- 18 august 2026

----

Petra var fødd við Gjógv í 1871, og foreldur hennara vóru Kathrina Maria, f. Debes í 1853, hjá Lítla Djóna, og Jóan Magnus Joensen, f. 1849, av Skála. Ta fyrstu tíðina búðu tey hjá Lítla Djóna ella í Djónastovu, sum húsini seinni blivu kallað. Í fólkateljingini frá 1880 síggja vit, at tey tá búðu í sínum egnu húsum "í Trøðni", uppi á Gjógv.

Húsini hjá Lítla Djóna. Her búði Petra ta fyrstu tíðina.

Barnaheimið hjá Petru - Uppi í Trøðni.
Petra giftist til Kollafjarðar við Jóan Paula Joensen, sum var ættaður úr Kollafirði. Jóan Pauli var sjómaður. Hann bygdi sær hús í Líðini, í Kollafirði, og legði alla trøðna inn sjálvur. - Petra, f. 1872, var elst av systkjunum. Hini vóru: Fredrikka, f. 1875, Sørin, f. 1878, búsitandi við Gjógv, Petur Christian, f. 1880, búsitandi við Gjógv, Anna Sofía, f. 1884, búsitandi í Syðrugøtu, Sjúrður, f. 1885, búsitandi í Fleetwood í Skotlandi og Hans Marius (Skraddarin), f. 1888, ógiftur, búði fyri tað mesta í Havn, men flutti til Danmarkar í 1953.
Í 1880 búðu Kathrina Maria og Jóan Magnus "Uppi í Trøðni" við Gjógv við 3 børnum: Petra, Frederikka og Sørin, og í 1890 búðu tey í Trøðni við 6 børnum: Petra, Fredrikka, Petur Christian, Anna Sofía, Sjúrður og Hans Marius, (Skraddarin), ið tá var eitt ára gamal. Sørin, ið var triðelstur, búði framvegis hjá Lítla Djóna. Kathrina, mamma Petru, var jarðarmóðir, og av tí fingu tey styrk frá tí almenna, tá ið tey bygdu. Petur Christian Joensen, f. 1880, tók húsini niður í 1929 - sama ár sum kirkjan við Gjógv varð bygd - og flutti tey inn til Funningsfjarðar. Nú stendur eitt neyst á grundini í Trøðni. Teir, ið smíðaðu Gjáar kirkju, settu húsini uppaftur inni í Funningsfirði, og har standa tey enn, men útsjóndin er nógv broytt.
Eg havi lagt til merkis, at Petrina tosar ikki reint gjáarmál á bandupptøkuni, hon hellir meir Kollfjarðarvegin, og tað er væl skiljandi, tí har búði hon meginpartin av lívinum. Í avskriftini havi eg roynt í fleiri førum at víkja frá galdandi rættskrivingarreglum og sostatt geva hennara rødd víðari ræsur, tí tað hevur fyri mær verið bæði gevandi og læruríkt. Við hvørt nikkar tú, og viðhvørt undrast tú á hennara málburð.

Húsini "í Trøðni" - við reyðari síðu - standa nú í Funningsfirði.

Fimm børn hjá Petru. Frá vinstru: JógvanKlái, Anna Kathrina, Díðrikur, Malli og Jóan Magnus.

F.v. Anna Sofía, Jóhanna, Jalgrim, Kristina Sofía og Oluffa.
Stuttligt kortini. Eftir at eg havi lagt upptøkuna út viðmerkja Heðin Klein og Malan Jógvansdóttir, at Anna Sofía, systir Petru, giftist til Syðrugøtu við Jákup Andriasi Poulsen, skipara. Og so leggur Malan hesa frálíku myndina út saman við vðmerkingunum. Hon heldur, at Skraddarin, beiggi Petru, hevur tikið myndina, tí hann var so góður fotografur. Malan leggur aftrat, at handan Jóhanna - vanliga nevnd Skála-Jóhanna - var fastir Onnu Sofíu. Hini trý eru børn hjá Onnu Sofíu. Og so leggur Malan eisini aftrat: "Sum sæst á myndini, so hevur Anna Sofía sterkar brillur, og mostir mín segði, at hon bleiv starblind." (Malan fekk hesa myndina frá JógvanKláa)
---
"Eg haldi, at tað besta, sum eg kann fortelja tygum, er tað fyrsta árið, sum eg skuldi fara til Íslands. Eg var knapt 16 ár, tá ið pápi fór yvir á Vopnafjørðin. Tá ið hann kom aftur um heystið, so sigur hann við meg, at nú skalt tú sleppa til Íslands við pápa næsta ár, hava vit heilsuna. Konufólk hava verið har á Vopnafjørðinum í ár, og tær fáa 35 kr. um mánaðin, og her skalt tú ikki ganga og arbeiða meira enn til okkara sjálvs – tí eg var ofta biðin at arbeiða.
