Í 2004 gjørdist Fløtur aftur ein sjálvstøðugur hagapartur, men er nú 2 mk. og 8 gl. Markið ímóti Dalinum gongur eftir Gráfelsrustini, oman ímóti Stórá - heiman fyri Líkstein - og niðan í vegin. Síðani gongur tað nakað út við vegnum og so oman aftur í Stórá heiman fyri Steinin í Hórisgrøv, og haðani er Stórá so mark úteftir. Markið ímóti Líðini er óbroytt frá 1989.
Áseyðatalið á Fløtum er nú 175.
NB! Tað, ið verður skrivað eftirfylgjandi, viðvíkur bara tí gamla hagapartinum - fram til 1990.
Várgonga 1988
Marknahegn er uppsett fram við Skarðsskriðuá, og í erva stendur hegnið eftir Tunguni og so heilt niðaná, men hesin ovari parturin av hegninum er yngri enn tann niðari.
Marknahegnið niðan ímóti Tunguni er uppsett í 1924 ella har á leið, men í mei mánaði í 1916 varð viðtikið á grannastevnu í Funningi at seta hegn upp millum hagapartarnar, um hetta vísti seg at vera neyðugt. At standa fyri uppsetingini vórðu valdir Hans Johannesen, Andr. Frederik Johannesen, úr Funningi, og Sofus Debes, frá Gjógv.
Seyðurin í Gjáarlíð trongdi seg meira heim í Funningslíð enn øvugt, so tað vóru funningsmenn, ið strongdu meira á fyri at fáa marknahegnið uppsett.
Undir Sniðunum og niðan ímóti Tunguni stendur hegnið heiman fyri Skarðskriðuá, og tá ið teir so hegnaðu frá Tunguni og niðaneftir, settu teir hegnið eitt sindur uttan fyri markið í Skarðinum, soleiðis at tað, sum funningsmenn mistu undir Sniðunum, skuldu teir fáa aftur í erva.
Fitt av líra átti í Funningslíð - heim av Tunguni - men hann hvarv, tá ið hegnið kom. Hildið verður, at hann rýmdi, av tí at hann rendi seg í hegnið í myrkrinum.
Móti Fløtum er einki skarpt mark, tí báðir hagarnir hoyra til somu helvt, men tó verður Stígsgil roknað sum mark í Hjøllunum. Heimanfyri í Tyrli gongur fyri tað mesta bara flatnaseyður, meðan líðarseyður harafturímóti liggur hægstur í Teigunum.
Fylgir
Niðara fylgið í Kinnini: Lá frá Kinnini og omaneftir.
Ovara fylgið í Kinnini: Lá frá Kinnini og niðan ímóti Niðara Fylgi í Breiðhjalla.
Niðara fylgið í Breiðhjalla: Lá frá Breiðhjalla og oman ímóti teimum ovastu úr Ovara Fylgi í Kinnini.
Ovara fylgið í Breiðhjalla: Lá frá Breiðhjalla og niðaneftir. Líðærnar: Tær lógu í Ritudali, í Middagsfjalli og Heimi í Skriðum. Leggjast kann aftrat, at einki fylgi var undir Sniðunum og Úti á Múla - har sløddust bara onkrar ær.
Feli
Í skjali frá 1758 (Føroya Landsskjalasavn) sæst, at tá var Líðin feli, og tað er alt, sum talar fyri, at hagaparturin frá avgamlari tíð hevur ligið í fela. Vetrarhagin er so góður, at teir gomlu plagdu at siga, at á kyndilsmessu er sólin komin so mikið høgt á luftina, at Líðin er undansloppin.
Ból
Navnið
Tað er einki at ivast í, at hagaparturin hevur fingið navnið Dalurin av tí stóra dalinum, ið gongur frá bygdini og heim á Skarð - báðumegin Stórá.
Tann gamli hagaparturin - og tann nýggi
Tann gamli hagaparturin Heimi í Dal var 22 mk. og 424 ha. Í gomlum døgum - fram til umleið 1829 - lá Dalurin saman við hagapartinum Botnum í Funningi.
Hesin hagaparturin nevndist Dalurin/ Botnar og var samstundis norðhelvtin í Funningi.
Móti Omanrætt gongur markið úr Marknagarðinum í Loynistíggin og haðani í toppin á Sandfelli. Móti Fløtum var Stórá mark heim á Skarð, og av Skarðinum gekk markið í varðan á Fossinum í Keri og haðani í Gjótuna í Bláabergi. Móti eiðismonnum gekk markið upp av Gjótuni og eitt sindur inn á Sandarstígar og hevði so fluktina í toppin á Gráfelli.
Undir útskiftingi av høgunum í 1990 varð Dalurin lagdur saman við Fløtum, og æt tann nýggi hagaparturin, ið var 4 mk. og 12 gl., Dalurin/Fløtur. Áseyðatalið í tí nýggja haganum varð sett til 337. Markið ímóti Omanrætt varð óbroytt, meðan markið millum Dalin/Fløtur kom at vera úr toppinum á Middagsfjalli og nakrar hundrað metrar oman eftir rustini (ímóti Teigunum) og haðani oman í Neytaliðið við Ta Gomlu Flatnarætt.
Í 2004 gjørdist Dalurin aftur ein sjálvstøðugur hagapartur, men er nú 2 mk. og 4 gl. - ella 293 ha. Markið ímóti Omanrætt er framvegis óbroytt, meðan markið ímóti Fløtum gongur eftir Gráfelsrustini, oman ímóti Stórá - heiman fyri Líkstein - og niðan í vegin. Síðani gongur tað nakað út við vegnum og so oman aftur í Stórá heiman fyri Steinin í Hórisgrøv, og haðani er Stórá so mark úteftir.
Í 2004 var áseyðatalið í tí nýggja haganum 170.
(NB! Tað, ið eftirfylgjandi er fest á blað, viðvíkur bara tí gamla hagapartinum - fram til 1990)
Fylgir
Í sambandi við uttangarðútskiftingina 1990 varð fráboðað, at tá vóru 172 seyðir í tí gamla haganum, og í fylgjum sá tað soleiðis út:
Tær Ytstu, 28 í tali, sum hava summarhaga í Breiðhjalla og uppi á Sløttum.
