildu vit eisini kanna nærri.
Vit sigldu so av Vestara Búgvabarmi, gjøgnum Sundið og fóru upp á land á Urðini Inni á Hálsi, sum er (var) á Heimara Búgvabarmi. Tað var sera spennandi at klóra seg fram í gjøgnum urðina og ímóti einum myrkum holi, sum skuldi avdúka, um opið var tvørtur í gjøgnum bergið vestur á Vestara Búgvabarm. Nærri, vit komu tí myrka holinum, sást, at tað lýsnaði í hvørjum, til vit so sóu tvørtur ígjøgnum bergið og vestur á Vestara Búgvabarm.
Ein veldig sjón, vítt til veggja og høgt til lofta. Hválvið so slætt og avrundað sum í einum katedrali. Tankin var at vitja hetta serstaka plássið aftur, men nú forbjóðar tað seg sjálvt, tí plássið er burtur – farið í søguna med alla.
---
Omanlopið
Eitt heystarkvøld í oktobur 2009 møtti eg Óla Andreas Kristiansen (1961 - 2022) uppi á Gjógv, og tá fortelur hann mær hetta: «Eg var norð á Dal (Ambadali) í dag, og eg sá eitt øgiliga stórt omanlop í berginum innan fyri Búgvan. Urðin var eisini øgiliga stór.» - Eg gjørdist kløkkur, tí eg kom at hugsa um, at har høvdu vit gingið og malið í august 2009.

Óli Andreas á veg á Ambadal sum so mangan.
Soleiðis var hatta. Við omanlopinum hvarv mangt og hvat á Búgvaleiðini, og Búgvin gjørdist landfastur. Eg eri ómetaliga fegin um at eiga dýrabarar myndir av umstøðunum, sum vóru undan omanlopinum – og aftaná.
Nakrar av teimum myndunum síggjast niðari á síðunum.

August 2009. Hesa myndina tók Hans á Skipinum á Ryggi á Vestara Búgvabarmi. Her síggja vit so avbera væl, hvussu umstøðurnar vóru her vesturi, áðrenn omanlopið á heysti 2009. Eg havi sett nøkur tøl á myndina, soleiðis at tey ikki staðkendu kunnu fáa eina hóming av, hvussu ógvusligt hetta omanlopið var. Nakrar stuttar frágreiðingar koma eisini um nøvnini, sum eru og eisini um nøvnini, sum vóru og fóru í 2009.
Heimildarmaður (millum aðrar): Pætur Joensen (1920 - 2005).
Nr. 1 er Búgvin. Hann stendur enn, og tann stóra urðin frá omanlopinum kom upp á 3-talið myndini. Eingin frágreiðing er um Búgvan á hesum sinni.
Nr. 2 er Anfinniskortur
Eg havi hug at steðga eitt sindur við orðið skortur. Orðið er væl kent í staðarnøvnum sum eitt samburðarnavn: Ein spjalli ella ein klettur, sum stingur út úr berginum - átøkur einum skorti á dýri, t.d. seyði. Ta minni kendu merkingina av orðinum skortur er Anfinniskortur eitt gott dømi um, tí hesin skorturin er ein hola - ella eitt lítið loft - inn í bergið. Vit kunnu samanbera Anfinniskort við ein annan líknandi væl kendan skort í Gjónni við Gjógv, sum bara verður nevndur Skort(ur).
Vert er eisini at leggja til merkis tað málsliga fyribrigdið - Anfinniskortur - og ikki Anfinsskortur. Her verður hvørjumfalssniðið brúkt - og sostatt eitt dømi um (sum ikki einaferð), at ikki loysir tað seg altíð at heingja seg í kaldar málreglur, tá ið um staðarnøvn ræður.
Skorturin, sum er eitt hol inn í bergið, hevur navn eftir Anfinni bónda, í Elduvík. Hetta má so vera eitt av teimum elstu nøvnunum í Búgvanum, tí Anfinnur bóndi (Andfind Jacobsen) er nevndur í jarðabókunum 1628/29 og í 1641/42, og løgrættumaður var hann eisini. Mett verður, at hann er føddur umleið 1575.
Anfinnur átti átta synir, ið standa nevndir í tingbókunum. Í bókini "Færøske folkesagn og æventyr" hjá Dr. Jakobsen verður millum annað sagt, at Anfinnur bóndi setti upp í Norðoyggjum eftir ein sera ringan útróðrartúr. Men her norðuri hevur ein onnur frásøgn livað um tann ringa útróðrardagin hjá Anfinni.
Har verður m.a. sagt soleiðis frá: Anfinnur hevði verið útrógvin, men ódnarveður brast á av landnyrðingi, so teir hættaðu sær ikki heim um Rivtangan. Teir bjargaðu sær á land undir Búgvanum, sleptu bátinum og sluppu upp í henda skortin, sum eftir hesa hending varð nevndur Anfinniskortur. Pætur bóndi í Funningi, ið hevði verið burturi í haga á Ambadali, sá Anfinn bónda sita í skortinum. Hann reið til Funnings eftir einum krovi, sum hann tveitti útav til hansara. Tá ið veðrið batnaði, fór Pætur bóndi í Funningi við bát vestur hagar, og hann bjargaði teimum. Skorturin, sum teir sótu í, varð síðani nevndur Anfinniskortur.
Eg má leggja aftrat, at vit báðir, Hans, vóru í Anfinniskorti, so vit kunnu upp á ein máta siga, at vit hava verið í Búgvanum ---
Nr. 3 er Hellufuglasetrið
Navnið lýsir seg sjálvt, og heimildarmaður sigur hetta hava verið eitt væl kent setur, sum lomvigi plagdi at sita í.
Nr. 4 er Inni á Hálsi
Hetta plássið er rættiliga rúmsátt, men eg veit einki serligt at siga um tað. Navnið bleiv ofta brúkt í vanligum tosi um Búgvan.
Nr. 5 er Sundið
Tað kundi rógvast við árabáti, men tað bleiv heilt lítið brúkt, tí tú visti ikki, hvussu botnurin var eftir ein vetur, tí har er so grunt - og streymhart viðhvørt.
Nr. 6 er Urðin Inni á Hálsi
Navnið Urðin Inni á Hálsi ber hon av tí, at hon liggur mestsum beint inn av tí plássinum í Búgvanum, ið nevnt verður Inni á Hálsi. Ein bringur er millum Urðina Inni á Hálsi og Heimaru Búgvaurð. Alt broytist so nógv við árunum. Teir gomlu søgdu, at fyrr var gongt millum Urðina Inni á Hálsi og Heimaru Búgvaurð, men tað er ikki at bjóða til í dag. Hetta var eisini eitt gott rekapláss undir Krígnum. Urðin hvarv í omanlopinum á heysti 2009.
Nr. 7 er Heimari Búgvabarmur
Búgvabarmur var eitt sera gott seiðapláss fyrr - og tað man vera tað sama enn. Líka elduvíkingar komu higar at dyrgja. Vanligt var at dyrgja inn og út við Tanganum (Rivtanganum). Legg til merkis, at tá ið tað í vanligari talu verður sagt Búgvabarmur, so meinast tað við Heimara Búgvabarm.
Nr. 8 er Flesin Inni á Hálsi
Um hana er einki at siga enn tað, at tað sat næstan altíð fuglur á henni.
Nr. 9 er Holið á Vestara Búgvabarmi
Tað hevur altíð ljóðað, at hol var í millum Heimara Búgvabarm og Vestara Búgvabarm, men nú ið eg eri elsti maður í bygdini, dugi eg ikki at siga tær, um tað er so, men ofta passaði tað, sum teir gomlu fortaldu. (Hans á Skipinum og eg kunnu nú staðfesta, at teir gomlu høvdu rætt. Myndirnar tala fyri seg).
Nr. 10 er sjálvt fastlandið - inn av Búgvanum.
Urðin Inni á Hálsi

August 2009. Fremst: Urðin Inni á Hálsi - myrk, slí- og taravaksin. Eisini síggja vit Heimara Búgvabarm og Rivtangan.
Inni á Hálsi

August 2009. Her síggja vit tað smala Sundið millum Búgvan og fastlandið, og tað myrka, langa - vinstrumegin Sundið - nevndist Inni á Hálsi, sum er (var) ein partur av Búgvanum.
Flesin á Vestara Búgvabarmi og Holið á Vestara Búgvabarmi.

August 2009. Flesin Inni á Hálsi og Holið, sum bæði hvurvu í omanlopinum í oktobur 2009. Legg til merkis, at ein gong (grótbræðing) sæst ganga skrátt niður ímóti Holinum.
Sundið

August 2009. Vit hava siglt í gjøgnum Sundið og hava júst sett Hans á land á Urðini Inni á Hálsi, haðani hann hevur tikið hesa myndina. Smádreingirnir Jónas og Jónfinnur eru í eini "aðrari verð", men Jógvan Sørin heldur eygað við teimum.
Búgvin stóð leysur frá landi til á heysti 2009 - tað var bara hetta smala sundið ímillum. Á heysti 2009 kom tað stóra omanlopið og fylti alt upp.
Holið á Vestara Búgvabarmi

Holið á Vestara Búgvabarmi hvarv í tí stóra omanlopinum á heysti 2009, men tær komandi tríggjar myndirnar, sum eru tiknar 08.08.2009 úr Urðini Inni á Hálsi á Heimara Búgvabarmi og vestur í gjøgnum Holið, prógvað, at teir gomlu, sum søgdu, at Holið gekk tvørtur í gjøgnum bergið í millum Heimara - og Vestara Búgvabarm, høvdu so púra rætt.

August 2009. Vit báðir, Hans, hava flutt okkum upp gjøgnum Urðina Inni á Hálsi, og kenslan, tá ið vit sóu ljós skyggja frá Holinum á Vestara Búgvabarmi, var avbera góð. Sjálvt holið bugaði so mikið nógv, at tað sást einki til nakað ljós, hvørki av Vestara- ella Heimara Búgvabarmi, fyrr enn tú komst inn í sjálvan bugan.

August 2009. Ein dýrabar mynd, sum er tikin út í gjøgnum Holið á Vestara Búgvabarmi. Her síggja vit Flesina á Vestara Búgvabarmi, sum nú er burtur, og hasin grøni vøllurin longst til vinstru nevnist Ryggur.

August 2009. Hendan myndin er eisini tikin út í gjøgnum Holið á Vestara Búgvabarmi. Flesin sæst eisini her.

August 2009. Hans á Skipinum - í Holinum á Vestara Búgvabarmi.

August 2009. Frá vinstru: Jógvan Sørin, Jónfinnur, Jónas og Hans. Her eru vit á veg aftur í bátin lukkuliga óvitandi um, at tveir mánaðir seinni lá alt samalt fjalt undir eini ómetaliga stórari urð frá einum ómetaliga ógvusligum omanlopi í oktobur 2009. - Eg taki hetta við eisini: millum teir mongu fittu og hugnaligu starvsfelagar mínar í Runavík var eisini ein skopuningur, sum altíð dugdi so væl at taka til. Tá ið eg so ein dagin fortaldi honum um hendan túrin og omanlopið, letur í honum: "Hevði eg frætt, at tú vart innilæstur í hasum holinum, so haldi eg næstan, at eg hevði komið at grivið eftir tær!"

Oktobur 2009. Hendan myndin er tikin av Bergstokkinum á Ambadali stutt eftir omanlopið, og her síggja vit skilið. Øll plássini, sum vit vitjaðu í august 2009 eru farin undir heilt - og í søguna.

Apríl 2026. Hendan myndin er eisini tikin av Bergstokkinum á Ambadali og vísir okkum, at urðin er nógv minkað hesi 17 árini. Tað, sum rópt verður Inni á Hálsi, tekur nú skap aftur.
Tann eitt ára gamla urðin skal vitjast og avmyndast (august 2010).

August 2010. "Fliðan" sigldi ein túr vestur á Búgvabarmarnar at kanna eftir, hvussu omanlopið sá út, nú tað hevði barst ein vetur av sær. Manningin var hendan: Øssur Johannesen, Heri Andreasen, Hans Andreas Djurhuus og eg. Vit báðir, Hans, vildu so gjarna sleppa upp í urðina, um líkindi vóru til tess.
Tað kendist bæði løgið, trølsligt og fremmant at koma vestur, tí urðin sá so myrk og ógvuslig út. Líkindini at koma upp í urðina vóru ikki betri enn hampulig, men tað var "now or never", nú vit høvdu ein so góðan bát, sum kundi seta gronina ímóti klettinum og brúka framskrúvu.
Á hesari myndini eru vit á Vestara Búgvabarmi. Búgvin er á vinstru síðu á myndini, og hasin sjónligi kletturin á Búgvanum nevnist Dranki. Legg til merkis, hvussu høgt omanlopið kemur upp á Búgvan. Sundið og Flesin á Vestara Búgvabarmi eru djúpt undir urðini. Gongin (grótbræðingin) er sjónlig í berginum.

August 2010. Vit eru nú uppi í urðini. Tann lítli, guli jakkin á myndini er eg. Hetta gevur okkum eina góða mynd av hesi ovurstóru urðini. "Fliðan" flýtur útfyri, og lendingarviðurskiftini eru vánalig.

August 2010. Á hesari myndini síggja vit eisini ein part av tí stóra omanlopinum, sum var á heysti 2009. Eisini síggja vit Búgvan og "Fliðuna", mannað við Hera og Øssuri. Nei, sum eg - tann guli í urðini - síggi lítil út, men samstundis lýsi væl hesa ovurstóru urðina.

August 2010. "Fliðan", urðin og ókyrran.

August 2010. Heri ansar "Fliðuni", og Hans roynir at sleppa umborð aftur.

Ikki ofta at síggja mynd av Búgvanum tikna so innarlaga á Heimara Búgvabarmi - so hendan má sleppa við.