So var tað tað, at eg fór - í allan mátt í Jesusar hendur – árið eftir. Ommu dámdi tað ikki gott, men mamma helt tað vera rætt, tá ið pápi helt tað vera rætt. Tað var lítið fólk eftir í húsinum til hjálp. Mamma mín var jarðarmóðir, og eg var tað elsta í húsinum, men systir mín var blivin so fræg, at hon kundi hjálpa, og omma mín hjálpti eisini.
So bleiv farið tað fyrsta árið. Vit teknaðu okkum hjá Jákupi Lútzen, í Havn – Gamla Jákup Lútzen. So bleiv farið út til Norðskálar - har bleiv toyið borið. Pápi og ein annar bóru við mær. Tað vóru ikki kuffert, sum tey eru nú – stór skrín við føroyskum klæðum.
So var tað hetta her, at tvær úr Norðskála vóru í ferðini við mær, og vit fóru so við bát frá Norðskála til Havnar. Pápi fór ikki ta reisuna, hann fór seinni. Eg hevði gott at koma til í Havn, átti eina fastur, sum helt gestahús.
Hetta er 10. mai, vit koma til Havnar, og so var at fara til Jákup Lútzen, tí har skuldu vit mynstra uppá, allar. «Oh, vælsignaðar! Tað eru so nógv for nógvar teknaðar til Vopnafjørðin,» segði hann. Men so sigi eg, at so fari eg norðaftini, tí eg fari har, sum pápi fer, og hann kemur seinni. «Áh!» sigur hann, «eg kenni pápa tygara væl, og eg skal royna tað, eg kann.»
So var tað tað – tann tólvta – tað var hvítusunnudagur – nú kemur «Tyra», damparin. So sigur hann: «Eg skal senda tygum í land við einum seðli. Eg skal ikki skriva upp á kuffertini, ella tað, tygum hava, fyrr enn tygum eru komin aftur í land."
Ongan hevði eg at halda meg til, kendi ongan. Eg átti tveir pápabeiggjar av Skála, og teir kundu hjálpa mær. So sigur pápabeiggi við meg, tá ið eg komi umborð, at tann hægsti á Vopnafjørðinum hevur verið í Danmark, og tann hægsti, sum hevur verið niðri, hann er uppkomin um summarið at vera, og teir standa báðir har. Hann vísir mær teir.
So lesur hann hetta, sum Jákup Lútzen hevði fingið mær, og sigur: «De må endelig komme på Vopnefjorden. Jeg kender Deres far godt.» Eg var vælkomin.
So var at skriva mær adressu og at fara aftur í land. Eg var vælkomin. Eg var vælkomin. So bleiv farið, og upp á allar mátar gekk reisan gott, og vit komu á Vopnafjørðin.
Eg bleiv so send inn um Vopnafjørðin, tí tað vóru so nógvar, sum skuldu vera í keypsstaðnum, og vit vóru fýra, sum fóru inn um Vopnafjørðin. Tað vóru tvær frá Sørvági og ein av Hellunum. Mamma spinnarin á Strondum, Marianna, hon var tann eina, og av tí sama kom tað at ganga so gott, at hon kom at læra okkum íslandskt, og at vit kundu halda saman. Tað var so gott, tí Marianna hevði verið á Bakkafjørðinum árið fyri.