Tær í Fríðagili, 13 í tali, sum hava summarhaga heimarlaga í Breiðhjalla og koma eisini eitt sindur upp á Slættirnar.
Tær í Rossabotni, 23 í tali, sum hava summarhaga í Rossabotni, eftir Plinkanavunum, niðan móti Sandfelli og í Gráfelsrókunum.
Tær á Seyðabólsheygnum, 14 í tali, sum hava summarhaga undir Rókunum og norðureftir.
Tær Lægru á Sandarstígum, 7 í tali, sum hava summarhaga undir Barmsbrekku og niðan undir Røkurnar.
Tær Hægru á Sandarstígum, 12 í tali, sum hava summarhaga undir Rókunum og uppi í Rókunum.
Tær Niðaru ella Tær Handaru, 11 í tali, sum hava summarhaga undir Bláabergi.
Tær í Barminum, 10 í tali, sum hava summarhaga í Barminum, men fyrr fóru teir eisini heim undir Sandar.
Tær á Bustini, 14 í tali, sum hava summarhaga undir Mjáurók, heiman fyri Bust og undir Gráfelsrókunum heimanfyri.
Kenningin, 40 í tali, sum hevur summarhaga heiman fyri Stóragil.
Kenning
Gomul skjøl frá 1758 vísa, at longu tá var ein partur av haganum kenning og ein partur feli, men tað er ikki greitt, hvussu býtið var millum kenning og fela.
Tað skilst á øllum brøgdum, at tað hevur verið ein ávís togan millum teir, ið vildu hava kenning, og teir, ið vildu hava fela, men tað sæst, at í 1836 varð avgjørt at hava tíðaravmarkaða kenning til 1840, og álíknast skuldu 2 ær upp á gyllinin. Roknast kann við, at skipanin við kenning hevur hildið fram eftir 1840. Fram til tann stóra kavan í 1947 var ein hálv ær í kenning upp á gyllinin, men síðani 1947 hevur tað verið ein ær, til kenningin varð avtikin í 2001. Kenningaærnar skulu liggja heiman fyri Stóragil og ikki í Rossabotni.
Gerda, Hanni og Kristian í Lon
Ból og seyðahús
Í Dalagerðinum vóru trý ból: Krossabólið, Bólið á Svínstígheygnum og Dukkubólið.
Krossabólið er oman fyri vegin beint uttan fyri Seyðahúsið á Krossunum, ið var bygt seinast í 1950unum. Til Krossabólið komu "Tær Ytstu".
Bólið á Svínstígheygnum stóð oman fyri vegin við vendiplássið á Svínstígheygnum. Seyðahús varð bygt á grundina veturin 1953 - 1954. Seyðahúsið á Svínstígheygnum fór av vindi í januar mánaði í 1984. Tey fylgi, ið komu til Bólið á Svínstígheygnum, vóru "Tær úr Fríðagili" og "Tær úr Rossabotni".
Dukkubólið.
Dukkubólið stóð niðan fyri garðin - beint heiman fyri Barmaportrið. Nú er seyðahús bygt á grundina. Navnið, Dukkubólið, kemur av tí, at bólið var hildið at vera so lítið, at tað var ikki frægari enn eitt dukkuból.
Tey fylgi, ið komu til Dukkubólið, vóru "Tær av Seyðabólsheygnum", "Tær Hægru av Sandarstígum" og "Tær úr Rossabotni".
Uttangarðs eru nú trý ból: Fríðagilsbólið, Seyðabólið og Heimasta Ból.
Fríðagilsbólið stóð áður heiman fyri Lítlagerði, men seinni víðkaðu teir Lítlagerði eitt sindur og fluttu hegnið heim um Fríðagilsbólið. Ein vongur varð gjørdur við bólið fyri at verja ímóti lágættini. Til Fríðagilsbólið komu "Tær úr Rossabotni".
Seyðabólið stendur heimi við Seyðabólsánna, og tað verður eisini kallað Bólið á Seyðabólsheygnum.
Til hetta bólið koma "Tær á Seyðabólsheygnum", "Tær Lægru á Sandarstígum" og "Tær í Barminum".
Heimasta Ból stendur eitt sindur niðan frá Stóruá - nakað heiman fyri Antaránna.
Í Heimasta Ból koma "Tær Hægru á Sandarstígum", "Tær Heimi á Bust" og "Tær Niðaru" (ella" Tær Handaru").
Rættir
Vit vita um tríggjar rættir: Funningsrættina, Gomlu Dalarætt, og Rættina við Fríðagilsánna.
m.a. Óli, Gubbi og Neli
Funningsrættin er avgomul og stavar frá teirri tíðini, tá ið Dalurin lá saman við hagapartinum Botnum í Funningi. Tí varð hon kallað Funningsrættin. Dalurin og Botnar vórðu býttir sundur í 1829, so rættin man vera nakað væl eldri enn tað. Í hesum sambandi kann vera skoytt uppí, at Knútur í Nýggjustovu (Knud Jacobsen, f. 1824) mintist hesa rættina í brúki. - Tað sæst hampuliga væl, hvussu hon hevur sæð út. Hon hevur verið stór og breið um kjaftin.
Tær flestu gomlu rættirnar vóru so breiðar um kjaftin, fyri tær ikki skuldu vera so góðar at brúka hjá seyðatjóvum.
Gamla Dalarætt stóð niðri við Stórá, beint heiman fyri Nýggjagarð. Enn sæst væl, hvussu hon hevur sæð út. Dalurin og Botnar fóru, sum áður nevnt, sundur í 1829, so vit kunnu rokna við, at henda rættin er gjørd í 1830unum.
á Dalarætt - umleið 19?
Rættin við Fríðagilsánna varð tikin í brúk í 1935. Um ta tíðina varð Dalagerðið býtt. Henda rættin varð brúkt til november 1989, tá ið Dalurin og Fløtur vórðu løgdsaman. Frá 1989 til 2005 varð Dalaseyðurin rikin í Flatnarætt.
