Her er røðan, sum Lasse Klein helt á bygdarveitsluni 21.04.12.
 

Góðu bygdarfólk!
Gjáarfólk!
Veitslufólk!

Tað var heitt á meg herfyri at hugleiða um, hvussu tað var at ferðast til Gjáar sum barn. Nærum allar summarferiur fóru vit - sum vit siga í Klaksvík – norður til Gjáar at ferðast.

IMG 0264 copy

Ættarbond
Men fyrst er tað rætt og slætt rímiligt, - heilt stutt, at greiða frá mínum ættarbondum til Gjáar. Eg eiti Lasse Klein og eri sonur Hjørdis Klein; Hjørdis hjá Dánjal á Heygnum. Eg eri føddur og uppvaksin í Klaksvík og havi búð á Skálafjørðinum í mong ár. Mamma mín var dóttir Dánjal Klein, sum andaðist í 1956 - 73 ára gamal. Hann var formaður í Føroya Fiskimannafelag frá 1941 til 1952 – í 11 ár. Omma mín var Helena, fødd Christiansen, ættað úr Mittúni á Kirkju. Hon andaðist í 1934 – 34 ára gomul við tí 10. barninum.

Vit eru tríggir beiggjar, Rólant, sum er elstur, og so tvillingsbeiggjarnir Dan og Lasse. Øll kenna Dan, og einaferð hann hevði samrøðu við ein illan vinnulívsmann á Skálafjørðinum, og Dan var á veg út gjøgnum hurðina, kemur vinnulívsmaðurin rennandi aftan á honum og spyr: “tú Dan, ert tú tvillingsbeiggi til Lassa Klein?”. Dan svaraði kvikliga: “ jú, vit eru tvillingar, men eg eri tann fittari”.
----
Gjógv stendur í barnaminni mínum sum ein lívsins perla, og sum vit sum børn longdust eftir at koma til. Einki stað í heiminum kundi samanberast við Gjógv. Eg minnist eisini sum smádrongur, at vit oftani fingu vitjan av gjáarmonnum, sum sigldu við skipum hjá Kjølbro og Joensen & Olsen. Tað vóru góðar og hugnaligar løtur í heiminum hjá okkum.

 

Ikki einfalt
At koma til Gjáar var ikki so einfalt tá í tíðini. Tað var Britons Pride hjá Kjølbro, sum røkti rutusambandið. Tað tók langa tíð at koma til Gjáar. Leggjast skuldi at í fleiri bygdum í Eysturoynni. Men tá veðrið var soleiðis háttað, at tað ikki var veður at koma til Gjáar, so var farið til Funnings, og hetta var áðrenn vegurin var komin til hesa bygdina. Vit máttu ganga niðan á Skarðið við viðføri og so oman hagar, vegurin var komin. Har stóð Benadikt fyri okkum við lastbili og koyrdi okkum oman bygdina. 

Skraddar Debes – minnilig ferð
Ein ferð var serstakliga minnilig. Tað var ta ferðina, at hvørki var komandi til Gjáar ella til Funnings. Vit fóru í land á Oyri. Vegurin var komin, og bussurin hjá Benadikt skuldi koyra okkum til Gjáar. Við í bussinum var eisini hin navnframi skraddar Debes. Hann var ein ordiligur originalur í orðsins sanna týdningi. Tá ið vit komu til norðastu húsini í Ljósáum, bað skraddar Debes Benadikt steðga eina løtu, tí hann skuldi “líka” oman at heilsa upp á skyldkonuna í teimum norðastu húsunum í Ljósáum. Vit bíðaðu eitt langt og annað breitt, skraddar Debes kom ikki afturíaftur. Fólk í bussinum fóru at ótolnast og bóðu Benadikt koyra. Nei, hann man fara at koma. Tá uml. tveir tímar vóru gingnir kemur Skraddar Debes aftur til bussin. Hann rósti óføra blíðskapin í húsunum, “og tann tann deiligi ræstur fiskur, sperðil og garnatálg” messaði hann um allan bussin, og legði aftrat: “... at tað smakkaði avbera væl”. Ikki eitt orð um, at vit høvdu bíðað eftir honum í út við tveir tímar uttan mat ella drekka. Soleiðis var hann, og soleiðis kundi tað eisini gangast. 

