Tann 04.09.13 var eg ein túr í Kirkjubø. Ørindi míni vóru at fáa eitt prát við Ejolv um farnar dagar. Eg visti, at hann dugir væl at fortelja, og tað fekk eg eisini staðfest. Tey vóru eisini sera blíð, hjúnini, Ejolvur og Sigrid, f. Patursson 1932. Kaffi, nýbakaðar pannukakur, heitir bollar og rabarbusúltutoy stóðu klár á stovuborðinum.

IMG 5017b

Ejolvur og Sigrid - í Kirkjubø

Her kemur eitt kut burtur úr samtaluni - og so onkur snøkil, ið eg havi skoytt uppí:

Mamma var úr Stólpa og kallaðist Elspa í Stólpa (Elsebeth Matras, f. 1899), og pápi var úr Vík og varð kallaður Hans á Skipinum (Hans Andreas Djurhuus, f. 1905). Pápi kom til Gjáar úr Vík sum 6 ára gamal. Tað hekk soleiðis saman, at abbi í Vík gjørdisit einkjumaður. Frida, fastir, fór tá sum 15 ára gomul at tæna hjá Moe, presti, í Hvalvík. Abbi og Jóhannes, pápabeiggi, ið var elstur av systkjunum, fóru til skips við "Grasinum" ("Grace"). Abbi og Óli Debes, f. 1856, við Gjógv, vóru vinmenn og nokk eitt sindur í slekt eisini, og tískil fór pápi til Gjáar at vera, meðan abbi var burtur. Tey hjá Debusi vóru so góð við pápa, at tá ið hann um heystið skuldi aftur til Víkar, vildu tey ikki av við hann - og hann ikki við tey. Soleiðis endaði pápi við Gjógv. Teir fyrstu, sum komu inn á gólvið at spæla við pápa tá, vóru Petur í Jákupsstovu (Joen Peter Joensen, f. 1904),  Kristoffur í Sámalsstovu (Hans Christoffer Joensen, f. 1904) og Karl Jacob (Carl Jacob Sigvardsen, f. 1905). Eg haldi, at pápi alla sína tíð føldi húsini hjá Sofusi (Sofus Debes, f. 1896) sum sítt heim. - Vit vóru fýra systkin: Bina, f. 1926, Meinhard, f. 1928, Jóhannes, f. 1930 og so eg, Ejolvur, f. 1936. Jóhannes, bróðir, sum hevði siglt um øll heimsins høv og upp á Vietnam undir øllum Vietnamkrígnum, druknaði so syndarliga við einum 4-mannafari vesturi á Sondum (út fyri Eiðismøl) ein fagran summardag í 1990.

 Sigrid og eg giftust í 1965. Hon átti tá tvey børn: Linda Jacobsen og Gunnar Jacobsen. Sigrid og eg fingu síðani sonin Páll og døturnar Hildur og Sólvør. Allar tríggjar systrarnar búgva í Aarhus, meðan Gunnar býr í Havn og Páll á Argjum. Eisin fingu vit ein son í 1969. Hann doyði stutt eftir føðingina, og hann var doyptur Hans Djurhuus.

IMG 5823 copy Medium

á Skipinum - Skipshúsini - barnaheimið á Ejolvi 

Mamma og pápi giftust inn í Stólpa, men seint í 1925 keyptu tey húsini hjá Óla á Skipinum (Ole Sivertsen, f. 1850), sum flutti frá Gjógv og út í Sundalagið at búgva. Mamma og pápi fluttu inn í húsini á Skipinum í februar 1926, og mamma plagdi at siga tað, at tá var sólin komin sær oman Eysturi á Keldum.

