DSC 0141 - Kopi

Í gjár - 14.08.16 - var "kirkjugongd"  í Gjónni. Leygardag kundi tú av og fáa spurningin: "Fert tú í kirkju í morgin?" Hendan leygardagin fekk eg tó hendan spurningin frá einum eldri (gomlumJ) manni: "Fert tú í Gjónna í morgin?" "Ja, eg ætli mær í Gjónna," svaraði eg. Lýst var í miðlunum við gudstænastu í Gjónni, og tað er ikki hvønndagskostur. Tað er annars púra vanligt at hoyra í miðlunum, at nú hevur hann ella hon (ella tey) skrivað søgu, tí eitthvørt er gjørt (framt), sum víkur frá tí hvønndagsliga. Ikki dugi eg at meta um, hvørt prestarnir Bergtórur og Emil koma í søgubøkurnar av hesi gudstænastuni, ið teir skipaðu fyri, men søgulig er hon í tann mun, at eingin veit at siga frá um nakra aðra gudstænastu í Gjónni. Tað var alt stak væl fyriskipað. Vestmanna Sangkór - við sínum vakra sangi - setti serligan dám á løtuna. Emil, prestur, stóð fyri tí liturgiska partinum, og tað var Bergtórur, prestur, ið prædikaði.

DSC 0170 - Kopi

Emil og Bergtórur

Mær dámdi prædikuna væl, tað rungaðu mong góð orð í Gjónni. Prestur kom m.a. inn á Guds skapanarverk - nátúruna - og at vit í dag vóru komin saman undir eini altartalvu, ið einki listafólk var ført fyri at gera. Ljóðviðurskiftini vóru framúr góð, so tað hoyrdist líka væl uppi á Gjónni sum í Gjónni. Ikki haldi eg, at nakar hevði droymt um, at so nógv fólk fór at koma til Gjáar hendan dagin. 270 sangbløð vórðu býtt út - og tað var ikki nokk - so tað sigur mær so mikið, at siga vit umleið 300 fólk, so er hetta ikki eitt skot út í tóman heim. Tað var nógv fólk á Gjónni - trappurnar vóru fullar - og nógv fólk í Gjónni. Fólk sat í øllum trappununum, á Fløttinum, Uppi í Øskuni, á Niðaru Kleiv, á Oyndfjarðarkleivini, í Ljóshelli, í teimum báðum bátunum ("Falkinum" og "Biritu"), ið stóðu í Gjónni, og vestmenningarnar hildu seg á Rugkleivini, ið prestarnir nevndu fyri "inni í kóri". Tað var hugnaligt at síggja allan skaran - og vera ein partur av honum. - Nei, eg havi ikki gloymt at siga, hvussu veðrið var. Tað kundi ikki verið betri. Turt, stilt, lýtt --- og onkur sólstrála eisini. Samanumtikið var hetta ein góð, gevandi og hátíðarlig løta, ið kanska verður endurtikin at ári - livst so spyrst. Fyrireikararnir, Bergtórur og Emil eiga tøkk uppiborna.

(tað eru nógvar myndir í myndasavninum).

Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni