Ymisk eru áhugamál menniskjans. Fyri einum góðum ári síðani hevði ein amerikumaður eina viðmerking á heimasíðu mínari – bygdin.fo. Amerikumaðurin hevði lagt til merkis, at tvey høv vóru við Gjógv: Havið hjá Kvívíks-Jógvani og Havið hjá Pæturi í Sámalsstovu. Samstundis boðaði hann frá, at hann ætlaði sær at koma til Føroyar í 2022 at lyfta høv.

Kategori: Søguligt

 

Frá vinstru: Janus, Eiði, ?, Gubbi, Sigurd og Pætur í Nýggjustovu

Á heimasíðu mínari havi eg áður lagt samrøður út, sum eg havi havt við Herluf Joensen, Hvalvík, og Knút Vesturdal, Eiði, um vegagerðina Gjógv - Eiði - Funning 1958/1964. Eisini havi eg lagt út nøvnini av teimum útivið 100 monnunum, ið arbeiddu veg í 1963. Tey á Landsverki hava verið sera beinasom at heitt á og hava sent mær avrit av skjølum, ið fevna um ta vegagerðina, og tað eri eg teimum takksamur fyri. Av skjølum sæst, at Gjáar kommuna hevur trýst nógv á landsverkfrøðingin og landsstýrið fyri at fáa gongd á vegagerðina. Samanbindingin av Oyggjarvegnum var eisini á tapetinum ta tíðina. Hans Kristiansen, Lærarin, hevur ikki ligið á teirri latu síðuni og hevur sett síni spor á tað skrivliga samskiftið. Eisini stóð hann fyri øllum gjaldinum av arbeiðslønini og roknskapinum og frítíðarlønini hjá hvørjum einstøkum vegmanni (gjáarmanni).  

Kategori: Søguligt

IMG 9946 Medium 

Sólarmyrkingin sæst yvir toppinum á Tyrli (upplivingin nógv klárari enn myndin vísir)

Nakrar hendingar í lívinum seta seg so mikið fastar í sinni, at tær verða sitandi. Tær sita so fastar, at tú minnist júst, hvar tú vart staddur, tá ið hendingarnar fóru fram. Úr heimshøpi kann eg frá mær sjálvum nevna: 1) Tá ið Kennedy forseti bleiv skotin - 22.11.63 - tá var eg í Tvørgøtu nr. 5 í Havn og vitjaði ein vinmann, 2) Tá ið Neil Armstrong steig á mánan - 21.07.69 - sat eg heima í stovu okkara við Gjógv og lurtaði eftir útvarpinum  og 3) Tá ið World Trade Center varð álopið - 11.09.01 - var eg staddur í garasjuni í Runavík, tá ið dóttir mín ringdi úr DK at boða frá ræðuleikunum. Í heimligum høpi eru tríggjar innan fyri eitt gott ár: 1) Tá ið omanlopið var á Kalsoynni - 19.06.53 - var eg uppi á Gjógv saman við øðrum dreingjum. Minnist serliga væl, at Helgi á Grótheyggi og eg fingust við eitt sílagarn, 2) Tá ið Georg í Sámalsstovu doyði av skoti í Gjónni - 21.04.54 - var eg staddur undir Niðaru Brúgv saman við Steinfinni hjá Mariu og 3) Tá ið sólarmyrkingin var - 30.06.54 - var eg saman við einari rúgvu av fólki uppi á Gjónni. 

Kategori: Søguligt

Undirbólkar