DSC 0361 - KopiDSC 0471 - Kopi

Tann árligi ruddingardagurin í ár var leygardagin 27. mai. Fyrraparturin av degnum var vátur og ilsligur, men seinnaparturin og kvøldið vóru framúr: sólskin og heiður himin. Væl av fólki møtti til morgunmatin, sum í ár var í skúlanum kl. 10, tí bygdarhúsið var upptikið. Hetta - at samlast í skúlanum - var nakað serligt og beindi tosið aftur á gomul skúlaminnir: kolkassan, holið á norðsíðuni, teir tónaðu rútarnar, innisettur, tabell, uttanat, keypa merkir --- her sat eg - sungu uppi við orglið - minnist tú tað? Jú, mangt og hvat var havt á orði, men tað var sum við "súluni" í Mikinesi: skúlin var góður. Tað var eitt sindur trekt at tøma skúlan, tí tað var so illfýsið uttandura, men so við og við varð farið til verka. Tær árligu ruturnar blivu fylgdar: gjøgnum fjøruna, gjøgnum Ánna, í bøin, í/á Gjónna - ja, runt alla bygdina. Á teirri heimaru síðuni á Niðaru Brúgv hevur ein elkaðal verið festur, men við árunum er so nógvur rustur komin rundan um hann, at hetta hevur skemmað brúnna rættuliga nógv, tí hetta var so ásýnligt. Nakrir handfimir smiðir loystu kaðalin og løgdu hann undir brúnna, og eisini ætlaðu teir sær at mála tað heila, men regnið forðaði tí. Sjálv ruddingin gekst væl, og fólk hildu, at tað var ikki so nógv órudd, so nøkur tóku seg saman at lúka ókrút burtur fram við ymiskum betongrennum og veggjum, meðan onnur tóku sær av minnisvarðaøkinum.

Tað eru mong ár síðani, at telefonpelarnir heim í gjøgnum Dalin eru burturbeindir, og samskiftissambandið lagt undir flag, men í ár fingu SEV-pelarnir somu lagnu, so hereftir verður tað truplari hjá nátúrkreftunum at bjóða nútíðini av. Í framtíðini verður tað óivað rárt at síggja pelar, men Gjómaður setti eina pelareiggju upp undir Fløttahoyggjhúsinum henda dagin. Neyvan hevur Gjómaður reist reiggjuna við pelavarðveitslu fyri eyga, men sterk er hon, so nátúrkreftirnar mugu brúka tol, skulu tær skala henni. Kanska fer onkur í framtíðini at siga: "Hesir pelarnir stóðu einaferð Heimi í Dal!" Tað gekst væl at reisa hana, tí har vóru nógvar sterkar og kønar hendur, og um fimmtíðina royndu tey fyrstu reiggjuna - og nú um hvítusunnuna var rættuligt lív í. Vert er at leggja aftrat, at Bygma Balslev, í Havn, hevur stuðlað pelareiggjuni fíggjarliga.

DSC 0485 - KopiDSC 0418 - Kopi

Klokkan fimm var døgurði í Bygdarhúsinum. Tað var hugnaligt at sita har við einum góðum bita og práta um dagsins verk. Vesturskinið var nú í hæddini, so fleiri smoygdu sær útum við kaffikroppinum, nú døgurðabitin var komin niðurum. Klokkan níggju skuldi festast í fjørubálið, so tað var bara at geva sær góða tíð uttanveggja í sólskininum. Fyrr um dagin var mangt og hvat drigið oman í fjøruna til brenningar: burturkast frá húsarhaldum, plattar av Smoltstøðini, viður av Hoygarðinum, sum í hesum døgum fær nýtt dúkatak og aðrar umvælingar og ikki at gloyma 6-mannafarið, "Tjaldrið", sum Sigurd í Bíggjarlagnum átti. Símun Jóhan Wolles, á Eiði, smíðaði bátin, og hvørja ferð, Símun Jóhan læt ein nýggjan bát av hondum, vóru orð hansara hesi: "Gud gævi, hann verður høgdur ella brendur!"  Nú var "Tjaldrið" so mikið illa farið, at Símun (hjá Sigurdi) avgjørdi at fáa tað á bálið, og tað var nokk ein røtt avgerð.

DSC 0367 - KopiDSC 0375 - KopiDSC 0543 - KopiDSC 0511 - Kopi 

Um nýggjutíðina varð fest í bálið, og tá var ein rúgva av fólki í fjøruni. Veðrið var so avbera gott - Kalsoyggin so vøkur í vesturskininum, men Tyril og toppurin av Middagsfjalli fingu eisini sín part burtur av vesturskininum. Sum Christian Matras var beinrakin: "Einki er sum summarkvøld við strendur." - So við og sum "Tjaldrið" hjánaði burtur, mentist sangurin í fjøruni. Jónsvein í Lon hevði tikið sær gittaran fram, og Gjómaður hevði býtt eitt sanghefti út, so har var ikki at halda seg aftur hjá tí, ið hevði hug at opna sær munnin. Børnini vórðu heldur ikki gloymd, tí tey høvdu fingið eitt lítið bál at spæla sær um aftur við grillaðum pylsum og onkrum tostadrykki. Jú, hetta var ein hugnalig løta Niðri undir Kleiv, og lítið man vera at ivast í, at dimmið lætti, áðrenn tann seinasti vendi fjøruni bakið. -- Samanumtikið, ein góður og hugnaligur ruddingardagur.

Kategori: Gjáartíðindi

Nýggjastu myndirnar

Leita á síðuni