Vit vóru væl komnar í allar mátar, og so gekk tíðin. Vit høvdu tað gott og fingu 35 krónur um mánaðin. Tað var ein góð løn, og vit fingu fría reisu, frí hús og kostaðu okkum sjálvi, men kosturin var ikki so dýrur – einar tríggjar krónur um mánaðin ta tíðina.
Tá ið eg arbeiddi hjá fólki fyrr – tað var bara inn í munnin og onga løn.
---
Soleiðis gekk hendan tíðin, og vit komu heimaftur í øllum góðum tað árið, og eg átti nokkso væl eftir til góðar av teimum 35 krónunum. Tað næsta árið gekk eisini gott – upp á sama máta – men tá fór Malena eisini við mær – handan úr Funningi.
Tað triðja árið kom tað at ganga upp á ein øðrvísini máta, tí tá komu vit at blíva føst í ísi. Vit fóru við ”Tyru” upp á sama máta 12. mai – hvørt ár 12. mai.
Vit komu at liggja føst í ísinum út fyri Fagradali, og har komu vit so at liggja. Men har var ein bátur úr Kollafirði – mannskap úr Kollafirði – Jens á Trøðni/ pápi Brimnes. Teir høvdu bát hjá sær, og teir fóru so at prøva ein dag, um teir kundu draga bátin um fjørðin. Jú, tað gekk væl, tað var so langt sum her yvir um fjørðin, tað var tað.
Og so bleiv tað til tað, at tá ið teir sóu, at tað gekk gott hjá teimum, so fóru stýrimenninir at gera børu til toyið hjá okkum. Ja, og so bleiv farið. Teir gjørdu børu, og teir komu so við okkum og drógu børurnar við toyinum, og vit komu fram í øllum góðum. Teir høvdu brettir hjá sær, um okkurt glopp skuldi verið, men tað var einki.
Tað var doyligt, men tað var ikki so gott at koma í land, tí har var einki uttan kuldi og elendigheit. Tað var ikki tí – har var ein prestadóttir, sum har var gift, men tað hevði ísur verið so leingi, at tey áttu einki. Faktorurin og teir komu allir í land, men tey áttu ikki ein sukurmola.
So spurdi faktorin okkum, um vit áttu sukur. Mamma hevði fingið mær forskelligt niðurí, áðrenn eg fór, so eg ikki skuldi skriva alt fyri eitt. Eg hevði nógv stødt sukur, og ein av Selatrað hevði nakað á einum toppi, so har stóð væl til, og so blivu øll so grúiliga glað.
So fóru vit at seta skrínini inn, har sum vit skuldu vera. Tað var myrkt undir í neðra; har var ein gluggi, akkurát sum í einum sornhúsi, og har skuldu vit hava eina grúgvu at fáa okkum ein drekkamunn, men tað gekst so illa at eiga nakað at kóka við. Vit fingu so ein ketil frá kollfirðingunum, og so lossaðu teir alla varuna í land til okkara: keksatunnur, margarin, te, sukur og alt múguligt, og makaleysir vóru teir.
Teir søgdu, at vit skuldu vera kúrr, til teir av Vopnafjørðinum sendu fólk eftir okkum. Har vóru tríggir, sum høvdu verið húskallar har tað summarið, og har var Petur Jacob, úr Sørvági, tann eini. Har blivu vit so verandi, og skrínini blivu sett inn í stovuna. Stovan var so mikið stór, og har var eitt lítið vindag, og so løgdu vit seingjarklæðini har, og har svóvu vit.
Tá ið teir vóru farnir til gongu – formenninir, hesir stóru menninir – tá søgdu teir tað, at teir skuldu senda tríggjar menn eftir okkum. Her skuldu vit so vera, til teir komu eftir okkum, og vit skuldu taka inn á øllum býunum inneftirni – tað var so langt at ganga inn á Vopnafjørðin.
Og so koma teir dagin eftir – hesir húskallarnir. So var tað tað, at teir høvdu spakar at grava okkum niðan ímóti einum fjalli, so vit skuldu fáa gingið, tí tað var alt berur ísur. Men tá ið vit komu um tað fjallið, tá var í ordan, tí tá var tað dalur at ganga ígjøgnum og so eftir bakka.