Tá tíðindi bórust til Gjáar
Meg minnist tá vit komu til Gjáar sum 5, 6 og sjey ára gamlir, og tað var áðrenn nakað ÚF var sett á stovn – og tað var hvørja ferð vit komu til Gjáar. Dagin eftir vóru vit smádreingir úr Klaksvík bidnir um at koma inn í handilin hjá Sofus Debes. 

Tað var soleiðis, at í Klaksvík búðu vit beint omanfyri Stengurnar, fiskavirkið og skrivstovuna hjá Kjølbro, og vit ferðaðust dagliga á keiini, millum útróðarbátar og fiskavirki og fylgdu við, hvat fór fram har.

Sofus spurdi tíðindir úr Klaksvík, um vit høvdu sæð sjálvan Kjølbro, jú, tað høvdu vit dagin fyri vit vóru komnir til Gjáar. Um vit høvdu sæð Havnar Palla, deildarleiðari í handlinum á Stongunum, um Óli Festirstein framvegis seldi fisk til privatfólk, um Gunnar Kallsberg, sum er pápi til Anfinn Kallsberg, um Torra Lindberg, sum var stjóri fyri heilsøluni hjá Kjølbro, hvussu nógv bátarnir mundu fiska: Nevið Reyða, Varpið, Poppy, Havsbrún, Støðin, Grunningur, Dragastund o.s.fr. 

Hann vildi eisini frætta tíðindi frá smiðjuni hjá Hálvdan, sum var giftur við mostur míni, Torgerð. Tíðindi frá Hotellinum hjá Erik, og ikki minst tíðindi frá handilsvirkseminum hjá Olaf á Stongunum; bakarínum, Immanuel, Poul Kajer o.s.fr.

Í dag høvdu vit uttan iva kallað “samrøðurnar” fyri “3. grad forhoyr”. Vit svaraðu øllum spurningum so frætt, sum vit kundu, og tá ið Sofus kom til ta niðurstøðu, at har var ikki meira at fáa burtur úr hesum 5, 6 og 7 ára gomlu smádreingjunum úr Klaksvík, so blivu vit rætt og slætt  koyrdir á dyr, sjálvandi kortini á ein blídligan, positivan hátt. 

Síðani sóu vit Gjáarmenn krop á kroppi á veg inn í handilin. Verða teir nevndir so verða teir eisini kendir. Nú vóru stór tíðindi at hoyra úr útróðrarbygdini Klaksvík millum gjáarmenn. Eg haldi ikki, at keldurnar til tey tíðindini nakrantíð komu fyri ein dag. Eingin fekk nakrantíð at vita nakað sum helst um, hvørjir tíðindaberararnir vóru, at tíðindini vaktu týðiligan ans í bygdini -  tað var tað eingin ivi um. 

Tá Hans Hendrik kom til Gjáar
Ein dagin meðan vit ferðaðust við Gjógv, hetta er helst í 1959. Britons Pride er komin við ferðafólki og farmi. Tað er ein frálíkur sólskinsdagur. Rættiliga nógv fólk er komið niðan á Gjónna. Havi ongantíð sæð so nógv fólk har áður, heldur ikki síðani. Tað var sum um øll bygdin var komin at taka ímóti. Sambært heimasíðuni hjá Sofus Johannesen búðu 150 fólk við Gjógv í 1959, og taka vit øll 80 fólkini sum vóru og ferðaðust við Gjógv um sama mundið, vóru eini 230 fólk á Gjónni at taka ímóti Hans Hendriki úr Fuglafirði, fyrstu ferð hann kom til Gjáar. 

Lítli-Hvíti  hjá stóra Petri kom damlandi inn í Gjónna, og ein sera hábærsligur maður við hatti, slipsi, plussfourbuksum, frakka og hvítari skjúrtu, var komin til bygdina fyri fyrstu ferð. Tað var Hans Hendrik Olsen, úr Fuglafirði. Hann var komin at vitja unnustu sína, Súsonnu, og tað var ein hábærslig sjón, sum øll bygdin upplivdi sjón fyri søgn. Seinri á heysti í 1959 gingu tey bæði saman í hjúnalag. Hann 66 ára gamal, og hon 64 ára gomul.
----
Eina aðru fer sigst, tá Súsanna hevði verið á fríggjaraferð, hevði hon hønur við úr Fuglafirði. Tá Lítli Hvíti kemur inn í Gjónna, enda fleiri hønur í sjónum. Tað var stóri Petur, sum hevði ábyrgd av fólki og farmi. Hann var ikki blíður. Um allar hønurnar vóru bjargaðar, sigur søgan einki um, men eingin við Gjógv minnist nakað hønuervi aftan á hesa hending. 

