
Hans Jacob í Horni (Hans Jacob Hansen (1908 - 1990).
Sum smádrongur við Gjógv minnist eg serliga væl Hans Jacob í Horni sum mannin, ið fekst við lossingina, tá ið "Britons Pride" kom úr Klaksvík týsdagar, og "Smiril" kom úr Havn mikudagar. Tað var so mangan, at tað ikkki var farandi við báti úr Gjónni fyri veður, og slíkar dagar bleiv varan løgd upp í Funningi, og aftur í tí sambandinum - at fáa postin og annað um Skarðið - var Hans Jacob ein av headmonnunum.
Sonur hansara, Theodor, sum doyði í 2024, hevur lagt nógv ómetaliga áhugavert skrivligt tilfar eftir seg, og eg eri sera fegin um at sleppa at leggja ein part av tilfarinum, sum snýr seg um heimbygdina, Gjógv, her út á heimasíðu mína - bygdin.fo. Her kemur so tann fyrsta frásøgnin, har Theodor hevur tikið pápa sín upp á band:
Postferðir
"Eg var við í fleiri ár at rógva um borð á postskipini við Lossibátinum. Tað var ikki altíð so tespiligt í brimganginum. Tíðliga mátti farast upp um morgunin at kanna líkindini. Streymurin hevði stóra ávirkan á flóð og fjøru. Tað mátti takast ein avgerð, antin tað skuldi farast til Funnings ella fara um borð. Posturin skuldi so fara við skipinum.
Eg plagdi at fara frá Gjógv um hálvgum níggjutíðina um morgunin. Byrðan var ikki altíð so løtt, minni enn so. Eg vildi vera í Funningi um ellivutíðina, ikki seinni. Var nógvur postur, so varð fólk biðið at bera við mær. Kom nógvur postur, so mátti eg biðja fólk úr Funningi at bera við mær niðan á Skarð.
Tá mátti eg ringja oman til Petur Kristian og biðja hann senda fólk heim á Skarð ímóti Funningsmonnunum.
Tá ið vegurin var komin heim á Skarð, plagdu teir at koma við rossi og vogni eftir tí, sum kom í skipinum. Petur Kristian átti eitt ross.
Jóan Petur á Reyninum (Joen Peter Johannesen (1908 - 1968)) - avgreiðslumaður í Funningi).
Tað var vanligt, serliga tey fyrstu árini, eg gekk og bar sjópostin millum Gjógv og Funning, at tað um veturin og út á várið var vørutrot í bygdini, tí tað var ikki lendandi við Gjógv fyri brimi. Tað kundi vera fylgjandi fleiri vikur. Tá vóru handilsmenninir noyddir at taka vørur í Funningi. Ið hvussu er, so var tað mest troðkandi vørur.

Jóan Petur á Reyninum (Joen Peter Johannesen (1908 - 1969) - avgreiðslumaður í Funningi.
Í slíkum føri plagdi Petur Kristian at biðja meg fara um borð í skipið við Jóan Peturi á Reyninum, sum var avgreiðslumaður í Funningi. So fór eg niður í lastina og fann fram tilvøruna hjá Peturi Kristiani og tók tað, sum hann skuldi hava. Ofta hjálpti eg so Jóan Peturi at skipa upp, tá ið so var, at eg var um borð. So mátti eg biðja Funningsmenn bera við mær niðan á Skarð.
Altíð vildi eg taka ta tyngstu byrðuna sjálvur. Tær mundu ikki liggja undir hundrað pund.
Tá ið so Petur Kristian, sum fyrr nevnt, hevði fingið rossið, so plagdu teir at koma við rossi og vogni heim á Skarð. Tað var ein stórur lætti at ganga leysur av Skarðinum og út. Eg minnist serliga, tá ið jólaposturin kom. Vognurin plagdi at vera rokandi fullur. Jólatræið lá oman á rokanum. Tá ið vit komu út í bygdina, flokkaðust øll børnini um vognin. Tá ið vit so komu á posthúsið, var allur barnaflokkurin samlaður um vognin.
Í 1947 var stórkavi. Eingin, ið tá livdi, minnist so stóran kava. Eg minnist tað so væl, at tað fór at kava 2. februar — sjálvan kyndislmessudag. Hann var sunnudag tað árið. Eg fór gangandi heim í Horn at vitja foreldrini seinnapartin á degnum. Henda sama dag vóru Funningsfólk niðri við Gjógv og spældu sjónleik. Eg haldi, at Poul Ejde mundi skipa fyri hjá teimum. Tað kavaði av møkum, og kavin dungaði niður.
Upp aftur betri varð tað, tá ið so bilurin kom. Eg slapp ofta upp í bilin við Benadikti. Tað kundi vera so, at hann kundi fara við skipsmonnum ella onkrum, sum fór í skipið, og eisini fór hann ofta eftir onkrum, sum kom úr skipinum.

(Tann fremsti bilurin á myndini - Bedford 1½ tons - sum Benadikt keypti í 1950 - er tann, ið talan er um í tekstinum).
Serliga minnist eg tann fyrsta dagin, tá ið R. K. Rasmussen, doktari, kom til Gjáar í bili. Benadikt var komin heim á Skarð eftir honum. Tá ið eg kom úr Funningi niðan á endan á vegnum, so legði eg postsekkin upp í bilin. Vit bíðaðu eitt sindur eftir Rasmussen, doktara. So kom hann einsamallur sjaggandi við taskuni. Tá ið han steig upp í bilin, segði hann hesi orðini: “Hetta er ein stórur dagur — at koma við bili til Gjáar!”
Hetta var 25. apríl, sjálvan flaggdagin.
Ja, bilurin kom at verða hentur. Fólk, ið ferðaðust, nýttu hann nógv, bæði frá Gjógv og til Gjáar. Eiðisbilurin varð nýttur hinumegin og Gjáarbilurin hesumegin. Hvør kom á sín vegenda, og gingið var ímillum vegirnar."
Hans Jacob Hansen