Nú hava vit flutt okkum vestur um Búgvan, og eg havi sett tøl á tey pláss, ið verða umtalað í hesum partinum. Á hesum túrinum høvdu vit verið uppi á teirri nýggju, ovurstóru urðini Inni á Hálsi, og við hesum væl egnaða bátinum - "Fliðuni" - vildu vit sleppa upp á Lús(a)urðina og inn í Holið á Lús(a)urðini, sum funningsmenn nevna Holið Inni við Látur.

Túrurin á Lús(a)urðini var gjørdur í august 2010, og í august 2009 vóru vit á Vestaru Búgvaurð, Ryggi og á Flesini á Vestara Búgvabarmi, so tey plássini fáa eisini eina umrøðu her - við myndum.

Nr. 1 Vestari Búgvabarmur

Vanligt var at dyrgja her frá hálvum Búgvanum og inneftir - inn við Hyli. Haðani varð so dyrgt vestur við landinum - vestur móti Flesini.

Nr. 2 Vestara Búgvaurð

Vestara Búgvaurð og Lús(a)urðin eru í roynd og veru tann sama urðin - við Ryggi ímillum. Nøvnini vera brúkt hvørt um annað, tá tú tosar við heimildarfólk. Urðin sæst til høgru á myndini - inn ímóti fastlandinum. Hendan myndin er tikin á Flesini á Vestara Búgvabarmi. Her síggja vit Hans, sum hevur línu festa í bát sín, "Sannu", sum flýtur í Sundinum millum Flesina og Rygg. Tann fremri smádrongurin á myndini er Jónas, sonur Hans og Sannu, og tann aftari er Jónfinnur, sonur Jógvan Sørin og Ann.

Nr. 3 Ryggur 

Hans og Jógvan Sørin taka havhestaungar á Ryggi.

Her var ein.

Her vóru tveir.

Ryggur er fyri ein fittan part ein vallaður ryggur, sum gongur nakað upp í bergið - lækkar oman eystureftir og býtir Vestaru Búgvaurð (Lús(a)urðina) sundur í tveir partar. Ryggur er grønur og rúmligur - arvavaksin - við vánaligum grasi, og har plagdu teir viðhvørt at sita og fleyga lunda. Vestanfyri er Ryggur so snipsur, at tað slepst ikki út av honum og vestur á tann partin av urðini, ið liggur beint vestan fyri Rygg.

Fyri at koma á tann partin av urðini mást tú fara oman móti sjónum eystan fyri Rygg og síðani vestur við sjónum. Hendan myndin er tikin av sjálvum Ryggi, og hiðani síggja vit væl Inn á Háls, Sundið, Flesina á Vestara Búgvabarmi og Holið á Vestara Búgvabarmi. Alt hetta hvarv av omanlopi á heysti 2009. 

Nr. 4 Sundið (millum Flesina og Rygg)

Millum Flesina og Rygg er eitt sund, ið verður nevnt Sundið. Sundið er smalt men so mikið djúpt, at har skuldi verið vandaleyst at siglt við teimum bátum, sum vera brúktir her í bygdini (Gjógv). Á myndini eru "Sanna" og Jógvan Sørin í Sundinum.

Nr. 5 Flesin á Vestara Búgvabarmi

Hendan myndin er tikin í august 2009. Her vesturi á Búgvabørmunum síggjast tvær flesjar: Flesin á Vestara Búgvabarmi og Flesin Inni á Hálsi, sum hvarv í omanlopinum á heysti 2009. Her sita feðgarnir Hans og Jónas - og Jógvan Sørin og Jónfinnur - og gotta sær á Flesini.

Ann og Sanna eru komnar í søguna. Eg rokni avgjørt við, at hesar báðar eru tær allar fyrstu damurnar, ið higartil hava verið á Flesini á Vestara Búgvabarmi. (tá rokni eg ikki havfrýr uppí).

Nr. 6 Lús(a)urðin  - Vestara Búgvaurð - (Urðin Inni við Látur)

Lús(a)urðin ella Vestara Búgvaurð eru, sum áður nevnt, í roynd og veru tann  sama urðin. Tosar tú við heimildarmenn, leggur tú til merkis, at nøvnini verða brúkt hvørt um annað. Urðin er beint undir Sniðunum og er mestsum í tveimum, tað er líkasum ein tangi - Ryggur - ímillum. Fremst á myndini síggja vit eitt lítið sindur av tí vestasta partinum av Ryggi.
 
Fert tú upp á land á tí nesinum, ið er innan fyri Flesina, so kanst tú ganga vestur í urðina, har sum Holið er - summir nevna henda partin av urðini Lús(a)urðina. Hetta er ein rættuliga grov urð, og tað átti eitt sindur av lunda her. Av Ryggi kanst tú eisini fara eystureftir í tann partin av urðini, ið summir nevna Vestaru Búgvaurð.
 
Funningsmenn nevna Lús(a)urðina fyri Urðina Inni við Látur, og tað er eitt sigandi navn. (meira er skrivað um tað niðari undir yvirskriftini Holið á Lús(a)urðini.
 