Eg eri doyptur í Gjáar kirkju av Rasmussen, presti í Klaksvík. Í sama vatni vóru Svanhild á Teigunum (Svanhild Johannesen, f. 1936) og Lisabeth (Elisabeth Jacobsen, f. 1936) hjá Dalberg (fødd í Sumba 1899) eisini doyptar. Tað fyrsta, ið eg minnist frá Gjógv, er tað, at man plagdi at ganga millum húsini á Skipinum og Sofusa handil. Mangan var eg eisini inni hjá Sofusi og Oliveri (Oliver Debes, f. 1909). Har var fult hús av børnum, og Sigga (Sigga Johannesen, f. 1871), ið var slektað úr Kollafirði, plagdi at sita á torvkassanum og fortelja søgur. Tá vóru nógv børn í bygdini, og eg hevði fleiri javnaldrar, Pola, Eldbjørn, Theodor, Jason, Osvald, Sigurd og Hákun. Sum vit sparkaðu nógv á Brúnni - mál úr máli - Eysturi á Lutastað og niðri við skúlan. Tú, nakrir tóku seg saman og bestiltu ein bólt. Ikki dámdi okkum so væl at sparka við skúlan, tí bólturin sleitst so illa av grúsinum. Betri var á Brúnni, men best á Lutastað. Á Lutastað sluppu vit at vera um veturin og um summarið, tá ið hoyggingin var liðug. Tá ið grasið stóð í vøkstri, máttu vit ikki sparka í bønum. - Vit spældu grúuliga nógv við bátar í Gortruánni, og nú koma Neli, Pól Hans Jacob og Hans Jacob hjá Oliveri inn í bílætið. Og so var tað tað, at Sofus Anton (Sofus Anton Johannesen, f. 1897) var við "Liljuni", og tá ið hann kom aftur, hevði hann tveir so flottar bátar við sær til Nela og Pól Jóhannes (Hanni í Gortru). Ein kunoyingur hevði gjørt bátarnar, og hann hevði skorið borð í annan bátin - teir vóru flottir. Kristian Jóhannes (Christian Johannes Jacobsen, f. 1894) hevði gjørt Hákuni, soni sínum, ein líknandi bát - hann var heldur størri og sera snøggur. Bátarnir vóru ymiskir til støddar, og teir vóru væl útgjørdir við bekkum, mastur, segli og tí heila. Eg átti ein bát, ið mundi vera einar 60 - 70 cm langur. Eisini minnist eg ein øgiliga flottan bát, ið vit bara sluppu at halda á ella nerta við. Hann stóð uppi á loftinum hjá Onnu Malenu (Anna Malena, f. Debes 1897), og tann bátin hevði Hans Jacob, sonur hennara,  gjørt. Hesin Hans Jacob doyði av sjúku bert 29 ára gamal. Onkra hendinga ferð slapp Dánjal Jóhan (Hanni) (Daniel Johan Joensen, f. 1931) at floyta við honum á Lítlafløtti. Í hýsutíðini undir Krígnum fann Anfinn (Anfinnur Jacobsen, f. 1932) upp á nakað serligt. Hann hevði eina vekt standandi á trappuni Niðri í Stovu. Vektin var gjørd av tveimum skuffum, og tær skuffurnar vóru reyðar við einum svørtum kettuhøvdi uttaná, og hetta vóru sigaretteskjur, sum teir høvdu fingið sum bonn í Onglandi. Uttan á lokinum stóð skrivað "Black Cat". Vit gingu heim eftir vegnum og hentaðu smáar steinar upp í bátarnar, og so fóru vit út til Anfinn at avreiða, og hann vigaði og skrivaði upp. Jú,  Anfinn var eitt slags reiðari - hann var Sofus Debus í okkara verð. Heimi við húsini hjá Jógvan Sofusi (Jógvan Sofus Ferjá, f. Joensen 1913) kallaðu vit "Hestbakkan", tað minnist eg. Jú, vit royndu at apa okkum eftir teimum vaksnu, sum avreiddu hjá Sofusi og Petur Christiani (Peter Christian Joensen, f. 1880) - Annars mestsum búðu vit í Gjónni, meðan útróðurin var, og eisini svumu vit í Jógvinihyli og Heita Hyli úti á Usini. Foreldrini søgdu einki um tað, men man máttu ansa sær í Jógvinihyli, tí har var eitt hol - Jógvinihol - sum skuldi vera so øgiliga djúpt og draga til sín. Eg sá ongantíð hetta holið, men tey eldru søgdu, at navnið, Jógvinihol,  komst av tí, at ein drongur, ið æt Jógvan, fór í holið og sást ikki aftur. - Á várgongu sluppu teir størru smádreingirnir á fjall fyri mann, tí tá vóru menninir til skips. Eg minnist, at eg sum 12 ára gamal var á fjalli í Sáttarenni fyri tey í Geil. Sjúrður undir Heygnum (Sivert Kristiansen, f.1897) segði tað, at 12 ára gamlir dreingir vóru líka góðir sum vaksnir menn undir rakstri. Vit áttu onga jørð, men pápi keypti 2 gyllin Fyri oman Rætt úr Sámalsstovu og eisini Álina heimi á Rættini. Álin kostaði 2100 kr. og gyllinir 9000 kr. Hetta var um krígslok, og hetta vóru nógvir pengar tá. Álin var stór - gekk úr Ánni í garðin - hon var øll dyrkað og var eitt knapt kúfóður. Símun í Sámalsstovu (Símin Joensen, f. 1904) flutti til Havnar í 1945. Tá gjørdist pápi uppsitari hjá honum Fyri oman Rætt og keypti seinni teir báðar gyllinar. 

Eg var onkuntíð við Binu systur og gróv bark heimi á Huldheygnum. Har vóru eisini Ingbjørg í Nýggjustovu (Ingibjørg f.Joensen, 1923) og Maria undir Heygnum (Maria f. Kristiansen 1925). Barkið bleiv brúkt til rotuskógvar. Tær bardu barkið niðan fyri Brúgv, og barksteinurin plagdi at liggja í torvkassanum hjá okkum, men hann er ikki til longur. Spell, at tað var so lítið hugsað um at goyma slíkar lutir, sum høvdu so nóg at siga fyri forfedrarnar. Meinhard (Meinar Djurhuus, f. 1928) bróðir, plagdi at fortelja, at á ásinum í Kláhjallinum hekk eitt slíðraband við knívi í. Tað hekk soleiðis saman við tí, at Sámal á Klá (Samuel Nicolaisen, f. 1840), fórst við "Rættarbátinum" í 1870. Kona hansara, Anna Kathrina, var ættað úr Oyndarfirði. "Rættarbáturin" rak upp í Tjørnuvík, og tjørnuvíkingar bjóðaðu gjáarmonnum bátin aftur, men teir vildu ikki hava hann. Sámal hevði loyst slíðrabandið av sær og bundið tað um bekkin, har hann hevði sitið og róð. Slíðrabandið og knívurin komu sostatt aftur til Gjáar, og Meinhard mintist tey hanga í Kláhjallinum. 