Fyrst komu vit til ein bý, og har tóku vit inn at drekka kaffi, og har var alt gott. Skjúrtini vóru longu so fryst – føroysk skjúrt – at vit máttu, hvør undan øðrum, taka saman at dansa, fyri at vit ikki skuldu kólna for nógv, og tað gekk upp á tað besta.
So, tá ið allar høvdu drukkið – stórur var flokkurin, tí vit fóru til forskellig pláss – so bleiv tað til tað, at vit fóru avstaðaftur – aftur at ganga, aftur at ganga. Teir bóru so mikið av toy, at vit kundu hava hvør síni tvey sett til hvønn, so tað bleiv ikki so nógv. Hitt bleiv standandi eftir á Fagradali, skrín og alt.
So bleiv tað til tað, at vit tóku inn í tann næsta býin, og tað var nakað langt í millum, men tann triðja býin, tá vildu vit ikki steðga, tí vit kólnaðu for nógv av tí. Vit blivu við at ganga, og har var ringt at ganga, tí vit smokkaðu niður í ósan og kavan – akkurát sum inni í Firði.
So komu vit á Vopnafjørðin, men tað var so eiðasørt, at húsini vóru rørd, frá tí vit fóru, til vit komu aftur. Nei, tað var kalt og alt at koma, og tað dámdi okkum einki, men vit vóru so komin har í øllum góðum.
Men tað bleiv so leingi, at ísurin lá. Hann kundi fara út um morgunin og innaftur um kvøldið. Tað gekk leingi, og rímiligt nú fóru klæðini at ganga undan hjá okkum, tí tað var so lítið, hvør fekk, men nú fór ísurin so mikið burtur, at teir kundu fara við báti yvir um fjørð.
So velja teir meg og Jóhonnu? á Kletti, í Havn, at fara við teimum aftur á Fagradal, so vit skuldu hava so mikið afturaftur at taka upp úr skrínunum hjá hvørjum íser av toyinum hjá øllum, men seingjarklæðir høvdu allar fingið.
Vit gingu so eftir bakkanum, men teir róðu nakað aftrat, meðan vit blivu við at ganga. Men tá ið vit komu afturaftur í øllum góðum, var veðrið betri, men nú er tað tað, at ein stór á er har ímillum, og báturin er hinumegin á landinum – og hvussu skal nú gerast?
Vit máttu gista har. Petur Jacob, úr Sørvági – hann roykti. Tað er einki at tala um tað, at tann eini persónurin – hann var úr Oyndarfirði – hann hevði vaðsað upp undir høvdið, so har hevði hann kunnað kvalst. Teir komu við bátinum yvirum, og so blivu vit vaktar uppaftur og so avstað. Tá gekk tað nokkso gott, og veðrið var blivið betri, og so tá sluppu vit í bát, tá ið vit vóru komnar nakað langt.
Soleiðis gekk tíðin, til ísurin fór ordiliga burtur, og tá fóru teir við bát eftir øllum tí, sum vit áttu eftir.
---
Soleiðis gingu tey árini, tað gekk alt upp á tað besta. Eg livdi væl og var væl til passar í allar mátar, og allar vóru væl til passar.
Tey seinnu árini var eg á loftinum, og eg havi einki annað enn at siga Gudi takk, tað gekk ógvuliga væl. Tey vóru vist heima, sum bóðu fyri mær, tað havi eg trúð, og tað trúgvi eg enn tann dag í dag, at tey trúðu og løgdu meg fram fyri Jesus. Vit vóru altíð lærdar at befalla okkum í Jesusar hendur, og tað gjørdu vit eisini, tá ið vit fóru.
So bleiv tað til tað, at hetta bleiv tað næstseinasta árið.
Tórgarð: «Fortel eitt sindur um arbeiðið, tit høvdu!”
Arbeiðið gekk av tí allarbesta. Vit vaskaðu fisk, og tað var penur fiskur – av tí allarpenasta.
Men um várið, tá ið vit vóru komin yvir, og tað var frost, tá vildu teir ikki hava okkum at vaska. Tá sótu vit inni og skóru burturúr, stakkaðu aftur so hvørt, sum vit skóru – allan dagin – men vit skiftust um at vera kokkar.
