Eins og brimgangurin hevur stórkavin herjað við jøvnum millumbilum upp gjøgnum tíðirnar, men óivað eru tey flestu samd í tí, at veðurlagsbroytingarnar eru atvoldin til, at stórkavin er nógv rárari gestur nú enn fyrr.

kavin98 medium

Stórkavin 1947

Stórkavin í 1947 hevur fingið so nógva umrøðu millum manna, at tey, ið nú teljast upp í tað eldra ættarliðið, kenna ta umrøðuna. Tann kavin legðist í januar í 1947 og varð liggjandi til seinast í apríl mánaði. Hetta árið gjørdist tískil eitt satt fellisár til seyð um allar oyggjarnar.

Fleiri stórkavar hava verið síðani 1947, men eingin hevur ligið á leið so leingi sum tann kavin.

Stórkavin í 1962

Um stórkavan hetta árið greiðir heimildarmaður – føddur 1920 – m.a. soleiðs frá:

Tað var 27. mars 1962, at masturin á Loranstøðini á Eiði fór av ódnarveðri. Eg kom upp um morgunin, eg havi ikki sæð húsini so ljót nakrantíð - tey vóru so tilforklakað. Tað ringasta var tað, at kavarokið kom so knappliga. Tað hevði verið hampuligt veður um kvøldið, so seyðurin hevði bara lagt seg og var ikki farin til bólini. Av tí sama doyði nógvur seyður í tí kavanum.Ringasta fellið, sum nakar veit um í Líðini, var hetta árið. Kavin legðist, sum áður nevnt, seinast í mars, men ikki slapst heim í Líð fyrr enn um hálvan apríl. Tað var eingin stuttleiki at koma aftur í hagan. Allastaðni lá deyðseyður, og bólini vóru eisini full av deyðum seyði. Tá ið alt var uppgjørt, vísti tað seg, at tað doyðu umleið 120 seyðir í hesum kavanum. Hetta var 2/3 av allari skipanini.

Stórkavin 1979

Fyri ársskiftið 1979 legðist nógvur kavi. Hesin kavin lá langt út á várið, og 20. mai kom so aftur stórkavi, og nógv lomb doyðu. Longu tann 5. januar í 1979 varð kenningin tikin heim av Ambadali – og út á várið mátti partur av felaseyðinum eisini takast inn (bæði á Norð - og Suðurhelvtini).

Stórkavin 1998

Tann 08. mars 1998 kom knappligur stórkavi, men hann lá ikki so leingi.

Fleiri myndir: myndasavn - Stórkavin 08.03.98.

Kategori: Gjáartíðindi