Tann árligi ruddingardagurin var leygardagin 12 mai. Havandi í huga, at seyðurin eigur bøin til tann 15., so hevði tað nokk verið betri at havt dagin eitt sindur seinni. Lat tað fara. Dagurin eydnaðist framúr væl. Veðrið var gott, og fólkið var nógv. Tað, ið sermerkti henda dagin, var tað, at fleiri av teimum, ið eiga summarhús í Fornagarði, vóru við í ruddingini. Tað gerst alt sjónskari og sjónskari, sum tíðin líður, at tað var ein røtt avgerð at fáa summarhús í bíggjarlagið. - At hugsa sær: fólkatalið liggur og buktast um tey 30. - Tað er umráðandi, at hesi "nýggju" fólkini luttaka í bygdarlívinum og teimum tiltøkum, ið eru í bygdini. Slíkt skapar samanhald og so við og við eina felags eind, ið kann útinna mangt og hvat bygdini at frama. Tann fyrsta veruliga royndin á hesi leiðini var nú leygardagin, og ásannast má, at hesi "nýggju" - saman við bygdarfólkinum -  so ruddiliga stóðu royndina. - Hugaligt at síggja.

IMG 0432 copy Medium

Dagurin byrjaði kl. 9.30 við morgunmati í fullsettum Bygdarhúsi, og síðani varð farið til verka. Høvuðsdenturin varð lagdur á Ánna, Gjónna og Fjøruna. Gingið varð eisini húsanna millum og rundan um bygdina, og nakrir fóru enntá út um eingjargarðin. Jú, bygdin fekk ein tiltrongdan umgang, men tann størsta umgangin fekk tó Bygdarhúsið. Bygdarfólk og Fornafólk hvørt um annað. Menn umvældu takið, loystu og bøttu um fastrustað vindeygu, skiftu handtøk og tettingarlistar, gjørdu nýggjar karmlistar, settu nýggjar eldávarar upp og ------- . Bygdin eigur jú góðar handverkarar, men teir fingu sera harða kapping frá teimum "nýggju".  Innanveggja  búleikaðust kvinnurnar, og teirra umrøða verður mangan umlopin, tá ið nakað skal festast á blað. Soleiðis verður ikki hesaferð. Tær endavendu øllum húsinum. Hvørt rúm, hvørt einasta skáp - ja, hvør loynivrá varð gjøgnumhugd, ruddað og vaskað - og nógv fór eisini oman til Kristian. Tær "nýggju" góvu okkara "ein skarpan gang", sum Jógvan Arge plagdi at taka til á vánaligum fótbóltsmáli, men úrslitið var stak gott. Bygdarhúsið er gullreint og í væl betri standi enn fyri viku síðani, og tað sama kann sigast um bygdina alla.

IMG 0411 copy Medium

Út á seinnapartin stóð hann og hótti við regni, men tað var, sum Jákup í Horni plagdi at taka til: "So leingi ættin er í Foldarskarði, verður turt." Men um fýratíðina lækkaði hann niður í útsynning, og so loysti hann avfallið, men tá var eisini alt yvirstaðið, og fólk løgdu seg á liðina eina løtu at bíða eftir tí góða bitanum av Gjáargarði, ið koma skuldi um fimmtíðina. Gjáargarður slær ikki falska mentu; fólk lótu stak væl at matinum, sjálvt um lasagna ikki er lívsrættur Gjáargóma. Hetta gjørdist, sum vant, ein hugnalig kvøldarløta, har ymisk "bygdaslig" viðurskiftir komu upp at venda. So við og við tyntist í Bygdarhúsinum, og hvør í sínum lagi sjaggaði sær at húsum ásannandi, at hetta í allar mátar hevði verið ein sera góður ruddingardagur.

 Myndir frá degnum: Myndasavn - Ruddingardagurin 12.05.12

Kategori: Gjáartíðindi