Ja, soleiðis gekk tað, og tað var deiligt fólk at hava við at gera. Teir vóru ógvuliga fittir – yvirmenninir hjá okkum, ónatúrliga fittir. Ofta var tað tað, at eg var úttørnað á morgni, tá ið bátarnir vóru farnir at fiska, og tá plagdu teir at biðja meg koma – nú teir høvdu avreitt so mikið nógv – at koyra við børu inn til tær, sum saltaðu. Tað vóru fýra saltarar frá Vágum. Tað gekk ónatúrliga gott, og tað vóru tvær úr Reykkavík eisini saman við okkum, og tær vóru fittar, eldri gentur.
---
So hevði eg bara eitt ár eftir, og vit komu heim í øllum góðum við einum skipi, sum æt «Ernst». Tá ið vit komu inn ímóti Tjørnuvík, tá gekk maskinan fyri á skipinum, og vit spurdu teir, hvussu tað bar til, at vit einki hoyrdu til maskinuna, men teir svaraðu okkum, at onkuntíð máttu teir bera øsku út.
Hetta vóru norðmenn, og vit kendu teir so væl, og skiparin hevði lovað, at vit skuldu sleppa av – saman við Malenu – í Fuglafirði. Men nú hoyra vit stýrimannin snakka við skiparin og siga tað, at hann hevði verið í landi, og at víkarmenn svaraðu aftur tað, at teir kundu ikki sýta sínum landsmonnum at koma í land við forføllum, nú maskinan var so illa farin.
So fara vit upp á dekkið – eg og Malena – og tá síggja vit, at teir føra klæðir í land, og skiparin sigur so straks við meg og Malenu og biður okkum fáa ein bát yvir á Bakka (Ljósá), áðrenn tað blívur myrkt, so tit sleppa vegin fram í kvøld. Eingin annar var frá Gjógv, og vit fingu so toyið yvirum - á Bakka - í øllum góðum og so avstað – skóleysar. So gingu, og so gingu vit, og tað var kølmyrkt, tá ið vit komu á Gjáarskarð, og so komu vit inn í so kolasvarta myrkri, og tá sat pápi og kruvdi seið. Eg gloymi ikki tað kvøldið. «Áh, Jesus! Tú ert ikki komin frá gongu í kvøld. Eg var akkurát úti fyri durum og sigi við Kathrinu Mariu, at so myrkt hevur ikki verið sum í kvøld.»
So segði eg, hvussu var, at vit vóru komin suðurat. Áh, høvdu teir vitað tað, tí teir høvdu verið vestanfyri og høvdu sæð hetta skipið. Tað var av allarfínasta veðri, men so um náttina, nú kemur ein sovorðin stormur, og um morgunin ordnaði pápi tað, at vit skuldu steingja, tí nú var tað sikkurt og vist, at húsini standa ikki. Har síggja tygum Gud, hvussu góður hann er. Húsini vóru á Gjónni. Soleiðis var hetta í øllum góðum, og hetta var seinasta árið, eg var burtur.
So kom eg hendan vegin og var hjá Díðriki at vera, og har var eg inngift og hevði tað gott í allar mátar. Maðurin var raskur – innløgumaður – eg havi onga neyð havt í Kollafirði og minni enn so – og minni enn so. Hetta er fimta heimið, eg búgvi í nú - fimta heimið – tvey har norðuri og tvey her – hjá Díðriki og mær sjálvum - og her tað fimta. Tvey við Gjógv. Pápi var inngiftur ta fyrstu tíðina niðri hjá ommu, inntil pápi bygdi, so eg haldi tað, at eg má bara siga Gudi takk, og eg kann einki siga uttan at slutta við øllum góðum og biðja Jesus um at styrkja øll, sum eftir eru, og eg vil ynskja eftir, at tað skal verða eitt stórt uppvekilsi um alt Føroyaland og allastaðni, at menniskjuni koma at halda seg til Jesus og hann áleina. Hann skuffar ongan, og eg havi hann góðan – eg havi hann í hjartanum."
(Upptøkan bleiv send í útvarpinum í 1961).