Í 1954 varð vaskibrunnur við vaskirætt gjørdur við rættina við Fríðagilsánna , og var hetta sostatt tann fyrsti vaskibrunnurin í bygdini.
Tann nýggjasta rættin - nummar 4 - varð tikin í nýtslu 17.07.05, og her kann leggjast aftrat, at hana gjørdi Neli mestsum púra einsamallur.
Rakstur
Tað hava nokk altíð verið riknar tvær gongur: Ytra Gonga og Heimara Gonga. Ytru Gongu fara nakrir niðan á Slættir, og tann hægsti gongur um í Sandfelli. Fyrr, áðrenn marknahegnið kom, var niðasti maður heim eftir Brekkuni, men nú er hann eftir Breiðhjalsbrúnni. Maðurin á Breiðhjalsbrúnni má ikki koma longur heim enn á Gráaklett, tí annars kann seyðurin, ið kemur av Sløttunum, stoyta oman uttan fyri hann. Í Ytru Gongu fara nakrir heim í Barm, og tann hægsti gongur um á Foldarskarði, til hann kemur saman við manninum í Sandfelli.
Heini Nygaard Olsen, Ólavur, Kristian í Lon og Hanni
Síðan verður tikið samanum, og seyðurin stoyttur oman í gjøgnum Ennið og út í Ryggirnar - heilt út móti marknahegninum.
Áðrenn Lítlagerði varð innlagt, varð Ytra Gonga rikin heim í Fríðagil, og tað var mangan strævið at renna heimfyri og venda gonguni á Funningsrættini. Nú verður rikið oman gjøgnum Lítlagerði, og tað er eitt stórt framstig.
Í Heimaru Gongu fara nakrir heim í Barm, og restin heim undir Sandar. Tann hægsti í Barminum situr norðan fyri Kjaftin á Breiðurók og stoytir seyðin, ið kemur tann vegin undan Sondunum.
Tann hægsti undir Sondunum fer gjøgnum Gráfelsrøkurnar og so gjøgnum Breiðurók, meðan tann næsthægsti fer gjøgnum Mjáurók.
Teir, sum eru í Barminum, forða seyðinum, sum kemur undan Sondunum, og stoyta hann oman heiman fyri Stóragil. Tað var ofta trupult at venda seyðinum, tá hann kom við ferð út undir Barmsbrekku, men nú er hegnað niðan undir Barmsbrekku, so tann trupulleikin er burtur. Síðani verður seyðurin rikin oman móti Stórá og so út við ánni og í rættina.
Neli og skurðurin
Ódnir
Ódnir veit man lítið og einki um, men Nýggjustovumaðurin var altíð á Garðabrúnni, og Jógvansstovumaðurin niðastur í Ryggjunum.
Er røktingarmaður av Omanrætt á fjalli, so er hann altíð á Sløttunum.
Systrarnar Hergerð og Anna
Røktingarmenn
Jógvan í Blásastovu ( Joen Joensen, f. 1831)
Gøtu - Jógvan ( Joen Poulsen, f. 1853), sum vaks upp í Blásastovu, var ikki valdur røktingarmaður, men kortini gekk hann burtur í haga til sín doyggjandi dag.
Í lembingini fóru teir gomlu altíð sera tíðliga í hagan. Tann stóra skaðadagin 30. apríl í 1870, tá ið tvey áttamannafør gingu burtur, hevði Gøtu-Jógvan verið í haganum um morgunin. Tá ið hann kom fram við húsunum í Horni, rópti Hans Petur ( Hans Peter Jacobsen, f. 1810) á hann og spurdi: "Er nakað lamb komið í morgun?" "Jú, eitt", svaraði Gøtu-Jógvan.
Gøtu-Jógvani dámdi einki, at lamb undan tvævetursær var gott. Hann segði, at tað fór so illa við ærini, at tey seinnu lombini komu ikki at roynast so væl.
Pætur í Jógvansstovu ( Peter Joensen, f. 1864) varð valdur eftir pápa sín, Jógvan í Blásastovu (Joen Joensen, f. 1831). Pætur røktaði til umleið 1906. Pól Jóhannes í Bíggjarlagnum ( Poul Johannes Johannesen, f. 1888) varð valdur eftir Pætur í Jógvansstovu (Peter Joensen, f. 1864), men hann hevði so lítlan hug til hetta arbeiðið, at hann fór ongatíð at røkta, so ístaðin varð tað pápi hansara, Kornelius í Gortru ( Kornelius Johannesen, f. 1860), ið fór at røkta eftir Pætur.
Sofus Anton í Gortru ( Sofus A. Johannesen, f. 1897) gekk í haganum saman við pápa sínum frá barnsbeini av, og í 1934 varð hann valdur til røktingarmann. Valið fór fram yviri í Túni. Ætlanin var, at valið skuldi vera seint í 1933, men tað mátti bíða til mikkjalmessu 1934, tí sýslumaðurin segði, at valið mátti vera á mikkjalmessu. Sofus Anton var onkuntíð til samgongu í Funningslíð
Kornelius Johannesen, f. 1938, varð valdur til røktingarmann í 1967, men hann hevur eisini gingið burtur í haga frá smádreingi av.
Røktingarmenninir Neli og Gubbi
Kristian Inni í Stovu (Christian Johannesen, f. 1764).
Mangan man hava verið smáligt, og greitt verður frá, at einaferð í teimum ringu árunum fyrst í 1800, meðan Kristian røktaði, var hann um várið á veg í hagan at taka eina røktingarær. Hann møtti Stóra-Heina ( Heine Andreasen, f. 1771), ið átti serstakliga nógva jørð. Kristian fortaldi Heina, at nú fór hann eftir røktingarærini. "Ikki skalt tú fara eftir henni í dag", segði Heini og gav honum ein bógv. Kristian vendi aftur, og dagin eftir var grind í Funningsfirði, og ærin slapp sostatt at ganga.
Hanus Inni í Stovu ( Hans Johannesen, f. 1782).
Jóhannes Inni í Stovu ( Johannes Hansen, f. 1818).
Hans Pauli Inni í Stovu ( Hans P. Johannesen, f. 1856).
Feðgarnir Jens og Neli
Dánjal Rasmus í Horni ( Dánjal R. Joensen, f. 1890). Tað var í 1932, at Sofus Anton á Dalarætt uppnevndi Dánjal Rasmus til røktingarmann eftir Hans Paula Yvir í Stovu, sum um tað mundið flutti inn í Funningsfjørð at búgva.
Hans Edvard Joensen, f. 1929, fór at røkta í 1947 eftir pápa sín, Dánjal Rasmus, men Hans Edvard gekk í haganum frá smádreingi av saman við pápa sínum. Hann gavst at røkta í 2007, og hetta sama árið fór Jens Heldarskarð at røkta.
Neli, Gubbi og Jóhan
Fríðrikur á Grótheyggi ( Frederik Joensen, f. 1817) doyði í 1870 við Fríðriksbáti.
Símun á Grótheyggi ( Simon Justinussen, f. 1849) doyði við Samløguni 1884.
Justines á Grótheyggi ( Justinus Justinussen, f. 1882). Fór heilt ungur at røkta. Tað er eitt sindur ógreitt, um nakar hevur røktað í millum Símun og Justines. Í bestu árum varð Justines so illa plágaður av gikt, at hann var mestsum óarbeiðsførur. Tá ið val av røktingar- monnum var yviri í Túni í 1934, skeyt Sofus Anton upp, at Justines skuldi røkta, so leingi hann orkaði. Hetta varð samtykt, og sonur hansara, Símun, f. 1914, gjørdi ymisk arbeiði í haganum fyri pápan til val av nýggjum røktingarmonnum fór fram í 1947.
Benadikt Johannesen, f. 1917, fór at røkta í 1947 eftir Justines.
Benadikt (1917-1996) - á Dalarrætt 1989
Røktingarløn
Í fyrstani kundi hvør røktingarmaður hava tríggjar ær í part, og seinni blivu tær fýra. Teir fingu einki frá haganum, um ær ikki hevði lamb, og tað kom fyri, at røktingarmaður kom av rættini á heystardegnum bara við vøttunum.
Í løtuni (2011) fáa teir báðir røktingarmenninir 4 miðlingarlomb í part - og somuleiðis 2 hagalomb hvør. Hagalamb er tað besta lambið, ið er, aftir at veðragjólingarnir eru uppgjørdir.
Neli við Heimastaból
Veðragjólingar
Fyrr høvdu teir tríggjar veðragjólingar, seinni vórðu teir fýra og eitt miðlingalamb. Veðragjólingarnir vórðu býttir til jørðina, og miðlinga lambið varð bara tikið við fyri at fáa býtt í fimtingar.
Neli á Klábrekkuni
Fyrr í tíðini vóru veðragjólingar býttir til jørðina og flettir, tá ið teir vóru inntiknir í januar mánað. Sjálvandi vóru teir tussarak, men ivaðust teir gomlu, um veðragjólingarnir vóru etandi, so plagdu teir at taka netjuna - ið bert var ein slintra - og blaka hana upp á hurðina. Hekk netjan føst, var krovið etandi, men datt hon niður, var tað ikki munnberandi.
Burtur í haga
Tá ið Sofus Anton fór burtur í Haga, plagdi hann altíð at ganga heim eftir Brekkuni, niðan í Enni og so niðan í Rossabotn. Haðani gekk hann út gjøgnum Breiðhjalla og upp á Slættirnar og so runt har uppi. Síðani fór hann niður í Rossabotn, eitt sindur heim undir Røkurnar, út undir Barmsbrekku og so til hús. Hetta var ein gongd.
Hin gongdin var at fara heim undir Bust og so heim undir Sandar.
Í lembingini varð gjarna farið í hagan tvær ferðir um dagin, og hvør túrurin tók einar fýra tímar, men tað valdaðist sjálvandi, hvussu líkindini vóru, og hvussu ovarlaga seyðurin lá. Tá gingu røktingar- menninir vanliga soleiðis:
Fyrst varð gingið lágt heim um Heimasta Ból - áraka Steinin í Hórisgrøv - og so út eftir brekkuni út móti Stóragili. Síðani heim undir Barmsbrekku, heim undir Bust, heim undir Sandar, heilt yvir í Kaldakinn og niðan móti Lítlabarmi og Bláabergi, um veðrið var gott. Fyrr var einki hegn móti funningsmonnum, og funningsseyðurin fór út í Líð um veturin og móti vári, so dalaseyðurin lá rættuliga víða um. Síðani var farið út yvir Kráunum og Blotanum, eftir Bustini og inn í Rossabotn. Hetta er tung gongd, tí tað er ímóti alla tíðina. Tá, ið tú vart komin í Rossbotn, var sloppið, tí nú kundi tú taka undan oman úteftir í Ryggirnar. Tá ið útleið, og veðrið gjørdist betri, hækkaði seyðurin, og tá mátti tú eisini taka Breiðhjallan við.
Øll lombini við báðar endarnar við báðar endarnar vórðu tráðdrigin, og tú bjargaði altíð nøkrum lombum við at ganga nógv í lembingini. Tað er ótrúligt, sum ærnar eru hjálparleysar. Ein ær kundi lemba, og lambið fór óklombrandi í eitt hol. Hon kundi so standa og jarma uppi yvir tí, men ófyrr doyði tað, enn at hon tók í oyrað á tí og dró tað uppúr.
Góðir og ringir dagar
Ein røktingarmaður tekur soleiðis til:
Tað hava verið nógvir vánaligir túrar í haganum, men tað hava sanniliga eisini verið minnisríkar løtur. Eg minnist eina serliga vakra sjón. Eg gekk niðan móti Foldarskarði, og tað var brennandi sólskin hesumegin. Tá ið eg komi uppá, liggur mjørkin javnt við skarðið vestanfyri. Hetta var seint á degi, og sólin stóð inn eftir mjørkanum, men tað sá út, sum sólin skein inn eftir eini ísfløtu. Tann sjónin fer mær aldri úr minninum. Vit hava havt fleiri vánaligar fjalldagar um heystið, men eg kann nevna ein serliga ringan. Tað var á skurð í 19?. Tað var av besta veðri um morgunin, men tá ið vit gingu um, fór at glopraregna, og síðani bleiv tað til rennikava, men tað var mestsum stilli.
