Til Funnings í kirkju eftir Mannagøtuni í 2016- Jógvan sigur frá farnari tíð

(Eg legði hetta út á "Funningsfólk á Facebook" nú ein dagin, og nú er tað eisini her)

Við ættarbondum til Funnings loyvi eg mær at festa nøkur orð á hesa  áhugaverdu síðu tykkara - "Funningsfólk á Facebook"). Jógvan hjá Knúti á Geil nevndu vit mannin, sum fór um sýn nú um dagarnar. Í útvarpinum hoyrdi eg, at tey, ið vildu minnast Jógvan, kundu lata eina peningagávu til endurskapan av Tjørnini uppi á Leiti, í Funningi.

Fyri einum knøppum ári síðani tosaði eg við Jógvan um júst Tjørnina uppi á Leiti og annað har á leiðini. Eg tók Jógvan upp á band, og nú tjørnin er komin fram í ljósið í sambandi við jarðarferð hansara, er tað hóskandi at ”hoyra”, hvat Jógvan segði um tjørnina og annað Uppi á Leiti.

Jógvansa orð:

”Tú spyrt um Tjørnina uppi á Leiti, og tað er nokk navnið á henni, men vit siga bara Uppi á Tjørnini. Nú sæst hon næstan ikki, men mann sær farvegin av henni. Hetta var ein grúuliga fitt tjørn: lítil, grunn og væl av smáum sílum í henni, men tey vóru smá – einar 15 sm tey frægastu. Akkurát sum tá tú vart smádrongur, so plagdu vit at fiska síl her niðan í gjøgnum ánna, fram á Gerðið viðhvørt, og so vóru tveir vegir at fara. Antin fóru vit niðan ímóti Gjáarskarði, ella fóru vit niðan ímóti Eiðisskarði. Tað er Stórá, ið rennur har, og viðhvørt endaðu vit uppi á Tjørnini, og tað hildu vit vera øgiliga langt.

Tað var nógv virksemi við Tjørnina í torvtíðini, tí har vóru góðir torvheiðar. Vit áttu eina krógv har uppi, og eg veit eisini onkran, ið átti tvær kráir.  Eg havi mangan fiskað síl í Tjørnini og siglt har við smáum bátum, men tað vóru so mong onnur spælipláss nærri bygdini, so Tjørnin bleiv mest brúkt, tá ið vit vóru í torvi.

Sannheitin um Tjørnina er tann, at tað bleiv opnað fyri hana, so at hon tømdist. Eg veit ikki, hvussu tað var, men nokk vóru tað smádreingir, sum veittu Tjørnina av fyri at fáa øll sílini, sum vóru í henni - smádreingjum so líkt - og síðani hevur hon bara ligið sum eitt ótøki.

Tað sæst einki til Tjørnina nú, og í eina tíð havi eg gingið og barslað við einum tanka um at fingið hana aftur í tað, sum hon var, men ikki veit eg, um eg klári tað, nú eg eri 84 ára gamal og farin at skranta. Eg havi gingið har uppi og malið einar tvær ella tríggjar ferðir og hugsað mær til, hvussu tað kann gerast. Sjálvt lendið er ikki so nógv broytt í tí stóra og heila, men moldbakkarnir, sum hingu niðurfyri, og sílini krógvaðu seg undir, ja, tað er alt samanfallið, og nú rennur bara ein lítil á ígjøgnum.

Nei, Tjørnin er ikki til at kenna aftur, men hevði mann tipt fyri, so hevði hon blivið aftur til tað, sum hon var, haldi eg. Eg haldi eisini, at tað hevði verið eitt bagatell. Hatta eru bara nakrir fáir metrar, og eg kundi hugsað mær, at mann boraði nakrar av hesum betongblokkunum fastar í helluna - so teir ikki skriða - og so flagaði teir. Tað hevði ikki verið tað stóra arbeiðið at fingið tað gjørt. Eg havi eisini spurt hagastýrið í Botnum, og teir siga, at tað er fínasta slag at fara í holt við hetta.

Brúgvin

Á bygdagøtuni millum Funning og Eiði var brúgv um Stórá her oman fyri landsvegin, men hon var gomul og kavrotin. Ta brúnna, sum nú er um ánna, havi eg gjørt í hoyggjhúsinum hjá mær sjálvum. Eg nevndi hetta  við Petur Páll, sum býr á Eiði og er røktingarmaður í Botnum, at komu teir við tilfari, so skuldi eg gera brúnna, saga hana til og skrúva hana saman har uppi.  Soleiðis hekk tað saman, og eg var púra einsamallur um tað heila. Nú man brúgvin hava staðið uppi í eini 7 ár ella meir – eg veit ikki akkurát.

Mann kann siga tað, at eftir hasi brúnni var tað einasta samband, sum Funningur hevði við umheimin, tá ið brim var. Hendan vegin var sambandið til Eiðis og hjá øllum, ið skuldu til Havnar ella úr Havn. Hugsa tær jarðarmóður, lækna-  og neyðsynjarferðir. Eisini var hetta rutan hjá eiðisfólki til Klaksvíkar ella úr Klaksvík.

Eg helt tað vera so stóra synd, at hendan kavrotna brúgvin skuldi detta niður í ánna, men nú er nýggj brúgv um Stórá, og tað frøist eg um.  

Sýnsbotnur (Sínsbotnur), Eiðisbotnur og Torvbotnur

Har uppi eru triggir botnar: Sýnsbotnur, Eiðisbotnur og Torvbotnur, sum er minni kendur enn hinir. Eg havi eina teori um navnið Sýnsbotnur. Fert tú til gongu niðaneftir og kemur niðan í brekkuna ímóti Sýnsbotni – niðan á ta herðuna – so er tað ikki nógv galið, at tú tá sært út á Norðhavið yvir Gjáarskarði. Soleiðis hugsi eg mær, at navnið Sýnsbotnur er komið. Tit báðir, Jens Dalsgaard, sum ganga til hvørja tjørn í landinum, kundu gingið niðan at vita. ”

(Tað gjørdu vit, og rætt hevði Jógvan. Vit sóu Norðhavið yvir Gjáarskarði.

NB! Á kortal.fo stendur Sínsbotnur við fyrra í. Halda vit okkum til teori Jógvans, so skuldi staðið Sýnsbotnur við seinna ý)

 

Kategori: Frásagnir