1969 copy Medium

Sum áður fráboðað, verður bygdarveitslan leygarkvøldið hin 21. apríl. Møtt verður klokkan 19.00 og farið verður til borðs stundisliga klokkan 19.30.

Veitslumatinum stendur starvsfólkið á Gjáargarði fyri, og fáa vit tríggjar rættir at leska góman við og ymiskt gott at svala hálsvølin við. Eftir borðhaldið verður eftir ætlan kvøðið eina løtu, síðan verður enskur dansur, og er tað, eins og til seinastu bygdarveitslu, LM band sum spælir.

Nú ber til at tekna seg hjá einum av undirritaðu. Best er, um tit senda teldupost ella sms og upplýsa, hvør kemur. Upplýsið eisini tal á vaksnum og møguligum børnum. Seinasta freist at tekna seg er sett til hóskvøldið 12. apríl.

Kostnaðurin er settur so lágt sum gjørligt og er kr. 450,- fyri vaksin og kr. 150,- fyri børn undir 14 ár. Vit fara at heita á fólk um at gjalda fyri luttøku, tá tit tekna tykkum, og skal peningurin flytast á kontu í Eik, og kontunummarið er 9181 156.555.0. Við inngjald skal upplýsast navnið á teimum, sum goldið verður fyri. Vit heita, sum nevnt omanfyri, á øll um at gjalda áðrenn veitsluna. Tó verður møguleiki at gjalda, tá komið verður, men er hesin møguleikin mest ætlaður eldri fólki, sum ikki eru teldukøn og tí ikki nýta netbanka og aðrar nýmótans gjaldsmiðlar.

Vit sum skipa fyri, eru komin væl áleiðis við fyrireikingunum og vóna, at tit bygdarfólk og onnur taka væl undir, soleiðis at veitslan gerst veruleiki.

Vegna veitslunevndina.

Símun Joensen, fartelefon 230667, teldubústaður: Denne email adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.

Hergerð Heldarskarð, fartelefon 517061, teldubústaður: Denne email adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. 

Katrin Gullbein, fartelefon 274537, teldubústaður: Denne email adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.                     

Kategori: Gjáartíðindi