Mangt er, sum man kundi grinið at og nú ógvast um. Jógvan á Fløtti fortaldi mær einaferð um eina beistagerð, sum hann hevði verið uppií. Hann, beiggjarnir hjá mær, Hanni hjá Onnu Malenu og aðrir svumu heimi í Funningsdjúpdini, og nú síggja teir Andreas í Jógvansstovu (Andreas S. Joensen, f. 1891) fara kvikliga gangandi heimeftir við ryggsekki á baki. Hann var tá lærari í Lorvík og var á veg til Lorvíkar. Knappliga setur hann ryggsekkin av sær við vegin og fer aftur til hús - hann hevði kanska gloymt okkurt eftir. Tá helt onkur av kúllunum fyri, at tað hevði verið stuttligt at farið at gjørt honum eitt puss. Teir fara so niðan og koyra tveir steinar í ryggsekkin hjá honum. Andreas kemur kvikliga aftur, svingar ryggsekkin upp á seg og so víðari heimeftir. Hvat man hann hava sagt, tá ið hann er komin til Lorvíkar og sær, at hann hevur borið grót frá Gjógv til Lorvíkar? Ikki nøkur pen søga - men so lítið hugsa hálvvaksnir smádreingir.

scan0011 copy

Posturin komin til bygdar - helst Jóan Magnus. Myndin er tikin í fyrru helvt av 1930unum. 

Postmaðurin, Jóan Magnus, av Eiði, var ein fittur maður og blíður við børnini, og hann gekk tveir dagar um vikuna til Funnings og Gjáar við posti. Tá vóru nógv hús, so byrðan mundi ofta vera nokkso tung. Hann fortaldi inni hjá okkum, at hann var løntur soleiðis, at hann fekk átjan krónur fyri hvønn túrin. Tá ið hann eldist, lá hann ofta nátt hjá Sofusi. Mamma mintist at fortelja tað, at Drikka á Fløtti (Fredrikke Sigvardsen, f. 1875) skuldi einaferð senda Petur Jacobi (Peter Jacob Sigvardsen, f. 1866), manni sínum, eitt bræv til Íslands. Mamma og Kathrina (Anna Kathrine Sigvardsen, f. 1899), dóttir Drikku, vóru javngamlar, og tær blivu sendar á posthúsið við brævinum. Petur Christian bleiv so biðin at skriva uttaná, og hann skrivaði: Peter Jacob Sivertsen, kutter "Evelyn", Faskridsfjord, Island. Hann plagdi at skriva uttan á brøv fyri fólk. Um tað var tað, at tey ikki dugdu, ella at skriviamboðini ikki vóru so góð, dugi eg ikki at siga, men Petur Christian var ein betrúgvin maður og hevði eisini verið á háskúla í Føgrulíð og lært í Klaksvík. - Einaferð skuldi Sofus fáa ein hundahvølp við postinum. Ein maður hevði fingið hvølpin til Eiðis, og so skuldi Jóan Magnus fáa hann til Gjáar. Posturin stappaði hvølpin niður í postsekkin og so til gongu. Tá ið hann var komin rættiliga fitt niðan í Eiðishagan, hugsar hann við sær sjálvum, at tað er býtt at bera henda hvølpin, tí hann kundi saktans ganga við sær. Hann sleppir so hvølpinum leysum, og hvølpurin heldur av stað við fullari ferð- oman aftur til Eiðis - og posturin aftaná. Posturin rópti øll  hundanøvn í verðini, men tað segði alt tað sama. Hvølpurin steðgaði ikki á fyrr enn niðri við garðarnar, og har fekk posturin fatur á honum. Hann tók hann so undir armin og stappaði hann aftur í sekkin, og har skuldi hann so vera, til Sofus fekk hann. Sofus plagdi at hava hund, sum kallaðist Trofast. Tað vóru aðrir hundar: Gortru áttu ein, ið æt Hjørtur, Dánjal Rasmus Søk, Rætt átti Blakk, Dia átti Hædd, Christian á Rætt átti Fløj, Nýggjustova Snar, Dánjal Klein átti Rolf .....!

Eina fitt søgu fari eg at fortelja tær um Sjúrða bónda (Sivert Sivertsen, f. 1879) og Dia í Jákupsstovu. Sjúrður var djóravinur, og um vetrarnar plagdi ofta seyður at ganga aftan á honum í túninum, tí hann leskaði ofta seyðin við einum hoysoppi. So er tað ein dagin, at Sjúrður kemur út í gjøgnum Trandal við eini gongu afturút og stingur hondina í millum tveir steinar á Sjúrðastovuhoyggjhúsinum - eftir einum soppi - men hvat, nú tekur Dia í hondina á honum innanífrá, og sum Sjúrður bleiv kløkkur. Hesum bleiv ofta grinið at í handlunum. Sjúrður var friðarmaður og góður við børn, og mangan sat hann í handlunum. Hann var belestur maður. Fyrstu ferð, ið eg hoyrdi um bókina hjá Hitler, "Mein Kampf", tað var í Sofusa handli. Dánjal í Gortru (Daniel Johannesen, f. 1900) las eisini nógv, og teir plagdu at tosa saman um tað, ið teir høvdu lisið í bókini "Mein Kamp" hjá Hitler, og tað var nakað fyri Dia at hoyra, tí hann helt so nógv av týskarunum. Tað var ikki langt frá, at Sjúrður átti bókina. 

