- 09 juni 2025
Onkuntíð má mann binda frið
Leygdagin 07.06.25 var tann árligi ruddingardagurin í ár. Mannagongdin var hin sama. Á tí matliga økinum í Bygdarhúsinum var morgunmatur klokkan 10 og døgurði klokkan 17.
Við morgunmatarborðið reistist Kristian Jákup og vísti á ein nýggjan málning, sum var komin at hanga í matarsalinum. Síðani greiddi hann frá, at málningurin var ein gáva til Bygdarhúsið frá Marjuni Niðri í Geil (Marjun Slættanes) – her norðuri eisini kallað Lítla-Marjun, tí ein størri (eldri) Marjun var í Niðara Hoygarði.
Málningurin, ið er av Mikladali, er málaður av listakvinnuni Poulinu Joensen, ið var gift við Jákup Bernhardi Niðri í Geil – betri kendur sum Bernhard Brim. Skoytast kann uppí, at Marjun er bróðirdóttir Jákup Bernhard, so at málningurin bæði so og so peikar oman í Geil. Marjun eigur tøkk uppiborna fyri hendan dýrgripin.
Kristian Jákupi á baki reistist Sofus úr sæti. Hann kom við boðum frá VEKS, ið umsitur eldrarøkt og heimatænastu, at fimleikur (venjing) verður fyri pensjónistar í Bygdarhúsinum í summar. Hatta er eitt fínt tiltak.
Á miðjum degi hevði onkur mjúk sál sett eina skuffukaku á borðið, men tá ið ein løta var farin, vóru bara molar eftir í skuffuni. Tað borgar fyri hágóðsku.
Tað rekst millum lítið og einki av óruddi í bygdini, so tann vinkulin var skjótur at fáa frá hondini. Veggurin undir Tarafløttahúsunum hevur sæð betri dagar, so har fór tann nógva orkan við skraving, spuling og trýstspuling. Roknað verður við, at nú tekur kommunan um endan og málar veggin.
Brúgvin var tað stóra samrøðuevnið. Orðið bygdarskomm var ofta at hoyra, og rætt er tað, tí brúgvin er ein bygdarskomm. Tað sýntist, sum fólk vóru púra samd um, at hetta var ikki eitt løtuverk, ið kundi avgreiðast ein ruddingardag. Tað merktist eisini á fólki, at tey høvdu hampiliga góðar vónir um, at kommunan fór at taka sær av brúnni fyrsta dagin.
Mosi og gras, sum ota seg út á teir ymsu vegirnar, fingu ein umgang, og sum so mangan spulaði Símun trappurnar í Gjónni, og rennan oman við tí áðurnevnda vegginum fekk eisini spulislanguna at merkja.
Fótbóltsvøllurin fekk eina fríðkandi hond, og manningin á ”Tullannuni” hevði úr at gera við at metta svangar magar – og við at drepa slýggj og taravøkstur, so tað verður lættari at sleppa á flot komandi veiðuferð.
Nú mundi eg gloymt at siga, at veðrið var so avbera gott, hýrurin var góður - (sum ítróttarfrásøgufólk plaga at júka upp í saman) - og heilt fitt av fólki var komið til bygdar, og hvat hesi ymisku gjørdu – ella ikki gjørdu – tað sæst á viðheftu myndunum.
Anna, Neli og Eldbjørn
Ásdís og Ebba Marianna
Bjarni, Sunnvá Rósa og Kristian Jákup
Eldbjørn
Oda, Ásdís, Anna og Arnold.
Sjúkrasystrar slappa av Niðri í Geil
Marjun í Hoygarðinum
Jona, Pætur og ferðafólk
Oda, Hergerð og Anna
Hergerð og Anna
Oda
Pausa í Tøðuni
Sigrun, Jógvan Sámal, Oda og Hergerð
Neli í Gortru
Durita og Børge
Oda, Ásfinn og Anna
Símun Niclassen
Friðrika í Sornhúsánni
Jona og Pætur
Kári
Eyði og Ása
Símun og Arni
Marjun, Ró -- og málningurin
Sigrun, Hergerð og Elsebeth
Jonna, Oda - og fleiri
(Jona), Pætur, Høgni, Bjarni, Jógvan Sørin og Arni
Eyði, Ásfinn, Kári og Ása
Símun Niclassen
Heðin, Tulla, Ann og Neli
Ann, Neli og Birgir
Kristian Jákup, Sunnvá Rósa og Ebba Marianna
Ebba Marianna í Jákupsstovuánni
Marjun og Bjarni
Hergerð, Anna og Oda
Jógvan Sørin og Høgni
Eldbjørn
Símun, Jørgin, Tulla, Ann og Høgni