DSC 02611 - Kopi

Í Nes kirkju

Hvørt mánakvøld í vetrarhálvuni samlast bygdarfólkið í Bygdarhúsinum til hugna, mentanarløtur og annað gott. Tá ið veturin hevur mist takið, og ljósið vinnur á myrkrinum, so plaga hugnakvøldini at enda við eini útferð, og so var eisini í ár. Avgjørt varð, at í ár skuldi túrurin vera í Eysturoynni, og farast skuldi frá Gjógv við bussi sunnumorgunin 02.04. - kl. 10. Fyrst gekk  leiðin út í Fríðrikskirkjuna á Toftum, har Patrick de Neergaard, vágsprestur, prædikaði. Eftir gudstænastuna varð farið út í tann gamla prestagarðin á Nesi, har ið Josefina Olsen, fyrrverandi skúlastjóri á Toftum, greiddi frá og vísti runt. Her hava prestagarðar verið undan hesum, ið V.U. Hammershaimb, próstur, læt byggja í 1863. Kona hansara, Elisabeth Christiane, gjørdi tekningarnar. Tá var hetta tann næststørsti bygningurin í landinum - bara amtmansborgin í Havn var størri. Havandi í huga, hvussu gamal - og STÓRUR - hesin bygningurin er eftir tátíðar mátum, so er tað undranarsamt, at hetta skal hava borið til. Forsprákararnir hava ikki gingið í smáum skóm, má sigast. Nú verður bygningurin eisini brúktur sum savn, og eg mæli fólki til at fara at vitja henda bygningin, ið angar av søgu innan øll møgulig økir. Tann elsti skrásetti luturin í prestagarðinum er eitt chatoll, ið Maria Rønning, fødd í Noregi í 1741, hevði við sær til Føroya í 1772. Maria var trúlovað og skuldi giftast við Andreasi Djurhuus, presti á Nesi, men giftarmálið fór í vaskið, og grundin til tess verður ov drúgv at viðgera her.

 DSC 0252 - KopiDSC 02591 - Kopi

 Chatollið kom til Føroya í 1772                                                 Ein svanabyrsa                                                                

Úr prestagarðinum varð farið inn á gólvið í Nes kirkju, tí onkur av ferðarlagnum hevði ongatíð verið har áður og havandi tað í huga, at forfedrar okkara mangan brúktu Nes kirkju í sambandi við dóp, konfirmatión, giftu o.a. Líka fram til 1928 var Eysturoyggin eitt prestagjald við presti á Nesi. Í 1928 fór oyggin sundur í tvey prestagjøld: Nes prestagjald og Fuglafjarðar prestagjald. Fyri ta tíð var Nes kirkjuliga sæð miðdepil fyri alla Eysturoynna, og vit vita um fleiri børn frá Gjógv, ið eru doypt í Nes kirkju. Tað hevur mangan verið havt á orði, at Gamli-Sjúrður í Hoygarðinum (Sigvard Joensen, f. 20.12.1852) var bara tríggjar dagar gamal, tá ið hann varð doyptur í Nes kirkju. Viderø, prestur, skrivar soleiðis í bók síni "Saga Eysturoyar":  --- men tey høvdu lært at sjá Guð yvir øllum og at leggja seg og alt sítt í Guðs hond, tí sæst í kirkjubókini á Nesi, at barn, sum var tríggjar dagar gamalt, varð borið frá Gjógv út á Nes til skírnar. Vera má, at tað var Sjúrður, faðir Kristians í Hoygarðinum. Hann var føddur tuttugta í tolvta, og føðurbróðir hans, Hans Petur, sagdi, at hann varð fatlaður upp á seg og borin á Nes til skírnar, og at tað var dýrasta byrði, sum havdi verið á sínum baki ---  Tollaksmessudagur er stuttur, so tann størsti parturin av ferðini hevur verið í myrkri. Ein gjáarmaður fortaldi fyri mær, at hann hevði gingið úr Søldarfirði til Gjáar í góðum líkindum, og tað tók 6 tímar við vanligari gongd, so gongutúrurin út á Nes hevur í minsta lagi tikið 7 tímar. Hesin túrurin hjá gjáarfólki út á Nes tók 45 minuttir (sitandi).

DSC 0264 - Kopi

Á Hotel Runavík

Eftir vitjanina í Nes kirkju varð farið til døgurða Hotel Runavík. Har var borðreitt við innbakaðum seyðalundum, sós og eplabátum. Øll vóru væl nøgd við døgurðan, men sum onkur tók til: "Lundini hjá okkum hingu altíð uppi í mørinum, og mamma plagdi at koyra tey í rullupylsuna, menn hetta er eisini ein góður máti." Klokkan var farin at ganga til fýra, tá bussurin setti kósina til Leirvíkar, tí Bátasavnið í Leirvík var tað síðsta á skránni. Leirvíkingurin, Eli Joensen, vísti okkum runt og greiddi frá tí ymiska. Eisini her fingu vit at uppliva eitt óføra áhugavert savn við øllum møguligum, ið hevur við bát og sjógv at gera. Uppi á loftinum er eitt listasavn, og har hingu fleiri kend verk hjá listamanninum, leirvíkinginum, Sámali Toftanes. DSC 0267 - KopiDSC 0268 - Kopi

      Góður lærumeistari                                                                       Nógv at síggja

Um 5-tíðani setti bussurin nøsina norður yvir aftur við væl nøgdum fólki. Ein góð útferð var komin at enda. "Um heilsan verður, fara vit aftur ein túr komandi ár," rópti ein kona, tá ið hon steig inn í bussin ----

Kategori: Gjáartíðindi

Nýggjastu myndirnar

Leita á síðuni