Abbi í Stólpa fortaldi einaferð fyri mammu um Kláhúsini. Sámal á Klá (Samuel Nicolaisen, f. 1848) fórst við "Rættarbátinum" í 1870, og einkjan eftir Sámal giftist uppaftur í Oyndarfirði. So komu teir og tóku tey gomlu Kláhúsini niður og fluttu tey til Oyndarfjarðar, og tá ið so Súsanna á Klá (Susanne Joensen, f. 1864) og Jógvan (Joen Joensen, f. 1869) skuldu giftast, tá fór Súsanna til Debus at biðja seg fáa grundina. Hvussu tað hekk saman við tí, at Debus átti grundina, tað dugi eg ikki at siga. Jógvan á Klá bygdi so Kláhúsini upp aftur í endan á Stólpahúsunum. Stólpahúsini eru eldri enn Klá, og tað vóru tveir brøður av Rætt, Jákup (Jacob Hansen, f. 1820) og Kristian (Kristian Hansen, f. 1807), ið bygdu tey. Brøðurnir tóku tey gomlu Rætthúsini niður og býttu tilfarið í millum sín, og síðan bygdu teir Stólpa - og so Rætthúsini uppaftur. Jóhan í Stólpa (Johan Matras, f. 1902) vísti mær einaferð á, at tveir av bjálkunum í køkinum í Stólpa vóru av teimum gomlu Rætthúsunum.

IMG 5828 copy Medium

Í Ánni vóru vit nógv. Vit plagdu at byrgja niðan fyri Brúgv. Einaferð hevði Sofus fingið eina so grúuliga stóra balju úr Havn við steintoyi. Mamma segði við Sofus, at um hann ætlaði at selja baljuna, so skuldi hon keypa hana - og hon fekk baljuna. Tey í Gortru áttu eisini eina nokkso stóra balju. Ein dagin sigur Neli við meg, at tað hevði verið stuttligt at vita, um baljurnar kundu ført okkum. Eg so niðan á Skipið eftir stórubalju, og hon førdi meg væl. Nú kemur Neli við Gortrubaljuni, og tað riggaði fínt. Hetta vant so upp á seg - aðrir tóku eftir. Hetta, sum nú gongur fyri seg á Lítlafløtti, haldi eg vera grúuliga stuttligt - eisini fyri bygdina. 