Vit róku kortini og fingu alla Fyrru Gongu í rætt, men vit vóru ikki meir enn komnir í rætt, nú brestur hann á við knasandi stormi av landnyrðingi. Vit sóu hetta hvassa kavaroksælið koma sum eitt skot heim um Nøvina. Øll gongan bleiv slept inn í Dalagerðið - bara ein veðrur bleiv tikin til hús. Tað var kolandi stormur at ganga ímóti, og tá ið vit komu til hús, stóð brimið í grasinum. Vit fóru beina kós í Gjónna at draga bátarnar niðan, og tað var so dánt, at vit bjargaðu øllum bátunum. - Ódnarveðrið kom so knappliga, sum tað nú einaferð kann koma.
Ymiskt
Serfrælsir
Hans Jákup hjá Siggu ( Hans Jacob Johannesen, f. 1864)
Petur Julius á Teigunum ( Peter Juleus Joensen, f. 1876)
Røktingarmaður hevur orðið:
Eitt árið kom eitt veðurlamb niður úr Gráfelli 27. november, og sum vanligt var í slíkum føri, varð tað selt á auktión Niðri í Túni. Tað fekk einki boð, tí teir søgdu, at tað gimaði, og eingin vildi hava heystlamb úr Gráfelli. Eg gav eitt boð og fekk lambið bíliga.
Um kvøldið fletti eg tað. Tað vigaði 28 pund, og tað sást, at lambið var afturfarið, tí at krovið var svart fram við rygginum, men eg má leggja aftrat, at tá ið krovið var turt, vóru tað fleiri enn eg, ið tóku til, hvussu væl tað smakkaði, so eg veit ikki, hvussu tað er við hesi gimingini, ið ofta verður havd á munni, tá ið sett verður á november mánað.
Eigur tvæveturær stak gott lamb, verður tað gjarna besta lambið, hon fær.
Tað ringa várið 1947 doyðu 45 ær Heimi í Dal, sjálvt um man royndi alt, sum man kundi.
Gubbi (Hans Edvard Joensen 1929 - 2011) í Hornahjallinum
Eigur gomul ær stak gott lamb, er hon avdeyði, og rættast er at taka hana. Sleppir tú henni uppaftur, kanst tú vænta tær neista undan henni árið eftir.
"Einki haldi eg, at orðið klipping er komið av tí, at teir kliptu eitt sindur burtur av doddinum á seyðinum fyri klaka. Nei, eg havi hugsað mær tað, at orðið merkir, at á hesum fjallinum kliptu teir skipanina til - ella kliptu eitt sindur burtur av henni", sigur ein eldri røktingarmaður.
Aar 1867, den 14. Marts, holdtes Grandestævne i Bygden Gjov. Samtlige Huusfædre mødte. Den sædvanlige Inkvisition blev oplæst, men ingen Lovovertrædelser angaves. Forøvrigt blev forrettet det Samme som ved Bygden Sydergøthe anført.
Følgende Forhold bleve ordnede efter Haugeloven af 23. Februar 1866:
Joen Jacobsen, Hans Peter Jacobsen, Joen Sivardsen og Daniel Rasmussen bleve enstemmig valgte til at befare Markeskjællene saavel mellem Bygdens Haugeparter som mod Grandenes Hauger ??????
Opførelsen af Varder ved Bygdeveiene paalagdes.
Rosseskiben er 7 Ros og for Tiden holdes 32 Ros i Gjov.
Søjdemærkerne bleve derpaa omhandlede, og da Søjdemærket paa Dalen faldt sammen med Mærket i Myrehaugen paa Tofte, blev Mærket for Dalen bestemt til Stíft paa begge Ører og Bragd Frammantil paa Vinstra.
Da Vedkommende ønskede endel Kjending i Dalen og Foroven Rat bleve de fornødne Contrakter derangaaende opfattede overensstemmende med Loven og efter Vedkommendes Ønsker og derpaa leveredes de Mødte for at forsynes med alle Eieres og Besidderes Underskrifter og derpaa tilbagesende Sysselmanden.
Videre afgjortes ikke om Bygdeskikke.
Mødet hævet.
Poul Poulsen C. L. Weihe D.J. Danielsen
Aar 1868, den 4. Marts, holdtes Grandestævne i Bygden Gjov. Husfædrene mødte for Størstedelen. - Den sædvanlige Inkvisition blev oplæst, men ingen Lovovertrædelser angaves. Det samme blev forrettet, som førhen findes anført.
Eierne angav, at der i Gjov holdes 3 Ros og 2 ?? tilfælles med Funding.
Samtlige de forrige Aar ved Grandestævne ( Politipr. 14/3 - 67) til at befare Markeskjæl udmeldte Mænd mødte.
De erklærede, at Markeskjællene saavel mellem deres egne som de tilgrænsede Bygders Hauger er i Orden, saa at ingen Uenighed finder Sted, dog bemærkede de, at et Stykke mellem Gjov og Eide, kaldet Skoren, paastaas holdt af Eides Mænd, hvorimod Eierne af Gjov formene sig at have Ret til andel af Samme, efter en gammel Dom eller Contrakt, som imidlertid nu er dem ubekjendt. Ligeledes er der et Stykke Sanderne kaldet, som de fleste af Eierne paastaar henhører saavel til Dalen som Fløderne ( c: Nordhelvt & Syderhelvt)
Aar 1905, den 15. April, holdtes Grandestævne i Bygden Gjov. De sædvanlige Forretninger udførtes. - Ingen Ros holdesi Bygden.
Til tilsynsmand i H. t. Lov om Ødelæggelse af Ravnens Yngel af 11.Marts 1892 ' 11 valgtes for de næste 3 Aar: Joen Joensen ( Sámalsstovu ) af Gjov. Til Forhandling er anmeldt Spørgsmaalet om Sammenlægning af Haugeparterne "Dalen" og "Suðurhælvt" i Gjov til at udgøre en Haugepart, samt i Forbindelse hermed fastsættelse af Regler for hvorledes der skal forholdes med Sommergræsning af Bygdens Koskiben i Udmarken.
Haugeparten "Suðurhælvt" udgør 72 mk. Af Ejerne mødte følgende Personer, der dels eje og efter skriftlig Fuldmagt repræsentere det nedenfor vedføjede Marketal.
1. Joen O. Christiansen, Gjov 9 Gl. 10 Skd.
2. Joen Joensen ( Klåa ) ibd. 1 - - -
3. Kornelius Johannesen ibd. 3 - - -
4. Ole Chr. Klein, Gjov, befuldmægtiget for:
1. Hans Johannesen, Funding, 1 Gl. 00 Skd.
2. Joen S. Petersen, ibd. 1 - - -
3. Johan Kleins Enke, Gjov, 8 - 10 -
10 Gl. 10 Skd.
5. Peter Joensen, Gjov, 6 - - -
6. Sivert Joensen, ibd. Ejer af 3 - 00 -
do - som befuldmægtiget for:
Elias Nielsen, Ejde,1 - - - -
Joen Sivertsens Enke ibd. 3 - 10 -
7 - 10 -
7. Poul Nolsøe Biskopstø, Gjov. 3 - 12 -
8. Joen Joensen, ældste, ibd. 1 - 00 -
9. Johan Joensen, ibd. 1 - 03 -
10. Joen Hejnesen, ibd. 5 - 00 -
11. Johs. Johannesen, ibd. 3 - - -
12. Djone Debes, yngre, ibd. 2 - - -
13. Justinus Justinussen, ibd. som befuldmægtiget for:
Simon Justinussens Enke 3 Gl. 00 Skd.
D.P.Olsen, Funding 1 - - -
4 - - -
14. Joen Joensen ( Såmalstovu ) 1 - - -
15. Chr. Joh. Sivertsen - Ejer - 1 - 10 -
befuldm. for Johan H. Weihe, Andefj. 5 - 00 -
6 - 10 -
16. Joen Joensen ( Fløt ) 1 - 10 -
17. Djone Debes, ældre 1 - 00 -
18. Clement Joensen 1 - 04 -
19. Jacob Matras 1 - 00 -
20. Peter Pauli Joensen, Gjov 10 - - -
21. Poul Johs. Joensen 4 - 10 -
22. Poul Klein, Gjov - Ejer - 4 Gl. 12 Skd.
som befuldmægtiget for:
Th. Rasmussen, Kolter 1 - 00 -
N. Niclasen, ibd. 1 - - -
6 - 12 -
23. Johannes Marius Berg 2 - 00 -
24. Poul Debes 1 - 12 -
25. Ole Debes 2 - 06 -
26. Joen Poulsen 2 - 12 -
ˍˍˍˍˍˍˍˍˍˍ
Haugeparten "Dalurin" udgør 22 Mk., og af Ejerne mødte nedenfornævnte Personer, ejende og repræsenterende det vedføjede Marketal:
1. Joen O. Christiansen 1 Gl. 15 Skd.
2. Joen Joensen ( Klåa ) 0 - 5 -
3. Kornelius Johannesen 3 - 15 -
4. Ole Chr. Klein, som befuldmægtiget
for Johan Kleins Enke 1 - 00 -
5. Peter Joensen 1 - - -
6. Sivert Joensen 1 - - -
7. Poul Nolsø Biskopstø 1 - - -
8. Joen Joensen, ældste 1 - 22 -
9. Johan Joensen 0 - 62/3 -
10.Joen Hejnesen 1 - - -
11.Johannes Johannesen 0 - 19 -
12.Justinus Justinussen, som befuldmægtiget for :
Simon Justinussens Enke, Gjov 2 Gl.
D. P. Olsen, Funding 1 -
Poul H. Haraldsen, Andefjord 1 - 4 -
00 -
13. Chr. Joh. Sivertsen, som befuldm. for:
Johan H. Weihe, Andefjord 1 - - -
14. Jacob Matras 0 - 05 -
15. Peter Pauli Joensen 4 - 05 -
16. Poul Johs. Johannesen 3 - 05 -
17. Poul Klein, - Ejer - 0 Gl 10 Skd.
som bef. for Elsebeth Klein 1 - 10 -
2 - 00 -
18. Johan M. Berg 1 - 10 -
19. Ole Debes 0 - 22 -
20. Joen Poulsen 1 - 00 -
-------------
1 Mk 14 Gl. 10 2/3 Skd.
Fra en del Ejeres Side i Haugeparten "Dalen" gjordes gældende, at efter Haugeparternes Beskaffenhed er det vanskeligt, om ikke umuligt, at holde hver af Haugernes Faarebesætn-inger paa sin egen Hauge. "Suðurhælvts" Faar komme meget ind paa Dalerhaugen, ligesom en del af Bygdens Koskiben søger Græsning paa Dalen. Det vilde derfor bilninge? til større Enighed mellem begge Haugeparters Ejere, at Haugeparterne vare i Fællig. Fra en del af Suðurhælvts Ejeres Side gjordes derimod gældende, at "Suðurhælvt" har Græsningsret i Dalerhauge for en del Faar, ligesom de mene, at Dalen er pligtig til at græsse en del af Koskiben, som Erstatning for at "Dalens" Ejere have erholdt Andel af den af "Suðurhælft" indlagte større Trø, hvorved en stor Del af det Areal, hvorpaa Koskiben hidtil har nydt Sommergræsning, er indhegnet.
Paa Forslag af P. J. Joensen m. Fl. sattes derefter under Afstemning, hvorvidt de ovennævnte Haugeparter blive at sammenlægge, eller skulle forblive delte som hidtil.
Af Ejerne af Haugeparten "Dalen" stemte de foran under Nr. 3, 7, 9, 11, 12, 15, 16, 17, 18 , 19, 20, der repræsentere et Marketal af 1Mk. 6 Gl. 31/6 Skd., samt Sivert Sivertsen, Gjov, repræsenterende 2 Gl. 62/3 Skd. og Peter Jacob Sivertsen ibd., som repræsenterer 62/3 Skd. - ialt 1 Mk. 8 Gl. 162 Skd. for den nævnte Sammenlægning, medens de foran under Nr. 1, 2, 4, 5, 6, 8, 10, 13 og 14 anmeldte Personer repræsenterende 8 Gl. 72 Skd. stemte derimod.
