- 19 novembur 2024
Jógvan á Fløtti
Jógvan á Fløtti var formaður í minnisvarðanevndini, og hann helt hesa røðuna:
Háttvirda samkoma!
Fyrst skal eg takka fyri álitið, sum víst er móti mær, at standa á odda fyri tí nevnd til fyrireiking av hesum minnisvarða her á plássinum. Bert spell, at veðrið ikki var betri, soleiðis at fólk kundu hugnað sær meira - sólin sæð. Annars er ikki rot nú, men tað hevði verið munandi betri, um sólin stóð uppi – regni hava vit ofta nokk av.
Tað er nú einaferð so við hesi høgættini, hon roynist ikki serliga væl her norði hjá okkum. Hon liggur upp á land, men álíkavæl er ikki stór inntøka í henni. Hon hevur sanniliga eisini tikið frá okkum. Hon er farin avstað við einum stórum parti av teimum sjófarandi monnunum hjá okkum, men tó stendur bygdin enn. Sum Sigurð segði, at stórar vanlukkur hava verið, men bygdin stendur enn, sjálvt um aðrar eru farnar í søguna.
Her síggja vit Jógvan á Fløtti halda røðu - og m.a Jógvan undir Heygnum, Andor í Fornanum, Hans á Rætt og ? (tað hevði verið áhugavert at fingið fleiri nøvn!!).
Jógvan heldur fram:
Eg skal her nýta høvið at greiða eitt sindur frá arbeiðsgongdini og frambera nakrar tøkkir. Peningurin er komin til vega fyri ein stóran part gjøgnum tveir avbera góðar basarar her í bygdini – heilt einastandandi væl eydnaðar. Tað komu ikki minni enn – við rentum – umleið 95.000 kr. til tveir basarar. So sigi eg til øll tey, sum styðaðu so sera væl til basararnar eina hjartans tøkk, tí tað er einki at ivast í, at tað eru fleiri her, ið styðaðu basararnar. Restin av peninginum – umleið 20.000 kr. – er komin inn sum gáva ymsastaðni frá - frá stovnum feløgum og privatum. Eisini tað takka vit hjartaliga fyri.
Aftur enn einaferð skulu vit sanna orðini hjá Hans Andreas Djurhuus, hvar hann sigur í einum sangi: samhald má vera. Hetta samhald finna vit aftur í felagnum ”Gjómanninum”, sum vist er tað einasta av sínum slag í landinum, og eigur hesin felagsskapur spunalagið undir hesari snældu, sum nú fer at vera liðug spunnin, og eiga teir sína stóru tøkk uppiborna. Bygdarfólki, sum hevur staðið so væl saman um fyrireikingar av basarum og arbeiði her á plássinum, bera vit okkara bestu tøkk og ynskja teimum og eisini avbygdarfólki mangar góðar og hugnaligar løtur her á plássinum.
Listamaðurin Frithjof Joensen, úr Klaksvík - men Sigurð Joensen tituleraði hann úr Mikladali - tað er vist tað rætta, men í løtuni býr hann í Klaksvík – hann eigur eina so stóra tøkk frá okkum, at hon valla festist á pappír, fyri tað stóra verk hann her hevur avrikað. Fyrst sjálvan minnisvarðan – sum Sigurð segði – og við so knappari tíð eisini – og so navnapláturnar oman á tað heila, tá ið hann keddist av at bíða eftir teimum frá útlandinum, so navnapláturnar eru føroyskt handaverk burturav.
Eg haldi ikki, at tað hevði verið av leið, at vit róptu eitt trífalt hurrá fyri Frithjofi: Hann leingi livi! Hurrá! Hurrá! Hurrá!
Og so skuldi eg heldur ikki gloymt at takka hesum trimum menniskjunum, sum eru komin at avdúka okkum minnisvarðan, sum er ein stórur heiður. Konan, sum avdúkaði minnispláturnar, er ein aggandi gomul kona og eigur síni nógvu uppi á talvuni her. Hon er 96 ára gomul. Hinir báðir eru um hálvfemsini – har á leið – teir, sum avdúkaðu minnisvarðan sjálvan.
Til seinast vilja vit lata kommununi minnisvarðan við sínum innigyrda øki, og vóna vit, at hon umsitur tað væl og í felag við felagið ”Gjómannin” roynir at fáa plantað okkurt, sum ger tað enn meira hugnaligt.
Tað var eitt lítið ørindi, sum vit funnu í einum kransi, sum er eitt sindur sermerkt, vakurt og kanska er yrkt til sama endamálið.
Eg kundi lisið tað upp:
Fúsir um bylgjur og bárur tit løgdu frá klettum út,
menskir í tolni og takklæti strembaðu ytst út á hav.
Lagnan við ódnini takksong broytti til sút,
heima sat mangur við kaldari grúgvu í myrkari lon.
Sjórok um strendur og heygar, fúkandi fon,
kreftir tit fingu frá honum, sum tók og sum gav.
Eftir tit vóru har úti - bládýpið tykkum at fjala.
Ei gloymdir tit eru, sjá enn eru steinar, ið tala.
Takk fyri!
(Áhugavert, tí nú, ið hetta er lagt út, fingu vit at vita frá Heðini, at tað er Kjartan á Heygnum, Kjartan Klein, sum hevur yrkt hasi vøkru ørindini).