Pápi og Klæmint Juul (Klement J. Matras, f. 1907) fingu sær bát. Tað var "Báran". Niklas í Koltri bygdi hana um várið 1942 - úti í Koltri. So ein dagin komu boð um, at nú fór "Báran" úr Koltri til Havnar. Hetta var ein landnyrðingsdag við brimgangi, so eg helt tað vera eitt sindur undarligt, men tá hevði man ikki so gott skil á ættunum. Klæmint fór so  suður eftir "Báruni", sum hevði hingið aftur úr "Ruth" úr Koltri til Havnar. "Ruth"  legði at í Vágsbotni, og so fór Klæmint umborð í "Báruna" og róði hana yvir á Kongabrúnna og bant hana har fyri náttina. Dagin eftir kom "Pride" úr Klaksvík, og so bleiv "Báran " hongd afturút norður til Klaksvíkar. Klæmint segði, at tað var sjaskveður norðureftir, og tá ið teir komu á Mjóvanes, fekk "Pride" eina fylling, so Klæmint mátti venda sær við, tí hann væntaði, at báturin fór at fáa so nógva ferð, at hann fór at bresta í reyvina á "Pride", men tíbetur fór hann fram við síðuni. Týsdagin kom "Báran" so til Gjáar, og tað hevði staðið so nógv á undir sleipingini, at ennispónurin var farin. So bleiv farið umborð við "Billu" - og eg slapp við og slapp at sita í rongini á "Báruni" inn í Fjøruna. Nógvir mans vóru í Fjøruni og forvitnaðust, nú nýggjur bátur kom til bygdina. "Báran" bleiv so drigin niðan í neystið hjá Oliveri til at málast og riggast til. Pápi fór til Havnar at keypa ein nýggjan motor at seta í bátin, og hann keypti ein 4 Hk Stuart motor frá einum íslendingi, ið kallaðist Páll Ólason. Tá ið "Báran" var klár at flota, kostaði hon 2000 kr. - báturin 1000 kr. - og motorurin 1000 kr - og hetta var hildið at vera í meira lagi tá í tíðini. "Venus" var tann næsti báturin aftan á "Báruni". Hann var sama slag sum "Báran" - einini bygdur í Koltri  - men fekk sær ein størri motor: ein 8 Hk Stuart. Síðani kom "Tjaldrið", sum eisini var sama slag og bygdur í Koltri, og hann hevði ein 4 Hk Stuart. "Tjaldrið" átti teir á Heygnum, í Geil og á Tarafløtti. Oliver og Eliesar (Elieser Johannesen, f. 1910) bygdu eisini bát í Koltri. Hann var eitt sindur størri enn hesir, ið eg havi nevnt - teir róptu hann fyri 7-mannafar, og hann kallaðist "Royndin". Tummas (Thomas J. Debes, f. 1914) og Jens hjá Dalberg (Jens Jacobsen, f. 1921) lótu so ein sama slag bát sum "Royndina" byggja í Koltri, og hann kallaðist "Royndin Fríða". "Royndin Fríða" hevði 8 Hk Stuart, meðan "Royndin" hevði ein "Marna" motor - hldi 8 Hk. Rættarmenninir áttu ein bát, ið æt "Norðingurin". Hann var 5-mannafar, sum Marius í Katrinarstovu, í Funningi, hevði bygt. Hann hevði ongan motor í fyrstani, men seinni keyptu teir ein motor av Eiði, sum Símun Elias (Simon Elias Christiansen, f. 1917) hevði átt,  og tað var eisini ein 4Hk Stuart. Óli Andrias (Ole Andreas Kristiansen, f. 1880) forlongdi sjálvur tann bátin, og Sivert (Sivert M. Joensen, f. 1901) hjálpti honum við onkrum. So koma vit til "Føroyingin", sum Kristian á Rætt (Kristian Kristiansen, f. 1883) og Pól Jóhannes í Bíggjarlagnum (Poul Johs. Johennesen, f. 1888) áttu. Hann hevði somu stødd sum "Norðingurin", men teir forlongdu eisini tann bátin og gjørdu hann til eitt 8-mannafar. Hann plagdi at standa millum Skipshúsini og Sofusa hjall.  Teir keyptu ein motor, sum var kallaður "Tann føroyski motorurin". Eg haldi, at teir keyptu hann brúktan úr Hvannasundi. Hans Arge, í Havn, gjørdi teir motorarnar, og eg haldi, at hesin var ikki meir enn einar 4-5 Hk. Eg havi hoyrt, at tann motorurin er varðveittur og stendur á Vinnuháskúlanum í dag. Eg hoyri ljóðið av tí motorinum fyri mær, tá hann plagdi at koma inn í gjøgnum Gjónna. Tað er fortalt fyri mær - eg dugi ikki heilt at greiða frá tí - at tað lítla svingið - umstýringin - skuldi snúðrast 49 ferðir runt frá fullari ferð til bakk. Nýggjustovubáturin, ið æt "Svanurin" hevði eisini 4 Hk Stuart, og eg haldi, at tann báturin var so lágur, at teir bygdu upp á hann. Teir í Blásastovu høvdu eitt 5-mannafar, ið æt "Havgásin". Gjáarmenn ræddust, tá ið hann skuldi dragast, tí hann var so tungur og hevði tungan motor. Hann hevði ein Wichmann motor og brendi petroleum. Kristian á Fløtti (Kristian Sivertsen, f. 1892) átti eitt 6-mannafar, ið æt "Sildberin" og hevði ein 3-4 Hk Perfekt motor, ið Kristian keypti frá Andrè Andrèsen, í Havn. Marius í Katrinarstovu, í Funningi, bygdi bátin, sum ikki hevði motor í fyrstani. Ikki minnist eg, hvør tann fyrsti báturin var, ið fekk motor, men eg minnist ein bát, ið hevði motor, meðan hinir vóru árabátar, og tað var ein bátur í Ólastovu, ið kallaðist "Ólastovubáturin". Tað var so ringt at fáa nakað tá, men tann báturin hevði so ein bilmotor, ið var keyptur frá Ingjald í Fuglafirði. Tummas setti tann motorin í, og Sivert hjálpti honum eisini. - Áðrenn motorur kom í bygdina, hildu onkrir bátar til í Fjøruni. Har plagdi "Lisa" at standa. "Lisa" var ein bátur, ið teir Niðri í Geil og Klæmint Juul áttu, og teir høvdu keypt bátin av Eiði. Tann báturin plagdi at standa í tí ytsta neystinum, har Jákup hjá Klæmint Juul nú hevur bygt sær summarhús. Áfast tí neystinum var Petur Christiansa neyst. "Lisa" endaði hjá Jákup Bernhardi (Jacob B. Joensen, f.1915) í KLaksvík, og bleiv brúkt sum grindabátur har. "Svanurin" stóð eisini í Fjøruni, til motorur kom í hann. Tað ytsta neystið har niðri, kallaðu vit Sigurdsa neyst, og har hekk ein bátur, sum Símun í Bíggjarlagnum (Simon Niclasen, f. 1914),  pápi Sigurd, hevði átt, og tann bátin kallaðu vit smádreingir "Sigurdsa bát". Hann var ikki flotaður, tað eg minnist. Undir honum stóð eitt 5/6-mannafar, ið kallaðist "Stúkan". "Stúkan" var ein tjøraður árabátur. Seinni kom "Tjaldrið" at standa har. Sofus átti Tarvafjósið og eitt neyst ytri - tey vóru áføst. Í tí neystinum stóð ein bátur, ið endaði á fornminnissavninum. Tann báturin kallaðist "Lorvíkingurin, og hann var 8-mannafar. Tað hekk soleiðis saman, at Sofus átti ein bát, ið kallaðist "Lossibáturin". Lorvíkingar høvdu fingið so gott eyga á "Lossibátinum", at teir høvdu verið hjá Sofusi og spurt, um teir ikki kundu skifta um bát. Sofus játtaði, og soleiðis kom "Lorvíkingurin" til Gjáar.  