Tá Hans kannaði undirvísingarstøðið
Børnini í Klaksvík fingu summarfrí eini 14 dagar áðrenn gjáarbørnini. Leiðin hjá okkum gekk altíð til Gjáar við endan á skúlaárinum. Fyri at siga sum er, so tordu vit illa at nærkast skúlanum við Gjógv, tá vit komu norður. Beinanvegin Hans, lærarin, fekk eyga á okkum, so rópti hann á okkum, var blídligur og bjóðaði okkum inn at sessast millum hini børnini. Hans hevði altíð eina fjalda dagsskrá. Tað vistu vit. Hann vildi royna, hvørjumt støði Gjáar skúli var á í mun til t.d. børn, sum gingu í Klaksvíkar skúla. Tá vóru ikki Pisa kanningar. Vit sluppu at rokna, ganga, dividera, plussa og minusa. Tá tann parturin var yvirstaðin so yvir til at lesa, mállæru og søga. Aftaná hesar vitjanir øll hesi árini, kundi Hans Kristiansen, lærarin við Gjógv, við góðari samvitsku staðfesta, at undirvísingarstøðið hjá børnunum við Gjógv var á einum rættiliga høgum støði í mun til aðrar skúlar í Føroyum. 

Ikki “toyskógvar” men “løriskógvar”
Ein dagin høvdu teir størri dreingirnir funnið uppá at royna, hvør kundi leypa longst, og tað var at leypa yvir um ánna. Tveir sera fótfimir klaksvíkingar, Jóannis og Jógvan á Bakkanum, synir til Elin og Hansemann á Bakkanum, bjóðaðu gjáardreingjum av. Teir byrjaðu heimi í Dal. Tey fyrstu lopini yvir um ánna kláraðu allir væl, men áin gjørdist breiðari og breiðari. Einaferð, Jógvan skuldi leypa yvirum ánna, miseydnast lopið, og hann dettur útí, og tá læt í honum: “hevði eg verið í “toyskóm” so hevði eg klára tað sum einki”. Tá fóru gjáardreingirnir at flenna í kíki; teir høvdu ongantíð hoyrt um “toyskógvar” fyrr, skógvar av “toyi; tað skiltu teir einki av, men harafturímóti “løriskógvar”. Tað vóru teir skógvarnir, sum høvdu brúnt gummi frammi á tærnum. Í veruleikanum var talan um somu skógvar, men eg haldi, at gjáardreingir hildu at orðið “toyskógvar”, var eitt alt ov kventrasligt orð at nýta um skógvar...... 

Søgan er rík, men ....
Tað kundi sjálvsagt verið mangt og hvat at trivið í um lívið í bygdini. Børnini spældu úti allan dagin, vóru í ánni, fiskaðu og fangaðu síl, fyri ikki at tala um teir tiltiknu fótbóltsdystirnar á brúnni, men læt tað fara í hesum umfarinum. Søgan er rík, men hon gerst fátækari, um hon ikki verður søgd ella skrivað.
----
Hjá okkum í dag at meta um hvat veruliga eyðkendi bygdarfólkini við Gjógv, og í øðrum bygdum í Føroyum tá i tíðini, er trupult, men eitt kunnu vit ikki taka frá teimum; tey dugdu væl at málbera seg, greiða frá og vóru eydnurík í teimum umstøðum, sum tey livdu í.
----
At enda fari eg at takka veitslunevndini: Símuni, Hergerð og Katrin, fyri góða fyrireiking av veitsluni, góða matinum frá Gjáargarði, kokkunum og hjálparfólki. Tað fløvar at koma saman á ein tílíkan hátt. Takk skulu tit øll hava fyri tað -  og góðu veitslufólk. Minnist til: uttan tykkum eingin góð veitsla. 

....... og við øllum hesum í huga - reisast vit – og drekka fegin: Gjáar skál. Góða veitslu øll somul. Takk fyri. 

Lasse Klein

Kategori: Gjáartíðindi