Af Haugepartens "Suðurhælvts" Ejere stemte de foran under Nr. 3, 7, 9, 11, 13, 14, 20, 21, 22, 23, 25 og 26 nævnte Personer, repræsenterende 2 Mk. 11 Gl. 15 Skd. samt Sivert Sivertsen, Gjov, som repræsenterer 7 Gl. og Peter Jacob Sivertsen, Gjov, ejende 1 Gl. 5 Skd. - ialt 3 Mk. 3 Gl. 0 Skd. - for at sammenlægge nævnte Haugeparter, hvorimod de under Nr. 1, 2, 4, 5, 6, 8, 10, 12, 15, 16, 17, 18, 19 og 24 nævnte Personer, repræsenterende 3 Mk. 7 Gl. 6 Skd. stemte imod saadan Sammenlægning.
Det udkræves for at tage gyldig Beslutning efter Grandestævnelovens ' 7, at mindst ??? af hvert Brugs Marketal have stemt for Sagen, men da dette Stemmetal, som det fremgaar af foranstaaende, ikke er opnaaet, tilkendegives det de mødte, at Sammenlægning ikke er vedtaget.
Hvad angaar Sagen om Græsningsret for Bygdens Koskiben, da staar denne Sag i saa nøje Forbindelse med forannævnte Sag om Sammenlægning af Haugeparterne "Dalen" og "Suðurhælvt", at der ikke forinden denne Sag, som agtes indbragt for Landvæsenskommisionen til Afgørelse tillige i hvilket Forhold "Dalen" er pligtig til at afgive Græsning til Bygdens Koskiben, er afgjort, kan fremsættes noget Forslag til Vedtagelse derangaaende. Anmelderne tilbagetog derfor Sagen.
Det protokollerede oplæst. Grandestævne sluttet.
Extrakt - Udskrift
af
Forhandlingsprotokol ved Østerø Syssels Landvæsenskommision.
Aar 1905, den 7. August, Middag Kl. 12, indfandt Landvæsenskommisionen for Østerø Syssel bestaaende af Sysselmand Petersen, som Formand, og Kommisionens faste Medlemmer Kongsbonde J. L. Weihe af Sælletræ og Tømrer J. Rasmussen af Skibenæs, sig i Bygden Gjov paa Poul Nolsø Biskopstøs Bopæl, i Anledning af, at følgende Ejere af Haugeparten "Dalurin" i Gjov, nemlig Poul Klein, P. Johs. Joensen, Kornelius Johannesen og Justinus Justinussen, alle af Gjov, have begært Kommisionens Afgørelse af nedennævnte Spørgsmaal:
1. hvorvidt Ejerne af Haugen "Syderhelft" i Gjov have nogen Ret til at lade Faar fra den til denne Hauge hørende Haugepart "Fløturnar" græsse i Haugeparten "Dalurin", samt
2. hvorvidt Ejerne af Haugeparten "Dalurin" er pligtige til at afgive Sommergræsning til Bygdens Kvægbesætning udover den Andel (1/6), der tilkommer Haugen, som udgørende 1/6 af Bygdens Marketal.
Efter at der var prøvet Forlig mellem Parterne, uden at Forligsprøven kunde tilendebringes, udsattes Sagens videre Behandling Kl. 3 Eftermiddag til Kl. 42 samme dag.
Det protokollerede oplæst.
Sagen udsat til Dags Eftermiddag Kl. 42.
T.J. Petersen J. Rasmussen J.L. F. Weihe.
Forlig:
A. Vedrørende Sagens Punkt 1:
1. Lodsejerne af "Suðurhelft" skulle have Ret til at lade 50 Moderfaar med Lam, fra Haugeparten "Fløturnar" græsse paa det til "Dalurin" hørende Haugestykke "hejmi undir Sondum" kaldet, i Tiden fra 15. Maj til 25. Oktober hvert Aar.
2. De Faar fra "Fløturnar", som nu have Sommergræsning i Haugeparten "Dalurin" paa andre Steder end "undir Sondum", skulle aftages eller vænnes til at have Græsning enten "undir Sondum" eller i "Fløturnar" i Løbet af de første 5 Aar, saaledes at "Fløturnar" efter Udløbet af disse 5 Aar ikke græsser Faar andre Steder i Dalerhaugen end paa Haugestykket "hejmi undir Sondum". De Faar som græsse højest til Fjælds og ikke kunne vænnes til at tage lovlig Sommerhauge skulle ikke formeres,men aftages med en Femtedel hvert af de næst paafølgende 5 Aar.
3. Søjdemændene fra "Fløterne" skulle i det i Punkt 2 nævnte Tidsrum være berettigede til at gaa ind i Dalerhaugen for at drive "Fløturs" Faar hen paa lovlig Sommerhauge, dog maa de ikke gaa med løs Hund.
4. Det Stykke af Haugeparten "Dalurin", som mod Nord begrændses af den nylig indlagte store Trø, og mod Syd af "Fríagjil" og beliggende "undir Brekkuni", skal af hele Bygdens Marketal bekostes indhegnet og holdes sommerfredet, og Indhegn- ingen skal være fuldført inden Udgangen af Aaret 1910. Efter at Indhegningen er tilendebragt, deles Stykket mellem Bygdens samlede Marketal.
B. Sagens Punkt 2 blev saaledes forligt:
1. I den Tid om Foraaret og Efteraaret, som Køerne "gaa ind og ud", skulle Ejerne have Frihed til at holde Kvæget græsse i hvilken Haugepart de selv ønske.
2.Naar Køerne ligge ude om Natten, skulle de græsse i Haugeparten "Fløturnar" og "Dalurin" i Fællig, hvert Aar om Foraaret fra den Tid de begyndte at ligge ude indtil 20. Juni og om Efteraaret fra 1. August indtil de ophøre med at ligge ude om Natten. I Tiden fra 20. Juni til 31. Juli skulle Køerne græsse i Haugeparten "Fyri oman Rætt." 3. Intet Kvæg maa drives ud til Græsning i Haugen efter 30. Oktober hvert Aar.