 IMG 5822 copy Medium

Báruneystið og Nýggjustovuneystið

Áh, dett lív í handlunum. Har sótu teir gomlu og prátaðu tíðliga og seint, og tann, ið tímdi at lurta, fekk nógv við. Báðir handlarnir vóru fullir av mannfólki - konufólk sat ikki í handlunum. Menninir royktu og skráaðu, spýttu á gólvið, har teir vóru staddir, og gloppaðist hurðin, og onkur kom inn, so benyttaðu teir sær kjansin at spýta út fyri dyr. Sofus hevði radio, so hann visti tíðindi at fortelja. Tá ið tíðindasendingar vóru, fór hann at lurta og kom so aftur at fortelja. Hann hevði so gott minni. Tað gav at býta - tað kundu sita fleiri mans í handlunum og práta, og Sofus var við í prátinum, og so kom onkur inn at keypa eini 5 - 6 ting. Tá ið hann setti tað seinasta tingið á skivuna, kundi hann siga, hvat tað kostaði. Handlarnir lótu tíðliga upp um morgnarnar og vóru opnir til langt út á kvøldið. Nú sigi eg, sum er - eg haldi, at Sofus stongdi, tá ið Súsanna í Jógvansstovu (Susanna Joensen, f. 1895) hevði verið og keypt.

64039 525833430768991 1759277768 n11 copy

Dia í Jákupsstovu - í handlinum hjá Stóra-Peturi

 Tann, ið eg minnist best til úr handlunum, tað er Dia í Jákupsstovu (Hejne Andreas Joensen, f.1890).  Sum hann dugdi væl at fortelja. Einaferð fortaldi hann, at í 1927 var hann til skips við "Carlton" úr Klaksvík. Teir lógu á Klaksvík, og ta tíðina var kronometrið álitið umborð. So kemur bestimaðurin til Dia og biður hann rógva seg inn á land at fáa signalið til kronometrið. Dia so ger, og tá fekk hann at vita frá bestamanninum, at tað vóru tvey radio í Klaksvík - Kjølbro átti annað og Zachariasen, lækni, hitt.  Tubbakskassin stóð á skivuni fyri mína tíð, so menninir kundu fáa sær ein gratis guv, sum teir vildu. Meinhard okkara plagdi at siga seg minnast, at føðingardagin hjá Sofusi slapp tubbakskassin aftur á skivuna. - Telefonstøðin var hjá Sofusi, og mangan var man sendur við telefonboðum. Ein túr minnist eg so væl. Eg fór niðan á Rætt við telefonboðum, og tá kemur Olrik (Olrik Kristiansen, f. 1917) og lýðir mær í oyrað, at eg skal siga, at tey kundu ikki koma, tí mamma hansara var so sjúk. Seinni um kvøldið doyði hon. Mamma plagdi at siga tað, at tá ið menninir vóru farnir til skips um várarnar, var ein ávísur ótti á heimafólkinum, tá ið telefonboð komu. Sást tú Sofus koma út við bláari húgvu, so vóru boðini ring. Tá ið tann stóri skaðin hendi umborð "Acorn" undir Íslandi í 1928, har m.a. 4 gjáarmenn doyðu - nú sær mamma Sofus koma út í bláari húgvu og fara heimeftir. Mamma fer so heim á Rætt, og meðan hon er inni har, kemur Kristina (Kristina Kristiansen, f. 1911) niðan úr Ólastovu og fortelur hesi ræðuligu boðini. Mamma fer so oman í Ólastovu til Hansinu (Hansina Biskopstø, f. 1884), og tá høvdu tey fingið at vita, at Hans Jacob (Hans Jacob Biskopstø, f. 1910), sonur hennara, var deyður. Tá læt í Hansinu, at tað skuldi eingin siga fyri sær, at Hans Jacob var farin, og einki var hent við Jákup Paula (Jacob Paule Biskpostø, f. 1882), manni hennara. Og sum vit vita, so fekk Jákup Pauli mein fyri lívið av skaðanum.Tá var serliga syrgiligt í Ólastovu. Poul Meinhard (Poul Meinart Biskopstø, f. 1912), beiggi Hans Jacob, datt í Gjónna og doyði 1925, so nú var bara Frida (Frida Biskopstø, f. 1916) eftir av børnunum.

Vit fluttu frá Gjógv og til Havnar í 1950. Pápi keypti eini hús, ið nevndust Borgarstova. Tey  lógu sentralt fyri, og fyrsta náttin, vit svóvu í húsunum, var 12. februar 1950.  Húsini vóru rættuliga stór og høvdu verið brúkt sum pensionat - her høvdu navigatørar og læraraskúlanæmingar búð. Mamma og pápi ætlaðu at flyta til Havnar í 1942, men tá bleiv rátt teimum frá at keypa tey húsini, ið tey tá ætlaðu sær at keypa. Meinhard, bróðir, hevði so góðan hug at sleppa í smiðjulæru, og Jóhannes, bróðir, vildi so gjarna sleppa í skúla. So var tað tað, at kommunan var farin í holt við at gera veg niðan á Gjógv, og tað stungu ymsar keðiligheitir seg upp, tí vegurin m.a. gekk heilt í hjørnið á Skipshúsunum. Hetta var viðvirkandi til, at vit fluttu. Pápi arbeiddi á keiini alt tað várið, tí St. Jacuges, ið pápi sigldi við, var niðri í Frederikshavn og skifti motor. Tá ið pápi kom aftur av Grønlandstúrinum tað heystið, segði hann, at hetta var fyrstu ferð, at hann kundi eiga Grønlandstúrin í Sparikassanum, og so kundi hann fara aftur á keiina at arbeiða um veturin. Tað var so nógv arbeiði í Havn tá, so eg ivist ikki í, at hetta hevur havt sína stóru ávirkan á, at fólk flutti til Havnar. Tey gjáarfólk, ið fluttu tá og so seinni, áttu ikki nevnivert av jørð, so tað vóru ongar forðingar at flyta.