Lús(a)urðin er eitt heldur sjáldsamt navn, og ein heimildarmaður (Hans Edvard Joensen (1929 - 2011)) tekur soleiðis til:
 
"Eg minnist, at onkur av teimum gomlu helt, at navnið Lús(a)urðin skuldi koma av tí, at har inn plagdu stórdýr - t.d. brugdur - at koma at skrubba lýsnar av sær. Nakað man vera um tað. -  Bíða nú! Nú skal eg fortelja tær um ein útróðrardag, sum vit plaga at kalla Brugdudagin. Vit vóru fýra mans, ið fóru við línu vestur á Sandar, og snellu høvdu vit eisini. Tað var í juni mánað - fínasta veður - og vit tóku tríggjar snarur við okkum. Eina settu vit á Heimara Búgvabarmi, eina Inni við Hyl og eina út fyri Lús(a)urðini.
 
Síðani fóru vit vestur á Sandar við línu, men fingu lítið. Vit fóru so heim aftur, og nú skuldi snaran geva tað, sum línan og snellan ikki góvu. Tá ið vit so koma heim móti Lús(a)urðini, liggja einar 8 - 10 brugdur og skrubba sær í urðarnáminum. Hetta sá eitt sindur ódámligt út, tí snaran var so nær uttan fyri Flesina, men vit fingu kortini tikið hana, men eingin var á henni. So tóku vit snaruna innan fyri Hyl - heldur eingin.
 
Síðani fóru vit heim á Heimara Búgvabarm. Á tí snaruni sat ein skúgvur, hann hevði piðað ein lomviga. Tá ið snaran var komin inn, sló ein eldri maður seg á lærið og helt fyri: "Hetta var so dagurin, sum alt skuldi havast!"
 
Í stuttum var hetta Brugdudagurin, og eg haldi tað vera trúligt, at navnið Lús(a)urðin kann vera íkomið av tí, at stórdýr koma inn hagar at reinsa seg. Hetta var jú sjón fyri søgn", endar Gubbi frásøgnina um henda útróðrardagin, og løtu seinni heldur hann fram:
 
"Nú vit tosa um útróður, fari eg at leggja tað aftrat, at Akku í Funningsfirði (Joen Jacob Johannesen, f. 1891), ið var góður útróðrarmaður, segði tað, at kalvin kom inn undir land, tá ið lomvigaungin fór úr berginum. Eisini segði Akku, at besta hýsuveður var, tá ið oljuklæðini stinkaðu av sól. Hann meinti sjálvandi við tey gomlu oljuklæðini".
 
 Hendan góða myndin er tikin av Lús(a)urðini. Vit síggja "Fliðuna" - við Hera og Øssuri - Búgvan og omanlopið 2009, Flesina og Sundið á Vestara Búgvabarmi.
 
Nr. 7 Holið á Lús(a)urðini
 
 
Á Lús(a)urðini, ið er innan fyri Flesina á Vestara Búgvabarmi og vestureftir, er, sum aðrastaðni nevnt, Holið - í krókinum vestur ímóti Fløttum.
 
Teir gomlu søgdu, at fyrr skuldi kópalátur vera her, og tí brúka funningsmenn navnið " Inni við Látur" um hetta holið. Funningsmenn nevna eisini Lús(a)urðina fyri Urðina Inni við Látur. Holið er hválvað sum ein kirkja, og nógv rita eigur uppi í loftinum. Uttanfyri liggur grótið nokkso høgt, soleiðis at ein hylur er innanfyri. Sandbotnur er í hylinum, og sagt verður frá teimum gomlu, at onkur hevði sæð skrubbu svomið inni í hylinum. Teir gomlu søgdu eisini, at Holið á Hvalsryggja(r) barmi peikar heim ímóti Holinum á Lús(a)urðini, soleiðis at tað er møguligt, at hol er tvørtur í gjøgnum alt bergið. 
 
----
Øssur Johannesen og Heri Andreassen, sum vóru við "Fliðuni" hendan dagin í august 2010, settu okkum báðar, Hans á Skipinum, av í Lús(a)urðini, og so stríddu vit okkum niðan í millum hetta tara- og slívaksna grótið niðan í Holið á Lús(a)urðini. Hetta gjørdist ein avbera stór uppliving, tí holið var nógvar ferðir longri og rúmligari, enn vit høvdu hugsað okkum. Úti við munnan vóru skarvareiður - og mín sann sóu vit eisini onkran væl vaksnan skarvsunga í einum reiðri - tað høvdu vit ongantíð sæð fyrr. Vit fóru so langt inn, sum vit tordu, tí innari var so kolmyrkt og óunniligt. 
 
Ikki fyrr enn vit vóru komnir aftur í "Fliðuna", komu vit at hugsa um navnið "Inni við Látur". Var tað ov lítið umhugsað av okkum at fara inn í holið? Set nú fyri, at ein brimil tók ímóti okkum. Álvaratos - tankin gjørdi mær mun. "Eg haldi so bestemt, at eg hoyrdi eitt fís innan úr myrkrinum," sigur Hans so. - Har fara vit ikki aftur - samdir.
 
Hans - so innarlaga, sum hann tordi.
 
Har var mangt og hvat at síggja - og hesa tóku vit.
 
Nr. 8 Fløttir
 
(ikki umrøddir í hesum partinum)
 
 
 
Kategori: Frásagnir