4. Omkostningerne ved Sagens Behandling for Landvæsenskommisionen udredes saaledes:
Haugeparten "Fyri oman Rætt" 1/6
Haugeparten "Dalurin" 5/12
Haugeparten "Suðurhelft" 5/12 og fordeles mellem Lodsejerne i Forhold til Marketal.
Det protokollerede oplæst og vedtaget, samt underskrevet af samtlige de mødte Ejere.
Poul Klein Cornelius Johannesen m.p.P. Ole Chr. Klein
Peter P.Joensen m.p. P. Poul Debes m.p.P. Klement Joensen m.p.P.
Poul Nolsø Johan Joensen m.p.P. Joen Olrik Christiansen
Johannes Marius Berg m.p.P. Justinus Justinussen
Sivert Joensen m.p.P. ved T.J.Petersen
Joen Joensen, ældste, m.p.P. ved T.J. Petersen
Joen Joensen Ole Debes Joen Poulsen m.p. P. ved T.J.Petersen
Peter Joensen
Sagen sluttet Eftermiddag Kl. 92
T.J.Petersen J. Rasmussen J.L.F.Weihe
Udskriftens Rigtighed bekræftes:
Østerø Syssels Kontor, Fuglefjord 16. Oktbr. 1905
T.J. Petersen
Gebyr for Beskrivelse 75 Øre
= Syvti Fem Øre
T.J.Petersen.
Fyri Oman Rætt er sjáldsamt navn á hagaparti, men tað sigur okkum so mikið, at upprunin má hava samband við orðið rætt.
Ból og seyðahús
á Ambadali:
Bólið á Rivinum
Hetta er ikki nakað beinleiðis ból, men meira at kalla veingir.
Bólið í Breiðateigi (Bólini í Breiðateigi)
Tað hevur vong. Har er eisini eitt annað ból, ið stendur nærri Rógvugili, og tað hevur eisini vong.
Bólið í Rógvugili
Bólið var nakað ovarlaga í Rógvugili - heiman fyri Rógvugil - eitt sindur niðan fyri Keldurnar. Tað er langt síðani avdankað, men tað sæst týðuliga, at ból hevur verið har.
Hetta er ikki nakað beinleiðis ból, men meira at kalla veingir.
Bólið í Breiðateigi (Bólini í Breiðateigi)
Tað hevur vong. Har er eisini eitt annað ból, ið stendur nærri Rógvugili, og tað hevur eisini vong.
Bólið í Rógvugili
Bólið var nakað ovarlaga í Rógvugili - heiman fyri Rógvugil - eitt sindur niðan fyri Keldurnar. Tað er langt síðani avdankað, men tað sæst týðuliga, at ból hevur verið har.
Húsið
Hetta bólið hevur, so langt aftur, sum nakar veit um at siga, verið kallað Húsið, so her má eitt hús hava verið í gamlari tíð.
Dalsærnar ella Tær á Miðjuni høvdu støðu her, men nú er eingin ær eftir í tí fylginum, tí felaseyðurin liggur hægri nú.
Seyðahúsið Norð á Dal
Tað er gjørt tvørtur um ánna, ið rennur heiman fyri Húsið. Jákup Matras, f. 1950, stóð mestsum fyri arbeiðinum. Hetta var í 1987.
Heimanfyri:
Støðubólið
Støðubólið, sum var oman fyri garðin heimi við Støðuánna, fór í einum skalvalopi, og nakrir seyðir doyðu, og tað bleiv hetta avgamla bólið avdankað. Støðubólið var ætlað til Tær Lægru.
Bólið Heimi á Damm (Seyðahúsið Heimi á Damm)
Tað vóru serliga Tær Heimaru í Túninum og Tær Hægru, ið komu í hetta bólið. Bólið Heimi á Damm bleiv tikið niður í 1974, tá ið tað nýggja húsið og tann nýggja rættin komu, so nú koma hesi fylgini í húsið staðinfyri.
Bólið í Bíggjarlagkróki
Í hetta bólið koma Tær Hægru og eisini Tær Oman av Barmi.
Bólið Uppi á Garðsenda (Seyðahúsið á Uppi á Garðsenda)
Tær Oman av Barmi koma eisini í hetta bólið. Bólið á Garðsenda varð niðurtikið umleið 1968, og har bleiv so eitt hús laðað upp og tak lagt á.
Bólið við Bólstein Úti í Byrgi
Í hetta bólið koma Niðastir, men tær koma meir oman á Krók nú, enn tær gjørdu fyrr.
Vongurin Uppi við Bulkabarnið
Ein støða - ikki nakað veruligt ból - var eisini Uppi við Bulkabarnið. Har varð ein vongur gjørdur, men hann er niðurdottin nú.
Seyðahúsið Heimi í Støðugili
Hetta seyðahúsið gjørdi Óli Andreas Kristiansen í 1910-1912. Tað var hildið at vera fínt, tí tað hevði tak, men í 1963 varð nýtt hús gjørt her. Tá var tað gamla húsið illa farið, men grundin á tí gamla húsinum er uppií hesum nýggja - tað bleiv bara stoypt aftrat. Breiddin er tann sama, men hetta nýggja er nógv størri og hevur reising. Tað gamla hevði slætt tak.
Til hetta húsið koma Tær Lægru.
Seyðahúsið á Stórheyggi
Nýtt seyðahús varð bygt á Stórheyggi í seinnu helvt av 1960unum, og her hevur einki ból verið fyrr. Svend Joensen, f. 1912, var formaður fyri arbeiðinum.
Til hetta húsið koma Tær undan Horninum.
Olrik, Hanni, Ólavur, Pól Hans Jacob, Hans og Fróði
Harur
Sáttarenni er ikki nakar góður haruhagi. Vit hava einki yvirlit yvir gongdina, men síðani 1967 hava Osvald á Klá og Jónsvein Mikkelsen, Toftum, skotið harur her. Osvald doyði 01.04.2006, og Jónsvein gavst at skjóta í 2009. Tað besta árið fingu teir einar 45 harur, og tað ringasta árið bert 1. Miðalár fingu teir einar 20-30 harur.