Tá ið eg var fjúrtan ára gamal, fór eg í læru sum jarnsmiður hjá Askham, men har var eg ikki meir enn 11 mánaðir, tí har bleiv so lítið at gera. So lossaði eg á keiini eina tíð og fór so til Danmarkar á háskúla í 5 mánaðir - í Hillerød. Jóhannes, bróðir, hevði verið har frammanundan. Tá ið eg kom heimaftur á vári 1952, fór eg beinanvegin til Grøndlands við "Saint Jacgues" sum kokkadrongur. Hetta var fyrsta árið, ið eg var til skips. Um veturin fór eg so á háskúla í Havn, men eg hevði so góðan hug at sleppa við skúlaskipinum "Danmark". Meðan eg var á háskúlanum slapp eg at sigla við Drotningini  ("Dronning Aleksandrine"), og seinni í 1953 slapp eg so við "Skúlaskipinum". Vit vóru burtur í 11 mánaðir út í eitt og vóru heilt í Suðuramerika - í Santos. Hetta var ein lærurík tíð fyri meg. Tá ið eg hevði verið við "Skúlaskipinum", slapp eg aftur við "Drotningini" sum deksdrongur. Í 1954 slapp eg sum jungmaður við einum farmaskipi, ið æt "Elin S". Vit sigldu kol úr Riga til Íslands og saltfisk úr Íslandi niður í Miðalhavið, salt úr Miðalhavinum til Íslands og fiskamjøl til Belfast, og tá skuldi skipið í dokk í Svendborg. Síðani fór eg sum lættmatrósur við einum farmaskipi, ið æt "Marius Nielsen". Vit sigldu millum Keypmannahavn, Grønland og Philadelfia. Tann fyrsta túrin førdu vit kol úr Hull upp til Grønlands. Tú, tað tók tríggjar vikur at tøma skipið í Grønlandi. Har var eingin kei, so kolið mátti skumpast og hivast upp og førast í land við bátum og pramum. Hetta var í 1955, og har var eg umleið eitt ár. Í 1956 fór eg við "Cista Dan" heilt suður til Antarktis. Tann 1. januar 1957 komu vit inn í ísin og vóru har einar 3 mánaðir. Har skuldi byggjast ein veðurstøð, og vit høvdu alt við til hesa støðina + 15 mans, ið skuldu arbeiða har. Við "Kista Dan" var eg í knapt 1½ ár, og so fór eg við einum skipi hjá ØK, ið kallaðist "Malaya". Samanlagt sigldi eg úti í 10 ár út í eitt. Í 1963 fór eg á Navigatiónsskúlan og gekk har í eitt ár og so aftur at sigla. Í 1965 giftist eg, og tá arbeiddi eg á Bacalao og Sildafabrikkini í Kirkjubø, og so kom tann nýggi kraftblokkabáturin "Ásur", og var eg við honum, til hann koppaði á Fugloyarbankanum 17.mars 1967. Sama várið fór eg til Grønlands við "Nornagesti", og við "Havborgini" 1969 og "Brandi Sigmundarsyni" í 1970. Síðani var eg við "Mýlingini" og arbeiddi eisini á sildafabrikkini her. Vit gjørdu sildamjøl og lýsi, og var tað ein rættuliga góður kjansur.  Í 1976 var eg í Grønlandi við "Hvítanesi", og tá ið eg kom aftur, hoyrdi eg, at "England" søkti eftir einum manni. "England" sigldi tá í millum Føroyar og Danmark. Eg søkti og fekk kjansin, og har varð eg hangandi í hálvt fjórða ár. Haðani fór eg við einum spildurnýggjum bingjuskipi hjá DFDS, sum sigldi í Persaraflógvanum. Tað var eitt perlulív, sum mær dámdi sera væl. Eg gavst at sigla í 1984, tí eg fekk trupulleikar við hjartanum og gekk eitt ár og bíðaði eftir skurðviðgerð, har eg skifti hjartaklaffarnar. Tá helt skipslæknin við meg, at eg átti at fingið mær eitt lættari starv, og tá fór eg so aftur á Sjómansskúlan og tók skiparaprógv og longd. 

Í 1989 fór eg so at sigla við grótbátinum "Siri". Tá var arbeiðið upp á ferjuleguna á Gomlurætt byrjað, og m.a. skuldi grót førast haðani og út í Hest, har bátahylur skuldi gerast samstundis. Vit høvdu ikki ført grót í meira enn 17 dagar, tá ið ólukkan hendi, og grótbáturin koppaði. Tað var tann 17. august í 1989. "Ásur" koppaði 17. mars og "Siri" 17. august, og vit høvdu siglt í 17 dagar, so mær dámar 17 talið verri enn 13 talið. Hendan vanlukkumorgunin vóru vit bara tveir mans við "Siri": Bjarni Juul, úr Funningi, og eg. Vit vóru annars tríggir mans, ið hoyrdu til bátin, men hendan morgunin hevði tann eini maðurin forsovið seg. Veðrið var einki at siga til, men tað var sera harður streymur. Onkur hevur sagt við meg: "Ejolvur! Tit høvdu yvirlastað skipið!" Nei, tað hevði einki við tað at gera. Grótbáturin er bygdur soleiðis, at 24 skuffur skuldu í hann, og tað hildu vit okkum til, og so skuldu vit kunnað siglt trygt, men ein sovorðin grótbátur er altíð lágur í sjónum.  Vit løgdu so útfrá, og eystfallið var uppkomið, so tað hevur kanska gingið ov nógvur sjógvur á hann. Her má eg skoyta uppí, at pumpurnar, ið skuldu fáa bátin sundur og sleppa lastini, vóru nógv for smáar, so tað gekk alt for seint fyri seg. Vit báðir síggja, at her kann enda galið, men vit taka ongan kjans, og Bjarni trýstir á knappin, sum opnar bátin og sleppir lastini. Men hvat? Hetta opnar bara eitt lítið sindur, so vit ivaðust í, um pumpan mundi vera sligin frá. Eg fari so úr stýrihúsinum og beint afturum - í eitt  rúm - har pumpan var. Pumpan gongur, sum hon eigur, og meðan eg standi har, nú knallar hurðin í aftan fyri meg. Sjálvsagt gjørdist eg ógvuliga kløkkur og vendi mær við. Nú síggi eg sjógv upp fyri kúgveygað, og so bóltaði hann rút. Hurðin var í stýriborð, og báturin koppaði á bakborð. Hetta gjørdi so tað, at hurðin slerdi uppaftur, so eg fekk traðkað út á gelendaran og lopið í havið. Tá ið eg komi aftur til mín sjálvs, síggi eg eina bláa strípu fyri eygunum. Báturin er holvdur - og eg eri undir bátinum - skolaður inn í lastina - og botnurin hevur opnað seg so mikið, at luftin er tann bláa strípan, ið eg síggi. Báturin rak suður um Hólmin - í íðuna har - og nú fær báturin eitt slengur, og tað pressar á meg, so at eg veri slongdur út - og mitt í tí heila - nú síggi eg dagsins ljós aftur - og flóti við síðuna av bátinum. Eg royni so at svimja aftur um bátin fyri at fáa fatur á róðrinum. Róðrið var líkasum ein soyla aftanfyri - eg var sloppin úr skónum - og eg sleppi so upp eftir róðursoyluni - upp á kjølin. Nú er tað tað, at báturin er so slipaður, at eg glíði av aðrari síðuni á hina, men eg hevði mítt fulla skil og royndi at hyggja inn á land alla tíðina. Knappliga síggi eg Sólvá Patursson, f. Wang 1943 - bóndakonuna - standa í ytra enda og veittra við einum laki. Tá visti eg, at tey høvdu sæð skilið. Kona mín sá eisini hendingina úr vindeyganum hjá okkum. Tað var so heppið, at hon var ikki einsamøll heima tann dagin, tí sonur okkara hevði feriu og var uppi á loftinum, tá ið hann hoyrdi skríggið frá mammuni niðriundir. Ólavur Patursson, f. 1954, gartnarin, bróðirsonur konu mína, var staddur niðri í drívhúsinum, tá ið hann sær hetta koma rekandi. Hann helt tað vera eina bingju, ið onkur hevði mist, og hugsaði ikki meira um tað. Sverri Patursson, f. 1937 var á veg til Havnar í bili, og hann sær, at tað er grótbáturin, ið er koppaður. Hann koyrir so á Gomlurætt fyri at boða frá, men teir vistu um skilið og høvdu sent boð eftir hjálp. Sverri koyrir so aftur til Kirkjubøar, og teir taka so bátin hjá Páll Patursson, f. 1944, sum lá á floti. Hans Samuelsen, ið tá var postmaður í Kirkjubø, var júst staddur har, og Páll bað hann koma við, tí hann dugdi at geva fyrstuhjálp. Meðan teir sigla út, síggja teir tyrluna koma til grótbátin og taka ein mann upp - og tað var so eg. Eg hevði vitið alla tíðina. Teir, sum komu við báti úr Kirkjubø, sigldu so runt um grótbátin, og nú einaferð síggja teir nakað, og tað var so Bjarni. Teir fingu hann so inn í bátin, og Hans og Páll fóru beinan vegin í holt við at arbeiða upp á hann, og teir fingu hann aftur at anda. Tá ið eg kom á Landssjúkrahúsið hevði eg ein temperatur upp á 28 gradir, meðan Bjarni hevði 30 gradir, hóast hann hevði ligið longri í sjónum enn eg. Bjarni var í stýrihúsinum, tá ið skipið koppaði, men eg sá hann ongantíð aftur - hoyrdi hann bara. Bjarni doyði so kvøldið eftir, og eg fekk at vita tað gjøgnum útvarpið - so tað kendist ógvuliga tungt. Bjarni og eg vóru eisini saman, tá ið kraftblokkabáturin "Ásur" koppaði í 1967. Bjarni var ein fittur og hampiligur maður, og hann hevði vánaliga heilsu ta seinastu tíðina. Eg royndi at fara aftur á sjógvin, men tað riggaði ikki so heilt væl, tí eg kendi á mær, at eg var ikki tann sami maðurin, sum eg hevði verið áðrenn hendingina.

Vita takka Ejolvi fyri prátið!!

Kategori: Frásagnir