Fyri 100 árum síðani stóðu eini sethús í millum húsini "á Skipinum" og húsini "á Tarafløtti". Tey húsini kallaðust "á Jolluni". 

3hus

Mangan hevur verið tosað um upprunan til hesi sjáldsomu húsanøvnini: Skipið og Jolluna, og einaferð tíðliga í 1990unum bar eg hetta upp á mál við Andreu í Horni (f. 1918), og nú gevi eg henni orðið: "Omma mín, Elspa í Horni (f. 1853), fortaldi fyri mær, at tá ið hon var barn, tá spældu tey ofta har uppi, sum Skipshúsini standa, og har vóru tvær avlangar túvur. Onnur var longri, og onnur var minni. Ta longru túvuna kallaðu tey Skipið, og ta minnu Jolluna, og soleiðis fingu húsini navn av hasum túvunum. Omma segði eisini tað fyri mær, at uppi á hesum túvunum sat hon og lurtaði eftir Gamla Sloan, sum dugdi so grúiliga væl at syngja, og Guds orðið var pent, hann segði, legði omma aftrat. - Hetta er ikki bara nakað, sum er farið munn av munni, tí hetta fortaldi omma fyri mær." 

 skip copy

 Soleiðis sær Skipið út nú (2011)

---  Húsini á Skipinum eru helst bygd í millum 1870 og 1880, tí tey eru ikki nevnd í fólkateljingini 1870 - men harafturímóti í 1880. Gert tú tær eina meting út frá fólkateljingini, so er ymiskt, ið bendir á, at húsini á Skipinum eru bygd í seinnu helvt av 1870unum. Húsini á Jolluni eru helst bygd í millum 1890 og 1901, tí tey eru ikki nevnd í fólkateljingini 1890 - men harafturímóti í 1901. Gert tú tær eina meting út frá fólkateljingini, so er ymiskt, ið bendir á, at Jollan er bygd í seinnu helvt av 1890unum.  Jollan, ið hevði roykstovu við koyggjum niðaneftir og eina glasstovu,  hevði bara eitt vindeyga á sunnaru síðu, meðan Skipið hevði tvey, og tað var bert eitt smalt skot ímillum Jolluna og húsini á Tarafløtti. Sannast má, at "har sum hjartarúm er, er eisini húsarúm", tí á Jolluni vóru eitt skifti 9 fólk í húsi.

 -- Eftir at Djóni á Jolluni doyði við "Acorn" í 1928, flutti kona hansara, Jóhanna ( f. 1858) yvir á Bø til dóttrina, Onnu Malenu ( f. 1897). Ta tíðina, ið Jollan stóð tóm, brúkti Karl Anton ( f. 1893) hana til hoyggjhús. Tann gamla dansistovan, ið var blá innan og tískil vanliga varð nevnd Bláa, stóð beint heiman fyri húsini hjá Klæmint Juul (f. 1907) . Hon varð niðurtikin í 1930, og tilfarið varð selt á auktión, meðan Hans Jacob hjá Onnu Malenu (1915 - 1936) seinni keypti grundina og ætlaði at handla har. Ætlan hansara gjørdist ikki veruleiki, og Jollan varð  tikin niður í 1938-40 og sett uppaftur á grundina á Bláu sum hoyggjhús hjá Karl Antoni. Hoyggjhúsið er niðurtikið í fyrru helvt av 1990unum, men grundin stendur framvegis har. ---  Tey 3 húsini fremst á teirri gomlu myndini eru frá vinstru: Tarafløttur, Jollan og Skipið.  Á teirri nýggju myndini síggja vit tað núverandi Skipið.

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna