Tað er nokk best at byrja við byrjanini: ruddingardagur. Ruddingardagur hevur verið við Gjógv í so mong ár, sum onkur veit betur at tíðarfesta enn eg, men so mikið nógv er broytt í hesi ár, at heitið - ruddingardagur - er blivið misvísandi, tí bygdin er altíð bæði rein og ruddilig. Tá ið fólk hava fingið morgunmat kl. 10 og skulu fara til verka, so hoyrir tú javnan dømir sum hesi: "Hvar skal eg fara, tí her er einki órudd at síggja?" - "Eg havi verið runt bygdina, men eg síggi einki órudd."

At bygdin altíð er so rein, kemur sjálvsagt tíverri mest av tí, at fólkatalið er farið í botn, og at nútíðarfólk hava væl størri ans fyri natúrini - og fyri at halda hana reina.  Men, men, treyðugt so - tað er altíð okkurt at taka hond í her og har eftir ein beiskan vetur. Tað sjónligasta á hesum degnum var nokk tað, at breytin, veggurin niðan á Gjógv bleiv málaður, og Niðara brúgv fekk eisini ein hvítan umgang. Hesar treingja til ein hvítan umgang aftrat, og lesur Eyðstein, borgarstjóri, hesar reglur, so ordnar hann nokk hetta.

Minnisvarðaøkið fekk - sum altíð - eina fevnandi hond, drátturin Niðri í Fjøru bleiv slýreinsaður, rennur hampaðar, og fjøran gjøgnumgingin, men hon var merkiliga rein. Nú havi eg nevnt tað, ið eg havi sæð, og kann bara leggja aftrat, at fólk vóru hugagóð og nærløgd, men sjálvur kann eg tiga, tí eg merki bara andsperri í fremsta liði á fremsta fingri.

Morgunmatur og døgurði koma ikki av sær sjálvum á borðið, men hvør, ið gjørdi teir og kom við teimum, tað veit eg tíverri ikki, men úrslitið var gott. Nógv fólk møtti upp, og tey flestu høvdu eitthvørt tilknýti til bygdina. Samanumtikið ein fínur dagur í fínasta veðri. Eitt frálíkt tiltak upp á so mangar mátar, og tann sosiali parturin má avgjørt ikki undirmetast, tí hann er sjálvur prikkurin. 

Nú tala myndirnar, hóast onkur fer at sakna at síggja seg sjálvan.

 

 

 

Kategori: Frásagnir